Yvirtøka av sjótrygd


20  Uppskot til  løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 8. november, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum

§ 1. Samsvarandi § 2 í heimastýrislógini verður málsøkið trygd á sjónum yvirtikið sum føroyskt sermál við gildi frá 1. januar 2002.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

Lógin verður sett í gildi í Føroyum í samsvari við grein 46 í stýrisskipanarlógini (løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya) og grein 2 í heimastýrislógini (Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre).

Sambært grein 46 í stýrisskipanarlógini verða yvirtøkur framdar sambært løgtingslóg, og sambært grein 2 í heimastýrislógini kunnu yvirtøkurnar, ið sipað verður til, verða framdar við einvísari føroyskari avgerð.

Í fylgisskjali A til sáttmálan frá 10. juni 1998 millum Føroya landsstýri og ríkisstjórn Danmarkar er ásett, at partarnir báðir eru samdir um, at Føroyar fara at yvirtaka málsøkið skipaeftirlit aftaná samráðingar partanna millum.

Seinni hevur málsøkið verið umrøtt undir heitinum trygd á sjónum, av tí at tað fevnir um meira enn bert skipaeftirlit. Ætlanin er, at fyrisitingin á málsøkinum verður samskipað við verandi sjóvinnufyrisiting undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum. Greitt er nærri frá ætlanum landsstýrisins á økinum í frágreiðingini Trygd á sjónum, ið landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum hevur latið gjørt. Løgtingið hevur áður fingið hesa frágreiðing.

14. desember 2000 samtykti Løgtingið uppskot til samtyktar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í sjóvinnumálum, um at taka upp samráðingar við donsku ríkistjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum.

Samráðingar hava verið millum Fiskimálastýrið og danska vinnumálaráðið (Erhvervsministeriet, ið gav sjóvinnustýrinum Søfartsstyrelsen heimild at standa fyri donsku samráðingarnevndini), og partarnir eru samdir um, at yvirtøkan, ið fær gildi frá 1. januar 2002, fevnir um tann partin av málsøkinum trygd á sjónum (á donskum sikkerhed til søs), ið verður fyrisitin av danska vinnumálaráðnum, og sum er fevndur av donsku lógini um trygd á sjónum Føroyum viðvíkjandi. Tað merkir, at málsøkið, ið verður yvirtikið, fevnir um føroysk skip, og útlendsk, tá ið hesi seinnu eru í føroyskari havn, innan fyri føroyska sjóumveldið, innan fyri føroyska landgrundsmarkið og innan fyri fiskimarkið.

Semja er um, at yvirtøkan fevnir ikki um tey øki av týdningi fyri trygdina á sjónum, ið eru reglusett í aðrari danskari ríkislóg enn Lov om sikkerhed til søs, og heldur ikki um tey øki innan ta lógina, ið verða fyrisitin av øðrum donskum myndugleikum enn danska vinnumálaráðharranum og danska sjóvinnustýrinum.

Víst verður í hesum sambandi til uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum, ið landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum hevur lagt fyri Løgtingið.

Yvirtøkan hevur við sær, at føroyingar taka við lóggávuvaldi og útinnandi valdi á økinum og, at fíggjarliga ábyrgdin á økinum eisini verður hjá føroyskum myndugleikum.

Eisini yvirtekur landsstýrið arbeiðsgevaraskyldurnar mótvegis teimum starvsfólkum, ið har eru í starvi.

Avleiðingar av uppskotinum

Viðvíkjandi fíggjarligum og øðrum avleiðingum verður víst til kapittul 2 í viðmerkingunum til uppskotið til løgtingslóg um trygd á sjónum.

SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til § 1:
Í greinini verður ásett, at málsøkið trygd á sjónum verður yvirtikið sum føroyskt sermál við gildi frá 1. januar 2002.

Tað hevur í høvuðsheitum við sær, at sjóvinnufyrisitingin undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum hereftir fer at umsita økið og, at Løgtingið fær lóggávumyndugleikan á økinum. Sum nevnt í almennu viðmerkingunum omanfyri, er semja gjørd millum avvarðandi føroysku og donsku myndugleikarnar um ávísar avmarkingar viðvíkjandi málsøkinum, ið verður yvirtikið.

Til § 2:
Greinin ásetir, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Skjal 1: Aftale mellem den danske regering og Færøernes landsstyre om overførsel af sagsområdet sikkerhed til søs inden for Erhvervsministeriets område.

1. viðgerð 16. november 2001. Tingmálini nr. 20 og 28 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 18. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram 8. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 16. november varð málið beint í uttanlandsnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 27. november, 4. og 18. desember 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og umboð fyri uttanlandsdeildina í landsstýrinum.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Ein meiriluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Helena Dam á Neystabø og Jenis av Rana) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti í nevndini (Edmund Joensen og Heðin Mortensen) tekur ikki undir við uppskotinum.

Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá tíðarfrestini við 2. og 3. viðgerð. Samtykt 17-0-0.

2. viðgerð 20. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-6.  Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-6. Málið avgreitt.

Ll.nr. 166 frá 21.12.2001