Vinnuligur fiskiskapur

 

Fiskirannsóknarstovan

Fisheries Laboratory of the Faroes

Postbox 3051, Nóatśn

110 Tórshavn, Faroe Islands                                                                                                                                                    15-06-01

 

 

Fiskimįlastżriš

att.: Jųrgen Niclassen, landsstżrismašur

Yviri viš Strond 17, Postsmoga 87

110 Tórshavn

 

 

Tilmęli

Viš stųši ķ §22 Stk. 1 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap hevur Fiskirannsóknarstovan hesa tilrįšing, iš er grundaš viš stųši ķ teimum skjųlum, iš eru nevnd aftast ķ hesi frįgreišing og eisini hjįlųgd.

Fiskirannsóknarstovan męlir til, at ķ įsetanini av fiskidųgum og reguleringum annars av fiskiskapinum undir Fųroyum veršur mišaš ķmóti einum meira hóskandi veišutrżsti fyri tosk, hżsu og upsa, enn tey 33%, iš nś eru ķ lógini. Av tķ at taš veruliga veišutrżstiš viš verandi dagatali er munandi hęgri enn tey tilętlašu 33%-ini, so er ķ ųllum fųrum neyšugt at skerja dagatališ munandi.

Best hevši veriš, um hesar skerjingar ķ veišutrżstinum (ķ minsta lagi 25%) kundu verši settar ķ verk longu ķ komandi fiskiįri. Įsannandi, at skerjingarnar eru sera umfatandi og tķ truplar at gjųgnumfųra beinanvegin, at toskur, hżsa og upsi ķ ein vissan mun verša fiskaš saman ķ einum blandašum fiskiskapi, og at stovnarnir av toski og upsa eru ķ hampuliga góšum standi ķ lųtuni, męlir Fiskirannsóknarstovan til, at neyšugu skerjingar ķ tali į fiskidųgum verša framdar so lķšandi nęstu 2-3 įrini. Umframt eiga tiltųk at verša sett ķ verk, iš kunnu tryggja, at t.d. eitt hóskandi dagatal fyri tosk ikki samstundis ųkir ov nógv um veišutrżstiš į hinar stovnarnar. Her veršur eitt nś hugsaš um śrveljandi reišskapir og stongdar leišir.

Taš eru ymiskir hęttir at skerja veišutrżstiš. Ein gongd leiš er at rokna viš sama nišurskurši fyri allar bólkar, og at skerja dagatališ hjį bólkunum ķ dagaskipanini viš 25%, samstundis sum veišan hjį bólkunum uttan fyri dagaskipanina (bęši fųroysk og śtlendsk fiskifųr) veršur minkaš viš 25% ķ mun til veišuna hjį teimum ķ fjųr.

Fyri tosk į Fųroyabanka veršur męlt til, at royndin ikki fer upp um įrliga stųšiš ķ 1996-2000, fyri stóra kongafisk veršur męlt til, at royndin veršur minkaš 25% ķ mun til ķ 2000, og fyri trantkongafisk eigur royndin ikki at vaksa ķ mun til ķ 2000.

Inngangur

1.juni 1996 varš verandi skipan viš fiskidųgum sett ķ gildi grundaš į tilmęli frį Skipanarnevndini. Tal į fiskidųgum fyri hvųnn skipabólk varš roknaš viš stųši ķ:

    1. mišal veišitrżsti hjį teimum ymsu skipa- og bįtabólkunum į stovnarnar av toski į Landgrunninum, hżsu og upsa ķ tķšarskeišnum 1985-1994
    2. stovnsmetingini hjį J.J. Maguire og Fiskirannsóknarstovuni ķ oktober 1995
    3. tilmęlunum frį ICES um mest loyvdu veišu
    4. įsetingunum ķ lógini um vinnuligan fiskiskap um lutfallsliga bżtiš av fiskaslųgum millum skipabólkarnar

Ķ įlitinum frį Skipanarnevndini varš sagt, at stovnsrųktarendamįliš viš skipanini er rokkiš, um gżtingarstovnurin er omanfyri eina įvķsa minstustųdd, og veišutrżstiš sķšani er so, at umleiš ein trišingur av stovninum veršur veiddur į hvųrjum įri. Seinni ķ įlitinum veršur sagt, at lķvfrųšiliga minstamarkiš fyri tosk er 52 tśs. tons, fyri hżsu 40 tśs tons og fyri upsa 85 tśs tons; hesi virši stava upprunaliga frį ICES ķ 1993. ICES hevur ķ 1999, grundaš į fyrivarnismeginregluna, skotiš upp, at gżtingarstovnarnir eiga at vera omanfyri hesi minstavirši: Toskur į Landgrunninum 40 tśs. tons, hżsa 55 tśs. tons og upsi 85 tśs. tons.

Fiskirannsóknarstovan metir, at ķ einum blandašum fiskskapi sum botnfiskiskapurin undir Fųroyum eru fleiri fyrimunir viš eini dagaskipan ķ mun til eina kvotuskipan sum ta, iš roynt varš at seta ķ verk undir Fųroyum ķ 1994. Roknast kann viš, at veišutųlini ķ eini dagaskipan alt annaš lķka eru meira įlķtandi enn undir eini kvotaskipan, og at minni av tilfeinginum fer fyri skeyti av śtblaking ķ mun til eina kvotaskipan. Mųguliga er eisini ein styrkin ķ eini dagaskipan, at viš einum hóskandi dagatali, vil veišutrżstiš į teir einstųku stovnarnar ķ mišal yvir nųkur įr stilla seg sjįlvt į einum hóskandi stųši; hetta orsakaš av, at skipini vilja leggja seg į tann ella teir stovnar, iš geva mest av sęr. Eisini slepst ķ eini vęlvirkandi dagaskipan undan eini neyvari stżring av veišu ella veišutrżsti į hvųrjum įri; tķskil skuldu višurskiftini hjį flotanum veršiš meira stųšug.

Ķ eini dagaskipan mį tó hędd takast fyri eini stųšugari stremban eftir at fįa sum mest burtur śr hvųrjum degi viš tķ avleišing, at veišutrżstiš alsamt veksur, hóast dagatališ er taš sama (2-5% um įriš, sķ t.d. Pope 1999). Fiskirannsóknarstovan skipaši ķ 1999 fyri eini spurnarkanning av tķ fųroyska fiskiskapinum, m.a. fyri at kanna hesi višurskifti. Ein av spurningunum ljóšaši: "Veršur fiskiskapurin skipašur ųrvķsi, sķšan fiskidagaskipanin kom. Tśrarnir lagdir ųršvķsi til ręttis, meira lķna sett, meiri hędd tikin fyri vešurlķkindunum osfr". Ķalt svarašu 168 fiskimenn (skiparar og formenn) spurninginum; av teimum sųgdu 148, at mannagongdin var broytt, sķšan dagaskipanin var komin, og 20 sųgdu, at eingin broyting var hend. Aftrat spurninginum var eisini hųvi at gera višmerkingar, og benda hesar tżšiliga į, at endamįliš viš broytingunum hevur veriš at fįa meira burtur śr hvųrjum degi (sķ skjal d). Ķ sama skjali eru ašrar įbendingar um taš sama.

Taš er tķ trupult at meta um framtķšar veišutrżstiš śt frį sųguligum tųlum. Neyšugt er tó so ella so at leggja upp fyri hesum, og serliga tį fiskidagarnir eru avmarkandi.

Meting av fiskidagaskipanini

Fiskirannsóknarstovan metir viš stųši ķ stovnsmetingunum undir Fųroyum sķšani 1961, at veišutrżstini, iš mišaš veršur eftir ķ lógini um vinnuligan fiskiskap, eru ov stór. Av tķ, at lķvfrųšin hjį toski, hżsu og upsa er ymisk, og at stovnarnir av nevndu slųgum tķ ikki tola lķka stóra roynd, so ber ikki til at įseta sama veišutrżst į hvųnn. Hetta er ķ trįš viš bęši rįšgevandi nevndina hjį ICES og frįgreišingina hjį John Pope. Frį stovnsmetingum sķšan 1961 ber m.a. til at rokna, hvat veišutrżstiš skal vera, fyri at tilgongdin kann klįra at halda gżtingarstovninum oman fyri eitt rķmiligt minstamark; hetta veišutrżstiš veršur nevnt Fmed, og taš er grundaš į m.a. hetta viršiš, at Fiskirannsóknarstovan og ICES undir vanligum umstųšum męla til hesi veišutrżst:

Toskur į Landgrunninum eini 27%, hżsa eini 20% og upsi eini 22% av tķ fiskibara stovninum.

Um ein gżtingarstovnur veršur mettur at nęrkast lķvfrųšiliga minstamarkinum, er neyšugt, at ein ętlan veršur gjųrd fyri at loyva gżtingarstovninum at vaksa aftur; hetta gerst viš at minka um veišutrżstiš.

Ein fortreyt fyri, at dagaskipanin skal virka ķ einum blandašum fiskiskapi, er, at veišutrżstiš ķ eitt įramįl ķ mišal ikki veršur hęgri, enn mišaš veršur eftir, og at einstųku gżtingarstovnarnir tey įrini, tį veišutrżstiš er hųgt, ikki verša fiskašur undir taš, sum er lķvfrųšiliga rįšiligt. Hetta krevur, at stovnarnir ķ ein vissan mun eru komplimenterir viš atliti til avreišingarvirši og veišuflota. Seinnu įrini hava vit sęš t.d., at avreišingarprķsurin į upsa hevur veriš vįnaligur, mešan prķsurin į toski hevur veriš met hųgur. Hetta merkir, at taš hevur loyst seg betri at royna eftir toski, hóast veišan hevur veriš minkandi, enn eftir upsa. Śrslitini eru, at sveiggjiš ķ veišutrżstinum kann verša stųrri, enn skipanin tolir. Sum dųmi kann nevnast, at um veišutrżstiš ķ tvey įr er dupult so stórt, sum mišaš veršur eftir, so mį veišutrżstiš komandi fżra įrini verša helvtina minni, enn mišaš veršur eftir, um rakast skal rętt yvir eitt seks-įra skeiš. Skipabólkarnir eru heldur ikki komplimenterir ķ mun til, hvųrji fiskaslųg roynt veršur eftir. Partrolarnir kunnu royna frķtt eftir upsa, men hava samb. lógini ikki loyvi til at fiska meiri enn 25% av įvikavist toski og hżsu, mešan hśkaflotin mest fiskar tosk og hżsu.

Fiskirannsóknarstovan metir taš vera sera óheppiš, at ikki allir skipabólkar undir Fųroyum eru undir dagaskipanini. T.d. er tann ųkta veišan eftir toski hjį lemmatrolararunum nakaš, iš hędd ikki er tikin fyri ķ dagaskipanini. Nevnast kann, at hesin bólkur ķ 1999 og 2000 hevur stašiš fyri umleiš 20% av tķ samanlagda veišutrżstinum į tosk, og er hetta nógv meira, enn roknaš varš viš, tį dagaskipanin varš tilevnaš.

Fyri at fįa sum mest burtur śr fiskastovnunum er neyšugt at friša smį- og ungfiskin sum mest, tķ at vųksturin į fiski er nógv stųrstur tey fyrstu įrini. Hetta hevur samstundis viš sęr, at fleiri fiskar nįa at gżta, įšrenn teir verša fiskašir. Verandi skipan viš stongdum leišum fyri įvķsar reišskapir og m.a. įseting av minst loyvdari meskavķdd ķ trolposunum er fyri part eftir hesum leisti, men stórur partur av fiskiflotanum sleppur at royna į smį- og ungfiskaleišum. Śrslitiš er, at eitt sera stórt tal į fiski veršur fiskaš alt ov tķšliga, hóast nųgdin ķ tonsum ikki er so stór. Um hesar leišir vóršu stongdar fyri vinnuligum fiskiskapi ella bert vóru opnar fyri śrveljandi reišskapi, iš yvirhųvur fiskar stóran fisk, vildi vęl meira fingist burtur śr tilfeinginum enn nś.

Stutt um teir einstųku stovnarnar

Toskastovnurin į Landgrunninum (Mynd 1). Gżtingarstovnurin er hampuliga vęl fyri. Hann hevur veriš ķ minking seinastu įrini, men nś er vent aftur, tķ góšir įrgangir eru komnir inn ķ stovnin, og vųksturin į fiskinum er sera góšur. Veišutrżstiš er tó alt ov hųgt, og stovnurin vil tķ sjįlvt viš verandi sera góšu lķkindum ķ sjónum fara at minka aftur um nųkur įr, um ikki veišutrżstiš ikki fęst nišur į eitt meira hóskandi stųši.

Hżsa (Mynd 2). Gżtingarstovnurin hevur veriš ķ minking seinastu trż įrini, tķ at veišutrżstiš hevur veriš alt ov hųgt, samstundis sum at bara tveir góšir įrgangir hava veriš inni ķ stovninum, og er hann nś mettur at verša illa fyri. Veršur hugt at ųllum stovninum, er stųšan ikki heilt so ring, tķ įbendingar eru um, at nżggir fręgari įrgangir eru komnir inn ķ stovnin. Um hesir įrgangir fįa umstųšur at vaksa, og um veišutrżstiš kemur nišur į eitt meira hóskandi stųši, vil gżtingarstovnurin tķ helst vaksa nakaš aftur nęstu fįu įrini.

Upsi (Mynd 3). Gżtingarstovnurin er hampuliga vęl fyri, tķ at tilgongdin yvirhųvur hevur veriš góš sķšani mišskeišis ķ nķtiįrunum. Hinvegin er veišutrżstiš nógv vaksiš seinastu tvey įrini, og um taš ikki fęst nišur į eitt meira hóskandi stųši, vil gżtingarstovnurin komandi įrini fara at minka aftur.

Toskur į Fųroya Banka. Hóast stovnurin hevur veriš ķ minking seinastu įrini, so er hann mettur at vera hampuliga vęl fyri og ķ vųkstri aftur. Įbendingar eru um, at tilgongdin ķ seinastuni er góš. Royndirnar hava vķst, at stovnurin er višbrekin ķmóti einum hųgum veišutrżsti, og tķ eigur at fiskast viš varsemi.

Kongafiskur. Veišan av kongafiski undan Fųroyum er stųšugt minkaš sķšan 1986 (21500 t) og var ķ 2000 einans 6500 t. Taš ber ikki til viš vissu at rokna stųddina av stovnunum av kongafiski, iš verša fiskašir viš Fųroyar, t.e. stóri kongafiskur (Sebastes marinus) og trantkongafiskur (Sebastes mentella). Eingin ivi er tó um, at stovnarnir hava veriš ovveiddir ķ fleiri įr og eru į einum lįgum stųši. Serliga stóri kongafiskur er illa fyri. Taš eru tó tekin um, at nżggir įrgangir eru į veg inn ķ bįšar stovnarnar.

 

 

Višmerkingar

Ein skilagóš regulering av fiskiskapinum krevur forsagnir, iš millum annaš byggja į góša og holla vitan um sųguligu gongdina ķ fiskiskapinum og vķsindaliga grundašar stovnsmetingar.

Stovnsmetingarnar hava ķ fleiri įr veriš darvašar av, at bert partur av neyšuga taltilfarinum hevur veriš tųkt. Trupult var aftur ķ įr at meta, um tillutaša tališ į fiskidųgum er hóskandi, tķ eingi neyv tųl eru tųk fyri tal į fiskidųgum ķ 1996-97. Sķšan 1998 er skrįsetingin av dųgum komin ķ rętt lag, men neyšugt er at hava įlķtandi tųl fyri alt tķšarskeišiš, iš dagaskipanin hevur virkaš ķ, fyri at meta um sambandiš millum dagatal og veišutrżst. Neyšugt er, at hagtalsskipanin bęši višvķkjandi veišu og roynd virkar eftir ętlan. Einki įtti at veriš til hindurs fyri, at neyv tųl fyri veišu, veišu bżtt upp į skipabólk og nżtslu av dųgum vóru tųk, so at innlit fekst viš nżggjastu gongdini ķ fiskiskapinum.

 

Vegna Fiskirannsóknarstovuna

Hjalti ķ Jįkupsstovu, stjóri

 

Skjųl

  1. ICES 2001. Extract of the Report of the Advisory Committee on Fishery Management on Stocks in the North-Western Areas and Demersal Stocks at The Faroe Islands (brot śr frįgreišing).
  2. Reinert, J. 2001. Fundur ķ rįšgevandi nevndini (ACFM) hjį Altjóša Havrannsóknar-rįšnum (ICES) ķ mai/juni 2001 (brot śr frįgreišing).
  3. Pope, J. 1999. Report on Aspects of Effort Management used for the Demersal Fish Stocks of the Faroes (hesa hevur Fiskimįlastżriš fingiš įšur).
  4. Fiskirannsóknarstovan 2001. Vųkstur ķ veišutrżsti?.
  5. Talva, iš ber saman roknaša veišutrżstiš seinastu įrini og tey veišutrżst, iš įvikavist lógin um vinnuligan fiskiskap og ICES męla til.