Kommunulæknaløn

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti undir 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (einki orðaskifti)

Ár 2001, 7. november, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna  

§ 1

Løgtingslóg nr. 56 frá 17. desember 1952 um býti av Føroya parti av løn kommunulækna verður tikin av.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002. 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Sambært lógini "um býti av Føroya parti av løn kommunulækna" verður Føroya partur av almennu løn kommunulækna býttur í helvt millum landskassan og viðkomandi kommunu.

Upprunaliga rindaði ríkiskassin 50% í endurgjaldi av grundupphæddini um mánaðin til kommunulæknan og til fríðtíðar- og langtíðaravloysaran. Tá farið var frá endurgjaldsskipanini til blokkstuðulsskipanina 1. januar 1988, varð býtið millum landskassan og kommunurnar umsitingarliga broytt til ávikavist 75% og 25%, men lógin er ongantíð broytt samsvarandi.

Í staðin fyri at broyta lógina verður mælt til at avtaka hesa. Á henda hátt verður uppgávubýtið millum land og kommunu greiðari.

Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Sambært fíggjarlógini fyri 2001 rinda kommunurnar 1,392 mió. kr. av tí samlaðu lønini til kommunulæknarnar. Um lógin verður avtikin, so førir hetta við sær eina meirútreiðslu fyri landskassan. Hesin peningur er ikki settur av í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2002.

Hoyring
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Føroya kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Kommunulæknafelag Føroya og Føroya Gjaldstovu.

Svar er komið frá Kommunulæknafelag Føroya og Føroya Gjaldstovu.

Kommunulæknafelag Føroya tekur undir við uppskotinum. Føroya Gjaldstova sær onki í uppskotinum, sum meginregluliga stríðir móti reglunum innan roknskaparverkið, tí skipanin er óbroytt. Føroya Gjaldstova mælir til, at meirútreiðslan verður tikin við í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002.

Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, sosialar ella vinnuligar avleiðingar ella avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

  Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir

Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar 

Til § 1.
Her verður ásett, at øll lógin verður avtikin. 

Til § 2.
Gildiskomuregla.

1. viðgerð 16. november 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 27. november 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2001 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 27. november 2001.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Ein minniluti, Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm, viðmerkir tó, at hann undrast á, at lógaruppskotið verður sett fram, áðrenn tað er ein endalig avgerð tikin um, hvussu býtið skal verða millum land og kommunur.

2. viðgerð 29. november 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 5. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 0.21-2101031/7
Ll.nr. 144 frá 11.12.2001