Blokkstuðul og fólkaatkvøða

 

7  Uppskot til  samtyktar um ríkislógartilmæli um heildarveiting til Føroya í 2002 og uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um sama ríkislógartilmæli

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 25. september, legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar 

Løgtingið heitir á landsstýrið um, sum skjótast at leggja fyri Løgtingið

  1. Uppskot til ríkislógartilmæli um stuðul til heimastýri Føroya í 2002
  2. Uppskot til løgtingslóg um at halda leiðbeinandi fólkaatkvøðu um uppskotið til ríkislógartilmælið, aftaná at tað er samtykt í Løgtinginum, men áðrenn tað er staðfest og fráboðað ríkismyndugleikunum av løgmanni.

Viðmerkingar:
Danska heildarveitingin til Føroya verður ásett sbr. tí vanliga dupulta heimildarkravinum, sum sett verður til stuðul frá tí almenna - á árligu donsku fíggjarlógini og í serstakari ríkislóg. T.d. er heildarveitingin fyri ár 2001 ásett á donsku fíggjarlógini § 7.32 og í lóg nr. 1010 frá 23. december 1998 om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001. Umframt verður so upphæddin sett sum inntøka á løgtingsfíggjarlógini § 20.54.1 Heildarveiting o.t.

Í stýrisskipanarlógini § 47 er ásett, at áheitan á ríkismyndugleikarnar um at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg ella kongliga fyriskipan, sum setir í gildi ríkislóg fyri Føroyar, kann bara verða gjørd við ríkislógartilmæli. Í § 48 er eitt ríkislógartilmæli lýst sum eitt av Løgtinginum samtykt og løgmanni staðfest skjal, sum verður fráboðað ríkismyndugleikunum.

Tá ið umræður ásetingina av heildarveitingini fyri ár 2002, tykist tað sum, at landsstýrið fer nakað óformliga fram, og ikki beinanvegin formliga fylgir teirri ásettu mannagongdini í stýrisskipanar-lógini § 47 og § 48. Í tingsamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks frá 20. apríl 2001 verður m.a samtykt:

"at laga føroyska búskapin frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap verður farið undir at rinda fyri málsøki, ið eru farin undir føroyskt málsræði og at lækka heildarveitingarnar til Føroya úr danska ríkiskassanum samsvarandi hesum fyri ein kostnað upp á tilsamans umleið 300-400 mió. kr. í seinasta lagi hin 1. januar 2002"

6. juli 2001 verður í skrivi frá løgmanni til forsætismálaráðharran samsvarandi hesum sagt at: "vi sigter mod at få finanslovsforslaget for 2002 klart i august, hvor bloktilskuddet fastsættes til 626 mio. kr ". Ikki verður nóg greitt tilskilað í hesum skrivi, at hetta er ikki endaliga tilmæli heimastýrisins í málinum, tí tað krevur góðkenning í ríkislógartilmælisformi. Ríkismyndugleikarnir tykjast eisini hava tikið hetta sum eina endaliga áheitan frá heimastýrinum, tí upphæddin er sett á uppskotið til fíggjarlóg ríkisins fyri 2002 § 7.3, Færøerne, við 626 milliónum krónum.

Tað er sera umráðandi, at hesi viðurskifti fáast formliga upp á pláss, og at landsstýrið alt fyri eitt leggur fyri Løgtingið uppskot til ríkislógartilmæli um stuðul til heimastýri Føroya í 2002.

Miðflokkurin hevur aftur og aftur víst á tørvin á einari uppgerð millum danir og føroyingar, einari uppgerð, sum klárt lýsir fíggjarligu støðuna í samskiftinum landanna millum. Í kanning landsbankans og búskaparráðsins frá 1998, sum nevnist peningarensl millum Føroyar og Danmark, fæst ein ábending um, at ár hava verið - og so er uttan iva eisini í løtuni - har yvirskot er dønum til fyrimunar.

Men týdningarmikið er at merkja sær, at í hesari uppgerðini eru ikki tikin við týðandi viðurskifti sum virði av loftrúminum ( flogferðsluni), og samskiftinum við NATO. Miðflokkurin loyvir sær, til annað er prógvað, at vera samdur við teimum, ið meta, at í fíggjarliga spurninginum er heildarveitingin ( blokkurin ) eingin gáva frá dønum til føroyingar - tvørturímóti. Hetta sjónarmiðið var grundarlagið undir støðutakan floksins til uppskot landsstýrisins til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks, har Miðflokkurin førdi fram, at vit ikki kundu loyva okkum, gjøgnum eina einvísa minkan av blokkinum, at fara at geva burtur av ogn Føroya fólks til danir.

Hóast ríkar tíðir fyri land okkara, góður fiskiskapur, góðir fiskaprísir, lagalig lániviðurskifti og harav vaksandi yvirskot á fíggjarløgtingslógini, so liggur nógv á láni í vakra samfelagi okkara. Heilsuverkið hevur neyvan í nýggjari tíð nakrantíð verið so órøkt og niðurundirkomið sum nú, gomlu okkara liggja hjálparleys vegna vantandi røktarpláss og vána játtan til heimarøktina, viðurskifti teirra brekaðu og sálarliga veiku eru katastrofal, harmaljóð um hetta hoyrast javnan í fjølmiðlunum, føroyska skúlaverkið er so illa umsitið, at tað meira og meira tykist fara í upploysning, nú børn enntá hava trupulleikar við at sleppa í skúla - og vit kundu hildið á við dømum um eitt samfelag í órøkt.

At menniskjaligar orsøkir eisini eru aftan fyri alt hetta, er eingin ivi um, men alt ov trongir fíggjarkarmar ( tvs. ov lág játtan frá politiska myndugleikanum ár eftir ár) er høvuðsorsøkin, og skulu hesi nevndu øki, saman við øðrum, koma á hædd við virðilig viðurskifti, so krevjast ovurstórar fíggjarligar ábøtur. Tí kenst tað fleirfalt løgið, at landsstýrið einvíst ætlar at byrja lækkan av heildarveitingini (blokkinum), og harnæst hevur ætlanir um einvíst at halda fram við hesum, til hendan knappa milliardin er farin úr búskapi okkara. Miðflokkurin metir hesa ætlan høpisleysa,
serstakliga í tí vána støðu nógvir samfelagsbólkar búleikast undir, og metir at einstaki føroyingurin við húski sínum eigur at fáa høvið til við fólkaatkvøðu at siga sína hugsan - áðrenn politikarar einvíst geva út av ognum teirra.

Kjakast kann um, hví, hvussu og til hvat heildarveitingin ( blokkurin ) upprunaliga varð ætlað, men við vilja er tað ikki tikið við í hesum viðmerkingum, tí Miðflokkurin sum nevnt eftirlýsir eina heildaruppgerð í viðurskiftunum millum londini bæði, og í tí sambandinum er blokkurin bara ein partur.

Spurningurin um at senda endaliga samtykta ríkislógartilmælið til Danmarkar eigur tí at verða lagdur til eina leiðbeinandi fólkaatkvøðu, áðrenn tað verður staðfest og fráboðað ríkismyndugleikunum av løgmanni. Orsøkin til, at tilmæld verður leiðbeinandi fólkaatkvøða, er, at stýrisskipanin ikki loyvir formliga bindandi fólkaatkvøðu. Í veruligum politiskum høpi hevur tað tó helst ikki tann stóra týdningin um fólkaatkvøðan er rættarliga bindandi ella politiskt leiðbeinandi.

1. viðgerð 3. oktober 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. november 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 25. september 2001, og eftir 1. viðgerð tann 3. oktober 2001 er málið beint fíggjarnevndini. 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17., og 31. oktober og 2. november 2001.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur upp á fyrispurning upplýst nevndini, at uppskot um ríkislógartilmæli um heildarveiting til Føroya í 2002 verður lagt fyri tingið í hesum ári.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilurin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Andrea Lervig) vísa á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at uppskot um ríkislógartilmæli um heildarveiting til Føroya í 2002 verður lagt fyri tingið í hesum ári. Meirilutin tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Andrea Lervig hevur harumframt hesar viðmerkingar: Miðflokkurin skjýtur upp, at skipað verður fyri fólkaatkvøðu í Føroyum um niðurskurð í heildarveitingini frá Danmark til Føroyar. Sjálvstýrisflokkurin metir ikki, at tað er rætt at hava fólkaatkvøðu um tey fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eina. Men Sjálvstýrisflokkurin hevur ferð eftir ferð víst á, at ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eiga at leggjast út til fólkið at taka støðu til. Sjálvstýrisflokkurin fer tí framvegis at virka fyri, at sjálvstýrisverkætlanin, sum varð samtykt í Løgtinginum í mars mánaði í ár, verður løgd til fólkaatkvøðu. Í uppskotinum um sjálvstýri Føroya fólks er eisini ásett, at heildarveitingin so líðandi verður minkað burtur so hvørt, sum føroyingar taka ábyrgd av egnum landi. Við hesum viðmerkingum tekur Sjálvstýrisflokkurin ikki undir við uppskoti Miðfloksins. 

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot Miðfloksins.

2. viðgerð 6. november 2001. Uppskot til samtyktar fall 13-0-17. Málið avgreitt.