Fyrispurningur um bakkaverjuna ķ Sumba

100-46 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi bakkaverjuni ķ Sumba

Oršaskifti

Įr 2002, hósdagin 31. januar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Hergeir Nielsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

Hvussu langt er landsstżriš komiš viš mįlinum at jįtta pening til bakkaverjuna ķ Sumba?

Višmerkingar
18. oktobur 2000 varš lųgmašur spurdur ķ einum munnligum fyrispurningi, um hann – mųguliga ķ samrįš viš landsstżrismannin ķ vinnumįlum – kundi nżtt lķknandi framferšarhįtt višvķkjandi nįttśruvanlukkum ķ Sušuroynni, sum hann gjųrdi višvķkjandi Noršoyggjum.

Stór skrišjulop vóru 18. september 2000 vķša um ķ landinum, og vikudagin seinni sendi landsstżrismašurin ķ vinnumįlum fķggjarnevndini umsókn um jįttan til įbųtur ķ Streymoy, Eysturoy Boršoy, Kunoy og Kallsoy, sum sķšani vóru jįttašar 3 dagar seinni viš 4,3 mió.kr.

Višmęli til umsóknina varš undirskrivaš av landsstżrismanninum ķ fķggjarmįlum.

Fyri at undirstrika įlvaran ķ mįlinum, so sendi lųgmašur sum tann triši landsstżrismašurin sama dag fķggjarnevndini bręv, har hann sķna vegna višmęlti jįttan til at fremja neyšugar įbųtur sum skjótast eftir skrišjulopini noršanfyri.

Sigast mį, at landsstżriš legši óvanliga nógva og óvanliga skjóta politiska og umsitingarliga orku ķ hetta įlvarsmįl ķ Noršoyggjum.

Fleiri feršir eru lķknandi mįl, har nįttśran herjar į og brżtur nišur, lųgd fyri sama landsstżriš. Sumbiar kommuna hevur soleišis sųkt um stušul til bakkaverju, men har er eingin landsstżrismašur lopin į leistum, hóast skrišjan loypur į hvųrjum įri.

Fleiri hundraš metrar av bakkanum ķ Sumba eru ruddir oman av brimi, og umsóknir um fķggjarliga hjįlp eru sendar landsstżrinum. Talan er um gamlan veltan bų, sum upp ķmóti 20 metrar nišan er farin fyri ongum, og henda stóra nįttśruvanlukka stendur viš og versnar.

Talan er um eitt stórt mįl fyri eina lķtla kommunu, sum ferš eftir ferš hevur gjųrt vart viš mįliš. Higartil er bķšaš ķ tolni eftir svari frį landsins myndugleikum, sum einki gera viš mįliš og ikki nęr nįmindi geva tķ taš afturljóš, iš skrišjulopini fyri noršan hųvdu viš sęr.

Fleiri feršir hevur undirritaši sóknast eftir tiltųkum frį landsstżrisins sķšu, og hevur landsstżrismašurin svaraš, at hann arbeišir viš eini loysn, sum fevnir um lķknandi mįl ķ fleiri ųšrum kommunum.

Eisini segši lųgmašur seg sinnašan til at taka hetta mįl upp saman viš landsstżrismanninum ķ vinnumįlum, og hava bįšir sagt seg vilja loysa taš ķ sambandi viš lķknandi mįl ķ fleiri av teimum smęrru kommununum.

Enn einaferš veršur sóknast eftir, hvussu langt landsstżriš er komiš ķ hesum ķ hesum mįliš.

Į tingfundi 5. februar 2002 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 26. februar 2002 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar: 

Ķ višmerkingum til fyrispurningin veršur vķst į, hvussu skjótur landsstżrismašurin var at sųkja um eykajįttan til skašarnar, iš hendu į Streymoy, Eysturoy, Boršoy, Kunoy og Kallsoy 18. september 2000. Taš eigur at verša višmerkt, at talan var ikki um stušul til kommunur, men pening til at umvęla skašar į landsveganetinum.

Sumba Kommuna sųkti viš skrivi, dagfest 30. mars 2001, Vinnumįlastżriš um stušul til gerš av bakkaverju. Vinnumįlastżriš svaraši ķ skrivi, dagfest 13. juni 2001, at mett var, at gerš av bakkaverju er eitt kommunalt mįl burturav. Eisini eigur at višmerkjast, at mįliš ķ Sumba ikki er ein brįdlig hending, sum hitt mįliš, men ein broyting, sum fer fram gjųgnum longri tķš, spurningurin er sostatt eisini, um taš kemur undir heiti "vanlukka".

10. november 2000 varš spurningurin, um landskassin eigur at stušla kommunum ķ sambandi viš nįtturuvanlukkur, višgjųrdur ķ landsstżrinum. Taš varš įlagt Vinnumįlastżrinum at gera eitt notat um mįliš. Vinnumįlastżriš kannaši įvķsar mųguleikar, millum annaš, um landiš skal stovna ein tryggingargrunn. Vinnumįlastżriš męlti frį tķ loysnini viš tķ grundgeving, at gongdin seinastu įrini hevur veriš ikki at jįtta pening ķ grunn, men heldur at jįtta beinleišis į fķggjarlógini til įvķst endamįl. Eisini varš spurningurin um stųšuna hjį kommununum višgjųrdur. Stųrri kommununar hava mųguleika at verša sjįlvtryggjašar, mešan smįu kommununar kunnu hava tųrv į at spjaša vįšan. Hetta kann antin gerast viš einari interkommunalari loysn, ella viš at leggja saman ķ stųrri eindir. Landsstżriš tók undir viš, at landiš ikki skuldi seta ein tryggingargrunnur į stovn.

Sitandi landsstżri hevur arbeitt fyri at fįa eitt greišari uppgįvu- og įbyrgdarbżti millum land og kommunu. Taš eiga vit at halda fast viš, og ętli eg ikki at taka stig til, at landiš fer inn ķ mįl, sum eigur at loysast kommunalt.

Mįliš avgreitt.