Toll- og skattafyrisiting

 

24  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 7. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 14 verður stk. 3 strikað.
  2. Í § 15, stk. 1, verður 3. punktum orðað soleiðis:

"Í hesi starvsskipan skal m.a. verða álagt kommununum at rinda skattakærunevndunum samsýning og veita teimum neyðuga skristovuhjálp og hóskandi hølisviðurskifti."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002.

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við skattamálum mælir við hesum til at gera broytingar í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting, sum hava við sær eina einfaldgering av fíggjarligu viðurskiftunum viðvíkjandi kommunalu skattakærunevndunum.

Tað er ásett í lógini, at landsstýrið skal rinda samsýning til formann og hinar limirnar í einstøku skattakærunevndunum, fyri síðani eftir árslok at fáa endurrindan frá kommununum býtt eftir fólkatalinum.

Í praksis hevur hetta ikki verið fylgt seinastu 2 árini, har landsstýrið hevur avtalað við størstu kommunurnar í einstøku økjunum, at tær fyrst hava borið kostnaðin av samsýningum til skattakærunevndina í økinum umframt kostnaðin til skrivstovuhjálp og høli, fyri síðani eftir árslok at fáa endurrindað kostnaðin býtt eftir fólkatalinum í einstøku kommununum í økinum.

Tískil hevur man valt at broyta lógina, so samsvar verður millum praksis og lóggávu.

Nýggj kunngerð fer eisini at verða gjørd um starvsskipan fyri kommunalu skattakærunevndirnar, har ásett verður, at størsta kommunan í einstaka økinum leggur út fyri samsýning til skattakærunevndirnar og fyri útreiðslur til skrivstovuhjálp og høli, soleiðis sum í praksis er gjørt seinastu 2 árini.

Avleiðingar av lógaruppskotinum
Uppskotið hevur við sær umsitingarligar fyrimunir fyri landsstýrið, meðan fyri kommunurnar er tað í praksis eingin broyting, tí tær longu hava arbeitt soleiðis tey síðstu 2 árini.

Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

Fíggjarligar avleiðingar eru tað í veruleikanum ongar av, men nú verður staðfest við lóg, at útlegg fyri samsýning til skattakærunevndirnar verður flutt frá landsstýrinum til størstu kommununa í tí einstaka økinum.

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

(Ja)

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar
Til 1.
§ 14, stk. 3 verður strikað, tí har er ásett, at landsstýrið leggur út fyri samsýning til limirnar í kommunalu skattakærunevndunum, fyri síðani eftir árslok at fáa endurrindan frá kommununum. Tað er hetta, sum landsstýrið ynskir at fáa broytt, og tískil er greiðast, at stk. 3 verður strikað.

Til 2.
Broyting verður framd í § 15, stk. 1, 3. punktum, soleiðis at tikið verður við, at kommunurnar skulu rinda fyri samsýning til limirnar í skattakærunevndunum og fyri hølisútreiðslur. Hetta er bert ein nágreining av, hvat í praksis hevur verið gjørt seinastu 2 árini.

1. viðgerð 22. november 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 4. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 22. november 2001 er málið beint fíggjarnevndini. 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 3. desember 2001.  

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 6. desember 2001. §§ 1 og 2. samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. desember 2001.  Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 147 frá 17.12.2001