Fyrispurningur um sýsluskrivstovuna í Vestmanna

100-43 Fyrispurningur til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi sýslumansskrivstovuni í Vestmanna

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 18. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Kann Ríkisumboðið greiða Løgtinginum frá, um Føroya Landfúti hevur ætlanir um at flyta sýslumansskrivstovur og løgreglustøðir úr ávísum økjum í Føroyum ?

Viðmerkingar:
Undirritaði er kunnaður um skriv, dagf. 12. des. 2001, har Vestmanna Bygdarráð vendir sær til Føroya Landfúta viðvíkjandi sýsluskrivstovuni og m.a.sigur: "Nú tíðindi aftur eru farin at ganga um, at Føroya Landfúti arbeiðir við at flyta sýslumansstarvið úr bygdini, samtykti Vestmanna Bygdarráð á fundi 21. nov. 2001 enn einaferð at mótmæla hesi ætlan fútans."

Tað hevur eisini áður verið frammi, at Fútin hevur havt ætlanir sum hesar. Tá mótmælti Vestmanna Bygdarráð eisini við skrivi, dagf. 9. apr. 1999. Men bygdarráðið fekk ongar viðmerkingar til mótmæli tá ella nakrar grundgevingar fyri møguligu ætlanunum hjá fútanum. Tað kann ikki vera røtt mannagongd, at bygdarráðið fyri tað fyrsta skal frætta um slíkar ætlanir, uttan at ver ða kunnað, og fyri tað næsta, at bygdarráðið ikki fær svar, tá tað ger vart við sína støðu.

Vestmanna Bygdarráð hevur annars góðar grundgevingar ímóti møguligum ætlanum um at flyta sýslumansstarvið úr bygdini, har tað hevur verið heilt síðan 1898. Fyri tað fyrsta sigur bygdarráðið:

"Tað tykist løgið, nú landsumsitingin arbeiðir við at miðspjaða almennar stovnar, at Føroya Landfúti uttan grund arbeiðir við at flyta sýslumansstarvið í Vestmanna øvugtan veg."

Bygdarráðið vísir eisini á, at við teirri samskiftistøkni, sum nú eyðkennir alla framkomna umsiting, er ilt at síggja nakrar grundir til at flyta sýslumansstarvið: "Í hesum teldutíðum við internetsambandi og álinjuskipanum, har fólk umvegis telduna arbeiða fyri fyritøkur og stovnar, sum staðsett eru á heilt øðrum staði, skuldi ikki verið nakað, sum forðar fyri, at sýslumansstarvið verður verandi í Vestmanna."

Bygdarráðið hevur enn eina góða grundgeving fyri sínum mótmæli, og tað er, at bygdarráðið kann "als ikki góðtaka, at eingin løgreglumaður kemur at hava starv við Vestmanna sum støði, um so verður, at ætlan fútans verður sett í verk."

Sum tingmaður í Norðstreymoy tekur undirritaði eisini fult undir við hesum haldgóðu grundgevingum ímóti at flyta sýslumansstarvið úr Vestmanna. Tí spyrji eg Ríkisumboðið, hvørjar ætlanir Føroya Landfúti hevur hesum viðvíkjandi, og hvørjar grundgevingar landfútin hevur fyri hesum møguligu ætlanum.

Á tingfundi 18. januar 2002 svaraði Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, fyrispurninginum soleiðis:  

Medlem af Lagtinget Hans Pauli Strøm har den 18. december 2001 stillet en forespørgsel til Rigsombudsmanden vedrørende sysselmandskontoret i Vestmanna (Lagtingssag nr. 100-43/2001).

Svar:

Til brug for besvarelsen har jeg indhentet følgende udtalelse fra Statsministeriet:

"Justitsministeriet har til brug for besvarelsen af forespørgslen indhentet en udtalelse fra landfogeden på Færøerne.

Landfogeden har oplyst, at man som et naturligt led i planlægningen af politiets arbejde på Færøerne nødvendigvis løbende må overveje, hvordan politiets opgavevaretagelse kan organiseres og tilrettelægges, således at de samlede politimæssige ressourcer anvendes mest hensigtsmæssigt med henblik på at sikre den bedst mulige politibetjening af borgerne. Som et led heri har landfogeden i efteråret nedsat en projektorganisation, som har til opgave – bl.a. på baggrund af ændringerne i infrastrukturen som følge af det igangværende tunnelarbejde på Færøerne – at overveje den fremtidige politibetjening af Vågø, Vestmanna, Strømø og Østerø.

Landfogeden har understreget, at der ikke dermed er truffet nogen beslutning om den fremtidige politibetjening eller om at flytte sysselmandsembeder.

Justitsministeriet kan henholde sig hertil.

Der kan i øvrigt henvises til justitsministerens brev af 10. januar 2002 til landsstyremand Høgni Hoydal, hvori det anføres, at der ikke på nuværende tidspunkt er grundlag for at gå ind på en nærmere vurdering af en eventuel flytning af sysselmandsembedet i Vestmanna.

Landfogeden er helt opmærksom på de forskellige hensyn, der har været fremført i forhold til politibetjeningen i Vestmanna, og landfogeden har også over for Justitsministeriet tilkendegivet, at han vil sørge for at holde landsstyret orienteret om de videre overvejelser i sagen."

Málið avgreitt.