Fyrispurningur um hoyrilíkindir í føroyskum sjóøki

100-48 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki

Orðaskifti

Ár 2002, hósdagin 31. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Á hvørjum økjum røkkur VHF-sendinetið ikki?
  2. Eru kanningar gjørdar, sum siga, hvar VHF-sendinetið ikki røkkur?
  3. Hvat kostar at útbyggja VHF-sendinetið, so øll økir verða rokkin?
  4. Nær verður VHF-sendinetið útbygt, soleiðis tað røkkur øllum leiðum á føroyskum sjóøki?
  5. Er lógarfest, at bátar, fevndir av løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992, skulu lurta á neyð- og kallibylgjuni (kanal 16)?

Viðmerkingar:
Sum fiskivinnutjóð hava vit nógvar útróðrarmenn, sum fiska á leiðunum nær landi. Veðrið er óstøðugt og útróðrarlívið ikki vandaleyst. Tað er av alstórum týdningi, at bátar altíð hava møguleika at geva boð frá sær.

Í løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (brt/gt) er ásett í grein 2, at á opnum bátum frá áttamannafari (24 fót/7,44m) og uppeftir og deksførum undir 20 tons (brt/gt) skal m.a. "vera neyðsendari av VHF slagi, ikki berbarur, men fastgjørdur um borð". Hóast henda áseting er ein víðkan í mun til altjóða áseting, er hetta ikki nóg mikið, tí VHF hoyrist ikki á fleiri økjum.

Hóast menn lúka nevndu treytir, er trygdin ikki altíð nóg góð umborð á bátunum. Tað er nevniliga ein trupulleiki, at hoyrilíkindini á VHF eru so vánalig á fleiri støðum, at tað er ómøguligt at fáa samband við Tórshavnar Radio. Menn siga, at hoyrilíkindini ikki eru nóg góð; norðanfyri, í Djúpunum, Kalsoyarfirði, Eiðisflógva umframt í Vestmannasundi.

Ein annar trupulleiki er, at menn ikki eru nóg raskir at lurta á neyð- og kallibylgjuni. Fleiri orsøkir kunnu vera til tað, t.d. at teir gloyma at skifta á kanal 16, tá teir hava tosað á aðrari kanal. Ein onnur orsøk er, at menn eru farnir at nýta fartelefon. Fartelefonin kann vera hent, men er sum kunnugt ikki góðkend trygdarútgerð.

Tað er illgruni um, at menn eru burturgingnir, tí eingin hevur hoyrt neyðarkallið frá teimum. Tað kann ikki prógvast, at teir hava sent út neyðarkall, tí teir bóru ikki boð í bý.

Í einum oyggjalandi sum okkara, við nógv størri hav- enn landøki, eru tað sjálvsagt nógvir, ið hava sítt dagliga yrki á sjónum. Tað eru fá her á landi, sum ikki ferðast millum oyggjarnar, antin til arbeiðis, í ørindum ella fyri at njóta vøkru náttúruna. Tað er óskiljandi, at hoyrilíkindini ikki eru nóg góð, og at sendinetið, nú vit skriva 2002, ikki er forsvarligt.

Hesi viðurskifti, sum fevna um trygd á sjónum, mugu fáast í rættlag, ongantíð ov skjótt. Skip og bátar skulu altíð hava møguleika at senda út neyðarkall, sum Tórshavnar Radio og aðrir bátar hoyra, so hjálpin kann veitast skjótast gjørligt. Krónur og oyru mugu ikki vera ein forðing fyri einum forsvarligum VHF-sendineti í einum landi, har fiski- og útróðrarvinnan er ein so týðandi partur í samfelagnum.

Nú málsøkið "Radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á havinum" verður yvirtikið, verða hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.

Á tingfundi 5. februar 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 5. mars 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Spurningur 1 og 2

Ongar nágreiniligar kanningar eru gjørdar yvir, hvar VHF-tænastan røkkur á innaru føroysku landleiðini.

Vísast skal til svar frá Telefonverk Føroya Løgtings til Føroya landsstýri, dagfest 21. august 1990, har víst verður á, at ongar nágreiniligar kanningar eru gjørdar, men hevur manningin á vaktarskipinum Tjaldrinum gjørt eina upptekning í 1983. Upptekningin vísir, at tað serliga er trupult at fáa samband við Tórshavn Radio yvir VHF-radioskipanina, um skip og bátar eru stødd norðanfyri inni undir landi, eitt nú í Vestmannasundi, Djúpunum (norðast) og á ávísum støðum í Kallsoyarfirði. Meðan upptekningin í sunnara partinum av Føroyum ikki vísir á hesar trupulleikar.

Eisini skal verða víst til ávegis notat um VHF-dekning í Føroyum frá Føroya Tele til landsstýrismannin í vinnumálum, dagfest 24. januar 2002, har endurtikið verður, at ongar rættiligar kanningar hava verið gjørdar til tess at meta um kostnaðin av at útbyggja VHF-sendinetið soleiðis, at allar tær innaru leiðirnar verða dekkaðar. Føroya Tele mælir til, at gjørd verður ein forkanning. 

Spurningur 3 og 4

Í sambandi við, at radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á havinum er yvirtikin 1. februar 2002, hevur landsstýrismaðurin sett eina forkanning í verk. Endamálið við kanningini er at klárleggja VHF-útbreiðsluviðurskiftini í Føroyum og at gera eitt uppskot til útbyggingarætlan við kostnaðarætlan. At leggja tilrættis og at gera eftirlitsmátingar kring oyggjarnar og at gera eitt tilmæli til støðutakan.

Arbeiðsætlanin í uppskotinum er hendan:

  1. Teoretisk forkanning, harundir at klárleggja útbreiðsluviðurskiftini við 150 - 170 MHz.
  2. Beinleiðis sikt útbreiðsla, refleksiónir, umframt hvussu radiosignalini brótast um fjallarøðir í føroyska lendinum.

  3. Uppskot til útbyggingarætlan við kostnaðarætlan.
    Tilrættalegging av- og eftirlitsmáting kring oyggjarnar, herundur fáa staðfest støddina av refleksiónskoefficientinum (t.e. hvussu stórur partur av radiosignalinum, sum rakar eina fjallasíðu í føroyska lendinum, verður kastaður aftur) við 150 - 170 MHz í føroyska lendinum.
  4.  

  5. Tilmæli til støðutakan.
  6.  

Mett verður, at forkanningin kann verða liðug uml. 1. juni 2002. Forkanningin skal sostatt m.a. koma fram til, hvat tað kostar at útbyggja VHF-sendinetið. Nær VHF-sendinetið verður útbygt velst um møguliga játtan til útbygging av VHF-sendinetinum.

Vert at gera sær greitt, at tá tað snýr seg um radiosignalir, serstakliga tá talan er um signalir, sum eru afturkastað (reflektera) frá fjallasíðum, og signal, sum eru bend/brotin (diffraktera) um fjallarøðir, er talan um sannlíkindi fyri, at tað hoyrist ella ikki. Talan verður sostatt ongantíð um 100 % radiodekning, men til ber at koma ógvuliga tætt til 100 % radiodekning, t.d. 99,5 % av støðunum og 99 % av tíðini í einum ávísum øki. Somu viðurskifti gera seg galdandi, tá ein kemur langt til havs. Tá er orsøkin til broytingarnar í radiosignalinum ymisk viðurskifti í atmosferuni (t.d. hvussu býti av vætu og regni er í mun til hæddina yvir havinum o.s.fr.).

Hóast stutt er komið ávegis við kanningini, eru ávísar ábendingar um, at tvær til trýggjar VHF-støðir afturat fara at geva nøktandi radiodekning í mun til umstøðurnar. Hvør VHF-støð kann væntast at kosta uml. 1-1,5 mió kr. Landsstýrismaðurin í vinnnumálum hevur mælt landsstýrinum til at útbyggja VHF-sendinetið, og hevur eitt samt landsstýrið tikið undir við hesum.

Spurningur 5

Til ítøkiliga spurningin um skylduna at lurta umborð á skipum og bátum fevnd av Ll. nr. 72 frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð og á førum undir 20 tons á opnum bátum og eftirlit við tí, so er tað málsøkið hjá Fiskimálastýrinum.

Undir málsøkinum fjarskifti, ið landstýrismaðurin í vinnumálum varir av, er umsiting av loyvi til at nýta frekvensir og neyðug prógv í hesum sambandi.

Øll skip og allir bátar, ið eru fevnd av Ll. nr. 72 frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT), sum hava VHF-tól umborð í brúki, skulu hava fólk umborð, sum passa tólið. Hetta fólkið skal, vísandi til fjarskiftislógina (t.e. Ll. nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti við seinni broyting í Ll. nr. 176 frá 21. desember 2001) kapittul 5.A, hava loyvi til at nýta VHF frekvensir (tíddir), og til hetta krevst, at viðkomandi hevur lokið prógv til tess. Treytirnar fyri at standa royndina eru ásettar av ITU í altjóða radiofyriskipani (radio reglulations). Fjarskiftiseftirlitið er próvdómari til hesar próvtøkur.

Sambært IMO GMDSS Masterplan 1995 er altjóða viðtikið, at 1. febr. 2005 heldur tann kravda lurtivaktin á rás 16 uppat, men at hendan ásetingin møguliga verður útskotin í nøkur ár. Ístaðin kemur so GMDSS VHF-DSC skipanin í gildi. Tórshavn Radio er útgjørt við hesi skipan og eisini fleiri føroysk skip og bátar. DSC-skipanin merkir, at lurtivaktin er digital (talgild) á VHF-rás 70. Einki er tó, sum forðar fyri, at føroyskir myndugleikar taka avgerð um, at lurtivaktin skal halda áfram á rás 16 við atliti til føroysk viðuskifti.

Tann nýggja VHF-DSC-skipanin, sum longu er sett á stovn hjá Tórshavn Radio, virkar umborð á bátum á tann hátt, at tá báturin trýstir á ein neyðknøtt á tólinum, fáa Tórshavn Radio og bátar, sum eru útgjørdur við VHF-DSC-tóli, boð um neyðstøðuna beinanvegin. Er VHF-DSC-tólið íbundið eitt GPS (positiónssiglingatól) umborð, fáa Tórshavn Radio og aðrir bátar við somu tólum boð um neyðstøðuna beinanvegin við positión. At positiónin beinanvegin er staðfest í neyðstøðuni er sera tídningarmikið, tí so kunnu bjargingarfør (V&B, tyrlur, skip og bátar) sigla ella flúgva til neyðstaðið beinanvegin. Eftirfylgjandi samskiftið verður so tá sum áður at fara fram á VHF-rás 16. Til samskifti við GMDSS VHF-DSC krevst somuleiðis prógv. Umleið 4.200 føroyingar hava prógv, ið gevur loyvi til at brúka VHF útgerð.

Málið avgreitt.