Brenniavgjald

 

6  Uppskot til  løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

 

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 7. august, legði Sune Jacobsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um  fyribils úrgildissetan av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju  

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18.desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000, verður gjørd henda broyting:

Sum nýggj § 4, stk. 2 verður sett:
"Stk.2. Løgtingslógin hevur ikki gildi í tíðarskeiðnum 1. januar – 31. desember 2002"

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Sambandsflokkurin hevur fleiri ferðir lagt fram uppskot um at taka av og minka um brennioljuavgjaldið. Uppskotini eru hvørja ferð feld av samgonguflokkunum. Oljuprísirnir eru framvegis høgir.

Í seinastu Búskaparfrágreiðingini frá juni 2001 verður millum annað sagt: "Innflutningurin av brennievni øktist sera nógv í fjør. Vit innfluttu fyri 508 milliónir krónur av brennievni ella 92 prosent meira enn í 1999. Av hesum 508 milliónunum fór meginparturin, nevniliga 450 milliónir krónur til innflutning av gassolju og brenniolju." Víðari verður nevnt, at: "høvuðsorsøkin til stóru økingina var sera høgi oljuprísurin og høga virðið á amerikanska dollaranum."

Ásetingin av tí fasta oljuavgjaldinum, ið samgongan setti í verk, hevur givið landskassanum eina meirinntøku í mun til, um gamla lógin var galdandi. Samsvarandi hevur brúkarin fingið eina meirútreiðslu, ið útholar realinntøkuna.

Sambandsflokkurin metir brennioljuna vera neyðsynjarvøru hjá einstaka húskinum, borgaranum og virkinum, og eiga hesar ikki at vera álagdar risahøg avgjøld.

Uppskotið, ið nú verður lagt fram, tekur oljuavgjaldið av í fyribils í eitt ár.

Sambandsfloksins hugsan er, at tað er ein neyðugur og uppiborin lætti, hvørt einasta húski, borgari og arbeiðspláss fáa við at samtykkja hetta uppskotið. Um miðalnýtslan hjá húskinum av olju er 4000 litrar um árið, verður lættin 3.200 kr um árið.

Umhvørvið hevur verið nevnt í sambandi við oljuavgjaldið.Tað er rætt, at dentur verður lagdur á at verja umhvørvið. Tað eru vit í Sambandsflokkinum samd í. Men vit vilja staðiliga vísa á, at oljuprísurin nú er so mikið høgur, at øll fólk spara nógv um oljuna, sjálvt um oljuavgjaldið fellur burtur. Tí oljan er sanniliga ríkiliga dýr uttan oljuavgjaldið.

Prísin á heimsmarknaðinum hava vit onga ávirkan á. Men oljuprísurin kann lækkast við at minka um tey, eftir okkara meting, alt ov høgu avgjøld, ið borgarin skal gjalda í landskassan.

OPEC londini hava mælt til, at londini lækka um avgjøldini á olju.

Sum støðan er hjá landskassanum, er møguleiki at lætta um hjá føroyinginum við at taka av oljuavgjaldið. Tað fer at bøta um trivnaðin í einstaka heiminum, eins og tað fer at lætta um hjá mongum arbeiðsplássi, ið ikki fær oljuavgjaldið endurrindað.

Sambært hesi lóg eru tað nærum bara privat og smávirkir, ið gjalda oljuavgjald. Allur annar ídnaður og virkir fáa oljuavgjaldið endurgoldið. Eftir okkara tykki vil hetta uppskotið beina burtur hendan skeivleikan, ið væl skiljandi kann skunda undir spekulasjón á økinum.

Mett verður, at landskassin seinastu árini hevur havt eina stóra meirinntøku, við tað at inntøkan av meirvirðisgjaldi er hækkað munandi orsakað av høgu oljuprísunum.

Tað hevur sera stóran týdning fyri Sambandsflokkin, at borgarin sleppur lættari, við at oljuavgjaldið fellur burtur. Vit í Sambandsflokkinum vóna, at løgtingsmenn arbeiða saman í hesum máli, so tað gerst meira liviligt hjá vanliga føroyinginum. Vit vóna tí, eftir mangar royndir, at uppskotið verður samtykt.

Sambært upplýsingum frá Toll- og skattstovuni í vár verður mett, at minniinntøka landskassans av uppskotinum verður um 60 mió. krónur.

1. viðgerð 14.08.2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 19. september 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. august 2001, og eftir 1. viðgerð tann 14. august 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 22., 29., 31. august og 19 september 2001. Málið snýr seg um at seta løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju úr gildi frá 1. januar til 31. desember 2002. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið, og Sigurð Poulsen, landsbankastjóra. Landsstýrismaðurin læt nevndini yvirlit yvir listaprísir á gassolju (søluprísur áðrenn avgjøld) fyri tíðarskeiðið januar 2000 til august 2001, nevndarskjal A, og yvirlit yvir avgjøld á olju í ES-londunum pr. juli 2001, nevndarskjal B. Sjónarmið landsbankastjórans eru lýst í nevndarskjali C.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á, at sambært upplýsingum frá landsstýrismanninum var søluprísurin á olju áðrenn avgjald í januar 2000 tann sami sum við endan av august 2001, 2,30 kr. pr. litur. Løgtingslógin um serligt avgjald á brenniolju varð broytt 4. apríl 2000, tá avgjaldið varð sett til 0,80 kr. pr. litur. Í apríl mánaði 2000 var søluprísurin á olju áðrenn avgjøld 2,26 kr. pr. litur., ella 4 oyru lægri enn prísurin í august 2001. Søluprísurin á brenniolju er í dag við avgjøldum 3,85 kr. Til sammetingar er søluprísurin á brenniolju hjá Shell í Danmark 6.093 kr. pr. 1000 litur. Meirilutin tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen) vísir á viðmerkingarnar í málinum og tekur undir við uppskotinum. Minnilutin mælir tinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur undir við uppskoti Sambandsfloksins, men heldur tað ikki vera sannlíkt, at meiriluti fæst í tinginum fyri at seta lógina um serligt avgjald á brenniolju úr gildi í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. desember 2002. Minnilutin mælir tí til, í fyrstu syftu, at serliga avgjaldið á brenniolju í nevnda tíðarskeiði verður sett til 50 oyru, tað vil siga lækkað við 30 oyrum í mun til galdandi avgjald. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

  1. Í § 1 ganga orðini " Sum nýggj § 4, stk. 2 verður sett: "Stk.2. Løgtingslógin hevur ikki gildi í tíðarskeiðnum 1. januar – 31. desember 2002"" út, og í staðin verður sett: " Í § 1, stk. 1 verður "0,80" broytt til "0,50".

2. Í § 2 verður skoytt uppí  ", og er galdandi í tíðarskeiðnum 1. januar – 31. desember 2002."


2. viðgerð 16. oktober 2001. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Vilhelm Johannsen, til §§ 1 og 2 fall 13-0-16. §§ 1 og 2 fullu 13-0-16. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.