Fyrispurningur um parkering við flogvøllin

100-45 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum kring flogvøllin

Orðaskifti

Ár 2002, fríggjadagin 18. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Marjus Dam, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvør hevur ábyrgdina av, at parkeringsviðurskiftini við Vága Floghavn eru í lagi?
  2. Hvussu stórt er parkeringsøkið við Vága Floghavn?
  3. Hvussu stórt verður mett, at eitt slíkt parkeringsøki eigur at vera?
  4. Eru møguleikar fyri langtíðarparkering (seta akfar frá sær undir tryggum umstøðum)?
  5. Verður mett, at parkeringsviðurskiftini eru nøktandi?
  6. Hvørjar ábøtur og útbyggingar av parkeringsviðurskiftunum er ætlanin at gera við flogvøllin, og hvussu nógv fer ein slík útbygging at kosta?
  7. Hvussu nógvur peningur er settur av til hesa útbygging í ár og frameftir til útbygging av økjum við flogvøllin, ið føroyskir myndugleikar hava ábyrgdina av?

Viðmerkingar:
Flogferðslan er økt nógv seinastu árini. Ferðslan og tørvurin á bæði stutttíðar og langtíðar parkering eru økt samsvarandi.

Parkeringsviðurskiftini við flogvøllin eru ikki nøktandi ídag.

Føroya Landstýri hevur, mær vitandi, ábyrgdina av, at viðurskiftini uttan fyri flogvøllin, so sum parkeringsøkið kring flogvøllin, eru í lagi. Longu í dag eru parkeringsviðurskiftini als ikki nøktandi. Tað vita fleiri brúkarar væl, ið hava verið noyddir at seta bilar sínar í grannabygdunum vegna tørvandi parkeringsmøguleikar við flogvøllin.

Tá umleið eitt ár er liðið, verður koyrandi undir Vestmannasund, og tá kann væntast at ferðslan fer at økjast sera nógv til flogvøllin. Tað hevur tí bráðskund at fáa bøtt munandi um parkeringsviðurskiftini við flogvøllin.

Spurningurin verður settur fram nú fyri at fáa lýst, hvørjar ætlanir Føroya Landstýri hevur at røkja hetta økið, ið tað hevur fulla ábyrgd av at halda í góðum og nøktandi standi.

Á tingfundi 22. januar 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 13. februar 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: 

Svar:

  1. Føroya Landsstýri er ognari av lendinum í sambandi við flogvøllin. Landsverkfrøðingsstovnurin hevur ábyrgdina av viðurskiftunum "uttan fyri hegnið", og sostatt eisini parkeringsøkinum.
  2. Á parkeringsøkinum er pláss fyri 201 bilum. Harafturat eru 3 pláss til hýruvognar og 5 pláss til bussar.
  3. Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Statens Luftfartsvæsen, Landsverkfrøðingsstovninum og Sørvágs Kommunu er í gongd við einari útbyggingarætlan. Í fyrireikingararbeiðinum til hetta verður mett, at neyðugt verður at hava pláss fyri 500 bilum, og at eitt øki eigur at vera tøkt, so at talið kann økjast til tað dupulta.
  4. Av teimum 201 parkeringsplássunum eru 62 á einum innihegnaðum øki, sum flogvallarmyndugleikarnir steingja um kvøldið. Økið er upprunaliga gjørt til langtíðarparkering, og varð eina tíð rikið av privatum. Nú reka flogvallamyndugleikarnir økið, hetta sambært avtalu við Landsverkfrøðingin. Parkeringin er ókeypis, og einki vaktarhald er.
  5. Flogferðslan er økt, og tá tunnulin undir Vestmannasund fer at opna, kann væntast, at nógv meira ferðsla verður til flogvøllin. Parkeringsviðurskiftini vera ikki mett at vera nøktandi.
  6. Í arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum inngongur útbygging av parkeringsviðurskiftunum. Arbeiðið er ikki komið so mikið ávegis, at til ber at siga nakað endaligt um kostnaðin.
  7. Eingin peningur er settur av til útbygging í ár, og enn er ikki settur peningur av á langtíðaríløguætlanini hjá Vinnumálastýrinum. Peningur verður settur av, tá arbeiðsbólkurin er komin longri við arbeiði sínum.

Málið avgreitt.