Eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2001

 

1-2  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2001

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð, 1. og 2. umfar (Finnbogi Arge 3.06 er fyrstur í 2. umfari)
H. Álit II
I. Framh. 2. viðgerð
J. 3. viðgerð
K. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2001, fríggjadagin 21. september, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2001

 
1. viðgerð 25. september 2001. Málið beint í fíggjarnevndina sum 24. oktober 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 18. september 2001, og eftir 1. viðgerð tann 21. september 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 3., 5., 11., 17., og 23. oktober 2001.

Í uppskotinum verður mælt til at geva eykajáttanir fyri tilsamans 42,71 mió. kr. Løgujáttanirnar verða lækkaðar við 19,545 mió. kr. soleiðis, at eykaútreiðslurnar í uppskotinum eru 23,165 mió. kr. Eisini eru meirinntøkur tiknar við í uppskotinum soleiðis, at uppskotið hevur eitt yvirskot upp á 274,279 mió. kr.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðina havt fund við

Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum,
Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum,
Óla Holm, landsstýrismann í mentanarmálum,
Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, og
Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.


Saman við landsstýrismonnunum hava umboð fyri avvarðandi aðalstýri verið á fundi við nevndina.

Eisini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Kappingarráðið.

Fíggjarnevndin hevur frá landsstýrismonnunum fingið tær upplýsingar, biðið hevur verið um. Eisini hava landsstýrismenninir útvegað nevndini ymiskt skrivligt tilfar, sum liggur sum skjøl í málinum. Talan er um hesi skjøl:

Allar inntøkur landskassans hækka í mun til metingarnar á fíggjarlógini fyri 2001 uttan inntøkurnar av punktgjøldum, har roknað verður við, at inntøkan verður 10 mió. kr. minni enn á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst nevndini, at orsøkin til, at inntøkurnar frá punktgjaldi verða lægri, er, at nýggj meting av inntøkunum er gjørd, ið vísir, at metingin á fíggjarlógini 2001 er ov høg. Landsstýrismaðurin upplýsti, at Fíggjarmálastýrið arbeiðir við uppskoti um at broyta punktgjøldini og at taka nøkur punktgjøld burtur. Lógaruppskot um broyting av punktgjøldunum verður lagt fyri tingið í hesi tingsetu.

Kappingarráðið var boðsent á fund í nevndini at umrøða, um eykajáttan til Postverk Føroya møguliga er kappingaravlagandi. Umboðini fyri Kappingarráðið greiddu frá virksemi og roknskapum postverksins. Teir vístu á, at í Danmark eru serlig direktiv viðvíkjandi virkseminum hjá Post Danmark, men eru eingi slík direktiv galdandi fyri Postverk Føroya. Umboðini fyri Kappingarráðið søgdu, at ynskiligt er, at slík direktiv verða sett í gildi fyri Postverk Føroya, so betri gjøgnumskygni verður í roknskapum postverksins, so síggjast kann, um partar av virksemi postverksins eru kappingaravlagandi. Umboðini fyri Kappingarráðið vístu á játtanarskipanina, men tá henda ikki hevur lógargildi, kunnu direktivir ikki gerast eftir henni. Teir søgdu, at ynskiligt er, at játtanarskipanin fær lógargildi.

Fíggjarnevndin vísir á, at nevndin í álitinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000, tá umsiting Løgtingsins, Landsgrannskoðarin og Fíggjarmálastýrið í felag gjørdu broytingar í játtanarskipanini, mælti til, at játtanarskipanin kom í eina fastari legu helst við løgtingslóg.

Viðmerkingar

§ 5 Fiskivinna
5.34.3.04. Magnus Heinason (Rakstrarjáttan)
5.11.1.05. Fiskimálastýrið (Rakstrarjáttan)

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í fíggjarnevnarskjali, dagfest 23. oktober 2001, søkt fíggjarnevndina um eykajáttan til høvuðskontu 5.34.3.04. Magnus Heinason 1,5 mió. kr. til sandblásing av "Magnusi Heinason". Samstundis verður mælt til at lækka høvuðskontu 5.11.1.05. Fiskimálastýrið, undirkontu 21. Granskingarætlanir við somu upphædd soleiðis, at eykajáttanin til høvuðskonto 5.34.3.04. verður útreiðsluneutral.

Meira enn tveir fimtingar av nevndarlimunum vísa á § 44, stk. 2, í stýrisskipanarlógini og krevja, at málið um eykajáttan verður avgjørt við løgtingslóg. Fíggjarnevndin er samd um at seta fram broytingaruppskot samsvarandi umsókn landsstýrismansins.

Í viðmerkingunum til høvuðskonto 5.34.3.04. Magnus Heinason í fíggjarlógini 2001 stendur m.a.: "Ætlanin er at sandblása skipið innan og uttan. Hetta kann gerast um veturin, tá skipið liggur, og kostnaðurin fíggjast yvir tvey fíggjarár, 2001 og 2002." Arbeiðið til sandblásing av skipinum varð mett at kosta 2,0 mió. kr. Fiskirannsóknarstovan hevði nú fingið endaligt tilboð til sandblásingina, og vísir tað seg nú, at kostnaðurin er 3,5 mió. kr. Sostatt er meirkostnaðurin 1,5 mió. kr. í mun til upprunaligu metingina. Upplýst verður, at arbeiðið við sandblásing av "Magnus Heinason" kann byrja í november 2001.

Fiskimálastýrið metir, at tað er møguligt at fíggja meirútreiðsluna til "Magnus Heinason" við at lækka høvuðskontu 5.11.1.05. Fiskimálastýrið, undirkontu 21. Granskingarætlanir við 1,5 mió. kr., av tí at henda játtanin annars ikki fer at verða nýtt í ár 2001. Fiskimálastýrið upplýsir, at 1. oktober 2001 er settur ein granskingarverkætlanarleiðari, ið saman við vinnuni fer at gera landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um, hvussu hendan játtanin skal verða nýtt á skilabestan hátt í framtíðini.

§ 6 Vinnumál o.a.
6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)

Søkt verður um eina eykajáttan upp á 300.000 kr. til at økja túratalið á leiðini um Leirvíksfjørð. Nú so langt er liðið út á árið, skjýtur landsstýrismaðurin í vinnumálum upp, at játtanin til at økja túratalið um Leirvíksfjørð verður sett til 200.000 kr. í staðin fyri 300.000 kr., meðan 100.000 kr. verða játtaðar í sambandi við, at Smyril ger ein túr afturat hvønn týsdag, tað sum eftir er av árinum.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við at veita eina eykajáttan upp á 300.000 kr. til konto 6.38.2.01 Strandfaraskip Landsins soleiðis, at 200.000 kr. verða nýttar til at økja túratalið á leiðini um Leirvíksfjørð, og 100.000 kr. verða nýttar á Suðuroyarleiðini soleiðis, at Smyril ger ein túr afturat hvønn týsdag, tað sum eftir er av árinum.

§ 7. Útbúgving og gransking o. a.
7.24.5.09. Prestagarður á Glyvrum (Løgujáttan)(Nýggj høvuðskonto)

Í uppskotinum verður søkt um 1,3 mió. kr. til prestagarð á Glyvrum. Fyri at eingin misskiljing skal verða, mælir Fíggjarmálastýrið/Mentamálastýrið til at broyta kontoheitið og viðmerkingarnar soleiðis:

7.24.5.09. Prestagarður í Glyvra prestagjaldi (Løgujáttan)(Nýggj høvuðskonto)

Í sambandi við, at nýtt prestastarv er stovnsett í Glyvra prestagjaldi, er tað vorðið neyðugt at útvega sóknarprestinum prestagarð, ið Mentamálastýrið síðani leigar Kirkjumálaráðnum.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

1.300

1.300

10. Prestagarður í Glyvra prestagjaldi

     
       

Útreiðslur

-

1.300

1.300

31. Bygging og løguframleiðsla

-

1.300

1.300

       

 

Fíggjarnevndin tekur undir við at broyta kontoheitið "Prestagarður á Glyvrum" til "Prestagarður í Glyvra prestagjaldi" og setir broytingaruppskot fram hesum viðvíkjandi. Nevndin tekur eisini undir við broyttu viðmerkingunum.

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.
8.20.2.08 Apoteksverkið (Landsfyritøka)

Í viðmerkingunum til hesa konto stendur, at kontonummarið er "8.20.3.04.". Rætta kontonummarið er "8.20.2.08" soleiðis sum tað stendur undir "B. Játtanir".

Samsvarandi hesum viðmerkingum setir ein samd fíggjarnevnd fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§5. Fiskivinna

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-80

-80

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

380

380

-

 

Felagsútreiðslur …………….………………………………………...

-1.500

-

5.11.1. Fyrisiting …………………………………………….…………

-1.500

-

Fiskivinna ………………………………………………………….….

1.500

-

5.34.3. Gransking og menning …………………………………………

1.500

-

B. Játtan

Útreiðslur

Inntøkur

5.11.1. Fyrisiting

5.11.1.05. Fiskimálastýrið (Rakstrarjáttan)

J

18.567

-

EYJ

-1.500

-

5.34.3. Gransking og menning

5.34.3.04. Magnus Heinason (Rakstrarjáttan)

J

7.790

-

EYJ

1.500

-

§ 7. Útbúgving og gransking o. a.

"7.24.5.09. Prestagarður á Glyvrum (Løgujáttan)(Nýggj høvuðskonto)" verður broytt til

"7.24.5.09. Prestagarður í Glyvra prestagjaldi (Løgujáttan)(Nýggj høvuðskonto)".

Nevndin hevur annars býtt seg í ein meirilurta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Andrea Lervig) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. Meirilutin staðfestir, at arbeiði við bergholsgerð Øravík-Hov byrjar í 2004.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á, at tráðurin í fíggjarpolitikkinum hjá hesi samgongu hevur verið, at fleiri tøl á útreiðslusíðuni á figgjarlógini hava verið undirmett við tí endamáli at fáa eitt rímiliga gott úrslit við stórum avlopi. Vanliga hevur tað verið so, at fleiri tøl, sum minnilutin hevur víst á í fíggjarnevndini, eru komin aftur um aftur á eykajáttanarlógum, tí útreiðslusíðan hevur verið undirmett.

Soleiðis kunnu vit vísa á, at í 1999 vóru samlaðu eykajáttanirnar til rakstrarútreiðslur 86,4 mió. kr. og eykajáttanir til íløgur vóru 23,2 mió. kr. Í 2000 vóru samlaðu eykajáttanir til rakstur 127,7 mió. kr. og til íløgur 21,9 mió. kr.

Higartil í ár umfata hesar eykajáttanarlógir slakar 80 mió. kr., og í minsta lagi ein eykajáttanarlóg er væntandi afturat.

Víðari vísa vit á, at tá minnilutin í álitinum til løgtingsfíggjarlógina hevur víst á tey undirmettu tølini á fíggjarlógini og sett broytingaruppskot fram, sum samgongan tó ikki hevur tikið undir við, hevur tað víst seg, at áleið somu tølini eru komin aftur í eykajáttanarlógum, og soleiðis er eisini á hesi eykajáttanarlóg.

Minnilutin tekur sum heild undir við uppskoti landsstýrisins til eykajáttanarlóg september 2001, men minnilutin hevur tó nøkur broytingaruppskot.

Vilhelm Johannesen hevur broytingaruppskot um at játta undir grein 6 upp til 25 mió. kr. til avloysaraskip til Strandfaraskip Landsins. Á fundi í fíggjarnevndini hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum upplýst, at Strandfaraskip Landsins kundi fáa eitt avloysaraskip, sum var millum 5 og 10 ára gamalt og á stødd við "Dúgvuna" og "Ternuna" fyri 20 - 25 mió. kr. Víst verður eisini á skjal A í málinum (Notat, dagfest 14. november 2000, um avloysaraferju til Strandfaraskip Landsins). Minnilutin vísir á, at tað er serligur tørvur bæði á Leirvíksfjarðarleiðini og Vestmannasundsleiðini at hava eitt avloysaraskip.

Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen fara at seta fram uppskot um at koyra 200 mió. kr. av avlopinum í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Sambandsflokkurin hevur fyrr í hesi tingsetu mælt til at játta 400 mió. kr. í 2001 og 400 mió. kr. í 2002 til eftirlønargrunnin, men fekk ikki undirtøku fyri hesum í tinginum.

Flemming Mikkelsen kann ikki góðtaka grundgevingarnar fyri, at løgtingssamtyktirnar til 6.38.1.01. til høvuðsendamál 18 Øravík-Hov og til 6.38.2.01, undirkonto 03 Suðuroyarskip ikki eru hildnar, og kann tískil hesum viðvíkjandi ikki taka undir við teimum broytingum, landsstýrið mælir til í uppskotinum til eykajáttanarlóg september 2001.

Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen taka undir við broytingaruppskotinum hjá Vilhelm Johannesen, og Vilhelm Johannesen tekur undir við broytingaruppskotinum hjá Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen.

Samsvarandi hesum viðmerkingum setir Vilhelm Johannesen fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§6.Vinnumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-5.225

-2.725

2.500

 

Samferðsla og samskifti.....................................................................

10.325

2.500

6.38.2. Samferðsla….......................................................................…

300

2.500

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.38.2. Samferðsla

6.38.2.02. Strandfaraskip Landsins (Løgujáttan)

J

40.000

-

EYJ

-

2.500

C. Átekning

Nr. 7. ad. 6.38.2.02. Strandfaraskip Landsins
Heimilað verður landsstýrismanninum at nýta upp til 25 mió. kr. at keypa avloysaraskip fyri.

Samsvarandi frammanfyri standandi viðmerkingum seta Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 6. Vinnumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

200.000

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Arbeiðsmarknaður……….....................................................................

200.000

-

6.21.8. Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur............................................

200.000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.21.8. Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur

6.21.8.20 Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin

J

-

-

EYJ

200.000

-

Á tingfundi 26. oktober 2001 legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, fram soljóðandi 

B r o y t i n g a r u p p s k o t

§7. Útbúgving og gransking o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

7.006

7.006

-

Inntøkuætlan    

-

Løguætlan

3.800

3.800

-

 

Útbúgving og gransking ……..……………………………………….

7.516

-

7.23.6. Hægri útbúgvingar og gransking ..…………………………….

3.200

 

B. Játtanir

7.23.6. Hægri útbúgvingar og gransking
Eykajáttanin til høvuðskonto 7.23.6.12. Lista- og tónleikaháskúli Føroya (Løgujáttan) –900 tús. kr. verður strikað.

Viðmerkingar.
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur í september mánaði í ár fingið álit um skúlan. Tá tað enn eru tveir mánaðir eftir av hesum fíggjarári, heldur uppskotsstillarin, at fyrireikingararbeiðið eigur at halda fram m.a. at byrja projektering av skúlanum.

2. viðgerð 26. oktober 2001. Uppskot frá  Heina O. Heinesen, løgtingsmanni, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-0-6. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum tann 2. november 2001 legði fram soljóðandi 

Á l i t II

Málið varð við 2. viðgerð tann 26. oktober 2001 við 21-0-6 atkvøðum beint aftur í fíggjarnevndina, og hevur nevndin viðgjørt málið aftur á fundum tann 31. oktober og 2. november 2001.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, og umboð fyri Vinnumálastýrið. Eisini hevur nevndin fingið skriv frá felagskommununi í Vágum og Vága Vinnufelag viðvíkjandi ferðasambandinum um Vestmannasund. (Skjal K í málinum).

Á fundinum við landsstýrismannin í vinnumálum varð spurningurin um avloysaraferju til Strandfaraskip Landsins viðgjørdur. Landsstýrismaðurin hevur latið nevndini upplýsingar um hesar spurningar, ið nevndin setti honum (skjal L):

  1. Kann "Sam" nýtast til farmaflutning um Leirvíksfjørð, og hvat er kostnaðurin av hesum?
  2. Bíleggingarskipan
  3. Hvussu stórt kann eitt avloysaraskip vera, sum kann nýtast bæði um Leirvíksfjørð og Vestmannasund?

Upp á spurningin, um "Sam" kann nýtast til farmaflutning um Leirvíksfjørð, verður upplýst, at sambært upplýsingum frá skiparanum á Leirvíksfjarðarleiðini er ikki ráðiligt at seta "Sam" í regluliga sigling, vegna veðrið á farleiðini, serliga um veturin. Aðrir vansar eru sjórok á akfør og flutningsíløtini. Ferjan verður eisini brúkt sum avloysaraferja um Vestmannasund (flogleið o.a.), tí er umráðandi, at ferjan ikki verður "ov hart koyrd" við tí aldri, hon hevur. Einki er upplýst um kostnað.

Viðvíkjandi eini bíleggingarskipan upplýsir landsstýrismaðurin, at Strandfaraskip Landsins hevur gjørt eitt upplegg til eina bíleggingarskipan. Til hesa skipan krevst, at starvsfólk skulu setast til at umsita hana, og neyðug tøkni skal útvegast. Strandfaraskip Landsins sigur, at ein slík skipan loysir tó ikki fløskuhálstrupulleikarnar, sum eru ávísar tíðir á degnum, í vikuni, og tá serlig tiltøk eru. Harafturat kunnu avlýsingar og broytingar í ferðaætlanini, sum ofta fyrikoma um veturin vegna veður, skapa stórar trupulleikar við slíkari skipan. Strandfaraskip Landsins sigur, at málið verður nærri lýst fyri Vinnumálastýrinum seinni. 

Upp á spurningin um støddina av møguligum avloysaraskipi, sum skal sigla um Vestmannasund og Leirvíksfjørð, vísir Strandfaraskip Landsins á skriv, dagfest 14. november 2000, um avloysaraferju. (Skjal A í málinum). Har verður mælt til eina ferju, ið er 45 metrar long, 11 breið, við eini maskinorku upp á 2 ferðir 1000 hk. Ferjan skal kunna taka 35 persónbilar og 150 til 200 ferðafólk.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Andrea Lervig) vísir á viðmerkingar sínar í áliti I og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við teimum broytingum, ein samd fíggjarnevnd hevur sett fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingar sínar í áliti I, og mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við broytingaruppskotunum frá Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen og samdari fíggjarnevnd.

Framhaldandi 2. viðgerð 2. november 2001. Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu til § 7 samtykt 16-4-12. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen til § 6 fall 14-1-17. Broytingaruppskot frá Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen til § 6 fall 14-0-18. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 5 og 7 samtykt 32-0-0.Uppskotið soleiðis broytt samtykt 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 7. november 2001 løgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Dan R. Petersen, Alfred Olsen og Edmund Joensen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

§ 6.Vinnumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

25.000

-

-

 

Samferðsla og samskifti.....................................................................

25.000

-

6.38.2. Samferðsla….......................................................................…

25.000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.38.2. Samferðsla

Nýggj konto. Fast samband um Leirvíksfjørð

J

-

-

EYJ

25.000

-

Viðmerking
Játtanin skal nýtast til at stovna partafelag, P/F Norðoyatunnilin, til at fyrireika, byggja og reka undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð. Landsstýrið kann í fylgjandi 5 ár seta 25 mió. kr. í felagið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur lógaruppskot fyri Løgtingið um verkætlanina.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

25.000

25.000

01. Tunnil undir Leirvíksfjørð

     
       
Útreiðslur

-

25.000

25.000

81. Keyp av virðisbrøvum

-

 25.000

25.000

       

 Á sama tingfundi løgdu tingsmenninir Finnbogi Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen og Andrea Lervig fram soljóðandi 

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

§ 8 Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

60

60

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Almannamál

60

-

8.21.6. Eldri og brekað

60

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús.

kr.

8.21.6. Eldri og brekað
8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan).

J+EYJ1+EYJ2

77.464

-

EYJ3

60

-

Viðmerking:
Tann 1. oktober 2001 helt busskoyringin hjá Verkstaðnum á Bakka uppat vegna sparingar. Koyringin er ein tænasta, ið verkstaðurin í Vági hevur havt leingi, og sum ger, at brúkararnir av verkstaðnum kunnu verða heintaðir til arbeiðis og koyrdir heim aftan á arbeiðstíð. Í svari upp á fyrispurning nr. 100-19/2001 frá løgtingsmonnunum Jóannes Eidesgaard og Henrik Old viðvíkjandi koyringini til og frá Varda Verkstaðnum á Bakka í Vági, upplýsir landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, at niðurleggingin av busskoyringini 1. oktober 2001 gevur eina sparing upp á 100.000 kr. Mælt verður til at veita eina eykajáttan upp á 60.000 kr. til serforgina í ár, soleiðis at busskoyringin kann takast upp aftur.

3. viðgerð 7. november 2001. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Vilhelm Johannesen, Dan R. Petersen, Alfred Olsen og Edmund Joensen til § 6 fall 14-1-15. Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen og Andreu Lervig til § 8 samtykt 30-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 141 frá 08.11.2001