Rættargangslóg

 

12  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje"

Skjal 4

Løgmansskrivstovan Argir 06.08.2001
Tinganes J.: nr.: 200100564 / 2
Postrúm 64 Viðgjørt RFG/-
110 Tórshavn

Att: Johanna Arge

 

Viðvíkjandi ríkislógartilmæli um broyting í rættargangslógini.

Løgmansskrivstovan sendi tann 7. juni 2001 Toll- og Skattstovu Føroya uppskot til "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje (Advokatselskaber)" til ummælis.

Sagt verður at Løgmansskrivstovan frættir gjarna, um møguligar almennar viðmerkingar at knýta aftrat fíggjarligu avleiðingunum av uppskotinum fyri landskassan í samband við skatting av parta- og smápartafeløgum.

Toll- og Skattstova Føroya skal bert gera hesar viðmerkingar.

Talan verður um at fara frá skatting av persónum til skatting feløgum. Løn, sum advokatur fær úr felagnum, verður tá skattað sum vanlig skattskyldug inntøka.

Sambært ásetingarlógini, (lóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti) § 5 verða partafeløg og smápartafeløg, sum hava partapening ella smápartapening, sum er 80.000,- kr. ella meira, skattað við 20 %.

Vinningsbýti, sum advokaturin fær úr felagum verður álagt eitt avgjald á 35 % sambært § 30 í skattalógini (lóg nr.86. frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt).

Verður advokatvirksemi rikið í partafelags- ella smápartafelgsformi verður yvirskot í felagnum skattað við 20 % og vinningsbýti við 35 %.

Samlaði skatturin av tí, ið veðrur fingið úr felagnum við vinningsbýti er tá 48 %.

Ikki ber til at siga hvørjar avleiðingar hetta fær fyri landskassan í krónum og oyrum. 

Vinarliga
Lógardeildin 

Anja Hovgaard     Rúna F. Guttesen
deildarstjóri                  fulltrúi