Fyrispurningur um sjúkrahúsverkið

100-51 Fyrispurningur til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska sjúkrahúsverkinum

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 19. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu eru bíðitíðirnar at sleppa til viðgerðar í føroyska sjúkrahúsverkinum, og
  2. hvussu eru hesar bíðitíðir samanbornar við bíðitíðir í hinum Norðurlondunum?

Biðið verður um útgreinandi tíðir fyri høvuðsøkini, tvs. skurðviðgerðir/viðgerðir á heiliráðdeild og viðgerðir á psyk. deild -og innan høvuðsøkir á hesum deildum.

Hugsa verður t.d. um:
Bíðitíðir til metingar og viðgerðir fyri ryggjasjúkur, liðsjúkur, hjarta-/æðrasjúkur- frá tíðini sjúklingurin verður ávístur til metingar/viðgerðar frá kommunulæknanum, til hann verður móttikin á deild ella hjá serlækna og til evt. viðgerð byrjar.

Viðmerkingar:
Kjakið um støðið í heilsuverkinum er javnan til viðgerðar, ikki bara heima hjá okkum, men í flestu londum, vit samanbera okkum við. Millum nógv onnur "málitól", ið nýtt verða at meta um støðið, eru bíðitíðirnar, og her kann nevnast, at ofta er frammi í grannalondum okkara, at natúrligt átti at verið, at borgarunum varð tryggjað ein minimum bíðitíð til sjúkrahúsviðgerðir.

Ein alstórur partur av játtanini á fíggjarlógini fer til heilsuverkið og so skal vera. Men støddin av játtanini einsamøll sigur ikki allan sannleikan um støðuna. Heima hjá okkum hevur nógv verið frammi, at tann játtanarøking, sum hevur verið farnu árini, í ov stóran mun er farin til ein yvirbygnað, hvørs virði ikki nóg væl sæst aftur í úrslitum hjá vanliga sjúklinginum.

Mær vitandi eru ongar samanlíknandi metingar viðvíkjandi bíðitíð gjørdar við grannalond okkara, veit meg ikki alment hava sæð uppgerðir um bíðitíðir í heila tikið. Júst slík uppgerð kundi givið okkum eitt grundarlag fyri einum betri kjaki um støðuna innan sjúkrahúsverkið og heilsuverkið sum heild.

Á tingfundi 20. februar 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. mars 2002 svaraði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

1. Hvussu eru bíðitíðirnar at sleppa til viðgerðar í føroyska sjúkrahúsverkinum?

Talan er í hesum føri um víðfevnandi hagtalsupplýsingar. Hesar eru, hóast ta stuttu tíðarfreistina, fingnar til vega. Øll hesi nágreiniligu tølini verða ikki nevnd í hesum svari, men tey kunnu útvegast, m tað er ynskiligt. Úr hagtølunum skal eg upplýsa, at miðal bíðitíðin á teimum ymisku økjunum er umleið henda:

2. Hvussu eru bíðitíðirnar í tí føroyska sjúkrahúsverkinum samanbornar við bíðitíðir í hinum Norðurlondunum?

Tað er sera torført at svara nøktandi upp á spurningin. Orsøkirnar eru fleiri:

Tað norðurlandið, ið helst hevur gjørt mest burtur úr landsumfatandi kunning um bíðitíðir, er Danmark. Har hava tey savnað inn upplýsingar frá teimum einstøku amtunum um bíðitíðirnar á 24 útvaldum sjúkuavgerðum (diagnosum) á skurðviðgerðarøkinum. Á heiliráð- og psykiatriska økinum verður ikki savnað inn og kunnað um bíðitíðir, av tí at meginparturin verður innlagdur akutt, og tí er tað avmarkað, hvør bíðitíð er á hesum báðum viðgerðarøkjunum.

Ein samanbering av bíðitíðunum í tí føroyska og danska sjúkrahúsverkinum av nøkrum vanligum skurðviðgerðum sær soleiðis út:

Diagnosa

Føroyar

Danmark

Diskusprolaps

23 vikur

6 vikur

Gallsteinur

12 vikur

8 vikur

Grátt stær

11 vikur

15 vikur

Eftirgjørd mjødn/knæ

52 vikur

10 vikur

Prostata

9 vikur

5 vikur

Æðraknútar

10 vikur

12 vikur

Skurðtøka av mandlum

3 vikur

12 vikur

Tølini skulu takast við fyrivarni, tí talan er um miðaltøl, og tí kunnu sjúklingar bæði bíða longri og styttri, treytað av, hvussu sjúklingarnir eru fyri. Haraftrat eru tølini fyri Danmark galdandi fyri tey sjúkrahúsini, sum hava styttst bíðitíð. Av tí at frítt sjúkrahúsval er sett í gildi, merkir hetta, at danir frítt kunnu velja tað sjúkrahúsið í landinum, sum hevur styttst bíðitíð. Hetta merkir tó ikki, at sjúklingarnir altíð velja hesi sjúkrahúsini, og kemst hetta av,

Tí velja danir mangan at bíða longri fyri at koma inn á eitt av teimum størru sjúkrahúsunum í nærumráðinum.

Yvirlitið vísir tó, at tað serliga er innan fyri ortopedskurviðgerð, at bíðitíðin er serliga long í Føroyum sammett við Danmark.

Málið avgreitt.