Fyrispurningur um heildarveiting og NATO

100-53 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi heildarveitingini og NATO

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 26. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Løgmaður verður biðin greiða Løgtinginum frá nær, hvar og hvussu ynski føroyinga um eina nágreiniliga fíggjarliga uppgerð við danir, um m.a. heildarveitingina og viðurskiftini við NATO, hava verið borin donskum myndugleikum.

Biðið verður um, at møguligar skrivligar frágreiðingar, spurningar og fundarfrásøgnir verða løgd við svarinum.

Viðmerkingar:
Fleiri ferðir, m.a. í sambandi við viðgerðir á Løgtingi um einvísu minkan landsstýrisins av heildarveitingini, og hetta var eisini frammi undir viðgerðini av uppskoti Miðfloksins um at senda hesa ætlan landsstýrisins út til fólkaatkvøðu, hevur landstýrið ført fram, at teir úrslitaleyst hava roynt at fingið danir at viðgera fíggjarligu viðurskiftunum millum føroyingar og danir. Sjálvt hevur landsstýrið gjørt uppgerð, sum sigst at vísa, at danir á hvørjum ári hava stóran fíggjarligan fyrimun av Føroyum. Men undir vitjan danska forsætisráðharrans, Anders Fogh Rasmussen, eydnaðist at streingja hann at gera ta viðmerking, at tað vóru Føroyar, sum høvdu stóran fíggjarligan ágóða av sambandinum, hetta gjørdi hann tó uttan at leggja skjalprógv á borðið.

Miðflokkurin metir rætt føroyinga at standa á egnum beinum vera sjálvsagdan. Flokkurin ivast heldur onga løtu í, at vit frá Skaparans hond hava fingið ríkar møguleikar og førleika til hetta, her hugsa vit um fiskiríkidømið, Hann hevur givið okkum, møguligt oljuríkidømi og plaseringina her úti í Norðuratlantshavi. At danir møguliga. fáa ágóðan av plasering oyggjanna og víðarisenda okkum ein part sum "gávu", meta vit ikki vera rætt. At teir nokta at tosa um hesi viðurskifti, er óhoyrt og einki minni enn fólkarættsligur ágangur, sum vit ikki eiga at lata okkum lynda.

Hinvegin er stig landsstýrisins einvíst at minka heildarveitingina heldur enn at krevja samráðingar ikki rætt, hvørki einkultstandandi ella um vit hugsa um allan tann samfelagsliga tørvin, vit dagliga kunnu staðfesta, og sum hesin peningur heldur átti at verið nýttur at nøkta. Her skal viðmerkjast, at Miðflokkurin metir teir tørvir, ið eru, t.d. innan heilsuverkið og barnaansingarøkið v.m., ikki primert at vera vegna manglandi tilfeingi, men eina og aleina vegna skeiva raðfesting (prioritering).

Miðflokkurin fer framhaldandi at virka fyri at fáa hetta týðandi mál lýst til fulnar, kanska hetta ikki eydnast tær vikur, ið eftir eru til valið, men tørvurin er eins átreingjandi eftir valdagin. At fáa svar løgmans/ landsstýrisins er ein liður í loysnini av hesum máli, ein loysn, sum má koma.

Á tingfundi 27. februar varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. mars 2002 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Í avtaluni millum landsstýrið og donsku stjórnina frá 10. juni 1998 varð í grein 9 orðað semja um at fara undir samráðingar partanna millum við støði í ætlan landsstýrisins um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land í kongsfelagsskapi við Danmark. Serliga varð nevnt, at samráðingar í hesum sambandi skuldu verða um at skipa ein sjálvberandi føroyskan búskap.

Seinni sama árið heitti landsstýrið á fundi í Tinganesi á danska forsætisráðharran Poul Nyrup Rasmussen um at lata danska embætisverkið hjálpa landsstýrinum við upplýsingum í sambandi við tær útgreiningar, sum landsstýrið hevði í umbúna í sambandi við sjálvstýrisætlanina.

Danski forsætisráðharrin eftirlíkaði ikki hesum ynski landsstýrisins. Landsstýrið hevði í hesum sambandi eisini ætlað at kanna sambandið millum danska verjupolitikkin og fíggjarlig viðurskifti millum Føroya og Danmarkar. Uttan luttøku frá danskari síðu kundi hesin spurningur ikki greinast nærri, og tí var hesin parturin ikki við í búskaparligu metingunum í Hvítubók.  

Undan hesum hevði tað eisini verið ætlanin við frágreiðingini Føroyar í kalda krígnum, eisini nevnd Svartabók, at greina, um Danmark á einhvønn hátt hevði havt vinning av at lata herstøðir hjá NATO og USA vera á føroyskum øki. Tað eydnaðist ikki søgufrøðingunum at finna skjøl, ið greitt viðgera henda spurning.

Tá ið landsstýrið samráddist við donsku stjórnina um ein fullveldissáttmála varð heitt á donsku stjórnina um undirtøku fyri, at partarnir fóru undir at greina øll fíggjarlig viðurskifti landanna millum, eisini við atliti at trygdarpolitiskum málum. Hetta vildi danska stjórnin ikki. Tá ið landsstýrið undir samráðingunum setti fram ynski um at verða kunnað um verjumálsligu støðu Føroya, eisini viðvíkjandi fíggjarligu viðurskiftunum í sambandi við verjumál í Føroyum, fekk landsstýrið eitt upprit frá stjórnini, ið sera stutt lýsti, hvat ið er í Føroyum av verjuútbúnaði, og hvussu hetta verður goldið. Tó er einki í uppritinum, sum kann nýtast til slíka fíggjarliga uppgerð, sum løgtingsmaðurin spyr um í hesum fyrispurningi.

Niðurstøðan má tí fyribils vera, at tað hevur ikki eydnast landsstýrinum, hóast fleiri royndir, at greina spurningin, um Danmark hevur havt vinning av at lata føroyskt øki til hernaðarliga nýtslu. Tað er ei heldur eydnast at fáa í lag eina fíggjarliga uppgerð landanna millum, vegna tess, at danska stjórnin púra einfalt hevur boðað frá, at heildaveitingin fellur burtur, so hvørt sum vit yvirtaka tey málsøkir, ið eru fevnd av heildarveitingini. Aðra fíggjarliga uppgerð millum Føroya og Danmarkar hevur danska stjórnin ikki verið sinnað at samráðast um.

Málið avgreitt.