Fyrispurningur um Dagpeningaskipanina

100-44 Fyrispurningur til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, viðvíkjandi Dagpeningaskipanini

Orðaskifti

Ár 2002, hósdagin 17. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu nógv fólk (umleið) hava fingið boð um, at tey eru koyrd út úr dagpeningaskipanini, síðani løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. kom í gildi?
  2. Hvør er orsøkin til, at hesi fólk eru koyrd úr skipanini?
  3. Hvussu er hesum fólkum, sum seinasta árið eru koyrd úr skipanini, tryggjað inntøka, um tey av einhvørji orsøk gerast sjúk?.
  4. Hevur landsstýrismaðurin orðað tær reglur og tær kunngerðir, sum í lógini standa at skula koma í gildi?
    Um ikki, nær væntar landsstýrismaðurin, at hetta verður gjørt?

Viðmerkingar
Undirritaða vil fegin vita, hví fólk, sum í longri tíðarskeið hava verið limir í dagpeningaskipanini, eru koyrd úr skipanini hesar seinastu 8 mánaðirnar. Eftir hvat undirritaða hevur fingið upplýst, er serliga talan um fólk, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi, og sum hava eitt lítið virki.

At vera knýtt at dagpeningaskipanini hevur stóran týdning fyri hesi fólk, tí tey standa á berum, um tey av einhvørji orsøk gerast sjúk og ikki kunnu forvinna til lívsins uppihald hetta tíðarskeið. Tey eru so fá – og er tað sjálvstøðugt vinnurekandi, so er oftast talan um einstaklingar- og tí er tørvurin so mikið størri hjá hesum at vera knýtt at eini skipan, sum kann tryggja teimum løn undir sjúku.

Tað var ein tryggleiki hjá hesum at vera limir í skipanini, sum tey rindaðu til mánaðarliga. Samgongan eigur eisini at gera alt fyri at birta upp undir møguleikan hjá smáum virkjum og sjálvstøðugum vinnurekandi at vera verandi virkin í sínum arbeiði. Hesi eru tey klípini í samfelagnum, sum hvør í sínum lagi eru við til at menna og byggja upp okkara vinnuførleika og samleika. Oftast er tað áhugin, sum drívur verkið hjá hesum smáu fyritøkum kring um í landinum, og tí er tað stórt spell, um hesi ikki hava møguleika fyri at tryggja sítt lítla virksemi fyri sjúkradagar, sum av og á kunnu stinga seg upp.

Hesi hava, sum er, ongan annan møguleika at tryggja seg tá sjúka berst á, og tí er tað sera óheppið, um hesi verða koyrd úr tí skipan, sum tey sjálvi annars hava rindað til, og sum virkar sum ein trygd hjá teimum.

Tá viðgerðin var í tinginum um broytingarnar í dagpeningaskipanini, var eingin ivi um, at politiski viljin var at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum vóru knýtt at hesi skipan. Men síðani er so tað hent, at fleiri fólk, sum vóru limir í skipanini, eru koyrd út. Og tað er at undrast yvir, tá hugsað verður um, at hesi onga aðra skipan hava at tryggja sítt virksemi fyri fráveru vegna sjúku.

Í lógini er í sjey greinum orðað, at landsstýrismaðurin skal gera reglur og kunngerðir. Og hesar eru eisini avgerandi fyri, hvussu lógin sum heild kann umsitast. Undirritaða vil tí eisini fegin vita, hvat røkist fyri hesum reglum og kunngerðum.

Á tingfundi 18. januar 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 7. februar 2002 svaraði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

  1. 121 persónar eru ikki longur fevndir av ásetingunum í kap. 7 í lógini. Fleiri av hesum persónum eru tó fevndir av § 2 sum vanligir lønmóttakarar.
  2. 109 persónar eru dotnir úr skipanini, tí tey hava A-inntøku, og tí ikki lúka treytirnar til ta sjálvbodnu tryggingina. Sambært viðmerkingunum til grein 15 í lógini um dagpening stendur:
  3. "Fyri at kunna tekna sjálvbodna trygging krevst, at tryggingartakarin burturav ella í mestan mun er sjálvstøðugur vinnurekandi. Hetta skal skiljast soleiðis, at hesin skal virka sum sjálvstøðugur í so stóran mun, at eitt møguligt vanligt løntakaraarbeiði við síðuna av, bert er at meta sum ein viðfáningur. Vegleiðandi kann sigast, at umleið 75% av inntøkuni seinasta inntøkuárið skal stavað frá sjálvstøðuga virkseminum, fyri at tryggingartakarin kann tekna trygging."

    Fyri teir 109 persónarnar er A-inntøkan farin upp um tey vegleiðandi 25%, sum ásett eru í viðmerkingunum, og eru hesi koyrd úr sjálvbodnu skipanini, tí tey lúka ikki treytirnar longur.

    12 persónar eru koyrdir úr, tí hesir onga inntøku hava.

  4. 52 persónar eru beinleiðis fevndir av § 2 og 3 í dagpeningalógini, tí teir eru løntakarar og hava ongan rætt til løn undir sjúku. Hetta merkir, at hesir hava rætt til dagpening sambært dagpeningalógini.
  5. 33 persónar eru starvsmenn og hava tí rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum. Hesir persónar hava ikki rætt til útgjald úr dagpeningaskipanini, tí smb. § 2, stk. 3 so verður dagpeningur ikki veittur í tann mun viðkomandi sambært lóg, trygging ella sáttmála frá arbeiðsgevara ella øðrum hevur rætt til løn undir sjúku v.m. ella aðrar veitingar, sum eru endurgjald fyri mista inntøku vegna sjúku v.m.

    11 persónar, sum frammanundan høvdu hálva trygging, hava ikki ynskt at tekna fulla trygging.

    Viðvíkjandi teimum eftirverandi 25 persónunum má farast nærri inn í hvørt einkult mál fyri at avgera, um arbeiðsgevarin skal gjalda løn undir sjúku, ella um tey eru fevnd av dagpeningalógini, herundir møguliga § 3, stk. 2, nr. 2.

  6. Nei, landsstýrismaðurin hevur ikki orðað tær reglur og tær kunngerðir, sum sambært lógini skulu koma í gildi. Landsstýrismaðurin er í fer við at broyta dagpeningalógina, og í hesum sambandi er ætlanina at gera tær reglur og kunngerðir, sum dagpeningalógin ásetur. Væntandi verður hetta arbeiðið liðugt medio 2002.

Málið avgreitt.