Fyrispurningur um Fróðskaparsetur Føroya

100-47 Fyrispurningur til Óla Holm, landsstýrismann, viðvíkjandi Fróðskaparsetri Føroya

Orðaskifti

Ár 2002, hósdagin 31. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Spurningarnir eru hesir:

  1. Hvørjar eru mannagongdirnar og siðvenjurnar í sambandi við doktaraheiti á Fróðskaparsetrinum?
  2. Finst nakar útlendskur stovnur, sum eftirmetir og góðkennir vísindaliga arbeiði Fróðskaparsetursins?
  3. Er tað rætt, at Søgu- og samfelagsdeildin er forsømd, er ov illa mannað og tí ikki megnar leiklut sín?
  4. Er tað satt, at sáttmáli um vísindaliga arbeiðið í Menas málinum varð undirskrivað av oljufelag og útlendskari ráðgevandi fyritøku, uttan at Fróðskaparsetrið var vitandi um tað?
  5. Hvør hevur skrivað ritverkið, sum í dag liggur á borðinum og er úrslitið av Menas verkætlanini?
  6. Er tað rætt, at hetta ritverk- ella partar av tí - er á so lágum vísindaligum støði, at tað ikki er borðbart?
  7. Um tað verður landsstýrismanninum greitt, at álvarsliga atfinningarsom viðurskifti valda ella fara fram á Fróðskaparsetrinum, hvat ætlar hann so at gera við tað?

Viðmerkingar
Tá ein seinastu tíðina beinleiðis eins og óbeinleiðis hevur fingið fleiri ábendingar um, at alt ikki er, sum tað skal vera á Fróðskaparsetrinum, kanska eina mest á Søgu- og samfelagsdeildini, havi eg avgjørt at royna at fáa hesi viðurskifti fram í ljósmála. Her sipi eg fyrst og fremst til tær rættiliga óinballaðu ákærurnar mótvegis bæði deild og setri, sum fyrrverandi starvsfólk bar fram í útvarpinum herfyri.

Ákærur um, at vísindaliga støðið á Søgu- og samfelagsdeildini ikki røkkur upp um altjóða minstamarkið. Ákæra um, at sokallað vísindaligt ritverk, tilevnað í navni setursins, langt frá er vísindaliga borðbart uttan neyðturvilig dømi og uppseting av trupulleikum í eftirgjørd vísindalig og hugsað scenario. Sami persónur segði harafturat í ÚF, at sama ritverk er so tilforlátiligt, at sjálvt ein 1. g næmingur hevði klárað tað betur.

Umframt hevur ein fingið ein hóp av rættiliga greiðum ábendingum um nakað tað sama so nógva aðrastaðni frá. Ábendingar, sum sannføra ein um, at hetta er mál, ið hevur almenna viðgerð uppibornað. Ábendingar um, at málið eigur at verða viðgjørt av hægsta politiska myndugleika.

Eingin sáttmáli
Kjarnin í hesum máli er eftir øllum at døma viðurskiftini kring eina avtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og eina enska ráðgevandi fyritøku Menas. BP Amoco skal eisini vera partur í málinum, tí tað eru teir, sum fíggja avtaluna. Avtalan snúði seg í stuttum um, at vísindalig lýsing av ymsum føroyskum viðurskiftum skuldi tilevnast í navni setursins. Og skiltu okkara fólk tað soleiðis, at arbeiðið eisini skuldi útinnast av føroyskum vísindafólki. Frá byrjan kendu føroysku vísindafólkini seg ørkymlað, høvdu eina kenslu av, at tey vóru sum slept upp á fjall. Arbeiðið var óskipað, kunningin lítil og eingin. Og hóast sáttmáli altíð verður skrivaður í sambandi við slíkar avtalur, kom ongantíð skil á hetta.

Síðan hava vit frætt, at sáttmáli er undirskrivaður. Men at hann er undirskrivaður av BP og ráðgevandi fyritøkuni Menas, uttan at Fróðskaparsetrið visti av ella varð spurt. Vit hava frætt, at leiðslan á setrinum varð varug við hetta, men gjørdi einki við tað. Tvs. at leiðslan læt sær lynda, at ein ráðgevandi fyritøka og eitt oljufelag skriva undir sáttmála sínámillum um vísindaligt arbeiði, sum føroysk vísindafólk skulu útinna. Er hald í hesum, hava vit ikki bara staðfest, at ein av røttum kann ivast í, hvør stýrir vísindaliga arbeiðinum í Føroyum. Vit hava somuleiðis staðfest, at leiðsla setursins hevur sera lítla virðing fyri Søgu- og samfelagsdeildini, fyri søguligari- og samfelagsligari gransking. Og tí spyr ein seg sjálvan og landsstýrismannin, um leiðslan á Fróðskaparsetrinum hevur so lítla virðing fyri Søgu- og samfelagsdeildini, at hon letur hana upp fyri skutil aftur fyri nakrar silvurdálar frá tilvildarligari útlendskari ráðgevandi fyritøku. Ella kann tað hugsast, at Søgu- og samfelagsdeildin er forsømd, at har ikki er nóg nógv skikkað fólk, og at hon tí ikki megnar sín leiklut. Er Menas málið kanska ein avleiðing av tí? Og er tað nakar stovnur uttan fyri Føroyar, sum eftirmetir og góðkennir tað vísindaliga arbeiði, ið gjørt verður á Fróðskaparsetrinum ella í samstarvi við stovnin? Vert er eisini at vita, hvørjar mannagongdirnar og siðvenjurnar eru í sambandi við t.d. doktaraheiti. Eru øll hesi viðurskiftini ikki í lagi, er vísindaliga arbeiði okkara bara lótir og kann ikki kallast gransking. Víðari kann ein so spyrja landsstýrismannin, um vísindaliga perspektivið hjá samgonguni ikki er hægri og røkkur longur enn so.

Síðan hava vit eisini frætt, at fíggjarligi ruðuleikin, sum hevur merkt verkætlanararbeiðið, er orsøk til, at eitt av vísindafólkunum nú hevur stevnt Fróðskaparsetrinum eftir fittari upphædd, sum viðkomandi sigur seg eiga til góðar fyri útint verkætlanararbeiði.

Er tað nakað føroyska samfelagið hevur stóran tørv á, so er tað skikkað vísindaligt arbeiði, skikkaðari gransking. Innan øll samfelagsins viðurskifti. Vit ætla okkum at standa á egnum beinum, vit ætla at skipa samfelagið eftir egnum leisti. Í hesum sambandi eiga vit at minnast, at vitanin um okkara samfelag er avgerandi fyri, at rættar politiskar avgerðir verða tiknar. Sum sjálvstøðug tjóð koma vit í manga hólmgongu við aðrar tjóðir. Tað kann snúgva seg um ymisk rættindi, um sáttmálasamráðingar ella –trætur. Í hesum viðurskiftum er tað galdandi, at tann, sum hevur mest stringentu vísindaligu grundgevingarnar, hann vinnur sum oftast.

Til tess at fáa greiði á ikki bara Menas málinum, men eisini øðrum viðurskiftum á Fróðskaparsetrinum, loyvi eg mær við hesum at seta landsstýrismanninum spurningar hesum viðvíkjandi.

Á tingfundi 5. februar 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 12. mars 2002 svaraði Óli Holm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1. Sambært kunngerð nr. 105 frá 17.07.1996 um Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetri Føroya er heimilað stovninum at hava Ph.D.-studentar innskrivaðar og at veita Ph.D.-heiti eftir lokna Ph.D.-útbúgving. Endamálið og mannagongdin í sambandi við at veita fólki doktaraheitið Ph.D. er lýst í kunngerðini og reglum.

Ad. 2. Fróðskaparsetur Føroya virkar sambært løgtingslóg nr. 65 frá 21.5.1987, sum er broytt við Ll. nr. 78 frá 12.6.1990 og Ll. nr. 84 frá 13.6.1995.

Mær er upplýst, at eingin útlendskur stovnur hevur beinleiðis eftirlit við ella góðkennir virksemið á Fróðskaparsetrinum. Universitetsundirvísing og –gransking hevur frá byrjan verið føroyskt málsøki. Hinvegin taka vísindastarvsfólkini lut í akademiska samskiftinum, sum er millum universitetini í grannalondunum, og sum virkar til frama fyri, at vísindaliga stigið verður hildið uppi og dagført. Samskiftið byggir á sínámillum próvdøming og metingar á ymsu stigunum í skipanini.

Í sambandi við vísindastarvssetanir verða allar umsóknir mettar av serfrøðingum á fakøkinum, aloftast 3 fólk, har minst 2 eru útlendingar. Próvdómararnir til flestallar próvtøkur á Fróðskaparsetrinum eru vísindastarvsfólk á útlendskum universitetum ella fólk á stovnum, sum taka ímóti og seta kandidatar í starv. Próvdómararnir verða góðkendir av Mentamálastýrinum.

Í minsta lagi 2 av teimum 3 limunum í dómsnevndunum til Ph.D.-ritgerðir á Fróðskaparsetrinum skulu vera av øðrum universiteti ella granskingarstovni innan granskingarøki Ph.D.-studentsins. Próvdómararnir skulu allir vera lektarar ella professarar í føstum størvum ella hava samsvarandi førleika á granskingarøki Ph.D.-studentsins.

Vísindastarvsfólkini á Fróðskaparsetrinum skriva greinir og bøkur, sum verða prentaðar í tíðarritum og givnar út á forløgum, sum hava sínar eftirlitsskipanir, sum tryggja, at avrikini vísindaliga eru í lagi. Somuleiðis eru vísindastarvsfólkini á Fróðskaparsetrinum próvdómarar, virka í próvnevndum til Ph.D.- og dr.phil.-ritgerðir og í starvsmetingarnevndum á útlendskum universitetum.

Ad. 3. Søgu- og samfelagsdeildin hevur í starvi ein professara og ein lektara, t.e. vísindastarvsfólk í føstum starvi, 2 adjunktar, t.e. vísindastarvsfólk í útbúgvingarstørvum, og í løtuni 2 Ph.D.-studentar, sum Granskingarráðið fíggjar. Talið á vísindastarvsfólki er ein fíggjarspurningur, og hetta er starvsfólkatalið, sum tað gjøgnum árini hevur borið til at seta í starv. Tað er greitt, at tað hevði verið gott fyri søguligu og samfelagsligu granskingina, um tilfeingið hjá deildini var størri bæði viðvíkjandi manning og fígging.

Fróðskaparsetrið hevur í nógv ár ynskt at fáa ment Søgu- og samfelagsdeildina við fleiri vísindastørvum og betri umstøðum til studentar og starvsfólk. Heildarjáttanin til Fróðskaparsetrið hevur seinastu árini rokkið til at fáa eitt starv afturat í búskaparfrøði. Studentar eru frá 2000 at rokna aftur tiknir upp til lestur í samfelagsfrøði eftir ein steðg í nøkur ár. Í 2001 eru studentar tiknir upp til søgulestur. Hóast hesa menning er langt eftir á mál til at hava rokkið ynskjunum á søgu- og samfelagsfrøðiliga økinum í menningarætlanunum hjá Fróðskaparsetrinum.

Søgu- og samfelagsdeildin er tann deildin, sum hevur vánaligastar umstøður til undirvísing. Arbeitt verður við at loysa bráðfeingis hølistørvin, men hetta er sum so nógv annað ein fíggjarspurningur.

Sambært lógini fyri Fróðskaparsetrið § 13, stk. 1 fara gransking og útbúgving á setrinum fram í megindeildum. Søgu- og samfelagsdeildin er ein slík megindeild.

Tá eg skal meta, um Søgu- og samfelagsdeildin er forsømd, ov illa mannað og tí ikki megnar leiklut sín, er neyðugt at síggja hetta í sambandi við ta játtan, ið løgtingið hevur samtykt at geva Fróðskaparsetrinum. Her hevur løgtingið sýnt Fróðskaparsetrinum stóra vælvild, tí játtanin til Fróðskaparsetrið er hækkað munandi seinnu árini. Hinvegin er greitt, at Fróðskaparsetrið er sjálvsognarstovnur, sum sjálvt umsitir heildarjáttanina. So hvussu setrið velur at raðfesta og býta játtanina millum megindeildirnar er upp til setrið sjálvt. Hetta kann eg sum landsstýrismaður ikki leggja meg út í.

Ad. 4. Eins og tá talan er um hinar spurningarnar, havi eg roynt at útvegað mær so nógv viðkomandi tilfar sum møguligt. Eg havi havt fundir við rektaran, seturskrivaran og eisini við deildarleiðaran á Søgu- og samfelagsdeildini um hetta mundið. Eisini havi eg fingið skrivliga frágreiðing frá rektaranum og upprit um málið, sum táverandi deildarleiðarin hevur latið verandi deildarleiðara. Við støði í hesum tilfari og við fyrivarni fyri, at tað kunnu vera skjøl, ið eg ikki kenni, sær sáttmálaspurningurin soleiðis út fyri mær:

Forsøgan

Í januar 2000 vendi stjórin fyri BP Amoco í Føroyum sær til rektaran á Fróðskaparsetrið Føroya og bað um fund. BP Amoco vildi vita meira um Fróðskaparsetrið, og um møguleikar vóru fyri samstarvi. Tann 27. januar 2000 høvdu rektarin og seturskrivarin fund við stjóran fyri BP Amoco í Føroyum umframt tvey bretsk umboð fyri BP Amoco.

Á fundinum greiddi rektarin frá almenna virkseminum á Fróðskaparsetrinum og møguleikar fyri samstarvi. Rektarin gjørdi BP Amoco greitt, at um teir vildu vita meira ítøkiligt um hesar møguleikarnar ella vóru hugaðir at taka lut í einumhvørjum, máttu teir tosa við deildirnar sjálvar, tí tað er á deildunum, at tann neyðugi kunnleikin um tær einstøku verkætlanirnar og møguleikarnar eru. Semja var um, at hetta var ein kunnandi fundur.

Í februar 2000 fekk Fróðskaparsetrið bræv frá BP Amoco, har felagið segði frá, at tað hevði áhuga fyri eini kanning í sambandi við oljuvinnuna, sum kanska fór at vera. Tað brævið varð sent Søgu- og samfelagsdeildini við spurningi, um deildin hevði nakað uppskot. Tann 24. februar 2000 boðaði deildin frá, at hon fór at koma við einum útspæli. Tann 16. mars 2000 sendi Fróðskaparsetrið BP Amoco skriv, har uppskotið hjá Søgu- og samfelagsdeildini "A Socio-Economic Base-line Study" var lagt við. Talan var um eina verkætlanarlýsing við tíðar- og kostnaðarætlan. BP Amoco boðaði fyrst í apríl frá, at teir vóru sinnaðir at arbeiða víðari við uppskotinum.

20. juni 2000 var fundur á Fróðskaparsetrinum har trý umboð fyri BP Amoco møttu saman við tveimum umboðum frá ráðgevandi fyritøkuni Menas í London. Við á fundinum vóru harumframt rektarin, setursskrivarin, deildarleiðarin og føroyskur serfrøðingur, sum um hetta mundið hevði arbeiðsstað á setrinum í samband við eina aðra verkætlan.

BP Amoco segði frá, at tað hevði fyri sín part latið verkætlanina upp í hendurnar á Menas, sum skuldi samstarva við Søgu- og samfelagsdeildina á setrinum. Deildarleiðarin á Søgu- og samfelagsdeildini segði frá, at hann fekk ikki sjálvur farið inn í verkætlanina, men at áðurnevndi serfrøðingur kundi átaka sær uppgávuna. Avtalað varð, at partarnir skuldu arbeiða víðari við arbeiðs-, tíðar- og kostnaðarætlan. Sjálvt verkætlanararbeiðið fór tó ikki veruliga ígongd fyrr enn eftir at BP Amoco hevði fingið leitiloyvið frá Oljumálastýrinum.

Spurningurin um sáttmála

Rektarin og táverandi deildarleiðarin hava upplýst fyri mær, at á fundinum 20. juni 2000 varð gjørt av, at setursskrivstovan skuldi gera uppskot til sáttmála, sum partarnir, t.e. Fróðskaparsetur Føroya, BP Amoco og Menas, skuldu undirskriva. Fróðskaparsetrið hevur ein standardsáttmála, sum verður lagaður til í hvørjum føri sær og brúktur við høvi sum hesum. Sáttmálin skuldi umsetast og varð tí sendur millum setursskrivstovuna og Søgu- og samfelagsdeildina nakrar ferðir.

Sáttmálauppskotið varð sent Menas, men ráðgevandi fyritøkan svaraði ikki. Rykt varð úrslitaleyst eftir sáttmálanum fleiri ferðir út eftir heystinum 2000. Í november fekk deildarleiðarin at vita frá Menas, at BP Amoco og Menas høvdu skrivað sáttmála sínámillum. Hetta kunnaði hann setursskrivaran um. Tað tykist sum setrið tók til eftirtektar, at eingin sáttmáli fekst. Ein orsøk til hetta var, at so langt nú var útliðið, at ein sáttmáli nú tóktist lítið endamál at hava. Verkætlanin skuldi eftir ætlan verða liðug í seinasta lagi januar 2001.

Av notati hjá táverandi deildarleiðaranum, dagfest 10.02.02, sæst, at sáttmálin millum Menas og BP Amoco varð undirritaður í september 2000. Við støði í sama notati kann upplýsast, at fleiri sáttmálauppskot vórðu send Menas, ið skuldi røkja samskiftið millum BP Amoco og verkætlanina. Tað tykist sum hvørki BP Amoco ella Menas hava svarað til sáttmálauppskotini, eins og hvørki Menas ella BP Amoco hava kunnað Fróðskaparsetrið um, at sáttmáli longu var gjørdur teirra millum. Í sambandi við toganina um sáttmála hevur Menas yvir fyri Søgu- og samfelagsdeildini gjørt greitt, at Fróðskaparsetrið var at meta sum undirveitari í mun til Menas og ikki javntsettur samstarvspartur, so sum fatanin hjá Fróðskaparsetrinum annars hevði verið á fundinum 20. juni 2000.

Tað er sostatt við støði í frammanfyristandandi alt sum bendir á, at sáttmáli er gjørdur millum oljufelagið BP Amoco og ráðgevandi fyritøkuna Menas í september 2000, og at meira enn tveir mánaðir gingu, áðrenn Fróðskaparsetrið fekk hetta upplýst.

Fróðskaparsetrið hevur í eftirmetingunum av Menas-málinum ásannað, at mistøk eru gjørd. Setursleiðslan hevur staðfest, at reglurnar um, at sáttmáli skal undirskrivast, áðrenn slík verkætlanararbeiði fara í gongd, eru neyðugar og skulu haldast. Í samsvar við hetta havi eg fingið upplýst, at tað er avgjørt, at aðrar verkætlanir ikki verða settar í verk, fyrr enn ein undirskrivaður sáttmáli er tøkur. Eg kundi lagt afturat, at tað eisini er umráðandi, at dagliga samskiftið innanhýsis á Fróðskaparsetrinum er gott. Tað er eisini umráðandi, at vit framyvir tryggja okkum, at har vit eru við í vísindaligum ella øðrum samstarvi við førleikamennandi endamáli, sum oljufeløg fíggja, skulu vit vera við á jøvnum føti við møguligar útlendskar samstarvspartar.

Ad. 5. Høvundarnir at "Kanning av árinunum av eini oljuvinnu í Føroyum" eru teir fýra, sum undirskrivað hava frágreiðingina á síðu 7, og eru hesir allir í starvi hjá ella knýttir at ráðgevandi fyritøkuni Menas.

Tað er mín fatan, at leikluturin hjá føroysku granskarunum, sum vóru tilknýttir verkætlanini, hevur verið sum undirveitarar – subcontractors, og meti eg ikki, at teir kunnu ábyrgdast á jøvnum føti við bretsku høvundarnar. Mær er eisini upplýst, at føroyingarnir hava lítla og onga ávirkan havt á frágreiðingina.

Skoytt kann verða uppí, at táverandi deildarleiðarin fyrst í 2001 segði stjóranum í Menas frá, at Fróðskaparsetrið ikki vildi standa sum útgevari av frágreiðingini. Í tíðarskeiðinum november 2001 til januar 2002 hevur rektarin yvir fyri Menas og BP Amoco skrivliga og munnliga kravt, at fyri at lýsa orðini á forsíðuni "í samstarvi við" skuldi í fororðinum standa, at setrið hevur skipað ein bólk av serfrøðingum, sum høvdu savnað og skipað tilfar sum íkast til frágreiðingina. Men kravið varð ikki gingið á møti. Tí kom frágreiðingin út uttan at tað var tilskilað, hvør leikluturin hjá setrinum hevði verið.

Ad. 6. Tá ið spurt verður, um frágreiðingin vísindaliga er borðbær, verður gingið út frá, at frágreiðingin er ein vísindalig ritgerð og byggir á vísindaligar meginreglur. Tann 22. februar 2002 varð "Kanning av árinunum av eini oljuvinnu í Føroyum" almannakunngjørd. Tað ber ikki til hjá mær politiskt at meta um vísindastøðið. Hetta er ein uppgáva hjá vísindafólki. Skal farast eftir tí umrøðu, ið frágreiðingin hevur fingið í føroyskum fjølmiðlum, tykist ivi at verða um fakligu dygdina í týðandi pørtum av hesi frágreiðing. Sjálvur havi eg bert hug at minna á, at talan er um eina frágreiðing frá einari ráðgevandi fyritøku. Frágreiðingin setur sær fyri at umrøða ymisk viðurskifti í sambandi við oljuvinnuna, sum kanska kemur, og at eggja til alment orðaskifti um samfelagslig viðurskifti. Greitt er, at tað í øllum førum eru teir fýra frá Menas, sum skrivað hava frágreiðingina, ið mugu standa til svars fyri henni.

Ad. 7. Eg meti ikki, at tað í dagliga virksemi Fróðskaparsetursins valda álsvarlig atfinningarsom viðurskifti. Tað er tó greitt, at í Menas-málinum eru mistøk gjørd, sum hava verið óheppin. Fróðskaparsetrið hevur, sum áður nevnt, longu tikið neyðug stig at herða mannagongdirnar á Fróðskaparsetrinum í samband við vísindasamstarv. Hinvegin vil eg gera vart við, at samstarv millum Fróðskaparsetrið og privatar fyritøkur eisini kann ganga sera væl. Mær er upplýst fleiri dømi um, at samstarv við privatar fyritøkur, eisini oljufeløg, eru uttan trupulleikar og eru til stórt gagn fyri fyritøkurnar, Fróðskaparsetrið og føroyska samfelagið. Tað hevur við stuðli frá oljufeløgum borið til at sett fleiri sera týðandi granskingarverkætlanir í verk, sum fígging ikki hevur verið til av fíggjarlógarjáttanini. Stuðulin hevur eisini givið Fróðskaparsetrinum høvi til at geva nýggj útbúgvingartilboð.

Í øllum starvi og samstarvi er vandi fyri at miseydnast. Eg má staðfesta, at samstarvið millum Fróðskaparsetri øðrumegin og BP Amoco og Menas hinumegin gekk illa ella heilt miseydnaðist. Eg meti tó ikki, at eg eigi at taka onnur stig í hesum sambandi.

Viðløgd fylgiskjøl:

  1. Vegleiðing til §§ 4 og 5 í kunngerð nr. 105, 17. juli 1996 um Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetrinum, sum er góðkend á setursráðsfundi 12.2.1998
  2. Mannagongd í sambandi við framløgu af Ph.D.-rigerð við støði í Kunngerð um Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetri Føroya nr. 105, 17. juli 1996.

Málið avgreitt.