Eldrarøkt í Sandoynni


22  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 8. november, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni 

 
§ 1

Í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 17. mai 2000, verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis:
"Stk. 3. Royndartíðin er sett til 6 1/2 ár og er galdandi frá 1. juli 1996 og fer úr gildi 31. desember 2002."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Í 1996 fekk landsstýrismaðurin við lóg heimild til at seta eina royndarskipan innan eldraøki í verk í Sandoynni. Endamálið við royndartiltakinum var at royna eina skipan, sum sameinir røktarheimsrakstur og heimarøkt. Landsstýrismaðurin fekk eisini heimild til at áseta reglur, sum kunnu víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l. Hetta merkir, at teir brúkarar, sum eru í skipanini, á røktarheiminum, sambýlunum ella í heiminum varðveita pensjónina.

Aðrastaðni í landinum innan eldraøkið er tað soleiðis, at røktarheimini verða rikin fyri seg og heimarøktin og sambýlini fyri seg. Brúkarar á røktarheimum missa pensjónina og fáa "lummapengar" ístaðin, og brúkarar á sambýlum ella í heiminum varðveita pensjónina.

Upprunaliga var ætlanin, at henda royndarskipan skuldi vera galdandi í 5½ ár, t.v.s. fram til ársskiftið 2001.

Av ymiskum orsøkum fyriliggur ikki ein endalig niðurstøða fyri hetta royndartiltakið. Væntandi verður ein niðurstøða handað landsstýrismanninum við árslok.

Endamálið við skipanini var at royna nýggjar leiðir. Roynast skuldi, um tað var ein gongd leið at samskipa rakstur, fyrisiting o.a. viðvíkjandi røktarheimum og heimarøktini. Somuleiðis skuldi roynast, um allir pensjónistar skuldu varðveita pensjónina og í staðin rinda fyri tær tænastur, veittar vórðu teimum.

Samstundis hevur landsstýrismaðurin sett ein arbeiðsbólk viðvíkjandi eldraøkinum. Eitt álit verður handað landsstýrismanninum seinast í hesum árinum.

Mett verður tí, at rættast er at leingja royndarskipanina í eitt ár. Út frá niðurstøðuni av royndarskipanini og álitinum frá eldrabólkinum verður tikin avgerð um, um ein tílík skipan skal verða galdandi aðrastaðni í landinum.

Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið førur ikki við sær nakrar fíggjarligar avleiðingar. Peningur er settur av fyri 2002 eins og hini árini frammanundan til eldraøkið í Sandoynni.

Ætlanin er tó at avtaka partin hjá kommununum, sum ásettur er í kungerð, har tað stendur, at kommunurnar rinda fyri ein part av rakstrinum.

Eftir at lógin um býtið av almannaútreiðslum varð avtikin 1. juli 2000, eru tað bert kommunurnar í Sandoynni, sum hava fíggjað ein part av eldarøkinum. Henda broyting bleiv ikki gjørd, tí mett varð rættast at lata royndarskipanina vera óbroytta royndartíðina út. Nú royndarskipanin verður longd í eitt ár, er avgerð tikin um at broya kunngerðina soleiðis, at landið kemur at rinda allar útreiðslurnar.

Tað, sum kommunurnar rinda til hesa skipan, eru 1,341 mió. kr. í 2001. Hesar útreiðslur eru tiknar við í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2002.

Hoyring
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Heimarøktini, kommununum í Sandoynni, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Gjaldstovu.

Svar er komið frá Føroya Gjaldstovu. Føroya Gjaldstova sær onki, sum meginregluliga stríðir móti reglunum innan roknskaparverkið, tí sum gjaldstovan skilir, so fer roknskaparskrásetingin fram óbroytt. Føroya Gjaldstova tykir tað vera undarligt at kalla nakað royndarskipan, sum skal koyra 6½ ár.

Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, sosialar ella vinnuligar avleiðingar ella avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir

Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Royndarskipanin verður longd í eitt ár.

Til § 2.
Gildiskomuregla.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Skriv frá Føroya kommunufelag, dagfest 24.10.01.

1. viðgerð 16. november 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 4. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 8. november 2001 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 4. december 2001.

Nevndin metir ikki, at tað átti at verið neyðugt at leingja royndarskipanina við einum ári, men staðfestir, at skipanin ikki er eftirmett og tískil heldur ikki kann tæna tí menningarendamáli fyri eldrarøktina, sum var ætlanin við royndarskipanini.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. desember 2001.  Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 0.21-2101024/7
Ll.nr. 148 frá 17.12.2001