Pensjónir

 

4 Uppskot til  samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 2. august, legði Edmund Joensen , løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum

Løgtingið heitir á landsstýrið um at gera lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið soleiðis, at Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verða játtaðar 400 milliónir krónur í 2001 og aftur 400 milliónir krónur í 2002.

Endamálið við játtanini er:

1. at upphæddin verður løgd afturat stovnsfæðnum hjá grunninum.

2. at avkastið av upphæddini verður goldið pensiónistum afturat grundupphæddini í pensiónini.

Goldið verður út fyrstu ferð tann 1. januar 2002, og útgjaldið hækkar tann 1. januar 2003.

Viðmerkingar:
Ætlanin við hesum uppskoti er at hækka grundupphæddina hjá øllum pensiónistum, fyrstu ferð frá 1. januar 2002 (tað sum 400 mió. krónur kasta av sær) og aðru ferð frá 1. januar 2003 (tað sum 800 mió. krónur kasta av sær).

Tær fyrstu 400 mió. krónurnar verða játtaðar sum eykajáttan á fíggjarlóg landsins fyri 2001 (landsstýrið leggur fram uppskot um hetta beinanvegin, saman við hesum uppskotinum). Tær næstu 400 mió. krónurnar verða settar beinleiðis á fíggjarlógina fyri 2002.

Sambandsflokkurin vil á henda hátt tryggja føroyskum pensiónistum eitt hægri gjald, sum samstundis er sjálvfíggjandi, av tí at bert avkastið av stovnsfænum verður goldið út. Hetta kemur sostatt ikki at økja skattin hjá fólki, men verður eitt varandi og sjálvfíggjandi tiltak.

Tiltakið upphitar ikki føroyska búskapin av týdningi, av tí at tær 800 mió. krónurnar verða standandi í grunninum, meðan bert avkastið verður goldið út.

Hetta tiltakið kundi verið framt í serligum grunni til endamálið, men tá ið peningurin fer til somu pensiónistar, sum Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er ætlaður til, og grunnurin longu hevur ta neyðugu umsitingina, verður skotið upp, at sami stovnur eisini umsitur henda pening.

Hædd má takast fyri, at botnfrádrátturin í skattinum verður reguleraður soleiðis, at øll upphæddin kemur pensjónistunum til góðar.

Eldrabylgjan nærkast
Sambært hagtølum eru umleið 6.500 pensiónistar í Føroyum í løtuni, men roknað verður við, at hetta talið fer upp um 9.000 innan fyri tey næstu 20 árini. Tí er alneyðugt at gera tiltøk hesum viðvíkjandi, áðrenn eldrabylgjan av álvara ger vart við seg.

Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at landsstýrisins ætlan um at skerja blokkstuðulin við 300- til 400 mió. krónum í komandi ári er ein óforsvarlig "panikkhandling" her ímóti endanum av landsstýrisskeiðnum. Hetta tiltak hevur ikki nakað sakligt ella fakligt grundarlag at byggja á.

Tvørturímóti hevur føroyska samfelagið, umframt tørvin á at betra um umstøðurnar hjá teimum eldru, eisini alstóran tørv á peningi til niðurgjalding av stóru skuldini, á útbyggingum á samferðslukervinum, á útbygging av almanna- og heilsuøkinum o.s.fr.

Hetta uppskotið er sett fram sum eitt alternativ til uppskotið frá samgonguni um at minka og taka burtur blokkstuðulin. Styrkurin upp á 800 mió. krónur til tey gomlu og brekaðu kostar sostatt ikki restini av Føroya fólki eitt oyra. Tvørturímóti er pláss fyri at økja um styrkin við fleiri hundrað mió. krónum afturat.

Sigast kann av røttum, at aftaná kreppuna, sum undanfarnu landsstýrini og danska stjórnin megnaðu at koma Føroyum burturúr, hava vit havt óvanliga góðar innløgutíðir í landinum. Hóast rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini eru øktar einar 700 mió. krónur undir hesum landsstýrinum, so hevur kortini verið talan um rímiliga stórt avlop á fíggjarlógini seinastu árini.

Hesi avlop eru ogn hjá øllum Føroya fólki og eiga tí at koma øllum føroyingum til góðar, ikki minst sum trygd hjá okkara gomlu og heilsubrekaðu.

1. viðgerð 08.08.2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 19. september 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 2. august 2001, og eftir 1. viðgerð tann 8. august 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 22., 29., 31. august og 19. september 2001. Málið snýr seg um, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at gera lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið soleiðis, at Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verða játtaðar 400 milliónir krónur í 2001 og aftur 400 milliónir krónur í 2002. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, og Sigurð Poulsen, landsbankastjóra, ið umsitur Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Sjónarmið landsbankastjórans eru lýst í nevndarskjali A.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á, at landsstýrissamgongan í samgonguskjalinum ásannar, at pensjónsøkið er afturútsiglt og verður tikið til viðgerðar. Endamálið hjá landsstýrinum er, at øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn. Meirilutin vísir á, at pensjónirnar eru hækkaðar í hesum valskeiði, og at landsstýrið í hesi tingsetu fer at leggja fram lógaruppskot um eftirlønarskipan. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Jógvan Durhuus og Heini O. Heinesen hava harumframt hesa viðmerking: Tjóðveldisflokkurin var partur av samgonguni, sum gjørdi lógina um samhaldsfasta eftirlønargrunnin. Flokkurin hevur somu støðu í dag, og halda vit, at hetta er besta og skjótasta loysnin at hækka pensjónina hjá teimum, sum bara hava fólkapensjónina at líta á í dag. Um inngjaldið til samhaldsfasta varð hækkað, og tilsvarandi lækking varð givin í skattinum hjá løntakarunum, hevði hetta munað beinanvegin.

At Sambandsflokkurin hevur broytt støðu og tekur undir við tí samhaldsføstu skipanini er bara at fegnast um.

Stevna Tjóðveldisfloksins er: Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin verður umskipaður til ein samhaldsfastan fólkapensjónsgrunn. Henda skipan liggur uttan fyri vanligu fíggjarlógina og skal tryggja øllum, sum ikki hava aðra pensjónsskipan, eina fólkapensjón, sum er munandi betri enn í dag.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen, Eilif Samuelsen og Vilhelm Johannesen) vísir á, at undir viðgerðini í fíggjarnevndini er einki alternativ til uppskot Sambandsfloksins um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum komið frá samgonguflokkunum.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen, Eilif Samuelsen og Vilhelm Johannesen) er tí sannførdur um, at fyriliggjandi uppskot er bæði neyðugt og rætt, serliga tá ið hugsað verður um tímalønta familjuløntakaran, sum ongan møguleika hevur at spara upp til eina rímiliga kapitalpensjón, eftir at hann hevur goldið skatt, rentur og avdrátt.

Minnilutin er samdur við Føroya Arbeiðarafelag, tá sagt verður, at uppskotið er eitt stig rætta vegin og er ein forðan fyri tí stættarmuni, sum kann fara at taka seg upp, um ein tvungin kapitalpensjón gerst einasti møguleiki hjá tí tímalønta sum frá líður.

Eisini skal gerast vart við, at teir báðir landsstýrismenninir, sum vóru á fundi í fíggjarnevndini, ikki høvdu aðra viðmerking til uppskotið, enn at teir uttan nakra grundgeving annars mæltu frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin mælir Løgtinginum til at bøta um viðurskiftini hjá pensjónistunum við at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 28. september 2001. Uppskot til samtyktar fall 11-0-17. Málið avgreitt.