Fyrispurningur um sambandið við Fámjin

100-54 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi sambandinum við Fámjin

Orðaskifti

Ár 2002, hósdagin 28. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvørjar ætlanir hevur Vinnumálastýrið við sambandinum Øravík-Fámjin?
  2. Um ætlanir eru um tunnilsgerð á hesi leið, hvussu langt eru fyrireikingarnar so komnar?
  3. Hvar á langtíðaríløguætlanini hevur Vinnumálastýrið sett sambandið við Fámjin?

Viðmerkingar:
Løgtingið er kunnað um, at raðfestingin av sambandinum millum Øravík og Hov er sett til 2004, tá tað verður farið undir hesa tunnilsgerð.

Vegurin Øravík-Fámjin er eisini gamal vegur bygdanna millum. Hann liggur høgt, er smalur, og mangan er ikki koyrandi eftir honum á vetri.

Har er lutfalsliga lítil ferðsla, men kortini er alstórur tørvur á, at har slepst aftur og fram undir tryggum umstøðum.

Fámjin er gott útróðrarpláss, og har er aling, ið krevur góðar samferðslumøguleikar. Fleiri arbeiðspláss eru víða um í oynni, børn og ung leita upp skúlarnar á Tvøroyri og í Vági, og er tí tørvur á, at hesi fáa eins góðar og tryggar flutningsmøguleikar, sum onnur hava.

Á tingfundi 1. mars 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. mars 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Sum innleiðandi viðmerking til svarið kann verða upplýst um nevnda vegastrekki, at:

Til spurning 1 og 2.
Neyðugt verður allatíðina at raðfesta ymisku uppskotini til samferðsluverkætlanir, og landsstýrismaðurin hevur í hesum sambandi mett, at aðrar verkætlanir enn eitt tunnilssamband millum Øravík og Fámjin eiga at verða raðfestar fremri, eitt nú tunnilssambandið millum Øravík og Hov, samferðsluhavnirnar í Suðuroy og nýggja suðuroyarferjan. Útreiðslurnar til hesar verkætlanir, ið væntandi fara at gagna øllum føroyska samfelagnum og serliga suðuroyingum, verða tilsamans uml. 450-500 mió kr. Tá fast samband samstundis verður gjørt um Vestmannasund, og ætlanin er at fara undir at fáa til vega fast samband um Leirvíksfjørð eisini, er lítið rúm fyri øðrum verkætlanum, eitt nú tunnil millum Øravík og Fámjin.

Hetta merkir tó ikki, at tørvur ikki er á ábótum á vegastrekkinum Øravík-Fámjin eisini. Tað vandamesta og truplasta strekkið á vegnum í dag er frá Klovningum og vestur móti Øraskarði, og av Øraskarði oman gjøgnum Nónfjall. Har er bratt bæði omanfyri og niðanfyri.

Trupult er at halda vegin opnan, tá ið kavi og jarðrok er, og grót rýður javnan niður á vegin. Sera vindhart er á Øraskarði.

Hesum vansum hevði man sloppið undan við einum møguligum tunli, sum eisini hevði stytt farleiðina við uml. 2,1 km. Hugskotið um tunnilin undir Øraskarði hevur verið frammi av og á, men ongar ítøkiligar ætlanir eru um at fremja hesa verkætlan. Heldur ikki eru gjørdar nakrar fyrireikingar í hesum sambandi, tó at Landsverkfrøðingsstovnurin leysliga hevur kannað verkætlanina.

Kostnaðurin av einum dagførdum vega- og tunnilssambandi millum Øravík og Fámjin við 800 m tunli við tilhoyrandi vegagerð og breiðking í Mýradali er leysliga mettur til uml. 23-24 mió kr.

Landsstýrismaðurin ætlar tó fyribils at gera ábøtur á verandi veg. Landsverkfrøðingsstovnurin metir, at tørvur er á at asfaltera 3,5 km av vegastrekkinum, at seta upp uml. 600 m av vegastokki, bøta um sýnið við Mosavøll, gera víkipláss og leggja verjugrót á sandabakkan í Fámjin. Peningur er ikki tøkur til alt arbeiðið í ár, men bert til helvtina av asfalteringini, sum kostar uml. 1 mió. kr. Restin verður møguliga asfalterað næsta ár.

Til spurning 3.
Tunnilsverkætlanin er ikki raðfest á uppskoti Vinnumálastýrisins til 10-ára íløguætlan fyri § 6 á fíggjarlógini. 

Hjálagt kort: Verandi landsvegur millum Øravík og Fámjin og uppskot til tunnil.

Málið avgreitt.