Samhaldsfastur eftirlønargrunnur

 

9  Uppskot til  samtyktar um at skapa lógarheimild fyri samhaldsføstum eftirlønargrunnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 25. september, legði Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan og tingmenninar Jenis av Rana, Finn Helmsdal og Marjus Dam fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at skapa lógarheimild fyri, at fakfeløg kunnu skipa samhaldsfastar eftirlønargrunnar fyri limirnar við at leggja fyri Løgtingið antin uppskot til neyðugar broytingar í løgtingslógini um tryggingarvirksemi ella uppskot til nýggja lóg um eftirlønargrunnar, sum fáa gildi frá 1. januar 2002.

Viðmerkingar:
Tað er ein stórur trupulleiki fyri fleiri fakfeløg – serliga hjá teimum tímaløntu – at tey ikki fáa loyvi at skipa eftirlønargrunnar á einum samhaldsføstum grundarlagi, sum eftir teirra fatan er tann skipan, ið gagnar teirra limum best.

Hetta verður forðað av galdandi lóg, sum er løgtingslógin um tryggingarvirksemi frá 1996, sum seinast broytt í 1999. Í hesi lóg er heimildin at stovna og reka eftirlønargrunnar, og teir skulu lúka tryggingartreytirnar, sum hendan lógin setir, fyri at verða góðkendir.

Tryggingarlógin góðkennir bara eftirlønarskipanir á privatrættarligum grundarlagi. Øll inngjøld skulu vera persónlig ogn hjá tí einstaka. Og tað, sum hvør einstakur kann fáa útgoldið í eftirløn, kann einans ásetast út frá tryggingarmatematiskum útrokningum við støði í persónligu uppsparingini hjá tí einstaka.

T.v.s. at lógin ikki heimilar samhaldsføstum eftirlønarskipanum, har meginreglan er, at inngjøldini fara í eina felags pulju, og har útgjaldið er javnstórt fyri allar limir. Reglur kunnu tó áseta nærri treytir um, at fyri at einstøku limirnir skulu fáa fult útgjald, skulu teir hava goldið eina upphædd oman fyri eitt ávíst minstamark inn í skipanina.

Tað verður møguliga ov drúgført at gera nýggja lóg um eftirlønargrunnar, sum skal fáa gildið 1. januar 2002. Tí er hin møguleikin óivað lagaligari hjá landsstýrismanninum - at leggja fyri Løgtingið uppskot til eina broyting til løgtingslógina um tryggingarvirksemi. Á henda hátt kann við einum ískoyti til galdandi tryggingarlóg skapast ein møguleiki aftrat teim verandi, nevniliga at kunna stovna og reka eftirlønargrunnar á samhaldsføstum grundarlagi.

1. viðgerð 16. oktober 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 6. desember 2001 legði fram soljóðandi 

Á l i t 

Málið er lagt fram av løgtingsmonnunum Hans Paula Strøm, Jenis av Rana, Finni Helmsdal og Marjus Dam tann 25. september og eftir 1. viðgerð tann 16. oktober 2001 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 5., 8. og 22. november og 6. december 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Havnar Arbeiðsmannafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, og Føroya Lívstrygging.

Havnar Abeiðsmannafelag greiddi nevndini frá, at teir hava havt eina samhaldsfasta trygging, ið er steðgað av Tryggingareftirlitinum, og tí virkar skipanin ikki soleiðis, sum ætlanin upprunaliga var.

Føroya Arbeiðarafelag greiddi frá, at limirnir í teirra felag gjalda inn á hvør sína konto, men enn er eingin trygging stovnað – tey ynskja eina samhaldsfasta skipan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag boðaði frá, at teir hava ongan áhuga í at blanda seg uppí, hvørja skipan feløgini gera, men teir hildu tað vera óheppið, at eingin skipan var, og mæltu til, at ein loysn skjótt varð funnin. Teir hava sostatt einki ímóti, at feløgini gera samhaldsfastar skipanir. 

Landsstýrismaðurin vísti á, at hóast tað sjálvandi ber til at skapa lógarheimild á økinum, so hava vit í løtuni tvær samhaldsfastar skipanir, fólkapensjónina og samhaldsfasta eftirlønargrunnin, og tí helt landsstýrismaðurin onga grund vera fyri at gera fleiri slíkar skipanir. Endamálið við lógini um tryggingarvirksemi frá 1996 er, at tryggingartakarin fær tað aftur, sum hann hevur goldið inn. Landsstýrismaðurin vísti á, at verður nú lóggivið fyri samhaldsfastari skipan í hesi lóg, so lóggevur Løgtingið fyri, at skipanir verða loyvdar, har løntakarin ikki hevur trygd fyri, at hann fær ta pensjón úr skipanini, svarandi til tað, ið hann hevur goldið inn.

Føroya Lívstrygging vildi ikki leggja seg út í hetta, men helt, at um so er, at møguleikin fyri samhaldsføstum eftirlønargrunnum varð givin, vildi hetta hava við sær, at tey yngru komu at gjalda til tey eldru.

Vinnunevndin heldur, at tá ið landsstýrið arbeiðir við nýggjari pensjónsskipan, er rættast, at hesin møguleikin við samhaldsfastari pensjónsskipan eisini verður tikin við í lógararbeiðið. Sostatt tekur Vinnunevndin undir við uppskotinum, men mælir til, at freistin verður longd til 1. juli 2002. Nevndin setir tí fram soljóðandi

b r o y t n i n g a r u p p s k o t

Orðini "1. januar 2002" verða broytt til "1. juli 2002".

2. viðgerð 12. desember 2001. Broytingaruppskot fra samdari nevnd samtykt 28-0-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.