Postvirksemi

 

3 Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi

 

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2001, 2. august, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi


Uppskot

til

løgtingslóg um postvirksemi

Kapittul 1
Virkisøki

§ 1. Lógin er galdandi fyri vinnuligan postflutning.

Kapittul 2
Allýsingar

§ 2. Í hesi lóg merkir:

Postur: Eitthvørt bræv ella onnur sending, ið vigar upp til 20 kg, og sum landið sambært § 4 hevur skyldu til at tryggja flutning av.

Innskrivaður postur: Tænasta, sum veitir sendara einsháttaða trygging móti vandanum fyri burturmissi, stuldri og skaða, og sum útvegar sendaranum prógv fyri, at hann hevur latið inn post, og/ella at posturin er útflýggjaður adressatinum.

Virðispostur: Tænasta, sum tryggjar sendaran móti vandanum fyri burturmissi, stuldri og skaða á postin fyri í mesta lagi virðið, hann hevur tilskilað.

Postvinnurekandi: Hvør tann, ið rekur vinnuligan postflutning.

Postflutningur: Reglubundin tænasta, sum fevnir um innsavning, skiljing, flutning og útflýgging av posti.

Adresserað brøv: Adresseraðar sendingar í afturlatnum brævbjálva ella líkari innballing, sama hvat innihaldið er, og adresserað skrivlig boð við persónligum innihaldi, postkort íroknað.

Frímerki: Gjaldmiðil, útgivin av landinum, ætlaður til gjald fyri postflutning, og sum hevur áskriftina Føroyar.

Javningargjald: Gjald, sum landsstýrismaðurin hevur rætt til at áleggja postvinnurekandi til tess at tryggja góðan postflutning um alt landið.

Kapittul 3
Einkarrættur og skyldur
Einkarrættur landsins

§ 3. Landið hevur einkarrætt til postflutning av innlendis adresseraðum brøvum og adresseraðum brøvum, send úr Føroyum og til Føroya.
Stk. 2. Undantikin einkarrættinum er tó postflutningur av adresseraðum príslistum, bóklingum, bløðum og øðrum prentaðum sendingum, líkar til innihalds, og sum eru í glærum bjálva.
Stk. 3. Kurérpostur er undantikin einkarrættinum.
Stk. 4. Landið hevur einkarrætt at geva út frímerki.
Stk. 5. Landið hevur einkarrætt at seta upp postkassar á alment atkomiligum støðum.
Stk. 6. Landið hevur einkarrætt at nýta postbúmerkið.
Stk. 7. Landsstýrismanninum er heimilað í kunngerð at seta nærri reglur um vekt- og prísmark umframt stødd á teimum í stk. 1 nevndu brævasendingum.

Skyldur landsins

§ 4. Landið hevur skyldu at tryggja postflutning av adresseraðum brøvum, pakkum og blindalestri frá sendarum uttanlands til móttakarar í Føroyum ella uttanlands og frá sendarum í Føroyum til móttakarar í útlondum.
Stk. 2. Somuleiðis hevur landið skyldu at tryggja postflutning um alt landið av:

  1. adresseraðum brøvum,
  2. adresseraðum príslistum, bóklingum, bløðum og øðrum prentaðum sendingum, eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva,
  3. tíðindabløðum, dag-, viku- og mánaðarbløðum og tíðarritum,
  4. adresseraðum pakkum,
  5. blindalestri, og
  6. peningaflytingum.

Stk. 3. Tað skal vera gjørligt at senda brøv og pakkar sum virðispost, harumframt brøv sum innskrivaðan post.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann gera av, at postflutningur verður avmarkaður, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 5. Landsstýrismanninum er heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur, sum avmarka vekt, stødd og skap á tí í stk. 1-3 nevnda posti, og um annan gjaldshátt enn frímerki.


§ 5.
Verða adresserað brøv frá sendara í Føroyum til móttakara í Føroyum latin inn til postflutnings í øðrum landi, kann tann postvinnurekandi sýta fyri móttøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um treytirnar fyri at sýta móttøku.

Kapittul 4
Umsiting av einkarrætti og skyldum landsins
Umsiting

§ 6. Landsstýrismaðurin umsitur einkarrætt landsins sbr. § 3 og tryggjar, at skylda landsins til postflutning sbr. § 4 verður lokin.
Stk. 2. Landsstýrismanninum er í hesum sambandi heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um postflutning til tess, at landið kann halda skyldur sínar sbr. § 4, herundir reglur um:

  1. at postvinnurekandi heilt ella partvíst hava skyldu at átaka sær postflutning, sum landið hevur skyldu til at tryggja sbr. § 4,
  2. góðkenning av almennum viðskiftatreytum hjá postvinnurekandi,
  3. tænastu- og dygdarstig,
  4. samstarv millum postvinnurekandi til tess at tryggja almenninginum besta postflutning,
  5. at postvinnurekandi skulu halda tær samtyktir, sum gjørdar verða innan altjóða samstarv á postflutningsøkinum,
  6. hámarksgjøld fyri postflutning,
  7. skyldu at uppihalda postflutningi, ið er týðandi fyri samfelagið, hóast óvanligar umstøður,
  8. skyldu at nýta postbúmerkið við frámerki eftir umstøðunum,
  9. skyldu at hava sjálvstøðugan roknskap fyri postflutning,
  10. gjald fyri umsiting landsstýrismansins av postflutninginum, herundur rakstur av eftirliti,
  11. rindan av javningargjaldi,
  12. trygd fyri kostnaði av postflutninginum, skuldi postvinnurekandi steðgað starvsemi sínum ella farið á húsagang.

Fræls øki

§ 7. Landsstýrismaðurin kann undantaka ávísar partar av postflutninginum frá einkarrættinum. Er konsessión veitt á økinum, skal viðkomandi hoyrast, áðrenn økið verður undantikið. Viðkomandi skal eisini hoyrast, áðrenn reglur, ásettar við heimild í § 3, stk. 7, verða broyttar.

Konsessión

§ 8. Landsstýrismanninum er heimilað at veita loyvi til postflutning sambært § 3, stk. 1, og onnur rættindi sambært § 3, stk. 4-6. Loyvið kann veitast við ella uttan einkarrætti. Í loyvinum, sum skal vera fyri avmarkaða tíð, skal virkisliga og staðarliga økið vera tilskilað. Treytir, ið lagdar verða við, tá loyvi verða givin, skulu vera sakligar, glærar og skulu tryggja, at mannamunur verður ikki gjørdur umsøkjara millum.
Stk. 2. Áðrenn landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann tryggja sær, at umsøkjari er fíggjarliga og yrkisliga førur fyri at reka postflutning.
Stk. 3. Í loyvinum kunnu treytir, umframt tær í § 6 nevndu, leggjast við, m.a. um:

  1. Posthús.
  2. Skyldu fyri egnan kostnað at taka lut í altjóða samstarvi um postflutning.
  3. Skyldu at greiða serstakar uppgávur, hóast tær einki kasta av sær ella geva hall.
  4. Rindan av loyvisgjaldi.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann broyta loyvistreytirnar, um fortreytirnar fyri veiting av loyvi vóru skeivar ella seinni eru broyttar, ella um broytt lóggáva ella altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru bundnar av, gera broytingar neyðugar.

Afturtøka

§ 9. Landsstýrismaðurin kann taka loyvið aftur, um loyvishavarin brýtur lógina, kunngerðir ella aðrar reglur, givnar við heimild í lógini, ella loyvistreytirnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áleggja loyvishavaranum dagligar ella vikuligar bøtur, til hesin hevur fingið viðurskiftini sbr. stk. 1 í rættlag.

Flyting av rættindum

§ 10. Rættindi sambært loyvinum kunnu ikki verða flutt øðrum uttan so, at landsstýrismaðurin frammanundan hevur givið skrivligt loyvi til tess.
Stk. 2. Úttøka ella útpanting kann ikki fremjast í rættinum sambært loyvi, og rætturin gongur ikki inn í konkursbúgv loyvishavarans.

Kapittul 5
Um postflutning

§ 11. Sendari kann krevja post afturflýggjaðan ella broyta adressuna, inntil posturin er útflýggjaður ella fráboðaður adressatinum.

§ 12. Postur verður útflýggjaður adressatinum ella honum, ið hevur fulltrú at taka ímóti.

Ikki avgreiddur postur

§ 13. Postur, sum ikki kann avgreiðast, kann verða seldur. Søluágóðin skal, eftir at útreiðslurnar eru drignar frá, gjaldast honum, ið innan eitt ár eftir søluna sannar rætt sín. Annars fellur ágóðin landinum til.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um sølu, nær metast má, at postur ikki kann verða avgreiddur, og hvat gerast skal við tílíkan post, herundir eisini reglur um upplating til tess at finna fram til móttakara ella sendara, ella um postur er skaddur.
Stk. 3. Virðisleysur postur verður burturbeindur.

§ 14.
Postur má ikki innihalda tilfar, sum er bannað at flyta, breiða út, ella sum ber brá av at vera ólógligt, ósømiligt ella æruskemmandi.
Stk. 2. Vandamikil postur kann verða burturbeindur.

§ 15. Annar postur enn innskrivaður ella virðispostur má ikki innihalda pening, handhavaravirðisskjøl, dýran málm, skartgripir ella tílíkar virðislutir.

§ 16. Hvør tann, ið rekur regluliga flutningstænastu innanlands ella til útlond, hevur eftir áheitan frá landsstýrismanninum, og fyri vanligan posttakst, skyldu til at flyta post, umrøddur í § 4, millum endastøðir og poststøðir á flutningsleiðini. Tílíkur postur skal hava forrætt fram um annan vøruflutning.

§ 17. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um postrivur og brævakassar á ella við hús. Somuleiðis um uppseting av postkassum, har bústaðarviðurskiftini eru soleiðis, at postútflýgging annars hevði verið órímiliga arbeiðskrevjandi ella tvørlig.

Kapittul 6
Tagnarskylda og endurgjald
Tagnarskylda

§ 18. Tann, sum fæst við postflutning, má ikki geva óviðkomandi nakrar upplýsingar um post hjá øðrum ella geva teimum høvi til at útvega sær slíkar upplýsingar.
Stk. 2. Tagnarskyldan stendur við, eftir at viðkomandi ikki longur fæst við postflutning.
Stk. 3. Tagnarskyldan er eisini galdandi fyri tey, sum eru starvsett hjá honum, ið fæst við postflutning.

Endurgjald

§ 19. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um endurgjaldsskylduna fyri skaddan, horvnan ella seinkaðan post, sum landið eftir § 4 hevur skyldu til at tryggja flutningin av.

Kapittul 7
Skráseting og eftirlit

§ 20. Postvinnurekandi hava skyldu til at lata seg skráseta hjá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at lógin, kunngerðir ella aðrar reglur, givnar við heimild í lógini, og loyvisstreytir verða hildnar.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann krevja, at postvinnurekandi geva tær upplýsingar, sum neyðugar eru til tess at útinna eftirlitið, herundir eisini roknskapartilfar.
Stk. 4. Eftirlitsvitjan gevur, móti fyrivísing av samleikaprógvi, uttan rættarúrskurð ótarnaða atgongd til øll støð, har postflutningur verður rikin.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann lata øðrum upp í hendur at útinna skráseting og eftirlit.
Stk. 6. Landsstýrismanninum er heimilað at seta nærri reglur um skráseting og eftirlit, herundir reglur um góðkenning av ávísum eftirlitsfólki.

Revsing

§ 21. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóg, verður hann revsaður við bót, sum brýtur:

  1. Landsins einkarrætt til:
    1. postflutning, sbr. § 3, stk. 1,
    2. útgávu av frímerkjum, sbr. § 3, stk. 4,
    3. uppsetan av postkassum, sbr. § 3, stk. 5, og
    4. nýtslu av postbúmerki, sbr. § 3, stk. 6.
  2. Reglurnar, ásettar við heimild í § 6, stk. 2.
  3. Loyvistreytirnar, sbr. § 8.

Stk. 2. Er brotið eftir stk. 1 framt av felagi, sjálvsognarstovni, grunni ella líknandi, kommunu ella kommunalum felagsskapi, kunnu hesi revsast samsvarandi.

§ 22. Fyri tann, sum fæst við postflutning, eru §§ 152, 152d-f og 153 í revsilógini samsvarandi galdandi.

Kapittul 8
Gildiskomureglur

§ 23. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2001, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum, tó soleiðis, at kunngerðir, givnar við heimild í nevndu lóg, verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi við kunngerð sambært hesi lóg.

§ 24. Fram til 1. januar 2004 kann landið ikki undantaka partar av postflutninginum frá einkarrættinum eftir § 7 ella veita konsessión til aðrar postvinnurekandi enn Postverk Føroya eftir § 8.

Almennar viðmerkingar

Kapittul 1
Inngangur

Á fundi 2. juni 1997 í Vinnumálastýrinum ásetti táverandi landsstýrismaður í samskiftismálum soljóðandi kommissorium viðvíkjandi nýggjari lóg um postflutning:

"Føroya Landsstýri metir tað sum skyldu at tryggja hóskandi postflutning millum tey ymsu plássini í Føroyum. Í hesum liggur viðurkenningin av, at tað hevur stóran týdning fyri borgararnar sum heild og fyri vinnulívið, at teimum verður tryggjaður so góður postflutningur, sum tað nú ber til, og at vit ikki fáa ósømiliga stórar munir á hesum øki. Atgongd til postflutning hevur týdning fyri trivnað og mentan, fyri kappingarførið hjá vinnulívinum og fyri, at partar av landinum ikki verða fyri óhóskandi trivnaðarligum og vinnuligum vanbýti.

Á samskiftisøkinum sum heild og herundir eisini á postflutningsøkinum fer fram ein ovurhonds stór menning umframt liberalisering, og fyri at tryggja, at Føroyar ikki verða eftirbátur á hesum sera týdningarmikla øki, heldur landsstýrið tað vera rætt at seta arbeiðsbólk at gera uppskot til nýggja lóggávu innan hetta virksemið.

Lógaruppskotið skal grundast á hesar meginfyritreytir:

  1. Landsstýrið fær einkarrætt til postflutning.
  2. Landsstýrið kann veita konsessión til postflutning og -virksemi.
  3. Postverk Føroya verður gjørt til eitt partafelag."

Tilfar er útvegað úr Noregi, Svøríki, Finnlandi, Álandi, Íslandi, Danmark, Grønlandi og Týsklandi, umframt úr ES og altjóða konventiónum.

Lógaruppskotið, sum varð framlagt í 1998, datt burtur í sambandi við seinasta løgtingsval. Sitandi landsstýri valdi at leggja lógaruppskotið um postvirksemi framaftur við tí broyting, at verandi einkarrættur hjá Postverki Føroya til ávísan postflutning verður varðveittur fram til 31. desember 2003. Landsstýrið valdi tó í fyrstu syftu ikki at leggja fram lógaruppskot um at umskipa Postverk Føroya til partafelag. Í staðin skuldi í einum 3 ára skeiði arbeiðast við at dagføra og gera neyðugar tillagingar á postverkinum, og skuldi setast ein nevnd, ið skuldi gera tilmæli um framtíðar rakstrarformin hjá postverkinum.

Lógaruppskotið varð lagt fram fyrst í 2001, men datt burtur, tí uppskotið ikki var liðugt viðgjørt í vinnunevndini, áðrenn tingsetan endaði. Stór óvissa um framtíð postverksins hevur valdað síðani uppskotið datt burtur, men semja er nú í landsstýrinum um at leggja lógaruppskotið framaftur við smávegis tekniskum broytingum sum eina seinastu roynd at fáa gongd á áður nevndu tilgongd aftur.

Endamálið við uppskotinum til løgtingslóg um postvirksemi er:

  1. at hóskandi postflutningur verður tryggjaður øllum landsins íbúgvum
  2. at postflutningur verður skipaður fyri rímiligan prís við góðari dygd
  3. at verja áhugamál viðskiftafólksins, herundir serliga postloyndina
  4. at postflutningur verður lagaður eftir skiftandi tørvi
  5. at fortreytir verða skaptar fyri frælsari kapping eftir 2003.

Kapittul 2
Stutt søgulig lýsing av postflutningi

Nøkur tøl:

Postflutningur er partur av gerandisdegnum hjá fjøld av fólki um allan heim. Felagsskapurin The Universal Postal Union (UPU), hvørs høvuðssæti er í Sveits, er serligur felagsskapur undir ST, sum tekur sær av at samskipa ta heimsumfatandi posttænastuna.

Í hesum felagsskapi vóru 189 limalond í 1998.

Fyri at fáa eina fatan av, hvussu umfatandi henda tænasta er, kunnu nøkur megintøl nevnast, sum eru tikin frá UPU.

Mett verður, at í 1997 arbeiddu umleið 5,9 mió. fólk innan postverkini á stívliga 770.000 posthúsum. Tey avgreiða árliga uml. 400 milliardir brøv, aðrar postsendingar og pakkar innlendis og umleið 8,6 milliardir brøv v.m., sum fara um landamørk.

Samanumtikið roknaði UPU í 1995 við, at vanligur brævpostur var uml. 20% av øllum samskiftinum í heiminum; telefon og telefax stóðu fyri uml. 75%, og elektróniskur postur (teldupostur) hevði bert 5%. Metingar teirra vóru, at ikki fór at verða stór broyting í hesum býtinum komandi árini, tó at telduposturin fór at mennast munandi, og vanligur postur fór at minka niður um 15%.

Eitt sindur um altjóða postsøgu:

Upprunin til postflutning er huldur í tíðarinnar mjørkatámi. Frá fornari tíð finnast slóðir eftir skipaðum samskifti í londum sum Kina, Persia, Egyptalandi, Grikkalandi og Rómverjaríkinum.

Tað, menn vita um, er, at fyrsta skjalið, sent sum postur, varð funnið í Egyptalandi og er frá ár 255 f. Kr.

Tá vóru tað serliga boðdreingir, sum kongar og aðrir høgir harrar nýttu. Seinni vóru tað serliga átrúnaðarligir felagsskapir og fróðskaparsetur, sum mentu tænastuna at senda boð millum sín. Millumstøðir vóru stovnaðar á rutunum fyri at framskunda boðtænastuna mest møguligt, serliga á teim longru teinunum.

Seinni fingu privatfólk, serliga handilsmenn, í hendinga førum loyvi at nýta hesa boðtænastu.

Tá prentingin var uppfunnin, øktist postflutningurin almikið.

Í hesi fyrstu posttænastu var gjaldið fyri flutningin vanliga ikki goldið av sendaranum, men av móttakaranum. Frímerki var ókent fyribrigdi.

Tað var ikki fyrr enn í 17. øld, at tann fyrsti altjóða postsáttmálin sá dagsins ljós. Tá var sáttmáli gjørdur millum nøkur lond í Europa, sum skipaði ein part av postflutningi um landamørk.

Í 19. øld vóru viðurskiftini so fløkt, at torført var at finna runt í teim mongu avtalunum landanna millum, sum øll nýttu ymisk postgjøld, ymiska flokkan av posti, ymist gjaldoyra v.m.

Tørvurin á skipaðum viðurskiftum øktist, og sum frá leið, sóu flestu lond tað neyðuga í at gera millumlanda avtalur.

Tað vóru serliga umleggingar (reformar) í einstøkum londum, sum settu gongd á altjóða samskifti um posttænastur.

Bretland var undangonguland at skipa posttænastuna. Teir samtyktu í 1840, at flutningur av brøvum skuldi gjaldast frammanundan, og at eitt gjald upp á ein pence skuldi gjaldast fyri innanlands flutning av øllum brøvum, sum høvdu ávísa vekt, sama hvussu langt var millum sendara og móttakara. Heimsins fyrsta frímerki, kent undir navninum "Penny Black", sá dagsins ljós. Frímerki var nú prógv fyri, at goldið var fyri flutningin av brævinum. Danmark fekk sítt fyrsta frímerki í 1851.

Í 1863 varð hildin ráðstevna í Frankaríki við tí endamáli at gera reglur um eina altjóða skipan av posttænastuni. Á ráðstevnuni luttóku 15 evropeisk lond og USA, ið tók stig til ráðstevnuna. Tá vórðu gjørdar samtyktir um nakrar meginreglur, sum skuldu fylgjast, tá sínámillum avtalur millum lond vórðu gjørdar.

Hesar meginreglur fingu tó bert avmarkaðan týdning, og skuldi skil fáast á, var tørvur á nógv fleiri reguleringum landanna millum og meira formaliseraðum samarbeiði.

Tað vóru serliga týskarar, sum skundaðu undir at fáa meira nágreiniliga altjóða regulering í lag. Týskland hevði tá gjøgnumført eina innlendis umlegging av sínari posttænastu. Teir settu upp ætlan fyri einum altjóða samtaki um postvirksemi, sum seinni varð til veruleika sum The Universal Postal Union. Sveits helt í framhaldi av uppskoti frá Týsklandi eina ráðstevnu í 1874, har 22 lond tóku lut. Samtyktur varð altjóðasáttmáli, sum varð undirskrivaður 9. oktober 1874, og verður hesin dagur hildin sum altjóða postdagur.

Við millumlandasáttmálanum frá 1874 hevði eydnast at fáa skil á. Nú var talan um eitt einstakt postøki ístaðin fyri eina rúgvu av økjum. Postgjøldini, sum frammanundan vóru um 1200, vórðu nú avmarkað til eitt postgjald fyri øll brøv. Innan postøkið høvdu øll 22 limalondini bundið seg til meginregluna um frælsi í flutninginum av brøvum millum lond. Flestu forðingar, sum londini høvdu mótvegis postinum hjá grannalondunum, vóru nú burturbeindar.

Eitt sindur um postsøguna í Føroyum:

Tingbøkurnar geva okkum fleiri dømi um brøv, send til og úr Føroyum. Til skjals er bræv frá Jákupi Skotakongi, dagf. 1. apríl 1591, sum verður sent til føroyingar, og har vita vit eisini, hvør hevur verið "postboð", nevniliga Madz Balderzssonn, fúti. Annað dømi er bræv frá 1615 frá løgmanni í Føroyum til danska kongin, har klagað verður um teir nógvu sjórænararnar, sum herjaðu um oyggjarnar.

Christian IV kongur gav jólaaftan 1624 út kunngerð um postboð, og hetta verður í Danmark mett sum byrjanin av tí almenna postverkinum.

Í Føroyum hevur verið lítið, fyri ikki at siga einki, av postflutningi um hetta mundið. Stórur partur av fólkinum dugdi hvørki at lesa ella skriva.

Um 1801 síggjast tó dømi um regluligan postflutning til og úr Føroyum, tá tað var fyriskipað, at 2 túrar skuldu gerast árliga til og úr Føroyum við posti. Í 1855 gav danska løgmálaráðið Færø Amt loyvi at læna skip ("Fortuna"), sum skuldi nýtast "..så ofte vind og vejrlig tillader det, fare med postpaket mellem Thorshavn og Shetland....".

Í tíðini 1857 - 1869 verður roknað við, at uml. 9000 brævasendingar eru komnar til Føroya.

Lógin um skjúts kom í 1865, og flutningsskyldan fevndi, umframt um fólkaflutning, eisini um post.

Í 1870 stovnaði danska postverkið eitt posthús í Tórshavn. Fyrsta veruliga danska postlógin kom í 1871, og hon var eisini galdandi fyri Føroyar. Stutt eftir varð regluligur postflutningur skipaður um stóran part av landinum við trimum høvuðsrutum, og trý postboð vórðu sett at bera postin yvir land og nýta skjúts, tá tað var neyðugt.

Nýggj skipan varð sett í verk í 1903, sum hevði posthús í Tórshavn, Klaksvík og Trongisvági og savningarstøð í Miðvági, í Vestmanna, á Sandi, á Eiði og á Strondum.

Føroyar fingu egið postverk í 1976, sí nærri niðanfyri.

Eitt sindur um Universal Postal Union:

Regluverkið:
Hesin felagsskapurin er skipaður við einum slagi av "grundlóg", sum er samtykt av limalondunum. Broytingar í lógini kunnu bert verða framdar á aðalfundinum, Universal Postal Congress. Felagsskapurin hevur samtykt millumlandasáttmála, nevndur Universal Postal Convention. Við heimild í hesum sáttmála hava limalondini ásett nærri reglur um ávísar tænastur, Detailed Regulations. Tað eru 4 sáttmálar gjørdir, sum hvør á sínum øki skipa postflutningin, nevniliga Postal Parcels Agreement, Money Orders Agreement, Giro Agreement og Cash-on-Delivery Agreement. Bæði lógin, sáttmálarnir og nærri ásetingarnar eru bindandi fyri limalondini.

Limaskapur:
Øll limalond hjá ST hava rætt at gerast limir. Onnur fræls lond kunnu gerast limir, hóast tey ikki eru limir í ST, treytað av, at 2/3 av limalondunum atkvøða fyri tí. Danmark hevur verið limur síðani stovnanina, og Føroyar eru tí, sum partur av ríkinum, bundnar av altjóða reglunum.

Fíggjarliga grundarlagið:
Virksemið hjá UPU verður fíggjað av limalondunum. Raksturin fyri 1996 var ætlaður at kosta SFR 35 mió. (svarandi til uml. kr. 170 mió. í okkara peningi).

Kapittul 3
Skipan av postflutningi aðrastaðni

A. Norðurlond

Øll Norðurlond hava seinastu árini samtykt nýggjar postlógir. Noreg fekk nýggja postlóg í 1997. Svøríki og Finnland endurnýggjaðu sínar postlógir í 1993. Áland fekk nýggja postlóg í 1992. Ísland hevur eina postlóg frá desember 1996, og Danmark fekk eina í 1995.

Noreg
Norska lógin er avmarkað at galda fyri postflutning av bræva- og øðrum sendingum, ið viga upp til 25 kg. Norðmenn hava varðveitt einkarrættin, tó við møguleika hjá stjórnini í kunngerð at avmarka hann. Einkarrætturin fevnir um regluligan flutning - fyri gjald - av afturlatnum adresseraðum innanríkis brøvum, ið viga upp til 350 gramm, umframt flutning av tilsvarandi posti til og frá Noregi.

Norska samskiftismálaráðið hevur heimild at veita konsessión til privatar postvinnurekandi, og kann, í sambandi við veiting av konsessiónini, krevja, at ávísar skyldubundnar uppgávur verða loystar av honum.

Sambært lógini hava postvinnurekandi skyldu til at lata seg skráseta hjá tí almenna, og heimild er til at seta í verk reglur um javningargjald til fígging av postflutningi til útjaðararøkini.

Almenna norska posttænastan er skipað sum sjálvstøðug almenn fyritøka við dótturfeløgum, ið eru skipað sum partafeløg.

Svøríki
Í svensku postlógini eru somuleiðis reglur um skyldur ríkisins at tryggja øllum landinum almenna posttænastu. Har er liberaliseringin komin tað longri, at allar reglur um einkarrætt vórðu avtiknar tann 1. januar 1993, og 1. mars 1994 varð almenna svenska postverkið umskipað til partafelag, sum tað almenna eigur - Posten A/B.

Svenska postlógin setir krøv til postvinnurekandi, sum í stuttum kunnu lýsast soleiðis:

Postlógin ásetir ikki, hvør ið skal taka sær av postflutninginum. Tað kann vera Posten A/B ella onnur fyritøka. Hinvegin ásetir postlógin serlig krøv til postvinnurekandi.

Postvirksemi verður í lógini lýst sum: "Regelbunden befordran mod avgift av brev och paket med en høgsta vigt av 20 kg".

Fyri at tryggja skyldubundnu uppgávurnar, hevur staturin gjørt avtalu við Posten A/B, sum hevur bundið seg til:

Viðvíkjandi fíggjartænastum, skal tað vera møguligt hjá øllum at gjalda inn ella taka út kontantan pening.

Finnland
Heldur ikki finska lógin hevur reglur um einkarrætt. Heimild er til at veita konsessión til postflutning til finskar fyritøkur, almennar stovnar og útlendskar fyritøkur, sum hava skrásett dótturfeløg í landinum. Fyri at fáa konsessión krevst, at umsøkjarin fíggjarliga og yrkisliga er førur fyri at útinna tílíkt virksemi. Konsessiónin kann avmarka virksemið til ávísar tænastur og ávís pláss ella landspartar. Finska postverkið varð skipað sum partafelag, Posten Finland AB, frá 1. januar 1994 at rokna. Sum er, er tað bert Posten Finland AB, ið rekur postflutning í Finnlandi sambært konsessión.

Sambært finsku postlógini hava postvinnurekandi skyldu at reka postvirksemi samsvarandi treytum, ið skulu vera almennar, og postgjøldini skulu vera rættvís og í rímiligum samsvari við meðalkostnaðin av virkseminum. At hava eftirlit við, at postlógin og reglur, givnar sambært lógini, verða hildnar, varð í 1994 stovnað nýggj umsitingarstova, Postforvaltningen, sum er skipað sum undirdeild av Teleforvaltningscentralen. Umsitingarkostnaðurin verður fíggjaður við gjøldum frá teimum, ið hava konsessión til postflutning. Finska ríkið rindar ongan stuðul til postflutning, sum kemur undir postlógina.

Ísland
Íslendska lógin um postflutning byggir í stóran mun á tær nýskipanir, sum longu vóru settar í verk í hinum Norðurlondunum og ES. Eitt meginhugtak í íslendsku lógini er grundposttænasta, sum er at skilja sum innsavning, flokking og flutningur av brøvum og øðrum sendingum við uttanáskrift, sum viga undir 20 kg. Sambært lógini hevur ríkið skyldu at tryggja øllum landsmonnum regluligan postflutning innan grundtænastuna.

Ríkið hevur einkarrætt til flutning av brøvum, ið viga upp til 250 gramm, tó fellur einkarrætturin burtur fyri sendingar, hvørs postgjald er 5 ferðir hægri enn lægsta postgjaldið eftir gjaldskránni. Harumframt hevur ríkið einkarrætt til postflutning, ið stórt sæð svarar til einkarrættin, sum er skotin upp í landsstýrisins lógaruppskoti.

Heimild er at veita privatum konsessión til postflutning.

Frá 1. januar 1997 at rokna tók partafelagið Póstur og Sími h/f við rættindum og skyldum hjá almenna post- og telestovninum. 1. jan. 1998 varð posturin lagdur í eitt sjálvstøðugt partafelag soleiðis, at postfelagið og telefelagið nú eru hvør fyri seg.

Danmark
Galdandi danska lógin um postvirksemi ásetir, at staturin hevur einkarrætt til flutning av adresseraðum brøvum innanlands, umframt brøvum til og úr Danmark.

Heimild er hjá ferðslumálaráðharranum at avmarka einkarrættin.

Nærri reglur um vekt og skap av brøvum og øðrum posti verða ásettar í kunngerð. Staturin hevur hinvegin skyldu at tryggja landsumfatandi flutning av ávísum posti, herundir adresseraðum brøvum, bløðum, pakkum og blindasendingum.

Sambært lógini er heimild at veita privatum konsessión til postflutning.

Sum nevnt aðrastaðni, fremja danir nýskipanina av almenna postverkinum stig fyri stig og byrjaðu í 1995 við at skipa Post Danmark sum sjálvstøðugan almennan stovn, rikin sum partafelag. Røddir eru frammi um at skipa Post Danmark sum partafelag.

Grønland:
Tað grønlendska postverkið varð 1. juli 1997 lagt saman við TELE Greenland, ið er alment partafelag. POST Greenland verður nú rikið sum serlig deild av partafelagnum TELE Greenland.

POST Greenland hevur virksemi í øllum býum og bygdum í Grønlandi. Á teimum størstu plássunum hevur POST Greenland – saman við TELE Greenland egnar avgreiðsludeildir (TELE-POST búðir), meðan virksemið í teimum smærru plássunum er skipað í samrakstri við almenna handilsfelagið KNI. Hjá POST Greenland starvaðust við árslok 1998 180 fólk.

Postvirksemið í Grønlandi verður í dag rikið uttan stuðul frá tí almenna, tó verður eitt ávíst alment ískoyti veitt til útbering av teimum grønlendsku bløðunum.

B. Rákið í ES

Sjálvt um altjóða reglur eru um postflutning, hevur ES arbeitt við at bøta um postflutningin í limalondunum og serliga havt fyri eyga at skapa frælsa kapping á økinum. Postøkið er eitt av teimum seinastu virkisøkjunum, ið eru vorðin fræls og harmoniserað.

ES-kommissiónin gav 11. juni 1992 út umfatandi verk, nevnt Grønabók, har evnið er menningin av postflutninginum í innara marknaðinum. Meginreglurnar í hesum verki eru:

Til tess at røkka endamálinum skulu limalondini miðvíst arbeiða fyri frælsari kapping um postflutning. Einkarrætturin, sum nógv lond enn hava varðveitt, verður framhaldandi skerdur. Krøv verða sett um, at tænasta og dygd verða so eins sum til ber. Treytir, sum postverk arbeiða eftir, skulu ikki gera mannamun, vera sakligar og glærar. Postverkini skulu roknskaparliga skilja postflutningin frá øðrum virksemi teirra o.s.fr.

Fræls kapping innan postflutning hevur ikki verið vanlig. Seinnu árini hava tó fleiri lond í ES tikið stig til at liberalisera postflutningin. Henda liberaliseringin hevur havt ymisk snið. Í fleiri londum hava tey skilt postflutningin frá tí almenna og lagt hann til partafeløg, sum tað almenna, heilt ella partvíst, hevur verið eigari av. Sum dømi kunnu nevnast Svøríki, Finnland, Týskland og Háland. Í Danmark hevur gongdin verið at skerja einkarrættin, meðan lond sum Svøríki og Finnland heilt hava avtikið hann.

Privatir postvinnurekandi hava tikið upp kapping við tey almennu postverkini á teimum økjum, har hesi frammanundan høvdu einkarrættindi. Samstundis hevur eitt eyðkenni verið, at tey almennu postverkini hava fingið størri handilsligt virkisfrælsi soleiðis, at almennu postverkini kunnu kappast við teir privatu, eisini á nýggjum tænastuveitingum.

ES hevur sett í gildi eitt direktiv, nr. 97/67/EF frá 15. desember 1997, um menning av posttænastum, sum í stóran mun endurtekur og útgreinar meginreglurnar frá áður nevndu grønubók.

Kapittul 4
Galdandi lógir og kunngerðir v.m.

Beint eftir heimastýrislógina var mál um postverk á skránni undir viðgerð av løgtingsmáli nr. 2/1948: Fíggjarløgtingslóg. Tá samtykti Løgtingið 7. sept. 1948 at yvirtaka Postverkið. Henda løgtingssamtykt varð kortini ikki sett í verk tá. Í 1972 varð í løgtingsmáli nr. 70/1972: Yvirtøka av skipaeftirlitinum, tann 11. apríl 1973 samtykt soljóðandi uppskot: "Landsstýrinum verður álagt sbrt. tingsamtykt frá sept. 1948 at upptaka samráðingar við donsku ríkismyndugleikarnar um yvirtøku av postverkinum".

Síðani vórðu samráðingar tiknar upp og fyrireikingar gjørdar til yvirtøku av postverkinum, sum hoyrdi undir Ministeriet for offentlige arbejder, generaldirektoratet for post- og telegrafvæsenet.

Úrslitið av samráðingunum varð ein avtala um, at yvirtøkan skuldi fara fram 1. apríl 1976. Landið yvirtók ókeypis bygningar og aðra útgerð, sum danska post- og telegrafverkið átti. Høvuðsreguleringin av posti og postflutningi eru hesar lógir og kunngerðir:

  1. Ll. nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum. Høvuðslógin er broytt soleiðis:
    1. Ll. nr. 113 frá 22. desember 1989
    2. Ll. nr. 86 frá 13. juni 1995
    3. Ll. nr. 13 frá 28. januar 1998
  1. Ll. nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku/ om personaleforholdene hos postvæsenet i forbindelse med overtagelse.
  2. K. nr. 66 frá 14. juli 1999 um postgjøld.
  3. K. nr. 92 frá 5. desember 1979: Reglugerð fyri Jólamerkjagrunnin.

Broytingin frá 28. januar 1998 var um tey posthús, ið ikki kundu niðurleggjast.

Víst verður til Løgtingstíðindi A frá 1975, síðu 322 til 340.

Umframt sjálva postlógina varð í 1976 samtykt Ll. nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøkuna. Lógin ásetir, at landsstýrið saman við fíggjarnevndini fekk heimild til at veita starvsfólki, sum undan yvirtøkuni vóru tænastumenn, og sum aftaná yvirtøkuna ynsktu at halda fram sum starvsmenn við eftirløn, eftirlønarrætt. Somuleiðis fekk landsstýrið heimild til at endurrinda statinum løn og eftirløn til 6 tænastumenn, sum vóru læntir til Postverk Føroya.

Við heimild í postlógini er lýst kunngerð nr. 66 frá 14. juli 1999 um postgjøld við seinni broytingum.

Galdandi postlóg hevur bæði reglur um postvirksemi og skipanina av Postverki Føroya. Í nýggjari lóggávu er vanligt at skipa hesi viðurskifti hvør sær.

Eftir galdandi lóg er tað Postverk Føroya, sum hevur einkarrætt, og er hann lýstur soleiðis: ".. at savna, flyta og bera út afturlatnar sendingar og kort, ið kunnu sendast sum postur, og sum innihalda skrivlig boð, heruppií prentað boð, útfylt við skrift, tó ikki opin fylgibrøv viðvíkjandi sendingum, t.d. vørurokningar og farmaskjøl". Møguligt er í samsvari við altjóða postkonventiónina at senda brøv, ið viga upp til 2 kg, og sum uppfylla ávísar treytir og stødd og skap. Einkarrætturin fevnir sostatt í praksis bert um brøv, ið viga upp til 2 kg.

Skyldur Postverksins eru lýstar í §§ 11-13 og umfata brævasendingar og pakkar, har móttakari er tilskilaður, og postávísingar, bløð og tíðarrit, umframt at avgreiða giro. Harumframt kann postverkið átaka sær aðrar avgreiðslur, sbr. § 12, stk. 2. Vert er at bíta merki í, at einkarrætturin ikki fevnir um pakkar.

Í § 17 er ásett, at postgjøld av týdningi verða ásett av landsstýrinum í samráð við fíggjarnevndina.

Endurgjaldskylda postverksins er gjølliga lýst í lógini (§§27-42).

Nøkur tøl um postflutning í Føroyum:
Postverkið er skipað við stjórn og seks deildum. Hesar eru: Stjórnardeild, Avgreiðslu- og søludeild, Postskiljing og útbering, Flutningur, EDV-deild, Umsitingardeild og Frímerkjadeild. Tað eru 42 posthús og 310 starvsett, sum, umroknað til fulltíðarstørv, svara til 244 fólk. Postverkið avgreiddi í 1999:

Girostovan hevði í 1999 uml. 4000 konti við einum innistandandi við árslok upp á slakar kr. 63 mió.

Frímerkjadeildin gav út 19 frímerki í 6 umførum, og hevði deildin í 1999 eitt avlop upp á uml. kr. 4,5 mió.

Samlaða rakstrarúrslitið hjá Postverki Føroya var í 1999 eitt yvirskot upp á stívliga kr. 800.000, móti einum halli upp á slakar kr. 200.000 árið fyri.

Fíggjarstøðan javnvigaði við kr. 70,7 mió.

Kapittul 5
Samandráttur

Um lógaruppskotið til nýskipan av postflutningi í Føroyum, ið við hesum verður lagt fyri Løgtingið til støðutakan, kann í stuttum sigast, at samstundis sum grundleggjandi reglurnar í galdandi skipan um skyldur hins almenna til at tryggja ávísan postflutning og ein ávísur einkarrættur verða varðveitt, verður latið upp fyri kapping, tó undir skipaðum viðurskiftum. Sum nevnt omanfyri, varðveitur Postverk Føroya tó verandi einkarrætt til og við 31. desember 2003.

Skotið verður upp, at einkarrætturin aftaná hetta verður umsitin soleiðis, at ein ella fleiri kunnu fáa konsessión til postflutning, har rættindi og skyldur eru ásett. Samstundis er heimilað landsstýrinum, so hvørt sum umstøðurnar tala fyri tí, at skerja einkarrættin. Fyri at tryggja útjaðaraøkjunum góðan postflutning er t.d. heimilað at áleggja konsessiónshavara, sum virkar á meginøkjunum, eisini at reka postflutning á útjaðaraøkjunum. Somuleiðis er heimilað at áleggja teimum postvinnurekandi eitt javningargjald, til tess at útjaðaraøkini verða tryggjað.

Í lógaruppskotinum hava teir, sum vilja reka postflutning, skyldu til at lata seg skráseta. Hetta er fyri, at tað neyðuga eftirlitið kann vera við virkseminum til tess at tryggja skipaði viðurskifti.

Kapittul 6
Avleiðingar av lógaruppskotinum

Við tað, at postverkið í fyrstu syftu ikki verður umskipað til partafelag, verða tær fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan smáar. Ætlanin er at játta pengar til at nútímansgera postverkið og fyrireika tað til broyttan framtíðar rakstrarform, men eru hesar útreiðslur óheftar av lógini um postvirksemi. Harafturat kemur, at tað almenna eftir 31. desember 2003 kann fáa ávísar inntøkur frá konsessiónsgjøldum og skatti.

Posteftirlitið kann hóskandi skipast soleiðis, at tað verður lagt saman við verandi almennum stovni, og heimild er í uppskotinum at áleggja konsessiónshavarunum at rinda útreiðslurnar av eftirlitinum.

Samanumtikið metir landsstýrið sostatt, at henda lógin er útreiðsluneutral.

Fyri vinnuna kunnu fíggjarligar avleiðingar standast av lógaruppskotinum, um teimum verður álagt at skipa fyri postflutningi um alt landið, ella um teimum verður álagt eitt javningargjald.

Avleiðingar kunnu eisini standast fyri ávís pláss í landinum við tað, at tað ikki longur verður lógarkrav, at posthús skulu vera á ávísum støðum. Væntandi fer tað at geva postverkinum størri frælsi til at finna loysnir, ið kunnu geva íbúgvunum eina betri tænastu, serliga á smáplássum, har posthúsið ofta bert er opið stutta tíð hvønn dag.

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
Kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
Ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

(Nei)

Nei

(Ja)

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Smærri

Umhvørvisligar
avleiðingar

 

Nei

Nei

 

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 

Kapittul 7
Ummæli postverksins til lógaruppskotið, ið varð lagt fram seinastu tingsetu, verður hjálagt sum skjal.

Lógaruppskotið, ið varð lagt fram seinastu tingsetu, varð sent Postfelag Føroya til kunningar.

Dagførda lógaruppskotið er sent Fjarskiftiseftirlitinum til kunningar.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar

Til § 1.
Sambært heimastýrislógini er á Lista A undir pkt. 12 nevnt "Stedligt Post- og Telegraf- og Telefonvæsen." Málsøkið varð sum kunnugt yvirtikið 1. apríl 1976, og er lóggávuvaldið á økinum sostatt hjá Løgtinginum. Sakliga virkisøki lógarinnar stendur í grein 2. Staðarliga virkisøki lógarinnar er ikki nærri útgreinað, av tí at tað fylgir vanligu staðarligu heimild Løgtingsins.

Tilskilað verður, at lógin er galdandi fyri vinnuligan postflutning. Hetta merkir, at lógin bert fevnir um vinnuligt virksemi. Við hetta er at skilja reglubundin tænasta, ið verður veitt øðrum móti gjaldi. Lógin fevnir sostatt ikki um postflutning, ið virki ella einstaklingur ger av egnum postsendingum, ella um ein fysiskur ella løgfrøðisligur persónur bert hendingaferð fremur postflutning fyri ein annan.

Til § 2.
Neyðugt er at hava nakrar allýsingar í lógini soleiðis, at lógarteksturin verður lættari at lesa. Eisini eru nakrar allýsingar grundaðar á, at postflutningur í stóran mun er skipaður í altjóða høpi, og tað slepst tí ikki undan at brúka nøkur av teimum hugtøkum, sum finnast í altjóða sáttmálum v.m. Nøkur av orðunum, hóast ikki í allýsingunum, eru í neyvum samsvari við altjóða sáttmálan um postflutning. Skeitt hevur eisini verið eftir teirri allýsing, sum hini Norðurlondini, serliga Ísland, Noregi og Danmark, hava nýtt í teirra lógarverki. Eisini hevur ES-direktivið frá 1997 um menning av posttænastum verið havt í huga.

Hugtakið Postur setir her karmin fyri, hvat lógin fevnir um. Universal Postal Convention (UPC) nýtir heitið "postal item" fyri sama hugtak. Heitið "postur" er her at skilja sum sjálvur luturin, sum verður fluttur. Onnur lond hava nýtt orð sum postsending o.l. Postur, í lógarinnar høpi, vigar upp til 20 kg. T.v.s. at sendingar oman fyri 20 kg als ikki koma undir lógina. Sendingar upp til 20 kg kunnu vera bæði brøv og pakkar. Markið millum brøv og pakkar er ikki sett í lógina, men vanligt er, at skilnaður verður gjørdur millum hesar sendingar soleiðis, at brøv viga hægst 2 kg, meðan postpakkar viga oman fyri 2 kg, tó hægst 20 kg.

Innskrivaður postur og virðispostur er skyldubundin posttænasta sambært UPC.

Postvinnurekandi er hvør tann, ið rekur vinnuligan postflutning. Her verður dentur lagdur á, at virksemið er av vinnuligum slagi. Tann, sum rekur slíkt virksemi, annaðhvørt tað er støðugt, av og á ella hendingaferðir, er at skilja sum postvinnurekandi, treytað av, at goldið verður fyri tænastuna. Undir hetta heitið koma feløg sum Postverk Føroya, Post Danmark v.m. Av hesum skilst, at flutningur av "posti" í ella fyri egið virki ikki kemur undir lógina.

Hvat hugtakinum Postflutningur viðvíkur, eru við orðunum innsavning, skiljing, flutning og úflýgging allar síður av tænastuni tiknar við. Um bert eitt av nevndu liðum er til staðar, er talan um postflutning.

Javningargjald er gjald, sum er tengt at tí, at lógin gevur møguleikar fyri frælsari kapping um postflutning. Við frælsari kapping kundi vandi annars verið fyri, at útjaðaraøki vóru fyri vanbýti, av tí at møgulig kapping helst verður á meginøkjunum. Ætlanin við javningargjaldinum er at kunna hava pening tøkan, til tess at dyggur postflutningur eisini verður á smærru plássunum. Slík skipan er kend aðrastaðni, t.d. í Noregi og Íslandi, har landið kann skipa soleiðis fyri, at tey, sum vinna pening av postflutningi í meginøkjunum, skulu rinda gjald, ið verður nýtt til at fíggja postflutning til útjaðarøkini. Eisini ES-direktivið um menning av posttænastum nevnir hesa skipan sum ein møguleika at tryggja útjaðaraøkini.

Til kapittul 3.
Her verða einkarrættur og skyldur landsins staðfest. Rættindahavarin er eftir lógaruppskotinum landið. Orðið er valt ístaðin fyri annaðhvørt Løgtingið, Føroya Landsstýri ella Heimastýrið. Í grannalondum okkara eru rættindi og skyldur vanliga tengdar at "statinum".

Til § 3.
Greinin ásetir tann einkarrætt, sum landið hevur til postflutning, frímerki, postkassar og búmerki. Einkarrætturin til ávísan postflutning fevnir bæði um innlendis flutning og flutning av posti, sendur úr Føroyum og til Føroya. Tann postur, einkarrætturin fevnir um, er sum lýst í allýsingini, "adresseraðar sendingar í afturlatnum brævbjálva ella líkari innballing, sama hvat innihaldið er, og adresserað skrivlig boð við persónligum innihaldi, postkort íroknað". At tað júst er ein skilnaður millum afturlatnar sendingar og opnar sendingar, hevur sín søguliga uppruna, og verður hesin skilnaður nýttur í flestu øðrum londum.

Í prinsippinum fevnir einkarrætturin til postflutning um brøv, sum viga upp til 20 kg, men sum nevnt hevur verið vanligt at áseta eitt ovasta mark fyri vektina á einum brævi. Markið, sum er ásett við støði í altjóða postkonventiónini, er í løtuni 2 kg, og ætlanin er, at hetta skal vera óbroytt. Í veruleikanum fer einkarrættur landsins til postflutning tí at fevna um brøv og postkort, ið viga upp til 2 kg.

Í stk. 2 er ávísur postflutningur undantikin einkarrættinum, eitt nú príslistar, bløð og prentlutir. Hetta er postur, sum vanliga hevði verið sendur opin, og sostatt lættliga kundi verið skaddur, eitt nú av regni. Tí er heimild til, at slíkur postur kann verða sendur í afturlatnum bjálva, tó treytað av, at bjálvin er gjøgnumskygdur og sostatt ikki verður nýttur til persónligan post.

Í stk. 3 verður kurérpostur, sum annars uppfyllur treytirnar í stk. 1, undantikin einkarrættinum. Kurérpostur, sum heldur ikki í dag er fevndur av einkarrætti landsins, hevur vanliga hesi eyðkenni:

  1. Talan er um skundpost frá hurð til hurð,
  2. posturin verður garanteraður av operatørinum, við ábyrgd fyri, at posturin kemur fram til tíðina, sum avtalað,
  3. operatørurin hevur eftirlit við hvørjari einstakari sending við møguleika fyri at staðfesta, hvar sendingin er, og um neyðugt at broyta avhendingarstaðið,
  4. móttakarin kvittar fyri móttøku, og
  5. kurérposttænasta hjá privatum fyritøkum verður framd uttan at nýta tænastur hjá Postverki Føroya.

Í stk. 7 verður skotið upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at áseta reglur um stødd, skap og vekt á teimum sendingum, sum eru umfataðar av einkarrætti landsins. Orsøkin er, at einkarrættur landsins er ætlaður at fevna um postkort og brøv, uttan mun til innihaldið, og at tað skal kunna bera til at laga allýsingina av hesum til møguligar broytingar í grannalondunum og í altjóða sáttmálum, eitt nú UPC.

Ætlanin er, at adresserað brøv, ið ikki lúka vekt- ella støddarkrøvini fyri at kunna verða send við postverkinum, skulu vera undantikin frá einkarrætti landsins, og at skundpostur, har gjaldið minst er fimm ferðir so stórt sum á vanligum posti, skal vera undantikin frá einkarrætti landsins.

Til § 4.
Landið hevur, sum omanfyri nevnt, einkarrætt til ein part av postflutninginum í Føroyum. Hesin einkarrættur verður mótsvaraður av eini skyldu til at tryggja postflutning. Skyldan er nógv víðari enn tann postflutningur, sum einkarrætturin fevnir um.

Sambært UPC hava limalondini skyldu til at tryggja landsumfatandi postflutning av adresseraðum brøvum og pakkum, umframt blindalestri. Hesir lutir - og aðrir - eru tiknir við í stk. 2. Eisini ásetir UPC, at limalondini skulu tryggja, at tað ber til at senda innskrivaðan post og virðispost.

Meginreglan er, at hvør borgari í landinum hevur sama rætt til postflutning. Tað er ein sannroynd, at ferðasambandið í Føroyum ikki er eins fyri allar føroyingar. Tí er neyðugt at hava eina heimild at víkja frá meginregluni, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi. Slíkar heimildir hava okkara grannalond eisini ásannað eru neyðugar. Um henda heimildin ikki var við í lógini, kundu tey á smærru plássunum - har dagligt ferðasamband ikki er - helst kravt, at postvinnurekandi skipaðu fyri dagligum postflutningi við at útvega sær flutningstól sjálvir. Orðingin í stk. 4 er tó munandi meiri avmarkað í mun til hana, ið t.d. danir nýta.

Tað er í stk. 5 heimilað landsstýrismanninum at seta nærri reglur um vekt, stødd og skap fyri posti. Tørvur er á slíkari heimild fyri lættari at kunna umskipa viðurskiftini í Føroyum at svara til broyttar umstøður í grannalondum og møguligar broytingar í altjóða sáttmálum.

Til § 5.
Tað er ikki óvanligt, at íbúgvar í londum við høgum postgjaldi, tá tað ræður um størri nøgdir av einsljóðandi sendingum, bera sendingarnar til annað land, har postgjaldið er bíligari. Harfrá gongur leiðin so aftur til móttakara í upprunalandinum. Sambært nýggjastu útgávuni av UPC frá 1994 við gildi frá 1. jan. 1996 er tílík regla komin fyri øll limalond.

Til § 6.
Greinin skilar til, at tað er landsstýrismaðurin, sum umsitur einkarrætt landsins og hevur ábyrgdina av, at skyldur landsins eftir § 4 verða uppfyltar. Fyri at hava eitt amboð til hetta er honum heimilað at áleggja øllum postvinnurekandi treytir, sum svara til tær skyldur, landið hevur eftir nevndu grein. Hetta kunnu vera treytir um, at postvinnurekandi skulu átaka sær postflutning av adresseraðum brøvum, pakkum og blindalestri, ið verða send uttaneftir til Føroya og øvugt. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin eftir hesi grein áleggja postvinnurekandi at átaka sær innlendis flutning av sendingum, nevndar undir § 4, stk. 2, nr. 1-6. Við hesum skuldi tann støðan ikki íkomið, at landið hevði skyldur, sum eingin var til at lúka. Her skal viðmerkjast, at treytirnar kunnu áleggjast bæði teimum, sum virka á frælsum øki og á konsessióneraðum øki.

Postvinnurekandi á frælsum øki og á konsessióneraðum øki hava harafturat nakrar aðrar felags treytir, teimum kunnu verða álagdar, til tess at tryggja, at skyldur landsins til postflutning verða røktar. Dømi um aðrar slíkar treytir eru nevndar undir § 6, stk. 2, nr. 2-12.

Til § 7.
Landið hevur, sum nevnt undir § 3, einkarrætt til postflutning av brævasendingum. Í sjálvari lógini eru nøkur øki longu fræls, serliga adressaðir pakkar og tær sendingar, ið eru nevndar í § 3, stk. 2-3. Harafturat heimilar § 7 landsstýrismanninum í kunngerð at undantaka ávísar partar av postflutninginum frá einkarrættinum. Lógin er soleiðis skipað, at tað skal vera møguligt heilt at avtaka einkarrættin. Er konsessión veitt á øki, sum ætlanin er at gera frælst, skal tann, sum konsessiónina hevur, hoyrast, áðrenn økið verður undantikið, men hoyringin er ikki bindandi fyri landsstýrismannin.

Til § 8.
Annar møguleikin, landsstýrismaðurin hevur til at lúka treytirnar fyri postflutningi, er at veita konsessión. Konsessiónin kann latast við ella uttan einkarrætt. T.v.s., at møguleiki er fyri, at fleiri fáa konsessión á sama øki. Generelt er sett sum krav, at konsessiónstreytirnar skulu vera sakligar og glærar. Hetta er meginregla, sum ES eisini nýtir.

Til tess at tryggja sær, at hann, ið søkir um konsessión, er førur fyri at átaka sær hesa uppgávu, eru í stk. 2 settar treytir, sum skulu lúkast, áðrenn konsessiónin verður veitt.

Umframt felagstreytirnar í § 6, kunnu fleiri sertreytir áleggjast konsessiónshavara. Í stk. 3 eru nøkur dømi nevnd. Undir nr. 3 kann t.d. verða álagt konsessiónshavara at avgreiða serstakan postflutning, sum einki gevur av sær, ella sum gevur hall. Her er til dømis talan um flutning av blindalestri, sum sambært UPC skal vera ókeypis. Onnur dømi, nevnd í UPC, eru postflutningur millum postverk av egnum posti og postflutningur til og frá krígsfangum o.l.

Til § 9.
Eftir hesi grein kann loyvi takast aftur, um so er, at loyvishavarin brýtur lógina, kunngerðir ella aðrar reglur, givnar við heimild í lógini, ella loyvistreytirnar. Fyri at ikki hvørt smáting skal kunna hava við sær, at loyvi verða tikin aftur, ásetir stk. 2, at landsstýrismaðurin hevur heimild at áleggja loyvishavaranum dagbøtur.

Til § 10.
Vanliga kunnu øll rættindi av fíggjarligum slagi verða flutt, eitt nú verða avhendað ella ganga í arv, eins og rættarsókn kann verða gjørd í teimum. Tó eru nøkur undantøk frá hesi meginreglu, t.d. rættindi av persónligum slagi.

Áðrenn landsstýrismaðurin veitir konsessión, skal hann eftir § 8, stk 2, tryggja sær, at umsøkjari er fíggjarliga og yrkisliga førur fyri at reka postflutning. Hesi krøv eru tengd at ávísum persóni ella felag, og tí eiga rættindi sambært konsessión ikki at kunna flytast øðrum, uttan loyvi er fingið frammanundan.

Vanliga fatanin var, at heimastýrið ikki kundi lóggeva uttan fyri tey mál, ið beinleiðis vóru yvirtikin. Eftir hesi uppfatan kundi tað verið ivingarsamt, um heimild var í løgtingslóg at seta bann fyri úttøku ella útpanting v.m. Seinastu árini hava ríkismyndugleikarnir í fleiri førum tulkað heimastýrislógina á ein frælsari hátt. Eitt nú hava teir góðkent tað sjónarmið, at heimastýrismyndugleikarnir á yvirtiknum málsøkjum kunnu seta reglur í verk, sum taka inn í felagslóggávu.

Til §§ 11-12.
Hóast meginreglan í UPC er tann, at sendari hevur ræði á posti, inntil posturin er útflýggjaður, verður her ásett, at fráboðan til adressatin er avgerandi fyri, nær ræðið gongur yvir til móttakaran. Hetta er grundað á, at Danmark í síni tíð tók fyrivarni móti konventiónsregluni, tí hon ikki samsvaraði donskum rætti. Hildið verður neyðugt at hava somu reglu í Føroyum.

Til § 13.
Eftir galdandi postlóg § 24 fellur ágóðin av posti, ið ikki kann avgreiðast, til Postverk Føroya. Av tí at nýggja lógin letur upp fyri møguleikunum fyri kapping, og talan sostatt kann vera um fleiri postvinnurekandi, verður her skotið upp, at ágóðin fellur landinum til.

Til § 14.
Henda reglan hevur sín uppruna í UPC. Tað verður hildið at vera beint, at tað almenna hevur heimild at nokta útbreiðslu av ella medvirkan til útbreiðslu av tílíkum evnum og tilfari.

Til § 15.
Eisini henda reglan hevur sín uppruna í UPC.

Til § 16.
Roknað verður við, at postvinnurekandi í neyðugan mun gera avtalur við flutningsfeløg, sum t.d. skipa- og flogfeløg, um at taka post við. Skuldi tað hent, at tílík avtala ikki fekst feløgini millum, eigur landið at hava heimild til at áleggja flutningsfeløgum at taka skyldubundnan post við fyri rímiliga samsýning.

Til § 17.
Reglan hevur til endamáls at lætta um postavgreiðslu og tryggja, at postur kemur óskaddur fram. Eftir fyrsta petti er møguleiki fyri at áseta, hvar postrivur ella brævakassar skulu setast upp fyri at gera tað so høgligt sum til ber hjá postboðunum.

Annað petti er serliga ætlað til nýtslu, har viðurskiftini eru soleiðis háttað, at postútbering kann gerast lættari við uppseting av felagspostkassum. Hetta kann serliga koma upp á tal í frítíðarøkjum, størri íbúðarhúsum og felagsbygging.

Til § 18.
Tann tagnarskylda, sum sambært galdandi lóg liggur á Postverki Føroya, er víðkað til nú at fevna um øll tey, sum fáast við postflutning, sum t.d. postvinnurekandi, starvsfólk teirra og møguligar undirarbeiðstakarar við starvsfólki.

Tagnarskyldan fevnir um, hvør sendir og fær post, og hvat í postinum er, og stendur við eisini eftir, at starvsettur hjá postvinnurekandi v.m. er farin úr arbeiði.

Til § 19.
Í galdandi postlóg er endurgjaldspurningurin nærri útgreinaður í §§ 27-42. Í nýggjari postlóggávu er vanligt at skipa endurgjaldsreglurnar í kunngerð ella viðskiftatreytum. Um okkara leiðir eru tað bert íslendingar, sum hava varðveitt gomlu skipanina.

UPC hevur sera gjølligar reglur um endurgjald, skipað eftir, hvat slag av sendingum talan er um, og hvørjir skaðarnir eru. Til tess at lætta um hjá viðskiftafólki kann landsstýrismaðurin áleggja postvinnurekandi at hava endurgjaldsreglurnar við í viðskiftatreytum sínum. Tær reglur, talan her er um, verða í øllum førum minstatreytir at lúka krøvunum í UPC. Tað er postvinnurekandi frítt fyri at bjóða betri treytir.

Postvinnurekandi veita vanliga ikki endurgjald fyri seinkaðan ella horvnan vanligan brævapost. Fyri pakkar eru ávísar avmarkingar í støddini av endurgjaldinum, tá tað ræður um skaddan ella horvnan post, og endurgjald verður ikki veitt fyri seinking.

Til § 20.
Av tí at postflutningur má metast sum týðandi samfelagsmál, verður tað hildið neyðugt, nú møguleikar verða skaptir fyri frælsari kapping á hesum øki, at privatir postvinnurekandi hava skrásetingarskyldu til tess at gera eitt ávíst eftirlit møguligt.

Eftir stk. 5 kann landsstýrismaðurin lata øðrum upp í hendur at útinna skráseting og eftirlit. Her verður hugsað um annan almennan stovn, sum hóskandi kann átaka sær uppgávuna. Mett verður ikki, at tørvur er á nýggjum almennum stovni at taka sær av hesum uppgávum.

Til §§ 21 og 22.
Í § 22 verða tær revsireglur, ið eru galdandi fyri tey, sum virka í almennari tænastu, víðkaðar til eisini at galda fyri privat postvinnurekandi og starvsfólk teirra. Sí viðm. til § 18.

Til §§ 23 og 24.
Í § 23 verður gamla postlógin við seinni broytingum tikin av. Hetta merkir, at eisini broytingin frá 1998 um posthús verður tikin av, og hevur postverkið ikki longur skyldu at hava posthús á teimum støðum, ið eru nevnd í lógini um Postverk Føroya, men kann velja aðrar hættir at tæna borgarunum, um hetta verður mett at geva tænastuligar ella handilsligar fyrimunir. Tá lógin fer úr gildi, er ætlanin at regulera virksemið hjá Postverki Føroya við reglugerð, sum landsstýrismaðurin gevur, eins og t.d. verður gjørt við Strandfaraskipum Landsins. Fyribils uppskot til slíka reglugerð, ið er send til ummælis hjá Postverki Føroya, er hjáløgd sum skjal 3.

Í § 23 verður eisini ásett, at lógin fær gildi 1. oktober 2001, tó við teimum undantøkum, ið eru ásett í § 24. Landsstýrið er av tí áskoðan, at einkarrætturin hjá Postverki Føroya skal varðveitast í einum trý-ára skeiði fram til og við 31. desember 2003. Í hesum tíðarskeiði skal arbeiðast við at fyrireika Postverk Føroya til kapping. Tí er ásett, at landið ikki kann undantaka partar av postflutninginum frá ásetta einkarrættinum ellan veita konsessión til aðrar postvinnurekandi fyrr enn 1. januar 2004.

Fleiri nýggjar kunngerðir skulu setast í gildi við heimild í nýggju lógini, og gongd má fáast á aftur arbeiðið at skipa eitt posteftirlit. Mett verður tí, at tað er hóskandi, at lógin kemur í gildi 1. oktober 2001.

Eftir uppskotinum fer gamla lógin á økinum úr gildi, samstundis sum nýggja lógin kemur í gildi, men tó soleiðis, at nakrar kunngerðir, sum søktu sær heimild í gomlu lógini, nú hava heimild í nýggju lógini.

Kunngerðirnar, ið verða verandi í gildi, eru kunngerð nr. 66 frá 14. juli 1999 um postgjøld og kunngerð nr. 92 frá 5. desember 1979 um Jólamerkjagrunnin.

Hjáløgd skjøl:

  1. Ummæli postverksins av lógaruppskotinum, ið varð lagt fram í seinastu tingsetu, dagfest 19. januar 2001.
  2. Ummæli postverksins av lógaruppskotinum, ið varð lagt fram í seinastu tingsetu, dagfest 15. februar 2000.
  3. Fyribils uppskot til reglugerð fyri Postverk Føroya.

 

1. viðgerð 08.08.2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 21. september 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 2. august 2001 og eftir 1. viðgerð tann 8. august 2001 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 16., 23. og 30. august og 6. og 20. september 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Føroya Postfelag, Prentmiðstøðina, Bjarna Djurholm, landsstýrismann, og postverksstjóran.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Heini O. Heinesen, Jákup Suni Joensen, Jógvan á Lakjuni og Kári P. Højgaard):

Fyriliggjandi uppskot er tað triðja í røðini um postvirksemi og virksemi hjá Postverki Føroya. 5. mars 1998 legði táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, Ivan Johannesen, fram uppskot um postvirksemi og uppskot til løgtingslóg um at skipa Postverk Føroya sum alment partafelag, løgtingsmálini 148 og 149/1997. Bæði uppskotini fullu burtur, tá val varð útskrivað. Í seinastu tingsetu varð uppskot til løgtingslóg um postvirksemi lagt fyri tingið, løgtingsmál nr. 55/2000. Hetta uppskot, sum so at siga var átøkt hesum uppskoti, fall burtur, tí tað ikki kom aftur úr nevnd, áðrenn tingsetan endaði.

Meirilutin heldur, at lógaruppskotið ger eina ógreiðu í spurninginum um, hvussu Postverk Føroya skal skipast sum stovnur í framtíðini við tað, at løgtingslógaruppskotið tekur av lógargrundalagið undir Postverki Føroya, Ll. nr. 17 frá 31.03.1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum

Meirilutin heldur ikki, at skipanin av Postverki Føroya er ein partur av málinum. Hetta er sjálvstøðugt mál, sum tingið seinni má taka støðu til, og tá undir hvørjum formi Postverk Føroya skal rekast - sum partafelag, sum grunnur ella sum vanligur landsstovnur.

Meirilutin skjýtur tí upp, at kap. 1 í lóg um Postverk Føroya verður standandi. Tað vil siga, at verandi lóg í framtíðini kemur at vera galdandi fyri landsstovnin Postverk Føroya, sum er tænastuveitandi stovnur, og sum lógin eisini sigur í § 1, stk. 2:

  1. at lúka landsins tørv á post- og peningaflutningi innlendis og millum Føroyar og útheimin,
  2. at vera tænastuveitandi stovnur, og í so stóran mun sum gjørligt rikin út frá handilsligum sjónarmiðum,
  3. at laga seg eftir menning samfelagsins og átaka sær víðkað virksemi, tá ið viðurskiftini tala fyri tí,
  4. at hava samvinnu á breiðum grundarlag við strandferðsluna, telefonverkið, gjaldstovuna og aðrar almennar stovnar.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur boðað frá, at eingin peningur verður settur av á fíggjarlógini til postverkið, um so er, at lógin um postvirksemi ikki verður avgreidd í Løgtinginum fyrst. Tá hetta er gjørt, er ætlanin at nýta 56 mió. kr. yvir 3 ár til at nútímansgera teldukervið, bygningar, arbeiðstól, til útbúgving av starvsfólki, fyritíðarpensjónsmøguleikar o.a.m.

Ásannast má, at støðan í postverkinum er álvarslig, um eingin peningur verður játtaður til rakstur. Neyvan er hugsandi, at hesin almenni stovnur framhaldandi kann veita somu góðu tænastu til allar borgarar landsins - eisini í útjaðaranum, uttan ein árlig játtan til rakstur fylgir við.

Meirilutin er samdur um, at Postverk Føroya eigur framhaldandi at vera ein samanhangandi eind, sum røkkur út í hvønn krók í landinum, og kann nøkta allan tørv, sum krevst av eini nútímans postalari fyritøku.

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 23 verður "úr gildi" broytt til "úr gildi §§ 6 – 49 í "

Minnilutin (Henrik Old, Dan R. Petersen og Alfred Olsen) hevur hesar viðmerkingar:

Fyriliggjandi uppskot er eingin loysn fyri postverkið, men skumpar bara trupulleikarnar 2 ár fram soleiðis, at landsstýrissamgongan sleppur burtur úr einum stórum politiskum trupulleika, sum eingin av landsstýrisflokkunum hevur politiskan rygg at loysa.

Politiskt eigur at gerast greitt, um postverkið skal vera ein vinnufyritøka ella ein servicestovnur hjá tí almenna.

Um so er, at seinasta loysnin verður vald, so eigur Løgtingið at hava ávirkan á, hvussu postverkið frameftir skal verða skipað.

Einastu politisku tekin, ið komin eru fram, eru, at avtala er gjørd millum Bjarna Djurholm, Sámal Petur í Grund og Høgna Hoydal, landsstýrismenn, um, at eitt uppskot skal koyrast gjøgnum Løgtingið uttan nakra politiska nýhugsan.

Minnilutin ger vart við, at hóttan um uppsagnir ikki er burtur við verandi uppskoti, tí hettar ikki gevur postverkinum møguleika at fáa aðrar inntøkur enn, hvat ein tilvildarligur politiskur meiriluti av og á játtar.

Harumframt verður ásetingin um, hvar posthús skulu vera, strikað, og týðiliga er komið fram undir nevndarviðgerðini, at eitt stórt tal av posthúsum skal leggjast niður. Umframt at størv verða flutt frá smærru bygdunum til bygdir, har økisposthús vera.

Tað at steingja stórt tal av posthúsum fer serliga at síggjast aftur í útjaðaranum, har posttænastan sambært útjaðaraálitinum frammanundan ikki er nøktandi. Harumframt er ikki tikin politisk støða til, hvør tænasta skal bjóðast útjaðaranum, har tænastan vanliga gevur hall.

Tað er harmiligt, at eingin viðgerð er farin fram av møguleikunum hjá postverkinum sjálvum at vinna sær aðra inntøku enn hana, sum postverkið hevur einkarrætt uppá, og sum postverkið hevur skyldu at bera út.

Triði møguleikin hjá postverkinum at vinna inntøkur er at taka lut í kappingini um flutning á jøvnum føti við aðrar fyritøkur, henda møguleika er als ikki tikin politisk støða til, men einans at onnur kunnu koma inn at kappast, har postverkið fyrr hevur verið einsamalt.

Ætlanin um stórar millióna íløgur í eitt postverk, ið einans hevur eitt lógarverk, sum fyri ein part gongur út 1. januar 2004, heldur minnilutin vera óamannaverk.

Minnilutin kann sostatt ikki taka undir við, at tann góða tænasta, sum postverkið veitir viðskiftafólki sínum í dag, fer at versna, og mælir Løgtinginum til at fella fyriliggjandi uppskot, sum hvørki er fuglur ella fiskur. Men mælir heldur til at lata verandi lóg halda fram nakrar mánaðir aftrat, til eitt nýtt landsstýri hevur tikið við, og sum er ført fyri at gera veruligar nýhugsanir innan postverkið til fyrimuns fyri bæði starvsfólk og serliga tey, ið skulu brúka postverkið í framtíðini.  

2. viðgerð 28. september 2001. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Jákup Suna Joensen, Jógvan á Lakjuni og Kára P. Højgaard til § 23 samtykt 18-10-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 16. oktober 2001 løgdu tingmenninir Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

Í § 23 verður "1. oktober 2001" broytt til "1. desember 2001".

3. viðgerð 16. oktober 2001. Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen og Kára P. Højgaard til § 23 samtykt 16-13-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 15-2-12. Málið avgreitt.

 

Lms.j.nr.: 524-0003/2000
Vms.j.nr.: 200000135
Ll.nr. 135 frá 18.10.2001