Fyrispurningur um fíggjarlóg og eykajáttan

100-55 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, lřgmann, viđvíkjandi fíggjarlóg og eykajáttanum

Orđaskifti

Ár 2002, fríggjadagin 1. mars, bođađi formađurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Edmund Joensen, lřgtingsmanni, sum var soljóđandi:

Fyrispurningur

  1. Heldur lřgmađur tađ vera sambćrligt viđ ćtlanirnar aftan fyri nýggju ambođini hjá fřroysku politisku skipanini og stýriskipanarviđurskiftini í síni heild, at Lřgtingiđ, eftir at lřgtingsfíggjarlógin er samtykt (sum er fyri alt fíggjaráriđ), fer undir at játta eina rřđ av eykajáttanum.
  2. Ćtlar lřgmađur at taka nřkur stig hesum viđvíkjandi?

Viđmerkingar

Síđani Lřgtingiđ í 1994 samtykti nýggju stýriskipanarlógina, eru 8 fíggjarlógir samtyktar, og tvey valskeiđ liđin. Eitt av hřvuđsendamálunum viđ nýggju stýrisskipanini var at tryggja, at fřroyska samfelagiđ ikki aftur endađi í óneyđugum fíggjarligum og búđskaparligum trupulleikum.

Serliga var álit sett á ta skipan, at Lřgtingiđ og lřgmađur hřvdu lóggávuvaldiđ í felag. Á henda hátt kundi nú lítast á, at lřgmađur í framtíđini kundi forđa fyri skađiligum politiskum avgerđum frá Lřgtinginum.

Landstýri og Lřgting í fyrra valskeiđnum lřgdu stóran dent á at halda fíggjarlógina, (ikki minst fyri at skapa siđvenju á řkinum). Tađ vísa eisini tćr fíggjarlógir, sum undanfarna landstýriđ legđi fram, og somuleiđis tćr minkandi eykafíggjarlógir, sum undanfarna landstýri bađ um, og sum vóru samtyktar.

Hetta má sigast at hava eydnast sera vćl. Eykafíggjarlógirnar gjřrdust minni og minni fyri hvřrt áriđ, sum gekk.

Nú er vent í holuni so tađ forslćr. Undir sitandi landstýri eru útreiđslurnar til rakstur á fíggjarlógini hćkkađar óhugnaliga skjótt og nógv. Búskaparfrřđingur skrivar í blřđunun um dagarnar, at raksturin á fíggjarlógini er hćkkađur viđ 950 milliónum krónum í hesum valskeiđnum.

Hyggja vit eftir eykafíggjarlógunum, so hava tćr tíverri havt ein uppaftur ógvusligari vřkstur, og eisini hava hesar veriđ regulin heldur enn undantakiđ.

Tađ er tí nógv, sum bendir á, at sitandi landstýri eisini fullkomiliga hevur mist alt tamarhald á landsins fíggjarviđurskiftum.

Gongdin í rakstrinum av samfelagnum

Rakstrarútreiđslur landskassans uttan rentur, árini frá 1994 til 2002

1994

1995

1996

1997

1998

1999

2000

2001

2002

2422

2222

2218

2262

2292

2445

2586

2874

3037

Eykajáttanir 1997 til 2001

1997

1998

1999

2000

2001

11

65

110

141

207

Her kemur týđiliga til sjóndar, at í hesum valskeiđnum hendir ein ógvusligur vřkstur av samfelagsrakstrinum á lřgtingsfíggjarlógini. Harumframt hava vit sćđ eina uppaftur střrri og vaksandi hćkkan av eykajáttanum. Eisini er ein týđilig gongd aftur í móti ábyrgdarloysi og manglandi virđing fyri politisku skipanini. Samgongan hevur fullkomiliga slept tí hugburđinum, at fíggjarlógin er fyri alt áriđ, međan eykajáttanir bert eru smáar justeringar í gjřgnum áriđ.

Her í móti endanum av valskeiđnum gongur neyvan dagur, har ikki landstýriđ og samgongan bođa frá, at tey koma viđ umbřnum til tingiđ, sum skulu játtast sum eykajáttanir. Týđiuligt er, at landstýriđ endaliga hevur mist alt fíggjarligt tamarhald á lřgtingsfíggjarlógini.

Landstýri og Lřgting mugu hava í huga, at minni enn tveir mánađir er farnir, síđan fíggjarlógin fyri alt 2002 var samtykt. Ein lřgtingsfíggjarlóg, sum vísir umleiđ 20 mió. krónur í gjaldfřrishalli, og sum harafturat eftir řllum at dřma fer at vísa gjaldfřrishall, áđrenn nřkur eykajáttan er tald viđ. Landstýriđ er síđani komi viđ eykajáttanum upp á umleiđ 42 mió kr. Umframt liggur ein rřđ av umbřnum av uppskotum í Lřgtinginum, og sum rosinan í pylsuendanum er sjálvur Fólakaflokkurin komin viđ sínum egna privata skattalćtta.

Týđiligt er fyri ein og hvřnn, at seriřst lřgtingsarbeiđi til frama fyri land og fólk fyri langari tíđ síđani er hildiđ uppat, um tađ nakrantíđ hevur veriđ til í hesum valskeiđnum.

Tađ má tí sigast vera óforsvarligt fyri fřroyska samfelagiđ, um lřgmađur, sum alt letur til, letur um seg ganga, at útgjaringin upp undir lřgtingsvaliđ sleppur at halda fram.

Á tingfundi 4. mars 2002 varđ uttan atkvřđugreiđslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. mars 2002 svarađi Anfinn Kallsberg, lřgmađur, fyrispurninginum soleiđis:

Svar:

Til 1.
Sambćrt stýrisskipanarlógini verđa fíggjarmál landsins ásett í lřgtingsfíggjarlóg.

Í § 43 í stýrisskipanarlógini er ásett, at uppskot til lřgtingsfíggjarlóg fyri komandi álmanakkaár skal verđa lagt fyri lřgtingiđ fyri 1. oktober.

Sambćrt stýrisskipanarlógini § 44, 1. stk. verđa eykajáttanir veittar sambćrt lřgtingslóg.

Tá iđ spyrjarin í fyrispurninginum fřrir fram, at fíggjarlógin er fyri alt áriđ, međan eykajáttanir bert eru smáar tillagingar ígjřgnum áriđ, og sum skilst, at tađ so ikki skal bera til at gera stórvegis broytingar í einari fíggjarlóg, aftaná at hon er samtykt, so er hetta ikki rćtt.

Ongar reglur eru um, at bert smáar tillagingar kunnu gerast á fíggjarlógini.

Ein eykajáttanarlóg er ein broyting í fíggjarlřgtingslógini, og kann sammetast viđ eina og hvřrja ađra vanliga broyting í lřtingslóg.

Tađ hevur altíđ veriđ neyđugt at samtykt broytingar til lřgtingsfíggjarlógina viđ eykajáttanarlógum, stundum tí at fíggjarligu metingarnar hava veriđ skeivar, og stundum tí at politikkur landsstýrisins er broyttur.

Til 2.
Vísandi til punkt 1. ćtlar lřgmađur ikki at taka nakađ stig til at broyta verandi mannagongd.

./. Í mun til undanfarin landsstýri hevur landsstýriđ nú gjřrt innanhýsis áseting um, hvussu nógvar eykajáttanarlógir skulu leggjast fyri Lřgtingiđ um áriđ. Her verđur serliga hugsađ um tíđarfreistir og krřv til eykajáttanirnar. Rundskriv um eykajáttanir í 2002 er hjálagt sum fylgiskjal.

Sigast kann eisini, at mannagongdirnar viđvíkjandi nýtslu av eykajáttanum eru broyttar seinastu árini. Hetta kemur m.a. til sjóndar viđ, at broytingar í lógarbundnum játtanum, sum fyrr ikki vóru lagdar fyri lřgtingiđ sum eykajáttanarlógaruppskot í dag verđa tiknar viđ.

Somuleiđis kann sigast, at lřgtingiđ fyrr í střrri mun bleiv gjřrt kunnugt viđ meirnýtslu, tá roknskapir vóru lagdir fram (ofta fleiri ár seinni). Í dag sleppur lřgtingiđ at taka střđu til játtanarspurningarnar, so hvřrt hesir gerast aktuellir.

Samanumtikiđ metir lřgmađur, at ásetingarnar í stýrisskipanarlógini um lřgtingsfíggjarlóg og eykajáttanir virka eftir ćtlan.

Máliđ avgreitt.