Fyrispurningur um tilmęli um sernįmsfrųši

100-52 Fyrispurningur til Óla Holm, landsstżrismann, višvķkjandi tilmęlinum um sernįmsfrųši

Oršaskifti

Įr 2002, tżsdagin 26. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Jógvan į Lakjuni, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur  

  1. Er ikki ętlanin at leggja įlitiš, "Tilmęli um sernįmsfrųši", fyri tingiš til ašaloršaskiftis soleišis, at kjakiš ķ tinginum eisini kann vera grundarlag undir tķ, sum vķšari skal fara fram ķ mįlinum?
  2. Hvųrja nišurstųšu hevur landsstżrismašurin gjųrt sęr aftan į hoyringarfundin, sum var ķ november mįnaši, og hvussu langt er višgeršin komin ķ Mentamįlastżrinum?
  3. Hvųrjar hugsanir hevur landsstżrismašurin gjųrt sęr um tann nżggja bygnašin viš greiningarmišstųš og 6 ymiskum tęnastueindum, sum arbeišsbólkurin leggur upp til ķ įlitinum?

Višmerkingar:
Į heysti 2000 setti Mentamįlastżriš ein arbeišsbólk at kanna taš sernįmsfrųšiliga virksemi ķ Fųroyum. Setningurin, sum arbeišsbólkurin fekk, var sera umfatandi.

Arbeišsbólkurin skuldi m.a. kanna, hvat fólk halda um tey sernįmsfrųšiligu tilbošini ķ skślaverkinum, lżsa verandi serundirvķsingarskipan og višurskiftini ķ Sernįmsdeplinum og arbeišsbżtiš millum fólkaskślan og Sernįmsdepilin. Eisini skuldi samarbeišiš viš almanna- og heilsumyndugleikar lżsast, og hyggjast skuldi at, hvussu taš sernįmsfrųšiliga virksemiš veršur skipaš ķ Noršurlondum.

Arbeišsbólkurin skuldi harumframt koma viš tilmęli um mųguligar broytingar ķ verandi skipan, og millum annaš meta um, hvųrt Sernįmsdepilin skal halda fram ķ verandi lķki, ella ašrar skipanir eiga at verša gjųrdar į ųkinum.

Nevndin, sum varš sett, arbeiddi ręttiliga skjótt, og longu 29. juni ķ fjųr varš eitt drśgt įlit handaš landsstżrismanninum. Men lķtiš hevur veriš at hoyrt til hetta įhugaverda og spennandi įlit ella tilmęli um sernįmsfrųši.

Ķ september mįnaši ķ fjųr spurdi undirritaši ķ munnligum fyrispurningi landsstżrismannin ķ mentamįlum, hvųrjar ętlanir hann hevši viš hesum tilmęlinum um sernįmsfrųši, og um hann ikki ętlaši at leggja taš fyri tingiš til ašaloršaskiftis.

Landsstżrismašurin vķsti ķ svari sķnum į, at eitt stórt fyrireikingararbeiši skal til, tį iš eitt so tungt ųki skal lżsast śt ķ ęsir, og mųguligar broytingar skulu gerast. Men taš, sum tį lį fyrst fyri, var at skipa fyri einum hoyringarfundi, har umboš fyri ųll tey, sum varša av ųkinum, starvsfólk, brśkarar, foreldur, myndugleikar og onnur, skuldu fįa hųvi at skifta orš um mįliš og lżsa sķnar hugsanir.

Eisini bošaši landsstżrismašurin frį, at hann ętlaši at taka mįliš upp saman viš Almanna- og heilsumįlastżrinum. Landsstżrismašurin helt, at taš hevši veriš skilagott at havt eitt ašaloršaskifti ķ Lųgtinginum um mįliš, og hann segši, at tį iš hoyringarfundurin hevši veriš, skuldi veriš mųguleiki fyri at fingiš taš ķ tingiš til eitt ašaloršaskifti.

Hoyringarfundur var ķ Mentamįlastżrinum 7. november 2001, men framvegis – nś nęrum 4 mįnašir aftanį – hevur Lųgtingiš ikki havt hųvi at višgjųrt mįliš.

Ųll, sum į ein ella annan hįtt varša av hesum ųkinum – ikki minst foreldrini - bķša spent eftir, hvųrji stig tann politiski myndugleikin ętlar at taka, og summi óttast fyri, at kjakiš um hesar so tżdningarmiklu spurningar skal sovna burtur, og at tilmęliš um sernįmsfrųši sum so mong onnur įlit bara skal enda ķ onkrari skuffu ķ Mentamįlastżrinum.

Tį iš nś henda tingsetan og hetta valskeišiš stundar ķ móti endanum, og einki nżtt er frętt ķ mįlinum, fer undirritaši at loyva sęr at seta landsstżrismanninum nakrar spurningar ķ hesum sambandi, tķ įhugavert hevši veriš at fingiš at vitaš, hvussu langt mįliš er komiš, og hvųrjar meiningar landsstżrismašurin hevur gjųrt sęr um hetta tilmęliš, sum er ręttiliga nżhugsandi og leggur upp til umfatandi broytingar į ųkinum.

Į tingfundi 27. februar varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 14. mars 2002 svaraši Óli Holm, landsstżrismašur fyrispurninginum soleišis:

Svar

Ad. 1. Tilmęli um sernįmsfrųši er ikki bśgviš enn at lata Tinginum til ašaloršaskiftis. Męlt veršur til eina skipan, sum ķ mangar mįtar mį sigast at vera ein fyriskipanarlig kollvelting av teirri skipan, sum vit kenna ķ dag. Eisini grķpur tilmęli inn ķ umsitingarligar partar, sum ķ dag liggja undir Almanna- og Heilsumįlastżrinum, har męlt veršur til, at hesir skulu leggjast undir Mentamįlastżriš.

Stųrsti vansin viš at seta henda bygnašin ķ verk er, at arbeišsbólkurin ikki hevur gjųrt nįgreiniligar kostnašarmetingar ķ sambandi viš sjįlvan leišslubygnašin og skipanina, sum męlt veršur til, og tķskil er taš sera torfųrt at avgera, um hetta skal verša bygnašurin fyri Sernįmsfrųšiligu skipanina, ella taš skulu takast einstakir partar burtur śr įlitinum, og nżta teir sum partar ķ verandi skipan? Taš er ógreitt, hvųr kostnašurin veršur av hesi skipanini, men eftir landsstżrismansins meting er taš eingin ivi um, at her er talan um munandi stųrri jįttan į fķggjarlųgtingslógini enn ķ dag.

Ad. 2. Hoyringarfundurin, sum var hildin 7. november 2001, gav ikki eina greiša tilrįšing um, hvat ręttast er at gera.

Tųrvur er į at fįa mįliš lżst nógv greišari og ķ stųrri hųpi, og til hetta krevst rśmari tķš. Landsstżrismašurin hevur bišiš embętisfólk ķ Mentamįlastżrinum gera eina kostnašarmeting av, hvat taš kostar at seta hesa skipanina ķ verk. Metingin er latin landsstżrismanninum, og taš veršur mett, at samlaši kostnašurin fyri alt veršur uml. kr. 68 milliónir. Hesi tųlini skulu tó takast viš įvķsum fyrivarni.

Harumframt hevur landsstżrismašurin eisini avgjųrt at skipa fyri fundum viš foreldrafelųg, MBF, Sernįmsdepilin og skślastjórarnar ķ fólkaskślanum fyri at fįa mįliš lżst so breitt sum til ber.

Ad. 3. Skipanin viš Serstovum śti ķ ųkjum kring landiš er įhugaverd, men spurningurin er, hvussu kunnu hesar serstovur skipast undir verandi skipan viš įleiš teimum funktiónum, sum męlt veršur til ķ įlitinum. Hesin spurningurin mį višgerast gjųlla saman viš leišsluni fyri Sernįmsdepilin og allar avvaršandi partar so sum serlęrarar, skślaleišarar og ikki minst Fųroya Lęrarafelag, tķ taš snżr seg eisini um setanarvišurskiftini hjį limum felagsins.

Taš er umrįšandi, at tann skipan, sum nś veršur vald, fęr undirtųku bęši frį brśkarunum av skipanini, teimum sum skulu virka ķ skipanini, og teimum, sum skulu fyrisita skipanina og gjalda kostnašin av henni.

Mįliš avgreitt.