Rættargangslóg

 

12  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring av lov for Færøerne om rettens pleje"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 16. oktober, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje (Advokatselskaber)".

Viðmerkingar
Eftir tilmæli frá Advokatfelag Føroya verður uppskot lagt fram um at broyta føroysku rættargangslógina.

Við broytingarlógini koma í gildi nakrar av teimum broytingum, sum í Danmark eru settar í gildi við lóg nr. 403 frá 13. juni 1990 om ændring af retsplejeloven (Dommeres habilitet, SSP-samarbejder og advokatselskaber m.v.).

Talan er um reglurnar, sum loyva, at advokatvirksemi verður rikið í parta- ella smápartafelag.

Víst verður annars til viðmerkingarnar hjá danska løgmálaráðnum í skjali 1.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Uppskot Løgmálaráðsins til "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje (Advokatselskaber)" við viðmerkingum og skjali, ið vísir galdandi orðing av teimum reglum, uppskotið nemur við.
Skjal 2: Bekendtgørelse nr. 824 af 10. december 1990 om advokatselskaber.
Skjal 3: Ummælisskriv frá Advokatfelag Føroya, dagfest 16. mars 2001.
Skjal 4: Ummælisskriv frá Toll- og Skattstovu Føroya, dagfest 7. august 2001.

1. viðgerð 18. oktober 2001. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 29. november 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 16. oktober 2001, og eftir 1. viðgerð tann 18. oktober 2001 er tað beint rættarnevndini.

Eftir uppskotinum fáa advokatar loyvi at skipa seg í partafelagsformi.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25. oktober og 8., 15. og 29. november 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Advokatfelag Føroya og landsstýrismannin í lógamálum. Advokatfelagið mælir til at samtykkja uppskotið. Høvuðsgrundin fyri teirra tilmæli er, at eftir uppskotinum kunnu advokatar verða skattaðir sum vanligir a-løntakarar, og fyritøkan rikin sum vanligt vinnuvirki, meðan starvsábyrgdin framvegis verður persónlig. Landsstýrismaðurin upplýsti, at Toll- og Skattstova Føroya heldur ikki, at uppskotið hevur við sær fíggjarligar skattligar fyrimunir fyri advokatar.

Rættarnevndin hevur gjølla umrøtt spurningin, um uppskotna broytingin kann skapa trupulleikar viðvíkjandi gegni hjá føroyskum løgfrøðingum. Eisini varð spurningurin kannaður, um uppskotna broytingin kann føra við sær monopollíknandi støðu innan advokatvirksemi í Føroyum. Niðurstøðan er, at ongar broytingar verða á hesum øki orsakað av uppskotnu broyting.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 5. desember 2001. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt