Suðuroyarferja

 

17  Uppskot til  løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð
F. 3. viðgerð (Einki Orðaskifti)

Ár 2001, 7. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um bygging av nýggjari ferju til suðuroyarleiðina. Byggiútreiðslurnar fyri ferjuna kunnu í mesta lagi verða 305 mió. kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1.  Endamál við lógini
Endamálið við lógini er fyri tað fyrsta at geva Løgtinginum so stórt innlit í málið sum gjørligt og at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin um at fremja verkætlanina verður tikin.

Fyri tað næsta er ásett í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari lóg um byggingina, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum eisini.

Í lógartekstinum fær landsstýrismaðurin heimild at gera avtalur um bygging av nýggjari suðuroyarferju, og kunnu byggiútreiðslurnar í mesta lagi verða 305 mió. kr. tilsamans. Tað, at samlaði løgukostnaðurin er ásettur í lógini, viðførir sambært játtanarskipanini, at landsstýrismaðurin kann gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar við atliti at valda útbjóðingarháttinum, og treytað av, at tann samlaði løgukostnaðurin verður hildin.

Í viðmerkingunum til lógina verður verkætlanin lýst nærri, so Løgtingið verður kunnað um, hvat ætlan landsstýrismansins er.

Av tí, at ætlanin er at leggja slíkar serstakar lógir um byggiverkætlanir fyri Løgtingið, tá talan er um íløgur, ið fevna um fleiri fíggjarár, ætlar Vinnumálastýrið at samstarva við lógardeildina á Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálastýrið til tess at vita, um tað ber til at evna til ein smidligari leist í sambandi við anlegslógir. Við verandi leisti er vandi fyri, at byggiverkætlanir kunnu verða seinkaðar í upp til hálvt ár, um tað skuldi víst seg, at lægsta tilboðið er hægri enn upphæddin, ið er ásett í serstøku lógini.

2.  Gongdin í málinum og tíðarætlan
Tað er flest øllum kunnugt, at tørvur skjótt fór at verða á at útvega eina nýggja ferju fyri Smyril til suðuroyarleiðina. Smyril er 32 ára gamal, og í nógvar mátar ótíðarhóskandi. Rakstur og viðlíkahald er vorðið alsamt dýrari, og tað er harumframt ivasamt, um Smyril í framtíðini fer at lúka ásett trygdarkrøv. Í arbeiðinum við samferðsluætlan Vinnumálastýrisins (1998/99) mælti Strandfaraskip Landsins (SL) tí til skjótast gjørligt at byggja nýggja ferju til suðuroyarleiðina.

Gongdin í málinum hevur verið henda:

    Dato

    Hending

    des. 1998 Peningur verður játtaður á FL 1999 til fyrireiking og projektering av nýggjari Suðuroyarferju.
    feb. 1999 Í samferðsluætlan Vinnumálastýrisins verður framtíðar sambandið til Suðuroyar viðgjørt, og mælt verður til at sigla beinleiðis Suðuroy-Tórshavn, heldur enn at sigla Hvalba-Sand. Mælt verður eisini til at byggja nýtt suðuroyarskip samsvarandi hesum.
    feb. 1999 Verkætlanarbólkur verður settur á SL.
    juli 1999 Spurnarbløð verða send vinnuni í Suðuroy.
    sept. 1999 Kunnandi fundur í Øravík um verkætlanina.
    sept. 1999 Frágreiðing um kravspesifikatiónir til nýtt suðuroyarskip, ið verkætlanarbólkurin hevur skrivað, verður latin Vinnumálastýrinum.
    sept. 1999 SL fær boð um at steðga fyrireikandi arbeiðinum, til ein bólkur úr Suðuroy hevur givið táverandi landsstýrismanninum sína frágreiðing.
    apr. 2000 Verkætlanarbólkurin verður víðkaður eftir boðum frá táverandi landsstýrismanninum, so bólkurin úr Suðuroy verður umboðaður.
    aug. 2000 Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, fær útflýggjað tilfar um verkætlanina.
    sept. 2000 Kunnandi fundur fyri Løgting og Landsstýri.
    okt. 2000 Projekteringin byrjar, danska felagið Knud E. Hansen a/s hevur vunnið útbjóðingina.
    des. 2000 Kunnandi fundur við Vinnumálastýrið um projekteringsarbeiðið higartil. Umboð fyri Knud E. Hansen a/s luttekur á fundinum. SL fær boð um, at landsstýrismaðurin má hava fleiri alternativar møguleikar í at velja enn bert tað eina skipið, ið verður kunnað um á fundinum.
    jan. 2001 SL sendir Vinnumálastýrinum tilfar um ymiskar alternativar loysnir fyri nýggja Suðuroyarferju.
    apr. 2001 Eitt samt landsstýri tekur undir við at halda áfram við projektering av suðuroyarferju, ið siglur 21 míl
    juni 2001 Projekteraða Suðuroyarferjan verður løgd fram fyri landsstýrismanninum í samferðslumálum
    aug. 2001 Projekteraða Suðuroyarferjan verður løgd fram fyri løgtings- og landsstýrismonnum
    sep. 2001 Kunnandi fundur í Suðuroy
    okt. 2001 Byggingin bjóðað út í innbodnari lisitatión.

Um henda anleggslógin verður samtykt uttan seinkingar, er tíðarætlanin frameftir annars henda:

Ársskiftið 2001/2002: Avtala verður undirskrivað.
Medio 2002: Kjølurin verður strektur.
Medio-Ultimo 2004: Ferjan verður latin landinum.

3.  Alment um ferjurnar hjá Strandfaraskipum Landsins
Serliga seinnu helvt av farnu øld hava støðugar vega- og havnaútbyggingar verið í Føroyum, og hevur tað betrað munandi um samferðsluviðurskiftini og møguleikan fyri flutningi og samskifti kring landið. Ferðslan í privatbilum og serliga tunga ferðslan er økt munandi, og akfør og trailarar eru vorðin størri og tyngri.

Økta ferðslan á veganetinum hevur tó samstundis gjørt tað alsamt greiðari, at umstøðurnar á ferjunum hjá Strandfaraskipum Landsins ikki hava verið á hædd við betraðu umstøðurnar í samferðslukervinum annars. Ferjurnar virka á týðandi farleiðum í dag sum fløskuhálsar í samferðsluni, og long bíðitíð við ferjulegurnar er vanligt fyribrigdi.

Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandfaraskipum Landsins er í dag 32 ár, og ávirkar hetta kapasitetin og komfortin umborð. Ferjur, ið eru bygdar eftir umstøðunum, ið vóru galdandi fyri 30 árum síðani, kunnu ikki væntast at nøkta nútíðar tørvin á flutningi. Í mongum førum er talan um ferjur, ið eru bygdar til aðrar farleiðir og síðani keyptar til landið. Í dag verða nýbygdar ferjur oftast tillagaðar, so tær hóska til akkurát ta farleið, sum tær eru ætlaðar at røkja. Eitt dømi um hetta er nýggja sandoyarferjan, ið varð bygd, so hon hóskaði til flutningstørvin á akkurát hesari farleiðini.

SL hava seinastu árini staðfest ein øktan flutning av persónakførum, trailaralastum, lastbilum og øðrum tungum flutningi á flestu farleiðunum í landinum, herundir á suðuroyarleiðini. SL hava í sambandi við fyrireikingarnar av projekteringini av suðuroyarferjuni, við hagtølum yvir flutningin hjá Smyrli, staðfest lutfalsliga høg miðal nýtsluprosent á akfarsdekkinum. Hetta hevur m.a. við sær, at akfør oftari standa eftir. Somuleiðis er tað sera trongligt á akfarsdekkinum, og er hetta óheppið fyri trygdina hjá teimum ferðandi, sum noyðast at ganga í land og umborð eftir akfarsdekkinum, serliga á Drelnesi.

Ein annar dagligur trupulleiki er hæddin á akfarsdekkinum, sum er ov lág til nýggjasta standardin av trailaralastum. Í hesum sambandi kann upplýsast, at SL hava brúkt stórar upphæddir til umvælingar og endurgjøld til skaddar lastir, og fleiri flutningsfeløg noyðast at senda flutningin á ein hátt, sum krevur meira tíð og pening til av- og áskipan.

4.  Alternativir møguleikar at skipa flutningin úr Suðuroy til miðstaðarøkið
Áðrenn farið varð undir verkætlanina at byggja nýtt suðuroyarskip, varð spurningurin umrøddur, hvørt alternativir møguleikar vóru at skipa flutningin millum miðstaðarøkið og Suðuroynna. Serliga varð møguleikin heilt ella partvís at skipa flutningin yvir Sandoynna kannaður. Komið varð tó fram til, at kostnaðurin av íløgum í vega- og havnagerð og í nýtt skip at røkja siglingina millum Tvøroyri og Sand ikki varð minni enn um skipið skuldi sigla beinleiðis millum Suðuroynna og Tórshavn.

Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at farvatnið í Suðuroyarfirði er so háttað, at tað hevði verið neyðugt, at skipið hevði eina ávísa stødd, um regulariteturin skuldi haldast. Strandfaraskip Landsins mettu leysliga í hesum sambandi, at eingin týðandi sparing var í íløgukostnaðinum av einum slíkum skipi og einum skipi, sum skuldi sigla beinleiðis millum Suðuroy og miðstaðarøkið, um tænastan ikki skuldi versna. Aðrir trupulleikar vórðu eisini við einari slíkari loysn. Ferðatíðin millum Suðuroynna og miðstaðarøkið hevði verið longri enn hon er í dag, og fløskuhálstrupulleikar kundu væntast í Skopun, serliga í sambandi við tungu ferðsluna. Harafturat kann nevnast, at vanliga fatanin er, at góð flutningstænasta inniber, at tað verða gjørdir so fáir steðgir til umskifti frá ferju til buss og øvugt, sum gjørligt, á einum ávísum strekki.

Av hesum orsøkum var farið undir at projektera nýggja ferju, ið skuldi sigla beinleiðis millum Tórshavn og Suðuroy. Av tí, at beinleiðis samband er millum arbeiðsferðina hjá ferjuni og optimalu longdina á ferjuni, er avleiðingin av einari hægri arbeiðsferð, at bæði íløga og rakstur verða dýrari. Landsstýrismaðurin bað tí um at fáa eina lýsing av fýra alternativum møguleikum: Ferjur, ið vóru optimeraðar at sigla ávíkavist 18, 19, 20 og 21 míl. Fyri hvørja alternativa loysn varð ein kostnaðarmeting og rakstrarætlan gjørd, so tað bar til at sammeta íløgukostnað og rakstrarkostnað. Landsstýrið tók undir við at byggja ferjuna, ið var optimerað at sigla 21 míl, og Strandfaraskip Landsins fekk boð um at halda áfram við projekteringini samsvarandi hesari avgerð.

5.  Lýsing av projekteraðu suðuroyarferjuni

5.1. Projekteringsgrundarlag
Nýggja suðuroyarferjan varð projekterað, grundað á ta kravspesifikatión, sum ein arbeiðsbólkur á Strandfaraskipum Landsins hevði gjørt.

Í projekteringini varð dentur serliga lagdur á, at:

5.2. Kapasitetur og dimensiónir á ferjuni
Úrslitið av projekteringini gjørdist ein ferja, ið hevði eina arbeiðsferð upp á 21 míl við 85 % belastningi av motorinum. Í talvu 1 sæst eitt yvirlit yvir dimensiónir á ferjuni og Smyrli.

Talva 1: Fakta um nýggju Suðuroyarferjuna og Smyril

Alternativ

Projekteraða ferjan

Smyril

Arbeiðsferð

21 míl

16,5 míl

Siglingartíð

1 t 37 min

2 t 4 min

Longd pp. (m)

123,0

87,5

Longd oa. (m)

135,0

92,7

Breidd (m)

22,7

16,5

Dýpd (m)

5,60

4,65

Tal á trailarum

30

15

Tal á persónbilum

200

110

Av- og áskipan, akfør

Dupult hekkuportur

Einkult hekkuportur

Tal á ferðafólki

800/976

800

Effekt installerað (hk)

20.900

10.080

5.3. Umstøðurnar á akfarsdekkinum
Breiddin á ferjuni er 22,7 m, sum ger tað møguligt at hava 4 persónbilrøðir ella 3 trailararøðir á hvørjari síðu av miðcasingini. Tá er roknað við einari frástøðu upp á 60 cm millum akførini. Breiddin á ferjuni ger, at tað ber til hjá sjálvt stórum trailarum at venda frammi á dekkinum, og tað verður sostatt møguligt at koyra inn í einum borði og út í hinum samstundis (sí eisini tekning av akfarsdekkinum, skjal 1).

Hetta minkar munandi um tíðina, tað tekur at lasta og lossa ferjuna, í mun til støðuna í dag, har tað er neyðugt at tøma akfarsdekkið, áðrenn onnur akfør kunnu koyra umborð. Nýggja ferjan hevur tvey portur á hekkuni, eitt til avskipan og eitt til áskipan av akførum. Skuldi annað portrið gingið fyri, verður tí ikki beinleiðis neyðugt at leggja ferjuna, til brekið er umvælt, hóast umstøðurnar sjálvandi verða munandi tvørligari.

Ferðafólk og akfør verða atskild, og skuldi hetta betrað munandi um trygdina hjá ferðafólki til gongu. Uppgongin til ferðafólkadekkini verður í miðcasingini.

Annars verður á akfarsdekkinum eisini eitt serligt rúm til líkkistur, so hesar kunnu verða fluttar á virðiligan hátt.

5.4. Umstøðurnar hjá ferðafólkunum
Tvey ferðafólkadekk eru í projekteraðu suðuroyarferjuni. Í projekteringini er dentur lagdur á eina fleksibla innrætting, so tað ber til at steingja partar av ferjuni, tá fá ferðafólk eru við, og tað ikki er neyðugt við so nógvum plássi.

Annars verða ætlandi hesir ferðafólkafasilitetir umborð á nýggju suðuroyarferjuni:

Niðara ferðafólkadekk:

Ovara ferðafólkadekk:

Á ferjuni verður eisini ein lyfta við sambandi til bæði ferðafólkadekkini og bildekkið.

Ovast á ferjuni, oman fyri ovara ferðafólkadekk, verður ein tyrlupallur, ið m.a. ger tað møguligt at flyta sjúk ella skadd fólk á sjúkrahús.

6. Atløguviðurskiftini hjá nýggju Suðuroyarferjuni
Í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning er ásett, at siglast skal millum Tvøroyri og Tórshavn og millum Vág og Tórshavn, og tað liggur tí á landsstýrismanninum at bera so í bandi, at atløguviðurskiftini eru so háttað, at tað er møguligt at uppfylla hetta lógarkravið.

Strandfaraskip Landsins hava longu við verandi ferju víst á, at atløguviðurskiftini á Drelnesi ikki eru nøktandi. Í brævi til Vinnumálastýrið hevur stovnurin víst á, at serliga á eysturætt eru umstøðurnar hættisligar, og at starvsfólk á Smyrli er komið til skaða, tí veirurin slitnaði orsakað av nógvum vindi og tungari aldu. Við einari ferju, ið er so nógv longri enn Smyril, verður hesin trupulleikin nógv størri, og tað er tí alneyðugt, at bøtt verður um atløguviðurskiftini, serliga um Smyril skal liggja nátt í Suðuroy. Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingsstovnurin eru samd um, at verandi havn á Drelnesi ikki er egnað til nýggju suðuroyarferjuna.

Vinnumálastýrið hevur tí biðið Landsverkfrøðingsstovnin gjørt eitt uppskot til, hvussu atløguviðurskiftini á Trongisvágsfirði kunnu betrast. Í hesum sambandi hevur stovnurin gjørt aldukanningar á Trongisvágsfirði og gjørt tvey ymisk skitsuprojekt (sí eisini skjal 2):

  1. Umbygging av verandi atløguplássi á Drelnesi
  2. Nýggja samferðsluhavn eystan fyri Drelnes.

Kostnaðurin av hesum verkætlanum er enn sera óvissur, men stovnurin hevur fyribils mett kostnaðin av umbygging á Drelnesi (loysn 1) til 50 mió. kr., meðan nýggja samferðsluhavnin (loysn 2) fyribils verður mett at kosta uml. 75 mió. kr.

Tá avgerð skal takast um, hvør av hesum loysnum skal veljast, er vert at geva gætur, at Tvøroyrar Býrað hevur boðað Landsverkfrøðingsstovninum frá, at tað ikki kann binda seg til eina framtíðartrygging av Drelnesi sum samferðsluhavn, tí kommunan ætlar at nýta havnina til annað endamál.

Í Vági verður eisini neyðugt at fremja umbyggingar fyri at gera tað møguligt hjá nýggju suðuroyarferjuni at leggja at. Vágs Býráð ætlar at útbyggja vinnuhavnina, og Vinnumálastýrið hevur tí biðið Landsverkfrøðingsstovnin kanna møguleikarnar fyri at samstarva við Vágs kommunu um eina felags verkætlan fyri at vita, um báðir partar kunnu spara pengar í mun til støðuna, har partarnir arbeiða hvør í sínum lagi við verkætlanunum.

Hvørki skitsuprojekt ella kostnaðarmeting eru enn gjørd av hesari verkætlan, men væntandi verður kostnaðurin minni enn á Trongisvágsfirði.

Vinnumálastýrið hevur eisini móttikið eina umsókn um fíggjarligan stuðul frá Tórshavnar Býráði í sambandi við umbyggingar av atløguviðurskiftunum í Havn, og er henda umsóknin send Landsverkfrøðingsstovninum til viðgerðar. Tórshavnar Býráð hevur í umsóknini uppgjørt kostnaðin av at broyta atløguviðurskiftini, so tey hóska til nýggju suðuroyarferjuna, til kr. 34.260.000.

So skjótt sum endaligt tilmæli er landsstýrismanninum í hendi um, hvørjar havnaloysnir skulu fremjast, verður anleggslóg fyri havnaverkætlanirnar smíðað og løgd fyri Løgtingið.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1.  Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið kunnu býtast í tvey: íløgukostnaður og rakstrarkostnaður.

Íløgukostnaður:
Fyritøkan Knud E. Hansen a/s, ið hevur projekterað ferjuna, hevur mett, at projekteraða ferjan fer at kosta uml. 305 mió. kr., um hon verður bygd í Europa, og uml. 250-260 mió. kr., um hon verður bygd í Asia. Stór óvissa er tó á hesum kostnaðarmetingum, serliga prísurin í Asia, tí hesin ofta partvíst verður ásettur politiskt.

Verður samlaði prísurin hægri enn 305 mió. kr., verður neyðugt at broyta lógina, áðrenn byggiavtala kann undirskrivast. Merkir ein hægri samlaður prísur, at tørvur verður á hægri játtan í fíggjarárinum 2002, verður harumframt neyðugt at fáa fíggjarliga heimild til vega fyri hækkaðu útreiðslunum.

Strandfaraskip Landsins hava sett seg í samband við 25 skipasmiðjur, bæði í Europa og Asia, fyri at vita, um tær eru áhugaðar at bjóða upp á byggingina. Skipasmiðjurnar eru útvaldar í samráð við Knud E. Hansen a/s, og hava 20 av hesum skipasmiðjum sagt seg vera áhugaðar í at bjóða upp á byggingina, og hava biðið um útbjóðingartilfar.

Útreiðslurnar til byggingina verða ætlandi játtaðar við umleið líka stórari upphædd í trý fylgjandi fíggjarár.

Rakstrarkostnaður:
Ein fyribils rakstrarætlan er gjørd fyri projekteraðu suðuroyarferjuna, sí talvu 3.

    Talva 3: Mett rakstrarætlan fyri projekteraðu suðuroyarferjuna

    Tús. kr. Smyril ár 2000

    Projekterað Suðuroyarferja

      Galdandi ferðaætlan Galdandi ferðaætlan 2 x Suðuroy-Tórshavn 4 x Suðuroy-Tórshavn
    11. Lønir

    14.300

    13.500

    13.500

    20.000

    14. Keyp av vørum og tæn.

    14.800

    15.600

    17.100

    25.800

    15. Keyp av útbúnaði, netto

    100

    100

    100

    100

    16. Leiga, viðlíkah., skattur

    4.000

    2.500

    2.700

    3.500

    Útreiðslur tilsamans

    33.200

    31.700

    33.400

    49.400

    21. Inntøkur

    12.000

    13.000

    13.500

    14.500

             
    Nettorakstur

    - 21.200

    - 18.700

    - 19.900

    - 34.900

Talva 3 vísir staðfestu útreiðslurnar og inntøkurnar hjá suðuroyarleiðini í ár 2000 og mettu útreiðslurnar og inntøkurnar hjá projekteraðu suðuroyarferjuni. Viðmerkjast skal, at tá tað snýr seg um nýggju suðuroyarferjuna, er í fleiri førum talan um leysligar metingar, og tí kunnu veruligu tølini víkja nakað frá teimum mettu. Eisini er vert at leggja til merkis, at inntøkurnar eru uttan innanhýsis avrokningar á Strandfaraskipum Landsins.

Yvirlitið vísir, at um siglt verður eftir galdandi ferðaætlan, verða rakstrarútreiðslurnar hjá projekteraðu ferjuni væntandi uml. 1,5 mió. kr. minni enn hjá Smyrli. Orsøkin til lægru útreiðslurnar, hóast skipið siglir 4,5 míl skjótari enn Smyril, er serliga, at ferjan brennir tungolju, ið er bíligari enn gassolja. Eisini kunnu viðlíkahaldsútreiðslurnar væntast at minka, eins og lønarútreiðslurnar lækka nakað orsakað av skjótaru siglingartíðini. Væntast kann eisini, at fleiri ferðandi verða, orsakað av økta kapasitetinum, styttu siglingartíðini og betraða komfortinum umborð. Inntøkurnar kunnu tí væntast at vaksa nakað. Í talvu 3 er roknað við einum inntøkuvøkstri upp á 1 mió. kr. árliga, um sama ferðaætlan verður galdandi, men talan er her um eina leysliga meting.

Um siglt verður tvær ferðir aftur og fram dagliga, verða útreiðslurnar á leið tað sama sum verandi rakstur hjá Smyrli. Um suðuroyarferjan við tíðini dagliga fer at sigla 4 ferðir aftur og fram millum meginøkið og Suðuroynna, sum møguleiki er fyri við projekteraðu ferjuni, verða útreiðslurnar einar 16 mió. kr. hægri enn raksturin hjá Smyrli í ár 2000. Við fýra túrum aftur og fram verður árliga hallið væntandi uml. 35 mió. kr., sum eru uml. 13-14 mió. kr. meira enn hallið á suðuroyarleiðini í ár 2000.

B. Fyri kommunurnar
Sjálv suðuroyarferjan hevur bert smærri figgjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. Havnagjøldini hækka væntandi eitt vet, og økist inntøkan hjá kommunalu havnunum tí eisini. Verður avgerð tikin um at byggja nýggja landssamferðsluhavn á Trongisvágsfirði, missur Tvøroyrar kommuna inntøkurnar frá strandfaraskipinum.

Sum nevnt omanfyri verður í øllum førum neyðugt við umbyggingum í Suðuroy, og møguliga í Tórshavn eisini. Útbyggingar í Suðuroy eru alneyðugar, skal verða gjørligt at leggja at í Vági og liggja nátt á Trongisvágsfirði. Hóast talan er um kommunalar havnir, og landsstýrið sum høvuðsreglu ikki vil arbeiða fyri at veita stuðul til kommunala havnabygging, kann stuðul tó veitast, um útbyggingin er neyðug fyri at skapa nøktandi umstøður fyri samferðsluna. Eitt nú hevur landið goldið allar íløgur í havnirnar í sambandi við nýggju sandoyarferjuna. Landsstýrið fer tó frameftir at treyta sær nýtslurættin til samferðsluendamál, tá slík arbeiði í kommunalum havnum verða stuðlað ella gjørd.

C. Fyri vinnuna
Økti trailarakapasiteturin og stutta siglingartíðin bøtir um umstøðurnar hjá vinnulívinum í Suðuroy at flyta fisk o.a. til miðstaðarøkið, og skuldi hetta verið ein tænastuligur og fíggjarligur fyrimunur fyri fyritøkurnar í Suðuroy.

2.  Umsitingarligar avleiðingar
Ongar umsitingarligar avleiðingar standast av lógaruppskotinum.

3.  Umhvørvisavleiðingar
Maskinarí o.a. er nýtt og væl útgjørt, og tryggjar effektiva forbrenning og avmarkaða roykdálking

4.  Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Yvirhøvur fer økti kapasiteturin, stytta siglingartíðin og betraði komforturin umborð væntandi at betra trivnaðin hjá borgarum í Suðuroy og umstøðurnar hjá vinnulívinum í økinum.

Talva 4: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja, smærri

Ja, serliga fyri Suðuroy

Nei

Ja, positivar

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Ja, tættari tilknýti til meginøki

 

 

 Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1.

Landsstýrismanninum verður í hesari grein heimilað at gera avtalur um bygging av nýggjari suðuroyarferju, og kunnu byggiútreiðslurnar í mesta lagi verða 305 mió. kr. tilsamans. Í hesari upphædd er ikki íroknað útreiðslur til havnabyggingar.

Í játtanarskipanini er ásett, at um ein samlaður løgukostnaður er ásettur í serstøku lógini um verkætlanina, kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum, treytað av, at samlaði løgukostnaðurin verður hildin.

Ásetingin má tó skiljast soleiðis, at avtalan ikki kann undirskrivast, fyrr enn tað eisini fyriliggur ein játtan til endamálið.

Skuldi tað eftir útbjóðingina víst seg, at samlaðu útreiðslurnar til byggingina verða hægri enn ásett í lógaruppskotinum, verður neyðugt at seta fram broytingaruppskot. Verður tørvur á hægri játtan í aktuella fíggjarárinum, er harumframt neyðugt við eykajáttan ella fíggjarnevndarskjali, áðrenn avtala verður undirskrivað.

Greitt verður undir almennu viðmerkingunum frá um ferjuna, ið er projekterað, og sum ætlanin er at byggja. Væntandi verður ferjan bygd í 2002-2004, og tørvurin á fígging verður á leið tann sami í hvørjum av hesum fíggjarárum.

Til § 2.

Ongar serligar viðmerkingar.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Tekningar av projekteraðu suðuroyarferjuni.
Skjal 2: Samferðsluhavn á Trongisvágsfirði. Upprit frá Landsverkfrøðingsstovninum við tekningum.

1. viðgerð 23. november 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 11. desember 2001 legði fram soljóðandi

Álit

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 7. november 2001 og eftir 1. viðgerð tann 23. november 2001 beint í vinnunevndina.

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. desember 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.  

Kári P. Højgaard hevur tó hesar viðmerkingar:
Sjálvstýrisflokkurin hevur áður boðað frá, at hann var ógvuliga ivasamur um avgerðina, at byggja eitt so stórt skip til farleiðina Suðuroy – Tórshavn. Helst var upprunaætlanin hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum hin skilabesta, har hann mælti til at byggja eitt minni skip fyri umleið 240 milliónir.

Ásannast má, at landsstýrismaðurin hevur broytt áskoðan og hevur tikið avgerð um at byggja størra skipið og innheinta tilboð, sum støða nú skal takast til, her vendist ikki aftur.

Neyðug út- ella nýbygging av samferðsluhavn í Suðuroy eigur at verða gjørd, samstundis sum skipið verður bygt, og skulu hesar íløgurnar verða lidnar samstundis.

Løgtingssamtyktin um, at siglt eigur at vera til tvær havnir í Suðuroy eigur at verða broytt, nú so stórt skip verður sett inn í siglingina. Verður avgerð tikin um at gera eina nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, eigur "bert" henda eina íløgan at verða gjørd í havnagerð í Suðuroy, fyri at Smyril kann leggja at.

Tað týdnigarmesta við sjóvegis sambandinum er, at túratalið millum Suðuroynna og meginøkið er nøktandi, bæði fyri farm og ferðafólk.

2. viðgerð 14. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 154 frá 20.12.2001