Fyrispurningur um ferðasambandið Gamlarætt - Hest

100-42 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt - Hest

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 11. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at strandfaraskipið Súlan røkir part av siglingini millum Gomlurætt og Hest ?
  2. Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, forsvarligt og í tráð við útjaðarapolitikkin hjá sitandi samgongu, at Súlan røkir hesa sigling ?
  3. Um landsstýrismaðurin tekur undir við, at Súlan røkir part av hesi sigling, kann hann so grundgeva fyri, hví hann tekur undir við hesum, tá ið Løgtingið hevur latið byggja nýggja ferjuhavn í Hesti, umframt nýtt skip, sum millum annað skuldi røkja hesa rutu ?
  4. Kunnu vit rokna við, at siglingin við Súluni verður ein varandi loysn ?
  5. Hvørja trygd kann landsstýrismaðurin veita fyri, at talan ikki verður um eina varandi loysn ?
  6. Kunnu vit rokna við, at Súlan seinni fer at røkja hesa sigling einsamøll ?
  7. Súlan er avloysaraskip fyri strandfaraskipini Barskor og Másan. Hvørja trygd kann landsstýrismaðurin veita fyri, at rutan millum Gomlurætt og Hest ikki verður skerd, um so verður, at Súlan skal avloysa annað av hesum skipunum ?
  8. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv tað kostar eyka at lata Súluna røkja ein part av rutuni ?

Viðmerkingar:
Fyri tíð síðani vórðu stórar útbyggingar gjørdar í samferðslukervið millum Streymoy, Sandoy og Hest. Nýggj ferja varð bygd, og broytingar vórðu eisini gjørdar á ferjulegurnar í Skopun, á Gomlurætt og í Hesti. Henda útbygging skuldi nøkta samferðslutørvin millum meginøkið, Sandoy og Hest.

Nú seinasta útbyggingin á ferjulegurnar er um at vera liðug, og nýggja skipið er komið, eru ætlanir frammi um at seta annað ótíðarhóskandi skip í sigling millum Gomlurætt og Hest. Ikki kann sigast, at henda loysnin livir upp til tað, sum fólkið í Hesti hevur sæð fram til.

Ilt er at skilja, hví henda vend er komin í málið, nú ein varandi loysn annars var funnin. Hvørjar grundgevingar eru fyri, at nýggja ferjan, Teistin, ikki kann røkja ætlaðu rutuna, sum Løgtingið samtykti at byggja hana til.

Sitandi samgonga hevur tosað nógv um útjaðarapolitikk, og tí er ringt at síggja nakran samanhang millum orð og gerðir í hesum máli. Skulu fólk búgva í Hesti, er neyðugt við nútíðarhóskandi samferðsluviðurskiftum soleiðis, at fólkið í bygdini kann arbeiða og ganga í skúla á meginøkinum.

Spurningurin er nú, um hetta er byrjanin til, at Súlan einsamøll fer at røkja siglingin millum Gomlurætt og Hest ?

Meðan ferjulegan í Hesti hevur verið í gerð, hevur glastrevjabáturin Knørrur røkt siglingina millum Gomlurætt og Hest. Í tí sambandi hevur verið neyðugt at lata Rituna sigla við farmi tríggjar ferðir um vikuna millum Havnina og Hest. Hetta hevði uttan iva eisini verið galdandi, um tað var Súlan, sum sigldi einsamøll millum Gomlurætt og Hest. Sostatt er ikki talan um nakra bíliga loysn fyri Strandfaraskip Landsins.

Við hesi ætlan koma vit at seta fólkið í Hesti langt aftur í tíðina. Nú samferðslukervið er útbygt, átti at borið til at samskipað flutningstørvin hjá bæði sandingum og hestfólki í góðum samstarvi og til gagn fyri allar partar.

Á tingfundi 12. desember 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin  skal svarast.

Á tingfundi 5. februar 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1-7.
Landsstýrismaðurin tekur ikki undir við, at strandfaraskipið Súlan røkir part av siglingini millum Gomlu Rætt og Hest. Í sambandi við, at landsstýrismaðurin fekk ferðaætlanina hjá Strandfaraskipum Landsins til góðkenningar, varð landsstýrismaðurin m.a. biðin um at taka støðu til uppskot hjá Strandfaraskipum Landsins um, at Súlan skuldi røkja siglinina út í Hest fyrsta túrin hvønn morgum. Sambært upplýsingum frá Strandfaraskipum Landsins fór hetta at føra við sær, at fólk úr Sandoynni, sum skulu við Teistanum fyrsta túr um morgunin, kunnu fara frá húsum ein hálvan tíma seinni enn vanligt.

Landsstýrismaðurin hevur tó tikið avgerð um, at Súlan skal ikki røkja siglingina fyrsta túrin um morgunin, og eru fleiri orsøkir til hesa avgerð. Fyri tað fyrsta er tað ikki vist, at Súlan verður tøk til hesa sigling í summar. Strandfaraskip Landsins fer í næstum at bjóða raksturin av Mykinesleiðini út, men til vissa er fingið fyri, at skikkaður operatørur fæst at røkja hesa farleið til ein sámiligan prís, heldur landsstýrismaðurin, at tað er skeivt at seta Súluna í fasta sigling aðrastaðni.

Fyri tað næsta mugu atlit takast til útoyggjapolitikkin hjá landsstýrinum. Tað kann kanska tykjast órímiligt, at sandoyingar, sum ferðast við Teistanum, skulu fara hálvan tíma fyrr frá húsum, fyri at nøkta tørvin hjá nøkrum fáum fólkum úr Hesti. Ætlanin hjá landsstýrinum er tó at skapa fortreytir fyri, at fólk kunnu støðast á útoyggj, og partur av hesum fortreytum er eitt nútímans ferðasamband. Tá nýtt, skræddaraseymað skip er bygt til leiðina, og nógvur peningur er nýttur til at umbyggja havnina í Hesti, eigur skipið eisini at verða til gagns fyri Hestfólk, so fólk kunnu støðast, og útoyggin mennast. Sambært eykajáttanarlógini fyri mars 2001, sum var samtykt í Løgtinginum 30. apríl 2001, hevur tað eisini verið ætlanin, at Teistin skuldi røkja siglingina millum Skopun, Hest og Gomlu Rætt, og ikki okkurt annað skip.

Til spurning 8.
Eyka kostnaðurin av at lata Súluna røkja siglingina út í Hest fyrsta túr hvønn morgun er treytaður av, hvørja støðu, ið verður samanborið við. Um Súlan hvørki skal nýtast til fasta sigling á Hestleiðini ella á Mykinesarleiðini, eru tveir møguleikar. Antin verður Súlan seld, ella verður hon nýtt sum avloysaraskip fyri smærri skipini hjá SL. Tað hevur stóran týdning fyri samanberingina av kostnaðinum, hvør av hesum loysnum verður vald.

Eyka kostnaður, um Súlan annars hevði verið nýtt sum avloysaraskip:
Samlaði nettokostnaðurin av at hava Súluna liggjandi tøka sum avloysaraskip og at lata hana røkja fyrsta túr út í Hest um morgunin er uml. 150.000 kr. árliga, herí ikki íroknað rentur og avskrivingar av skipinum, meðan eykakostnaðurin av at lata Súluna sigla fyrsta túrin um morgunin er umleið 35.000 kr.

Eyka kostnaður, um Súlan annars hevði verið seld:
Verður Súlan hinvegin seld, slepst undan árligu leguútreiðslunum til løn, viðlíkahald v.m., og tá verður munurin í rakstrarkostnaði 150.000 kr. árliga, umframt rentur og avskrivingar av skipinum. Tilsamans hevði helst verið talan um árligar eyka útreiðslur uppá umleið 400.000-450.000 kr. tilsamans, um rentur og avskrivingar verða íroknaðar. Verður Súlan seld, er hinvegin neyðugt at leiga avloysaraskip, tá Másin og Barskor skulu takast úr sigling vegna eftirlit, viðlíkahald ella skaðar, og mugu hesar leiguútreiðslur trekkjast frá. Torført er at meta um útreiðslurnar til leigu av avloysaraskipi.

Málið avgreitt.