Yvirtøkur

 

5  Uppskot til  løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini
( Yvirtøkulógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2001, 2. august, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin)

§ 1. Samsvarandi løgtingssamtyktini frá 20. apríl 2001 um sjálvstýri Føroya fólks, § 46 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya og § 2 í heimastýrislógini (B. Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre) eru øll mál og málsøki á lista A í heimastýrislógini yvirtikin sum føroysk sermál við gildi frá 1. januar 2002.
Stk. 2. Hóast stk. 1 fevnir henda lóg ikki um málini og málsøkini serforsorg, fólkatrygging, heilsumál, læknar, jarðarmøður og sjúkrahús.

§ 2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Hesar lógir og ásetingar fara úr gildi hin 1. januar 2002:

  1. Lov nr. 51 af 14. februar 1979 for Færøerne om folkeskolen, som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 267 af 15. juni 1979.
  2. Lov nr. 52 af 14. februar 1979 for Færøerne om læreruddannelsen, som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 71 af 1. marts 1984.
  3. Lov nr. 53 af 14. februar 1979 for Færøerne om fritidsundervisning m.v., som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 152 af 20. marts 1986.
  4. Lov nr. 54 af 14. februar 1979 for Færøerne om handelskoler, tekniske skoler samt maskinmester- og maskinistskoler, som sat i kraft på Færøerne ved bekendtgørelse nr. 363 af 9. august 1979.
  5. Ásetingarnar um almenna forsorg í Lov nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne.

Stk. 3. Løgtingslóg, ið er sett í gildi samsvarandi lóg ella áseting, sum fer úr gildi sambært stk. 2, heldur fram at vera í gildi.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

Lógin verður sett í gildi í Føroyum í fullum samsvari við løgtingssamtyktina frá 20. apríl 2001 um sjálvstýri Føroya fólks, grein 46 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya og grein 2 í heimastýrislógini (B. Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31.03.1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre).

Við øðrum orðum, yvirtøkuleisturin í lógini er longu ásettur í løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks. Sambært grein 46 í stýrisskipan Føroya verða yvirtøkur framdar sambært løgtingslóg og sambært grein 2 í heimastýrislógini kunnu yvirtøkurnar, ið sipað verður til, verða framdar við einvísari føroyskari avgerð.

Lógin hevur sum aðalendamál at fremja skipaðar yvirtøkur av øllum málum og málsøkjum á lista A í heimastýrislógini. Tó eru málini og málsøkini serforsorg, fólkatrygging, heilsumál, læknar, jarðarmøður og sjúkrahús undantikin.

Sambært grein 4 í heimastýrislógini kunnu yvirtøkur verða framdar av málum og málsøkjum við atliti at lóggávuvaldi og útinnandi valdi. Viðvíkjandi skúlamálum og almennari forsorg eru yvirtøkurnar longu framdar við atliti at útinnandi valdi samsvarandi grein 9 heimastýrislógini. Sostatt verður í hesum føri talan um at taka yvir hesi mál og málsøki við atliti at lóggávuvaldi, heruppií fíggjarvaldi. Tað verður gjørt samsvarandi grein 2 í heimastýrislógini.

Sjálvar yvirtøkurnar fara ikki at krevja lógarbroytingar. Lagt verður upp fyri hesum í lógini. Tó kunnu lógarbroytingar verða framdar seinni til tess at skipa lógarøkini betur, og tí at politiskur vilji annars er fyri tí.

Tilgongdin fer at hava avleiðingar fyri inntøkur á fíggjarlógini við tað, at heildarveitingarnar úr Danmark verða lækkaðar samsvarandi yvirtøkunum.

Útrokningar hjá Fíggjarmálastýrinum vísa, at skúlamál eru sum partur av heildarveitingunum 261 milliónir krónur og almenn forsorg 95 milliónir krónur. Heildarveitingarnar lækka sostatt 356 milliónir krónur og verða 626 milliónir krónur fyri fíggjarárið 2002.

Um heildarveitingarnar er at siga, at ivasamt er, hvørt tær halda fram, og í hvønn mun, um so verður. Danska stórnin bendir nú á, at heildarveitingarnar eiga at verða tengdar at búskapargongdini í Føroyum. Heldur vøksturin í føroyska búskapinum fram sum higartil, verður føroyski búskapurin størri enn tann danski fyri hvønn íbúgva í næstu framtíð. Harumframt er væntandi, at búskaparvøksturin í Føroyum fer at hava við sær, at heildarveitingarnar allar sum tær eru, verða spardar næstu árini til tess at byrgja fyri skaðiligum árinum á føroyska búskapin.

Afturat hesum er semjan við donsku stjórnina frá 22. desember 1992 um at taka yvir føroysku undirgrundina, ið ásetir, at samráðingar verða um at lækka heildarveitingarnar til Føroya, um inntøkur verða frá kolvetnisvinnu í Føroyum.

Oman fyri standandi metingar av fíggjarligu avleiðingunum eru sostatt at skilja sum ein lýsing av, hvørjar avleiðingarnar fyri inntøkur landskassans í mesta lagi kunnu verða, treytað av, at heildarveitingarnar ikki verða einvíst skerdar av donsku stjórnini.

Harumframt eigur at verða havt í huga, at verða heildarveitingarnar allar sum tær eru beindar í umfar í føroyska búskapinum, verður líkt til, at hann verður ovurupphitaður og eftir stuttari tíð kollsigldur.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar
samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til § 1:
Í fyrsta stykki verður ásett, at øll mál og málsøki á lista A í heimastýrislógini eru yvirtikin sum føroysk sermál hin 1. januar 2002. Í høvuðsheitum verður talan um skúlamál og almenna forsorg.

Í øðrum stykki verður ásett, at hóast ásetingarnar í fyrsta stykki, fevnir lógin ikki um málini og málsøkini serforsorg, fólkatrygging, heilsumál, læknar, jarðarmøður og sjúkrahús. Uppi í hesum eru eisini løggildingar av starvsfólkum í heilsuverkinum. Við øðrum orðum, hesi mál og málsøki verða yvirtikin seinni sambært lóg.

Til § 2:
Í fyrsta stykki verður ásett, at lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Í øðrum stykki verður ásett, hvørjar lógir og ásetingar fara úr gildi, samstundis sum yvirtøkur av ávísum lógarøkjum verða framdar sambært grein 1. Hesar lógir og ásetingar verða settar úr gildi vegna tess, at tær verða óvirknar, tá ið yvirtøkurnar eru framdar.

Í triðja stykki verður ásett, at hóast hesar lógir og ásetingar verða settar úr gildi, halda løgtingslógir fram at vera í gildi, ið eru settar í gildi samsvarandi hesum lógum og ásetingum.

1. viðgerð 10.08.2001. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 19. september 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram 2. august 2001, og eftir 1. viðgerð tann 10. august 2001 varð málið beint í uttanlandsnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14., 22. og 28. august og 4., 5. og 19. september 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Búskaparráðið og landsstýrismenninar í undirvísingar- og mentamálum, fíggjarmálum, almanna- og heilsumálum, rættar- og sjálvstýrismálum og løgmann.

Nevndin hevur eftir viðgerðina býtt seg í fýra minnilutar.

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu og Helena Dam á Neystabø) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin hevur verið opin fyri, at øll áhugamál kundu lýsast undir nevndarviðgerðini. Fleiri kunnandi fundir hava verið við viðkomandi landsstýrismenn og umsitingar teirra, og greiða er fingin á teimum ivamálum, ið uppi hava verið.

Í uppskotinum verður víst til løgtingssamtyktina um sjálvstýri Føroya fólks, stýrisskipanarlógina og heimastýrislógina, og mælt verður til at yvirtaka øll mál og málsøki á lista A í heimastýrislógini. Tó eru málini og málsøkini serforsorg, fólkatrygging, heilsumál, læknar, jarðamøður og sjúkrahús undantikin.

Lógin fevnir einans um málsøki á lista A og sjálvandi ikki um onnur málsøki, t.d. tey á lista B ella onnur, ið hvørki eru nevnd á lista A ella B í heimastýrislógini.

Samtyktin hevur sum aðalendamál at fremja eina skipaða sjálvstýristilgongd í Føroyum, ið hevur við sær, at føroyski búskapurin verður tillagaður, sjálvberandi, og Føroya fólk verður sjálvstýrandi.

Sum fyrr fráboðað er leisturin fyri sjálvsýristilgongdini gjørdur við langtiðaráhugamálum Føroya fólks í huga soleiðis, at fyrisiting landsins kann byggja á og fremja sjálvstøðu landsins á einum tryggum grundvølli.

Vísandi til, at vit lutvíst eru undir danskari lóggávu í teimum málum, ið yvirtikin verða, taka fleiri ivamál seg upp í sambandi við lógargrundarlagið undir hesum yvirtøkum. Einki óvanligt er í hesum, og hava vit eina røð av fordømum í so máta.

Tað er Løgmansskrivstovan, ið situr fyri teimum politisku og rættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og tað er hon, ið er evsti fyrisitingarligi tulkingarmyndugleiki í Føroyum, tá ið um heimastýrislógina ræður.

Tær ósemjur, sum møguliga fara at taka seg upp um tulkingar av lógargrundarlagnum frameftir, verða greiddar í samráð millum danska forsætismálaráðið og Løgmansskrivstovuna, so sum § 6 í heimastýrislógini fyriskrivar.

Danskar lógir, ið eru í gildi, verða verandi í gildi, til tær verða broyttar ella settar úr gildi av avvarðandi myndugleikum, og løgtingslógir, ið eru í gildi við heimild í danskari lóggávu, verða sjálvsagt verandi í gildi.

Eingin lóg fer úr gildi, bara tí at hon verður løgd undir føroyskt málsræði, einans er talan um, at førleikin til at inna lógina í verki verður lagdur undir føroyskar myndugleikar í og við, at málsræðið er vorðið føroyskt.

Minnilutin heldur tað ikki vera rímiligt at greina út, hvørjar ásetingar fara at liggja undir donskum, og hvørjar ásetingar fara at liggja undir føroyskum myndugleikum. Roknað verður við, at hetta er eitt fyrisitingarligt mál, sum, verður tað hildið neyðugt, kann verða skipað sambært løgtingslóg. Fordømi um tílíka mannagong eru mong, eitt nú á apoteks- og vanlukkutryggingarøkinum, búnaðar- og fjarskiftisviðurskiftum, eins og á skipaeftirlitsøkinum.

Skilt verður tí millum lóggávu um sjálva yvirtøkuna og lóggávu um at endurskoða rættarreglurnar á teimum ymsu málsøkjunum.

Ein annar minniluti (Edmund Joensen og Heðin Mortensen) tekur ikki undir við uppskoti landsstýrisins, men hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:

Til seinasta løgtingsval kappaðust núverandi samgonguflokkar um, hvør ið kundi bjóða veljarunum tað mest víðgongda loysingaruppskotið. Fólkaflokkurin kallaði sítt loysingaruppskot "Samríkjalóg", sum var ein skipan, ið skuldi setast í gildi á ólavsøku ár 2000. Sjálvstýrisflokkurin lovaði fólkinum eina fólkaatkvøðu, har atkvøðast skuldi um loysingarspurningin, og Tjóðveldisflokkurin vildi hava "skipaða loysing", har danski statskassin skuldi gjalda fyri eina búskaparliga tillagingartíð í 6 – 8 ár.

Ikki kann sigast, at hesir flokkar hava havt eydnuna við sær, hvat hesum politisku málsetningum viðvíkur. Ólavsøkan 2000 er bæði komin og farin, uttan at Føroyar hava fingið nakra samríkjalóg. Ætlaða fólkaatkvøðan hjá Sjálvstýrisflokkinum er avlýst, og skipaða loysingin við donskum pengum hjá Tjóðveldisflokkinum er dottin á gólvið.

Eftir valið skipaðu hesir flokkar samgongu, har høvuðsmálsetningurin var fullveldi. Samríkjalógin, skipaða loysingin og fólkaatkvøðan vórðu kókað saman til eina samanblandaða ætlan í 4 stigum. Tann skipaða og demokratiska gongdin fram móti føroyskum fullveldi kallaðu teir hesa ætlan.

Orðið "skipaða", átti Tjóðveldisflokkurin, "demokratiska" átti Sjálvstýrisflokkurin, og "fullveldi" átti Fólkaflokkurin.

Nú skuldi heimastýrislógin vendast á høvdið, varð sagt. Føroyingar skuldu hava evsta vald á øllum málsøkjum, men í eini skiftistíð skuldu ein hópur av málsøkjum tó kunna útdeligerast til donsku stjórnina at umsita.

Mesta arbeiðsorkan hjá stórum parti av almennu landsstýrisumsitingini hevur síðani tá verið nýtt til at skriva bøkur og rit, halda fundir og annars stuðla og styðja landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum í hansara stremban eftir at fremja sína stóru visión. Nógvar milliónir krónur eru eisini brúktar upp á propaganda av alskyns slagi at fremja tilgongdina við.

Tá allar fyrireikingar vóru lidnar, Hvítabók, Caragata álitið og "íslendsku tølini" fingin til høldar, og eitt høviskt orðað sáttmálauppskot varð skrivað, var farið til samráðingar.

Eina viku undan tí fyrsta samráðingarfundinum hevði landsstýrið á tíðindafundi almannakunngjørt, at Føroyar høvdu spart donsku stjórnini nógvan pening í limagjaldi til NATO. Henda provokasjón fekk donsku stjórnina til at gera eitt tilsvarandi roknistykki, sum skuldi vísa útreiðslur hjá donsku stjórnini av føroyingum í Danmark. – Harvið var støðið undir samráðingunum lagt. Ríkisfelagsskapurin varð gjørdur upp í krónum og oyrum.

Landsstýrið segði seg á fyrsta samráðingarfundinum ynskja 15 ára búskaparliga skiftistíð. Men heldur enn at kalla 15 ár fyri 15 ár, valdi landsstýrið at seta eitt roknistykki upp, sum segði, at Føroyar skuldu hava eina árliga veiting á 650 mió. krónur, sum skuldi halda fram, til føroyska bruttotjóðarúrtøkan var vaksin til eina so stóra upphædd, at tær 650 milliónirnar svaraðu til 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni. Frá tí degi skuldi blokkstuðulin minkast burtur eftir trimum árum.

Útrokningar av hesi uppseting landsstýrisins vístu, at tey 15 árini kundu eins væl enda uppi á 60 árum.

Svarið frá donsku stjórnini var, at talan bleiv einans um trý til fýra ára skiftistíð.

Í veruleikanum samsvaraði tilboðið frá donsku stjórnini væl við uppskotið um "skipaða loysing" hjá Tjóðveldisflokkinum, tí sambært donsku stjórnini skuldi stigvísa avtøkan av blokkstuðlinum ikki byrja fyrr enn í 2002 og enda í 2006.

Men landsstýrið vildi kortini ikki góðtaka hetta uppskotið, og síðani tá hevur landsstýrið brúkt øll síni uppfinnaraevni í royndini at fáa broytt hesi trý til fýra árini til eitt longri tíðarskeið. Ein roynd var gjørd at viga møguligar føroyskar oljuinntøkur upp í móti blokkstuðlinum í eini skiftistíð á 15 ár. Ein roynd var eisini gjørd at fáa sett nýggja ríkissáttmálan stigvíst í gildi soleiðis, at Føroyar kundu verða hangandi í ríkinum í 15 ár, og sostatt varðveita rættin til blokkstuðul í eina tíð. Afturat hesum segði landsstýrið seg eisini hava ein triðja møguleika kláran, nevniliga eitt uppskot um at øll uttanlandaskuldin í ríkinum skuldi verða løgd saman og síðani verða býtt millum partarnar eftir fólkatali. Harvið høvdu Føroyar verið so at siga skuldarfríðar, meðan danskir skattgjaldarar høvdu hingið upp á rokningina. Einaferð var talan eisini um at fáa eitt triðja land at vera semingsstovnur, men treytirnar frá donsku stjórnini vóru greiðar: Føroyar fingu fullveldi, um Føroya fólk ynsktu tað, men so merkti tað eisini, at føroyingar mistu danska ríkisborgararættin, og búskaparliga skiftistíðin bleiv trý til fýra ár.

Tá landsstýrið ongan annan møguleika sá, varð bræv sent til ST, har spurt varð um mannagongdir. Ein embætismaður stóð sum avsendari, hóast brævið innihelt nøkur greið politisk signal um samráðingarnar. Uttanlandsnevndin, sum landsstýrið sambært stýrisskipanarlógini skal ráðføra seg við um allar týdningarmiklar uttanríkispolitiskar spurningar, fekk einki at vita um brævið, fyrr enn ein útvarpsmaður fann tað í New York, og danska stjórnin visti um brævið, langt áðrenn føroyskir løgtingsmenn vistu nakað.

Keldur í ST søgdu seg ikki duga at síggja, at tey kundu leggja seg út í málið, tí talan var ikki um vápnað stríð, og danska stjórnin hevði heldur ikki sett seg ímóti, at Føroyar gjørdust fullveldisríki, men hevði tvørturímóti latið Føroya fólki avgerðarrættin. Harumframt hevði tað eisini týdning, at ætlanin var at hava eina fólkaatkvøðu í Føroyum um spurningin.

Við øðrum orðum kann sigast, at "tann skipaða og demokratiska gongdin fram móti føroyskum fullveldi" var ov demokratisk fyri ST - um enn hon av landsstýrinum var illa skipað.

Tann 26. oktober í fjør slitnaðu samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina, og 2. november boðaði landsstýrið frá eini nýggjari fullveldisætlan, sum vendi gomlu ætlanini á høvdið. Um hesa nýggju ætlan skuldi fólkaatkvøða vera í apríl í ár. Seinni varð fólkaatkvøðan flutt til 26. mai, og uppaftur seinni varð hon avlýst.

Løgmaður boðaði longu á øðrum samráðingarfundinum við donsku stjórnina frá, at hann ikki ætlaði sær at taka undir við nakrari skipan, ið føroyingar ikki fóru at taka undir við. Fyri hann var tað ógvuliga týdningarmikið, at avtalan, ið fekst í lag, var ein avtala, sum kundi fáa breiðan meiriluta í Føroyum.

Men hóast hetta, so arbeiðir landsstýrið nú eftir eini ætlan, sum løgmaður ikki vildi hava fólkaatkvøðu um, tí fólkið tók ikki undir við hesi ætlan. "Tann skipaða og demokratiska gongdin fram móti føroyskum fullveldi" er nú ikki bara óskipað, men hon er sanniliga eisini blivin meira ódemokratisk.

Tíðin hjá hesari samgonguni er við at ganga undan. Valdagurin nærkast í hvørjum, og flokkarnir skulu skjótt aftur standa andlit til andlits við sínar veljarar.

Teir fólkafloksveljarar, sum til seinasta løgtingsval valdu samríkjalóg, mugu nú hava eina frágreiðing um, hví teir ikki fingu eina samríkjalóg.

Teir sjálvstýrisveljarar, sum til seinasta løgtingsval valdu fólkaatkvøðu um loysing, mugu nú hava eina frágreiðing um, hví teir ikki fingu hesa fólkaatkvøðu.

Og teir tjóðveldisveljarar, sum til seinasta løgtingsval valdu "skipaða loysing", mugu eisini hava eina frágreiðing um, hví heldur ikki teir fingu ta skipaðu loysingina.

Fyri at kunna vísa á nøkur ítøkilig úrslit av onkrum slagi við komandi løgtingsval, hevur landsstýrið nú í tólvta tíma vent fullveldisgongdini á høvdið. Tað vil siga, at tann viðvenda heimastýrislógin er viðvend einaferð afturat, og landsstýrið er, sum av torvheiðum, komið aftur, har sum tað byrjaði fyri trimum-fýra árum síðani.

Við heimastýrislógini frá 1948 í hondini er ætlanin nú at gera nakrar illa fyrireikaðar yvirtøkur, sum skulu rættvísgera svikin vallyfti.

Uttanlandsnevndin hevur spurt landsstýrismenninar, ið umsita økini, nakrar spurningar, men svarini frá teimum hava givið eina ábending um, at landsstýrismenninir sjálvir ikki vita so nógv um ætlaðu yvirtøkurnar.

Hvørki landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum ella landsstýrismaðurin í skúlamálum dugdu at siga uttanlandsnevndini, hvussu komið er fram til, at teirra øki umboðar tann partin av blokkstuðlinum, sum uppskotið um yvirtøkulóg sigur, at tey gera.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum veit ikki, hvat orðið "yvirtøka av almennari forsorg" nágreiniliga fevnir um. Hann veit ikki, hvørji øki verða yvirtikin, og heldur ikki veit hann, hvat lógargrundarlag talan er um.

Ikki er greitt, hvørjar lógir verða avtiknar, og hvørjar framvegis vera galdandi eftir 2002.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum veit ikki, hvørjar treytir mugu setast viðvíkjandi útreiðsluvøkstri landskassans komandi árini, um hesar yvirtøkur verða gjørdar, og hann sigur seg framvegis arbeiða út frá teirri fortreyt, at búskaparliga skiftistíðin røkkur yvir eitt longri áramál.

Sambært viðmerkingunum í álitinum um stýrisskipanarviðurskifti Føroya verður sagt um § 46 í stýrisskipanarlógini, at yvirtøka eftir heimastýrisins ynski skal fara fram við løgtingslóg. Hetta fer fram á tann hátt, at tað í løgtingslóg greidliga verður sagt frá, hvat málsøki Løgting og løgmaður yvirtaka lóggávuvaldið á.

Staðfestast má, at her er talan um eina yvirtøku, har eingin veit, hvat málsøki Løgting og løgmaður yvirtaka lóggávuvaldið á.

Minnilutin  kemur til ta niðurstøðu, at her er talan um eitt illa fyrireikað lógaruppskot, sum er gjørt í panikki, og sum landsstýrið ætlar at skunda ígjøgnum. Eingin kennir avleiðingarnar, og ógreitt er, um ætlanin heldur juridiskt.

Edmund Joensen og Heðin Mortensen mæla landsstýrinum til í stundini at sleppa síni endurskoðaðu loysingarætlan, sum hevur til endamáls at lirka skaðiligar politiskar avgerðir ígjøgnum uttan um fólksins vilja.

Samgongan eigur ístaðin at viðurkenna tann óreingiliga veruleika, at Føroya fólk tekur ikki undir við fullveldisætlanini, og út frá hesi sannroynd eigur politiska kósin at verða sett.

Edmund Joensen og Heðin Mortensen mæla til, at samráðingar verða tiknar upp við ríkisstjórnina um eina nýggja skipan millum londini við greiðum valds- og ábyrgdarbýti, sum greitt gevur Løgtinginum evsta vald í yvirtiknum málum.

Minnilutin vísir á Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins, sum varð almannakunngjørt í august 1999. Minnilutin ásannar, at hetta uppskot er besta amboð í samráðingum fram í móti einum meira sjálvbjargnum Føroyum, har vælferðarsamfelagið verður ment og varðveitt, og har komandi ættarlið fáa fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi.

Henda skipan gevur føroyingum møguleikar fyri reellum sjálvstýri í Føroyum, sum verður ment og útbygt í samsvari við okkara umsitingarligu og fíggjarligu førleikar.

Henda skipan gevur eisini tí einstaka føroyinginum størri persónligt frælsi, enn ein skipan við fullveldi kann geva.

Ein triði minniluti (Jóannes Eidesgaard) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur annars hesar viðmerkingar til málið:

Nú kongurin varð lagdur í upprunaligu fullveldisætlanini, og nú mest útskeldaða lóggáva, menn vita um, er tikin fram sum framtíðar grundarlagið fyri sjálvstýrispolitikkinum, so sigur tað seg sjálvt, at kenslurnar millum manna eru ymiskar. Teir, sum fingu sín vilja, teir eru glaðir í tí stilla, tí ikki ber til at bretta sær á, tí fólk skulu helst halda, at teir ynsktu fullveldi, meðan teir, sum veruliga vildu hava fullveldi, teir eru vónbrotnir. Og ikki kemst uttanum, at væl var telvað hjá teimum, sum fingu sín vilja, meðan hin parturin var í so góðtrúgvin.

Fólkaflokkurin stendur í dag sum stóri sigursharrin í hesum máli, tí tað hevur ongantíð verið teirra ætlan, at komast skuldi longur á leið í fullveldismálinum, enn komið er. Í samfull trý ár hava teir fyri opnum teppi framført ein sjónleik, har ikki bara áskoðararnir tóku teir fyri fult, men sanniliga eisini teirra viðspælarar. Hetta var ætlanin frá fyrsta degi av, tá teir í 1998 so braneggjaðir søgdu seg ynskja fullveldi í hesum valskeiði.

Men soleiðis er tað í øllum lívsins viðurskiftum, at teir meira besnissaðu vinda hinar um fingurin.

Nú skulu vit ikki taka synd í teimum, sum hildu, at eitt orð framvegis er eitt orð, men vit kunnu bert vísa á, at hetta spáddu vit fyri gott og væl trimum árum síðani. Vit søgdu longu tá, at tað ikki fór at verða andstøðan, sum fór at forkoma fullveldisætlanini, men partar av teirra egnu samgongu.

Men líkt er til, at sjónleikurin ikki steðgar her. Tí mangt bendir á, at Fólkaflokkurin eisini hevur fingið Tjóðveldisflokkin til at trúgva, at tað var danska stjórnin, sum forðaði føroyingum at taka fullveldi. Løgmansrøðan sigur tað so greitt, at samráðingarnar slitnaðu, tí danska stjórnin ikki vildi viðurkenna okkum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Hetta má sigast at vera ein neyðlygn, tí sannleikin 9. mai 2001 er, at næstan eitt samt Fólkating tá samtykti fylgjandi: "Folketinget tilkendegiver, at det er den færøske befolkning, der afgør Færøernes fremtidige tilknytningsforhold til Danmark. Det gælder såvel et ønske om at etablere en suveræn stat som et ønske om at udvikle samarbejdet inden for rigsfællesskabet." Hetta eru orðini, sum veruliga hava týdning, og ikki hvat man fyri at bjarga egnum trúvirði leggur øðrum av orðum í munnin, og tí kemur landsstýrið ikki langt við alskyns undanførslum um, hví fullveldið doyði í føðingini. Føroyingar vita betur. Landsstýrið tordi ikki, tá á stóð. Landsstýrið tordi ikki at fara út og spyrja Føroya fólk, um tað góðtók eina loysing við 4 ára skiftistíð. Summa summarum: Landsstýrið forkom sjálvt ætlanini frá 1998, bert spell um fleiri í samgonguni enn ikki hava innsæð tað.

Í staðin fáa vit so eitt uppskot sum hetta málið, sum landsstýrið nú pyntar við heitinum Yvirtøkulógin, har heimastýrislógin, sum sambært Fólkaflokkinum og serliga Tjóðveldisflokkinum hevur status av at vera ein delegasjón frá donskum myndugleikum, er sjálvt fundamentið undir nýggju sjálvstýriskósini.

Og hvat hendir so, tá man brúkar eina avgamla og ongantíð dagførda lóg sum fundament fyri yvirtøkum. Jú tað verður til eitt løgfrøðiligt og politiskt kvaksalvarí og einki minni enn tað. Og hetta fekk uttanlandsnevndin sjón fyri søgn, tá landsstýrismenninir og løgmaður møttu til fundar.

Tá ymisku landsstýrismenninir verða spurdir, hvørji málsøki eru við í hesari góðu Yvirtøkulóg, so svarar ein í eyst og annar í vest, tí teir vita tað snøgt sagt ikki sjálvir. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verður spurdur, um barnaforsorgin er við í hesari yvirtøkuni. Hann svarar bæði skrivliga og munnliga, at tað er hon ikki.. Og um orsøkina sigur landsstýrismaðurin, at tað er tí, at tað er eitt politiskt ynski, at barnaforsorgin ikki er við. Í heimastýrislógini stendur bert almenn forsorg nevnd og einki um barnaforsorg. Løtu seinni svarar so landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, at barnaforsorgin sjálvandi eisini er við í hesum uppskoti. Hann sigur, at Yvirtøkulógin er ein karmur, sum vit skulu fylla út so hvørt við siðvenju. Og hvørjum skulu vit tá trúgva?

Eisini nevndi landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, at lógin við vilja var gjørd sum ein lóg við einum negativlista, t.v.s. at bert undantøkini eru nevnd, heldur enn ein lóg við positivlista, sum nevnir ítøkiliga, hvørji mál verða yvirtikin. Hann segði seg síggja eitt stórt vandamál í einum positivlista, tí tað lættliga kundi koma fyri, at mál vórðu gloymd, hóast hann fyri ikki so langari tíð síðan sjálvur legði uppskotið fram um sjálvstýri Føroya fólks, sum í minsta lut positivt nevnir yvirtøkumálini.

Tá landsstýrismaðurin í almanna- og heislumálum verður spurdur, um sjúkrasystrarnar eru við sum yvirtikið málsøkið, so er svarið enn einaferð nei, at tað eru tær ikki. Málsøkið er ikki nevnt á lista A í heimastýrislógini, og tískil gongur almanna- og heilsumálastýrið út frá, at sjúkrasystrarnar hoyra undir heilsumál, sum sambært §1, stk. 2 ikki verður yvirtikið. Men heilsusystrarnar hoyra undir barnaforsorgarøkið, og tí er tað kanska møguligt, at tær verða yvirtiknar, um landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum fær rætt, men ikki um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fær rætt. Og hvørjum skulu vit nú trúgva?

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum førdi eisini fram, at tey hava havt fund við Løgmansskrivstovuna fyri at greiða nakrar av mongu óvissunum, men haðani fekst einki endaligt svar. Tískil var avgerð tikin um, at Almanna- og heilsumálastýrið fór at senda Løgmansskrivstovuni bræv við eini røð av spurningum, og síðan hevur Løgmansskrivstovan svarað. Tá landsstýrismenn ikki kenna sítt egnað uppskot betur enn so, hvussu so við okkum løgtingslimum?

Og oman á alt hetta, boðaði landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum frá, at eftir viðgerðina í landsstýrinum av hesum máli, so varð neyðugt hjá hansara stýrið eisini at senda danska løgmálaráðnum bræv, har spyrjast skuldi um, hvønn status lógir við heimild i galdandi rammulóg fóru at hava eftir 1. januar 2001. Og hetta svar kenna vit løgtingmenn ikki.

Undirívingar- og mentamálastýrið gekk út frá, at allar tær avtalur, sum hava verið galdandi innan skúlaøkið, sum eisini eru nevndar í Fyristingarpartinum av Hvítubók, fóru at halda fram, hóast eingin avtala enn er gjørd á økinum. Men tað er eitt føroyskt ynski, at hesar halda fram.

Sjúkrasystraskúlin verður yvirtikin, men autorisasjónin skal framhaldandi vera donsk.

Landsstýrimaðurin í skúlamálum segði, at tað var ein intensjón, at føroysk stuðulsskipan fór at virka frá 1. januar 2002, men realistiskt er tað ikki, og ikki kann væntast, at nýggj føroysk stuðulsskipan til lesandi uttanlands er fingin upp á pláss fyrr enn um eitt ár.

Hvørki landsstýrismaðurin í skúlamálum ella almanna- og heilsumálum kendu nakað til útrokningarnar av niðurskurðinum av ríkisstuðlinum, men vísti annar til Løgmansskrivstovuna og hin til Fíggjamálastýrið. Báðir tóktust halda, at hetta ikki var teirra uppgáva, tí landsstýrismaðurin í skúlamálum segði seg bart út ikki at hava sæð útrokningarnar. Frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum fekk nevndin ongar útrokningar, men bara eina samanteljing, at yvirtøkurnar fóru at kosta 382,2 mió. kr. Men tá vóru hvørki havumhvørvisvernd ella sivilrætttarmálini av einari ella aðrari orsøk tiknar við, hóast hesar yvirtøkur sambært viðgerðini av samtyktini um sjálvstýri Føroya fólks fóru at hava eyka rakstarakostnað við sær.

Upp á spurningin, um hesar mongu yvirtøkurnar hava nakrar íløguskyldur við sær, her var serliga hugsað um flogvøllin, so svaraði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at so var ikki.

Tá spurt var, hvussu ein skiftistíð upp á 4 ár fór at ávirka fíggjarlógirnar frameftir, so segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at hetta var ein hypotetiskur spurningur, tí landsstýrið als ikki arbeiðir við einari skiftistíð upp á 4 ár, hóast hetta er almenna útmeldingin frá danska forsætismálaráðharranum. Landsstýrismaðurin segði, at hesa skipa vit sjálvi. Her hugsar hann uttan iva um Búskaprgrunnin, sum enn er tómur, og at hetta var óheft av, hvat danska stjórnin er sinnað at geva okkum.

Løgmaður, sum eisini møtti í nevndini, hevði hug at geva landsstýrismanninum í fíggjarmálum rætt, tá tað snúði seg um skiftistíðina. Hann grundgav tað við, at hann sum løgmaður ikki hevði fingið eina fráboðan um 4 ára skiftistíðina, hóast hann segði seg kenna til úttalilsini hjá forsætismálaráðharranum um tey 4 árini. Men hann valdi opinbart ikki at síggja veruleikan í eyguni.

Øðrvísið vísti tað seg, tá landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum varð settur sama spurning um skiftistíðina. Hesin segði bart út, at so leingi endamálið við sjálvstýrispolitikkinum var fullveldi, og tað er tað jú, eingin ivi um tað, so er skiftistíðin 4 ár. Hetta førdi sami landsstýrismaður eisini fram undir viðgerðini av løgmansrøðuni fyri einum mánaði síðani.

Tí var fundurin við Búskaparráðið eisini sera týdningarmikil, tí vónin var, at ráðið kundi geva eitt boð uppá, hvat fór at henda, nú fyrst ein triðingur og síðan restin av ríkisstuðlinum varð skorin burtur komandi fýra árini.

Men vóru fundirnir við landsstýrisfólkini og løgmann ørkymlandi og ógreiðir, so var fundurin við Búskaparráðið eitt satt vónbrot. Búskaparráðið segði seg ikki hava orku til at fara undir størri kanningararbeiði, men helt seg bara til báðar árligu frágreiðingarnar um búskaparpolitikkin og búskapargongdina. Tá tað snúði seg um árinini av einum skjótt minkandi ríkisstuðli, so sá ráðið seg ikki ført fyri at gera konjunktur-analysur og helt heldur ikki, at tað lá innan fyri teirra virkisøki. Hin vegin mælti ráðið til, at eitt konjunktur-institutt varð sett á stovn til tess at greiða slíkar spurningar, sum andstøðan hevði sett fram. Og formaður ráðsins undirstrikaði, at hann var púra samdur við andstøðuni í, at tað var ov galið, at slíkir spurningar ikki vórðu svaraðir í sambandi við viðgerðina av einum slíkum máli sum hesum. Eisini førdi formaðurin fram, at Fíggjarmálastýrið hevði á sinni keypt eitt "model" frá einum búskaparfrøðingi, sum var vælegnað til slíkar uppgávur, men har var eingin manning til uppgávuna.

Endaliga vísti formaður ráðsins til eina búskaparfrágreiðing, sum fór at koma einaferð í heyst, og sum kundi svara nøkrum av spurningunum frá andstøðuni, men sum tíverri ikki kann vera grundarlag undir víðari viðgerðini av hesum máli.

Tí stendur eftir, at einasta framrokning av fíggjarligu fortreytum okkara, nú avgerð er at seta hol á 4 ára skiftistíðina, er tann framrokning, sum andstøðan hevur latið gjørt. Og tað er ikki andstøðan, sum eigur próvbyrðuna í hesum máli, men Føroya Landsstýri. Men framvegis hevur landsstýrið ongar kravsgreiningar ella framrokningar lagt á borðið, sum innihalda eina skiftistíð upp á 4 ár, tí teir ræðast at vísa úrslitið. Og tað eru allar góðar grundir fyri at ræðast hetta úrslit. Framrokningin vísir, at gjaldføri landskassans og fíggjarognin hjá búskapargrunninum samanlagt fram til 2013 fara at hava eitt hall upp á uml. 6 mia. kr.

Men her og nú er sanniliga eisini vandi á ferð. Í hesum døgum, har ikki er dagur frá Gudi, at ikki onkur stovnur ella okkurt verk er frammi og gremur sína neyð vegna ov lítla játtan, og í hesum døgum har landsstýrið hevur sett sær fyri, at stórar íløgur fyri nógvar hundraðtals milliónir skulu fremjast í komandi tíðum, har tekur man við einum høggi og kvettir triðingin burtur av ríkisstuðlinum. Og hetta ger eitt lansstýrið, sum bara hevur heilt stutta tíð eftir av síni stjórnartíð, uttan so mikið sum at spyrja veljaran, hvat hann heldur. Og hetta er sama landsstýrið, sum segði, at einki skuldi fara fram, uttan at fólkið var við og eftirspurt. Tað, sum man ikki megnaði vegna tørvandi dirvi, ger man nú gjøgnum bakdyrnar. Og als ikki at geva Føroya fólki høvi til at siga sína hugsan við útlitinum, sum hetta landsstýrið hevur sníkt inn á okkum, tað er móti allari okkara demokratisku uppfatan. Og serliga tá man innast inni veit, at fólkið neyvan hevði góðtikið hesa gongdina. Man spyr ikki, tí man vil ikki kennast við tað svar, man hevði roknað við at fingið.

Har ein nevndarviðgerð vanliga lýsir eitt mál betur og greiðir torskildar spurningar, so má sigast um hesa viðgerð, at málið í dag tykist meira fløkt og óavklárað enn undir 1. viðgerð. Og enn verða brøv send millum aðalstýri og til danskar myndugleikar fyri at greiða, hvat málið veruliga snýr seg um.

Vísandi til løgfrøðiligu og politisku óvissuna, hetta mál hevur millum sjálvar uppskotsstillararnar, so kann minnilutin bara mæla Løgtinginum til at fella málið. Hetta mál prógvar so staðiliga, at heimastýrislógin ikki kann brúkast til framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og her er minnilutin av tí greiðu áskoðan, at tíðin er búgvin til eina heilt nýggja skipan - eina sjálvstýrislóg, sum fult og heilt letur Løgtinginum einsamalt upp i hendi at taka avgerðirnar, eisini tá tað snýr seg um yvirtøkur.

Hinvegin so kann minnilutin als ikki taka undir við, at okkara vælferðarskipan í reinari desperasjón hjá einum landsstýri og einari samgongu, sum nú í tólvta tíma leitar sær eftir onkrum at kunna fara út til eitt løgtingsval við, verður fyri slíkum bakkøstum, sum henda risaskerjingin av ríkisstuðlinum fer at hava við sær. Og tað er meira enn góð grund til at mæla Løgtinginum frá at samtykkja málið.

Hetta fer ivaleyst at koma mongum aftur um brekku bæði so og so.

Ein fjórði minniluti (Jenis av Rana) tekur undir við uppskotinum, men hevur hesar viðmerkingar í sambandi við, at landsstýrið nýtir hesar yvirtøkur sum grundgeving fyri einvísari minkan av heildarveitingini:

Miðflokkurin hevur aftur og aftur víst á tørvin á einari uppgerð millum danir og føroyingar, einari uppgerð, sum klárt lýsir fíggjarligu støðuna í samskiftinum landanna millum. Í kanning landsbankans og búskaparráðsins frá 1998, sum nevnist peningarensl millum Føroyar og Danmark, fæst ein ábending um, at ár hava verið - og so er uttan iva eisini í løtuni - har yvirskot er dønum til fyrimunar.

Men týdningarmikið er at merkja sær, at í hesari uppgerðini eru ikki tikin við týðandi viðurskifti sum virði av loftrúminum ( flogferðsluni), og samskiftinum við NATO. Miðflokkurin loyvir sær, til annað er prógvað, at vera samdur við teimum, ið meta, at í fíggjarliga spurninginum er heildarveitingin ( blokkurin ) eingin gáva frá dønum til føroyingar - tvørturímóti. Hetta sjónarmiðið var grundarlagið undir støðutakan floksins til uppskot landsstýrisins til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks, har Miðflokkurin førdi fram, at vit ikki kundu loyva okkum, gjøgnum eina einvísa minkan av blokkinum, at fara at geva burtur av ogn Føroya fólks til danir.

Hóast ríkar tíðir fyri land okkara, góður fiskiskapur, góðir fiskaprísir, lagalig lániviðurskifti og harav vaksandi yvirskot á fíggjarløgtingslógini, so liggur nógv á láni í vakra samfelagi okkara. Heilsuverkið hevur neyvan í nýggjari tíð nakrantíð verið so órøkt og niðurundirkomið sum nú, gomlu okkara liggja hjálparleys vegna vantandi røktarpláss og vána játtan til heimarøktina, viðurskifti teirra brekaðu og sálarliga veiku eru katastrofal, harmaljóð um hetta hoyrast javnan í fjølmiðlunum, føroyska skúlaverkið er so illa umsitið, at tað meira og meira tykist fara í upploysning, nú børn enntá hava trupulleikar við at sleppa í skúla - og vit kundu hildið á við dømum um eitt samfelag í órøkt.

At menniskjaligar orsøkir eisini eru aftan fyri alt hetta, er eingin ivi um, men alt ov trongir fíggjarkarmar ( tvs. ov lág játtan frá politiska myndugleikanum ár eftir ár) er høvuðsorsøkin, og skulu hesi nevndu øki, saman við øðrum, koma á hædd við virðilig viðurskifti, so krevjast ovurstórar fíggjarligar ábøtur. Tí kenst tað fleirfalt løgið, at landsstýrið einvíst ætlar at byrja lækkan av heildarveitingini (blokkinum), og harnæst hevur ætlanir um einvíst at halda fram við hesum, til hendan knappa milliardin er farin úr búskapi okkara. Miðflokkurin metir hesa ætlan høpisleysa, serstakliga í tí vána støðu nógvir samfelagsbólkar búleikast undir.

 

2. viðgerð 21. september 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 18-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 28. september 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-10. Málið avgreitt.

J.nr.: 525-0022/2001
Ll. nr. 130 frá 08.10.2001