Landsvegalóg


21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 8. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir, sum broytt við kunngerð nr. 111 frá 17. november 1982 , verða gjørdar hesar broytingar:
§§ 3 og 4 og § 8, 2. pkt. verða strikaðar.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1.januar 2002.
Stk. 2. Samstundis fer allur tann danski lógarteksturin í løgtingslóg um landsvegir við seinni broyting úr gildi.

Almennar viðmerkingar

A.  Galdandi lóggáva
Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Sum liður í hesum arbeiði hava løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum viðgjørt spurningin um avtøku av landsvegagrunninum. Semja er um, at grunnurin verður tikin av frá 1. januar 2002. Samstundis verður asfaltsstudningurin eisini avtikin. Tað merkir, at tá ið landsvegir verða gjørdir, er tað bert landið sum fíggjar hetta, meðan kommunurnar hereftir umframt gerð og viðlíkahald eisini fíggja asfaltering av kommunalu vegunum.

Viðvíkjandi asfaltsstudningi hava 4,6 mió. kr. staðið á fíggjarlógini fyri 2001. Roknskapurin fyri 2000 vísir, at uml. 4,6 mió. kr. vóru brúktar til endamálið. Studningurin hevur verið settur til 100 kr. pr. íbúgva, og er tað til at asfaltera vegir hjá kommununum soleiðis, at vegakervið verður hildið javnt viðlíka.

Viðvíkjandi vegagrunninum hava kommunurnar goldið uml. 17,4 mió. kr. í grunnin í 2000, og væntandi rinda tær umleið 21 mió. kr. í ár. Sambært galdandi § 3 í lógini gjalda kommunur, har landsvegur gongur ella verður gjørdur gjøgnum ella fram við bygd, 2/5 líkningarprosent avvarðandi ár. Fyri hinar kommunurnar er gjaldið 1/5 líkningarprosent avvarðandi ár. Tó skal tað ikki fara upp um 10% av tí, álíkningin vildi verið avvarðandi ár við líkningarprosenti 8.

B.  Stuttur samandráttur

Høvudsinnihalðið í lógarbroytingini er, at:

  1. taka gjaldsábyrgdina frá kommununum, hvat viðvíkur landsvegagerð, fyri at fáa eitt greiðari ábyrgdar- og uppgávubýti.
  2. taka § 4 burtur, tá ið greinin ikki hevur nakran týdning í dag. Tá ið tann greinin verður tikin burtur, gevur § 8, 2. pkt. ikki meining, og tí verður mælt til at strika setningin.

C. Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið fer at hava eyka kostnað við sær fyri Landskassan. Landskassin missir uml. 21 mió. kr frá kommununum, men sleppur frá at gjalda 4,6 mió. kr. í asfaltsstudningi. Fyri kommunurnar verður tað umvent. Tær sleppa frá at gjalda umleið 21 mió. kr. til landsvegagerð, men fáa so ikki asfaltsstudning.

Lógaruppskotið kann eisini fáa avleiðingar fyri gerð av vegristum. Sambært § 3 í galdandi lóg, gjalda kommunurnar til gerð og hald av øllum vegristum, sum ikki liggja á markinum millum innan- og uttangarðsjørð, 50 tkr. fyri 8-10 metra vegristir og 30 tkr. fyri 4-6 metra vegristir, umframt 3 tkr. um árið fyri hvørja vegrist til umvælingar og endurnýggingar. Greinin hevur, sambært Landsverkfrøðingsstovninum, havt við sær, at eitt minni tal av vegristum verða gjørdar, enn ynski hevur verið frá hagafólksins síðu. Lógaruppskotið kann hava við sær, at hagapartar fara at krevja fleiri vegristir eftir galdandi hegnslóggávu. Landsverkfrøðingsstovnurin mælir til, at so fáar vegristir sum møguligt verða gjørdar. Tí verður samstundis umhugsað at broyta hegnslógina. Hartil skal tó viðmerkjast, at Føroya Kommunufelag í viðmerkingum sínum ikki tekur undir við, at vegristir verða gjørdar til eina kommunala útreiðslu.

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligir/ búskaparligir avleiðingar Ja Ja Nei Nei Nei
Umsitingarligir avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligir avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Ummæli
Lógaruppskotið hevur síðan verið sent út til hoyringar hjá Landsverkfrøðingsstovninum, Fíggjarmálastýrinum, Kommunufelag Føroya og Føroya Kommunusamskipan.

Viðmerkingarnar til lógaruppskotið eru komnar frá øllum, sum hava havt tað til hoyringar.

Føroya Kommunusamskipan tekur fult undir við broytingaruppskotinum, sum varð lagt út til hoyringar.

Fíggjarmálastýrið hevur sum so ongar viðmerkingar til lógaruppskotið, men viðmerkir, at uppskotið er í samsvari við tað, sum er avsett játtanarliga í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2002.

Viðmerkingarnar frá Landsverkfrøðingsstovninum snúgva seg um vegristir. Landsverkfrøðingsstovnurin ynskir ikki, at ásetingar um, at kommunurnar skulu gjalda fyri vegristir fella burtur. Um grein 3 verður strikað í lógaruppskotinum, mælir Landsverkfrøðingsstovnurin til, at hegnslógin verður broytt.

Viðmerkingarnar frá Kommunufelag Føroya snúgva seg lutvíst um, at felagið ætlar at seta fram endurgjaldskrav fyri tað, kommununar hava goldið í landsvegagrunnin í mun til asfaltsstudningin, aftur til 1969. Lutvíst snúgva viðmerkingarnar seg um vegristir, har Kommunufelagið sigur seg ikki at kunnu góðtaka, at útreiðslurnar av vegristum verða kommunuútreiðslur.

Viðmerkingarnar, sum eru sendar inn, eru hjálagdar.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

§ 1 Greinarnar 3, 4 og 8, 2. pkt. verða strikaðar.

§ 2 Semjan um at avtaka landsvegagrunnin tekur við 1. januar 2002, og tí skal broytingin av lógini fáa gildi 1. januar 2002.

Skjøl:
Skjal 1:
Viðmerkingar frá Føroya Kommunufelag
Skjal 2: Viðmerkingar frá Fíggjarmálastýrinum
Skjal 3:
Viðmerkingar frá Landsverkfrøðinginum
Skjal 4:
Viðmerkingar frá Kommunusamskipan Føroya

1. viðgerð 16. november 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2001 er tað beint í vinnunevndina.

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. november, 6. og 13. desember 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, Niels Winther fulltrúa, og við Finnleif Durhuus á Landsverkfrøðingsstovninum.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 18. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 167 frá 21.12.2001