Skattalógin

 

26  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 7. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
  1. Eftir § 35a verður sum § 35b sett: "§35b. Sølupeningur fyri øll rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, verður inntøkuførdur søluárið.
    Stk. 2. Keypspeningurin fyri rættindi, sum eru fevnd av stk. 1, verður útreiðsluførdur keypsárið.
  2. Stk. 3. Fevnir avtalan um rættindi fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum er longri enn eitt ár, kann seljarin býta sølupeningin á avvarðandi tíðarskeið. Sama er galdandi fyri keypspeningin hjá keyparanum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 7. november 2001.

Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskotinum enn einaferð til, at reglur verða gjørdar, sum greitt áseta, hvussu skatting av sølu og keypi av fiskirættindum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal fara fram. Fyrstu ferð, landsstýrismaðurin royndi hetta, var í januar í fjør við løgtingsmáli nr. 42/1999, tá mælt varð til at gera eina broyting í Skattalógini soleiðis, at sølu- og keypspeningur fyri øll fiskirættindi varð tikin við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni søluárið.

Í hesum lógaruppskotinum verður mælt til, at søla og keyp av øllum øðrum rættindum eftir lógini um vinnuligan fiskiskap verða viðgjørd eftir reglunum í Skattalógini. Og í einum broytingaruppskoti til Avskrivingarlógina verður mælt til, at sølu- og keypspeningur fyri veiðiloyvi verður viðgjørdur eins og skip eftir Avskrivingarlógini.

Ógreiða skattingin av fiskirættindum hevur seinastu árini verið nógv umrødd í fjølmiðlum og millum manna. Orsøkin er uttan iva, at hetta eru rættindi, ið reiðarar fáa ókeypis frá landindum, men sum í mongum førum eru seld víðari - saman við skipinum ella fyri seg - við munandi vinningi.

Tá ið landsstýrismaðurin við fíggjarmálum í januar 2000 í omanfyri nevnda broytingarlógaruppskoti til Skattalógina royndi at gera upp við ógreiðu skattligu viðgerðina av skipasølum, har fiskirættindi vóru uppi í søluni, tók fíggjarnevndin ta støðu, at tað altíð hevur verið skattlig heimild til at skatta sølu og keyp av fiskirættindum og tók tí ta tilmæltu lógarbroytingina um skatting av fiskirættindum úr lógaruppskotinum. Broytingaruppskotið frá fíggjarnevndini varð einmælt samtykt í Løgtinginum 17. mars í fjør.

Broytingin varð gjørd, hóast Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstova Føroya vístu á, at uppskotið um skatting av fiskirættindum varð lagt fram, tí mett varð, at søla av hesum rættindum sum høvuðsregla var skattafrí sambært Skattalógini. Nýtslurætturin til fiskirættindini varð og verður framvegis tulkaður sum verandi ein ogn. Og í tá galdandi skattalóggávu eins og í nú galdandi verður søla av ogn ikki skattað, uttan so at talan er um vinnuligt virksemi ella spekulasjón.

Síðani broytingaruppskotið varð samtykt í fjør, hevur Toll- og Skattstova Føroya havt varhugan av, at rættiliga ógreitt var manna millum, hvussu nevndu rættindi skuldu skattast. Fyrispurningar vórðu tí settir økisskrivstovunum um, hvussu handlar við fiskirættindum vóru viðgjørdir skattliga av seljarum og keyparum. Her vísti tað seg, at rættiliga ymiskt var, hvussu hesir handlar vóru viðgjørdir skattliga. Dømir vóru um, at sølupeningur ikki var inntøkuførdur, eins og dømi vóru um, at sølupeningur var inntøkuførdur. Onkur hevur avskrivað rættindini saman við skipinum, og aftur onkur hevði drigið keypspeningin frá í keypsárinum.

Hetta førdi til, at Lógardeildin á Toll- og Skattstovu Føroya tók allan spurningin um skatting av sølu og keypi av fiskirættindum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap upp til nærri umrøðu. Niðurstøðan hjá Lógardeildini verður lýst her:

"Ráðsmál

Viðvíkjandi skatting av fiskirættindum, fiskiloyvum, fiskidøgum og kvotum.

21. januar 2000 legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fram uppskot um broyting í skattalógini. Skotið var upp, at sølupeningur fyri rættindi sambært lóg um vinnuligan fiskiskap skuldi takast við í skattskyldugu inntøkuna søluárið, og keypspeningurin skuldi kunna dragast frá keypsárið.

Hetta uppskot um broyting av skattalógini var sum kunnugt strikað úr lógaruppskotinum av fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin kom til ta niðurstøðu, at sølupeningurin altíð hevur verið og framvegis er skattskyldug inntøka søluárið, og keypspeningurin altíð hevur verið og framvegis kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni keypsárið.

Uppskotið var lagt fram, av tí at mett var, at søla av hesum rættindum sum høvuðsregla var skattafrí, sambært § 29, nr. 1, samanborið við § 27 í skattalógini.

Síðan tingið einmælt samtykti ikki at seta hesa lógarbroyting í gildi, hevur ivi verið um, hvussu hesi rættindi skulu viðgerast skattliga.

Tað eru dømi um, at sølupeningur ikki er inntøkuførdur, men dømi eru eisini um, at sølupeningurin er inntøkuførdur. Onkur hevur avskrivað rættindini saman við skipinum, og onnur hava drigið keypspeningin frá í keypsárinum.

Toll- og Skattstova Føroya hevur enn ikki broytt skattskylduga inntøku hjá persóni ella felag orsakað av teirra skattligu viðgerð av fiskirættindum.

Vinnan hevur sostatt higartil haft fríar teymar til at viðgera fiskirættindi, sum vinnan sjálv hevur hildið best ella rættast.

Stýrið kemur her við eini frágreiðing um tey rættindi, sum eru fevnd av lóg um vinnuligan fiskiskap, og stýrið tekur við hesum støðu til, hvussu hesi rættindi eiga at verða viðgjørd skattliga. Lógardeildin fer at mæla ráðnum til at taka undir við hesi avgerð um skattligu viðgerðina av fiskirættindum.

Viðvíkjandi skattligu viðgerðini av rættindum sambært lóg um vinnuligan fiskiskap

Fyri at staðfesta, hvørji rættindi talan er um, er neyðugt at hyggja at lóg um vinnuligan fiskiskap, løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994.

Fiskirættindi
Sambært § 2 í lóg um vinnuligan fiskiskap er livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, Føroyar eiga uttan fyri føroysku landleiðirnar, ogn Føroya fólks.
Sambært § 3, stk. 2 veita fiskirættindi, latin sambært lóg um vinnuligan fiskiskap, ikki einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan endurgjaldsskyldu.

"Fiskirættindi" verður nevnt í § 3, stk. 2. Tað er tó ongin allýsing av hesum heiti í lóg um vinnuligan fiskiskap. Út frá hesum má niðurstøðan verða, at "fiskirættindi" er eitt yvirheiti fyri øll tey væl nágreinaðu rættindi, sum verða latin sambært lóg um vinnuligan fiskiskap.

Veiðiloyvir
Sambært § 5, stk. 3 er veiðiloyvi ein góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar.

Hetta veiðiloyvið er ikki tíðaravmarkað.

Talan kann tó eisini vera um eitt tíðaravmarkað veiðiloyvi, sum er góðkenning at veiða upp til fimm ár. Hetta veiðiloyvi verður bert veitt til útróðrarbátar undir 15 tons.

Sambært § 7 kann vinnuligur fiskiskapur bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi.
Eisini kann vera talan um, at eigarar av fiskifari, sum ikki hevur veiðiloyvi, hava fingið fiskiloyvi til at veiða fyribils ella hava fingið avmarkað rættindir at veiða. Hetta undantakið verður sambært Fiskimálastýrinum nýtt til leiðir, har torført er at uppfiska kvoturnar. Sambært Fiskimálastýrinum kemur tað sjáldan fyri, at slíkt fyribils fiskiloyvi verður givið.

Reglurnar viðvíkjandi sølu/flyting av veiðiloyvum eru lýstar í § 8 í lóg um vinnuligan fiskiskap.
Sambært § 8, stk. 1, kann veiðiloyvi frá fiskifari, ið er lagt med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella farið er strikað í skipaskránni, verða flutt til annað fiskifar uttan veiðiloyvi við somu ella minni fiskiorku ella til innflutt fiskifar við somu ella minni fiskiorku.
Sambært stk. 4 kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum tilsøgn um veiðiloyvi til annað fiskifar, sum skal vera skrásett í skipaskránni innan 2 ár frá tí degi, at tilsøgnin er givin. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá 2 ára tíðarfreistini, sambært stk. 5.

Tað er eigarin av skipinum, sum fær veiðiloyvi, men veiðiloyvi fylgir skipinum.

Samanumtikið kann sigast, at veiðiloyvi er fyrsta treytin fyri at kunna reka vinnuligan fiskiskap.
Veiðiloyvir kunnu verða flutt til onnur fiskifør. Til hetta krevst, at ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella at farið er strikað í skipaskránni. Fyri yvirhøvur at kunna innflyta eitt skip krevst eitt veiðiloyvi.

Nøkur dømi kunnu nevnast um veiðiloyvir, sum eru seld:

Eitt dømi er veiðiloyvi, sum í 1999 var selt fyri 1.600.000 kr. Annað dømi er eitt veiðiloyvi, sum eisini í 1999 var selt fyri 4.000.000 kr.

Orsøkina til, at veiðiloyvir í dag verða seld til metstórar upphæddir, sigur Fiskimálastýrið vera, at í 1994 bleiv talið av veiðiloyvum fryst fast.

Fiskiloyvir
Sambært § 5, stk. 4, er fiskiloyvi tann rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið eigara av ávísum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi sambært stk. 3, at veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd, úr ávísum fiskastovnum, á ávísum leiðum, í ávísum fiskiári.
Fiskiloyvi kann eisini verða latið eigara av fiskifari, sum ikki hevur veiðiloyvi sambært stk. 3, soleiðis at veitt verða fyribils ella avmarkað rættindir at veiða ávísa nøgd/dagatal úr fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Hetta kemur sjáldan fyri, sambært omanfyri.

Sambært § 6 skal tann, ið ætlar sær at avreiða, søkja um fiskiloyvi. Um bert verður veitt til húsbrúks, krevst ikki fiskiloyvi.

Ongar ásetingar eru í lóg um vinnuligan fiskiskap um umseting av fiskiloyvum.

Bert persónar og feløg, ið eiga fiskifør, ið hava veiðiloyvi sambært § 5, stk. 3, kunnu fáa fiskiloyvi, og harvið fiskidagar og kvotur, sum fylgja við fiskiloyvinum.

Fiskiloyvir verða givin 1 ferð um árið. Tann, sum hevur veiðiloyvi, fær fiskiloyvi við fiskidøgum ella fiskikvotum.

Fiskidagar
Sambært § 5, stk. 5 er ein fiskidagur eitt samdøgur, ið verður roknað, sum landsstýrismaðurin ásetir. Talið av fiskidøgum, ið eitt fiskifar hevur nýtt til ein túr, verður roknað frá tí, at túrur byrjar, til túrur endar. Tað ber einans til at rokna við heilum fiskidøgum.
Sambært § 14 kunnu fiskidagar umsetast upp til 10 ár í senn innan fyri hvønn undirbólk, ásettir sambært § 29, stk. 1.
Sambært § 14, stk. 2 falla leigaðir fiskidagar aftur til upprunaliga rættindahavaran aftaná leigumálið.

Kvotur
Sambært § 5, stk. 2 er heildarkvota tann nøgd av fiski í tonsum, rund vekt, sum fiskifør undir føroyskum flaggi hava rættindi at veiða sambært árligum semjum í millumlandafiskivinnunevndum og sambært árligum avtalum eftir sínamillum fiskivinnusáttmálum við onnur lond.
Sambært § 5, stk. 6 er felags kvotupartur tann partur av heildarkvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrimaðurin setir av til at fiska hjá einum bólki av fiskiførum, undir einum. Felags árskvota er felags kvotuparturin roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.
Sambært § 5, stk. 7 er egin kvotupartur tann prosentpartur av felags árskvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrismaðurin hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska. Egin árskvota er egni kvotuparturin roknaður um til tons, rund vekt av fiski.
Sambært § 5, stk. 8 er ein hjáveiðipartur tann partur í prosentum, sum verður lutaður fiskiførum ella bólkum av fiskiførum. Egin hjáveiðikvota er hjáveiðiparturin, ið landsstýrimaðurin hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska, roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.

Samanumtikið má sigast, at av teimum ymsu kvotunum eru tað bert egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota, sum er ein rættur, sum viðkomandi persónur ella felag hevur persónligan ræðisrætt yvir.
Tað eru tí bert hesar kvotur, sum eru umsetiligar

Sambært § 15 kann egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota umsetast upp til 10 ár í senn.
Sambært § 15, stk. 2 falla leigaður egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðikvota aftur til upprunaliga rættindahavaran aftan á leigumálið.

Rættin til egnan kvotupart og egnar hjáveiðikvotur hava persónar og feløg, ið hava fiskiloyvi, og fiskiloyvi hava persónar ella feløg, ið eiga fiskifør, ið hava veiðiloyvi.

Eitt dømi um sølu av kvotum er eitt felag, sum í 1999 hevur drigið frá útreiðslur til keyp av kvotum og fiskidøgum á 4.520.000. Í 1995 hevur sama felag drigið frá útreiðslur til keyp av kvotum á 46.651, og hetta árið er eisini inntøkuført 2.000, sum er søla av kvotu.

Samanumtikið má sigast, at tað eru veiðiloyvi, fiskidagar, egnir kvotupartar, egin árskvota og egin hjáveiðikvota, sum kunnu umsetast.

Skatting
Sambært skattalógini § 29, nr. 1, skal vinningur av sølu av ognum hjá hinum skattskylduga ikki teljast til skattskyldugu inntøkuna í tann mun, hann ikki sambært øðrum reglum í skattalóggávuni skal teljast við í skattskyldugu inntøkuni.

Spurningurin er tí, um tey rættindi, sum eru fevnd av lóg um vinnuligan fiskiskap, kunnu sigast at vera ogn, og harvið fevnd av § 29, nr. 1.

Hóast at fiskirættindi ikki sambært § 3, stk. 2 veita einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt, so hevur tann, ið fær rættindi eftir lóg um vinnuligan fiskiskap, rættin til at nýta hesi rættindi. Viðkomandi kann eisni umseta hesi rættindi.

Viðmerkingarnar til § 3, stk. 2 í lóg um vinnuligan fiskiskap, siga " Rættindi, fingin í veiði- og fiskiloyvi, og tillutan av kvotum gevur ikki einstaklingum ella samtøkum av einstaklingum ein ognarrætt í vanligum týdningi. Rættindi, latin við heimild í hesi lóg, eru brúksrættindi til partar av tilfeinginum, og greiðar skipanir og reglur eru fyri, hvussu hesin rættur kann nýtast, bæði í tíð og í hátti."

Lóg um vinnuligan fiskiskap sigur, at livandi tilfeingi er ogn Føroya fólks. Tað er tó ikki tilfeingi í sjónum, sum verður umsett, tað er bert tann avmarkaði rætturin til at gagnnýta hetta tilfeingið, sum verður umsettur.

Ongin ivi er um, at viðkomandi, sum fær rættindi eftir lóg um vinnuligan fiskiskap, hevur løgfrøðisligan ræðisrætt yvir hesum rættindum. Viðkomandi kann umseta hesi rættindi, so leingi hetta verður gjørt í tráð við tær avmarkingar, sum eru gjørdar í lóg um vinnuligan fiskiskap. Hyggja vit eftir viðmerkingunum til lóg um vinnuligan fiskiskap, verður sagt um umsetiligheit, at talan kann bæði vera um sølu og um leigu. Hetta er eisini uppfatanin hjá Fiskimálastýrinum.

Eitt dømi er um, at felag, ið av skiftirættinum var tvingsilsavtikið, var tikið uppaftur til nýggja viðgerð, hetta tí at kreditor gjørdi vart við, at aktiv vóru til staðar, sum kundu umstoytast. Aktivið, talan var um, var eitt veiðiloyvi, sum felagið hevði givið burtur. Á hesum grundarlagi gav skiftirætturin loyvi til, at felagið var uppafturtikið. Skiftirætturin má tí sigast at hava staðfest, at eitt veiðiloyvi er eitt aktiv.

Fiskirættindi kunnu sammetast við eitt nú tey loyvi, sum eru latin til at forkanna, leita eftir ella framleiða kolvetni. Hesi loyvi eru tíðaravmarkað, tey longstu vara í 9 ár. Her er eisini talan um lógarásettar avmarkingar av loyvunum. Landsstýrið skal geva loyvi til avhending av hesum loyvum.
Loyvini eru ogn, og um ikki tað vóru serligar reglur í kolvetnisskattalógini, so vóru loyvini fevnd av § 29, nr. 1 í skattalógini, og høvðusreglan hevði tá verið, at vinningur við sølu ikki var skattskyldugur.

Niðurstøðan er, at fiskirættindi, fevnd av lóg um vinnuligan fiskiskap, er ogn. Ognin er tann nýtslurættur, sum liggur í rættindunum. Talan er um eitt immaterielt aktiv.

Tá vit hava staðfest, at talan er um ogn, er næsti spurningur, um rættindini kunnu seljast ella leigast.

Í sambandi við lógaruppskotið um skatting av rættindunum eftir lóg um vinnuligan fiskiskap bað fíggjarnevndin Claus Rasmussen, ríkisgóðkendan grannskoðara, um at ummæla uppskotið. Í ummælinum verður sagt, at tað er áskoðanin hjá Claus Rasmussen, at søla av fiskidøgum og kvotum v.m. alla tíðina hevur verið skattskyldug fyri seljaran og frádráttarheimilað hjá keypara. Sjónarmiðið er tað, at tað snýr seg um eitt slag av leigu, har leiguinntøkan er skattskyldug og leiguútreiðslan er frádráttarheimilað. Sambært Claus Rasmussen gevur lóg um vinnuligan fiskiskap ikki møguleika at keypa og selja veiðiloyvi/fiskiloyvi. Sagt verður, at tað kann ikki fara fram beinleiðis søla av veiðiloyvum og fiskiloyvum, og um fiskidagar og kvotur verður sagt, at tað ikki kann fara fram verulig søla av fiskidøgum og kvotum, bert eitt slag av leigu.

Tað sær út, sum at hugtøkini verða blandað saman. Talan kann ikki vera um eitt slag av leigu ella um óbeinleiðis sølu.. Antin er talan um leigu ella um sølu. Við sølu fer ognarrætturin endaliga yvir til keyparan. Tá talan er um leigu, hevur útleigarin ognarrættin til aktivið, meðan leigarin fær rætt til at nýta aktivið móti einum gjaldi. Eftir leigutíðaraskeiðið fær útleigarin aftur tað, sum er leigað út.

Hyggja vit eftir, hvat lóg um vinnuligan fiskiskap sigur um umseting, so kunnu veiðiloyvi sambært § 8 verða flutt til annað fiskifar. Hetta kann sambært § 8 bert verða gjørt, um fiskifarið er lagt med alla, og ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella farið er strikað í skipaskránni.
Her er talan um, at veiðiloyvi verður flutt frá einum skipi til eitt annað.
Talan kann í hesum førum ikki vera um leigu, tí tað skal vera framd ein ræðisavmarking í skipaskránni, ella skal skipið vera strikað í skipaskránni. Tá loyvini verða flutt, fara tey rættindi, sum fylgja við veiðiloyvinum, endaliga yvir til nýggja eigaran. Viðkomandi, sum flytur veiðiloyvið, fær ikki veiðiloyvið aftur, uttan so at tað aftur verður gjørd ein ræðisavmarking ella striking av nýggja skipinum. Tí kann bert vera talan um sølu, og ikki um leigu.

Fiskiloyvini fylgja við veiðiloyvunum, og tey kunnu ikki umsetast í sjálvum sær.

Viðvíkjandi fiskidøgum, so sigur § 14, at fiskidagar kunnu umsetast upp til 10 ár í senn.
Stk. 2 sigur, at leigaðir fiskidagar falla aftur til upprunaliga rættindahavaran aftaná leigumálið.
Hyggja vit at viðmerkingunum, so verður greitt sagt um umsetiligheit, at talan kann vera um bæði sølu og leigu. Ongin ivi er tí um, at lógin fevnir um sølu.
Hóast at bæði lógin og viðmerkingarnar nevna leigu, so er spurningurin, um talan yvirhøvur kann vera um leigu. Tá nakað verður leigað út, fær útleigarin aftur tað sama, sum var útleigað. Fiskidagar, sum verða nýttir av øðrum enn viðkomandi, sum hevur fingið hesar tillutaðar, fáast ikki aftur. Fiskidagar verða ásettir av nýggjum á hvørjum ári fyri eitt fiskiár í senn.
Niðurstøðan er, at tá fiskidagar verða umsettir, so er altíð talan um sølu.
Tá sagt verður, at leigaðir fiskidagar falla aftur til upprunaliga rættindahavaran aftaná leigumálið, so er talan um, at tann, sum eigur veiðiloyvi og harvið fiskiloyvi, fær fiskidagarnar, tá hesir verða ásettir á hvørjum árið. Um annar persónur ella felag fær loyvi at nýta fiskidagar hjá øðrum eigara, so er talan um, at hesin keypir teir fiskidagar, sum hesin nýtir.
Rætturin til at fáa fiskidagar eftirfylgjandi ár, kann bert verða yvirførdur, um veiðiloyvi verður flutt/selt.

Tað sama er galdandi fyri egnar kvotupartar, egnar árskvotur og egnar hjáveiðikvotur. Hesar kvotur kunnu sambært § 15 verða umsettar upp til 10 ár í senn. Sambært § 15, stk. 2 falla eisini leigaðar kvotur aftur til upprualiga rættindahavaran aftaná leigumálið. Her kann heldur ikki vera talan um, at tann, sum leigar út, fær aftur tí útleigaðu kvotuna. Kvotan er tá nýtt av leigaranum heilt ella partvíst.
Niðurstøðan er, at tá talan er um umseting av kvotum, er altíð talan um sølu.

Sambært § 29, nr. 1 í skattalógni er søla av ognum ikki skattskyldug inntøka í tann mun, vinningurin ikki sambært øðrum reglum í skattalóggávuni skal teljast við í skattskyldugu inntøkuni.

§ 27 ásetir, at ágóði av sølu ella avhending av ognum verða roknað fyri skattskyldug inntøka, tá søla av slíkum ognum fellur undir vinnu hansara ella, tá hann hevur keypt ognarlutin fyri at selja hann aftur við ágóða.

Sum skattalógin er orðað í dag, er høvuðsreglan soleiðis, at søla av rættindum ikki skal roknast við í skattskyldugu inntøkuna.

Møgulig leiguinntøka av at leiga út rættindini hevði tó verið skattskyldug inntøka sambært § 25, nr 2 í skattalógini. Niðurstøðan er tó, at tá talan er um rættindi, fevnd av lóg um vinnuligan fiskiskap, so kann ikki verða talan um leigu.

Útreiðslur til keyp av fiskirættindum:
Útreiðslur til keyp av veiðiloyvum kunnu ikki metast sum vanligar rakstrarútreiðslur, tá tær viðvíkja fleiri ára inntøku. Heldur er tílík útreiðsla at meta sum anlegsútreiðsla/etableringsútreiðsla.
Slíkar útreiðslur verða skattliga vanliga avskrivaðar.

Sambært § 31 í skattalógini skal, tá skattskyldga inntøkan verður uppgjørd, frá inntøkuni verða drigin rakstrarkostnaður. Rakstrarútreiðslur t.e. tær útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við, so sum…… e) árliga avskriving skipað við serligari lóg.

Fiskirættindi eru ikki fevnd av avskrivingarlógini, og útreiðslur til keyp av fiskirættindum kunnu ei heldur vera íroknaðar avskrivingargrundarlagnum á skipinum.

§ 31 kann skiljast soleiðis, at uppreksanin í litra a - e bert er dømi um, hvat kann vera rakstrarútreiðslur. Henda tulking av § 31 inniber, at avskrivingar, sum ikki eru skipaðar við lóg, eisini eru fevndar av ásetingini.

Ongi dømi eru tó um, at slíkar avskrivingar eru loyvdar í Føroyum.

Um talan kundi verið um avskrivingar eftir § 31, er tað bert tann virðisminking, sum hendir í árinum, og sum er grundað í brúkinum/rakstrinum í árinum, sum kann avskrivast.

Veiðiloyvi kann ikki sigast at missa virðið við brúki/rakstri.
Hetta viðførir, at talan ikki kann vera um avskriving av hesum loyvum.

Útreiðsla til keyp av fiskidøgum og kvotum kann verða ein útreiðsla, sum í árinum gongur til at vinna inntøkuna, og henda útreiðsla er tí at meta sum ein rakstrarútreiðsla og kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni sambært § 31 í skattalógini.

Niðurstøða:
Fiskirættindi er ogn, sum kann verða seld, men ikki útleigað.
Niðurstøðan av hesum er, at vinningur við sølu av veiðiloyvum sambært § 29, nr. 1 ikki skal roknast við í skattskyldugu inntøkuna. Vinningurin kann bert verða skattskyldugur í tann mun, skattgjaldarin hevur sum vinnu at selja rættindi, ella hann hevur útvegað rættindi fyri at selja hesi aftur við vinningi, sambært § 27 í skattalógini.
Útreiðslan til keyp av veiðiloyvum er ikki ein rakstrarútreiðsla, og henda útreiðsla kann ikki útreiðsluførast ella avskrivast eftir § 31 í skattalógini.
Útreiðslur til keyp av fiskidøgum og kvotum, sum í árinum ganga til at vinna inntøkuna, eru rakstrarútreiðslur og kunnu verða útreiðsluførdar eftir § 31 í skattalógini.

Lógardeildin mælir Toll- og Skattaráð Føroya til at taka undir við nevndu skattligu viðgerð av rættindum, sum eru fevnd av lóg um vinnuligan fiskiskap.

Lógardeildin 20. apríl 2001"

Hendan niðurstøða hjá Lógardeildini varð løgd fyri Toll- og Skattaráð Føroya, sum sambært løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting er hægsti álíkningarmyndugleiki, og sum skal góðkenna tær vegleiðingar, sum Stýrið gevur økisskrivstovunum. Á fundi 27. apríl í ár tók Toll- og Skattaráðið undir við frammanfyri lýstu niðurstøðu hjá Lógardeildini, samstundis sum einmælt varð samtykt at senda niðurstøðuna til Fíggjarmálastýrið, soleiðis at Fíggjarmálastýrið kundi taka støðu til, um skattareglurnar skuldu broytast, so søla og keyp av øllum loyvum eftir lóg um vinnuligan fiskiskap verða skattað.

Í hesum sambandi skal eisini verða nevnt, at Toll- og Skattstovan í august í ár varð liðug við eina meira umfatandi kanning av skipasølum í tíðarskeiðinum 1996 – 2000. Úrslitið vísir heilt greitt, at skattliga viðgerðin av sølum av fiskirættindum er sera ójøvn.

Sum nevnt omanfyri verður tí mælt til at gera broytingar í bæði Avskrivingarlógini og Skattalógini, soleiðis at sølu- og keypspeningur fyri veiðiloyvi verður viðgjørdur eins og skip eftir Avskrivingarlógini, og í hesum broytingaruppskotinum til skattalógina verður mælt til, at søla og keyp av øllum øðrum rættindum eftir lóg um vinnuligan fiskiskap verða viðgjørd eftir reglunum í Skattalógini.

Í lógaruppskotunum verður ikki tikin støða til, um søla av fiskirættindum er lóglig ella ikki, tí tað er ikki upp til Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovuna at meta um, hvørt søla av fiskirættindum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap er lóglig ella ikki. Uppgávan hjá Fíggjarmálastýrinum og Toll- og Skattstovu Føroya er at bera so í bandi, at møguligur sølu- og keypspeningur fyri fiskirættindi verður viðgjørdur skattliga rætt.

Avleiðingar av lógaruppskotinum

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær stórvegis fyrisitingarligar avleiðingar. Men tað skuldi hereftir staðið bæði umsitingini og vinnuni greitt, hvussu ið fiskirættindi verða viðgjørd skattliga.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar avleiðingar fyri umhvørvið, sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella avleiðingar fyri felagsskapir ella fyri kommunurnar.

Torført er at meta um samlaðu fíggjarligu avleiðingarnar av tilmæltu lógarbroytingunum í Avskrivingarlógini og Skattalógini. Roknast má tó við, at koma fleiri sølur til skattingar, økir hetta um inntøkurnar hjá landskassanum,. Tað sama ger seg galdandi fyri kommunukassarnar. Fyri teir, sum selja fiskirættindi, kann verða talan um meirskatt. 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
Felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
(Ja) (Ja) Nei Nei (Ja)
Fyrisitingarligar
avleiðingar
(Ja) Nei Nei Nei (Ja)
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar
avleiðingar
     

 

Nei

 

 

 

Serligar viðmerkingar

Til § 1.

Eftir hesum uppskotinum verður sølupeningur fyri øll fiskirættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap gjørdur skattskyldugur.

Fiskirættindi, fevnd av lógini um vinnuligan fiskiskap, merkir í hesum sambandi øll tey rættindi, sum kunnu útskrivast eftir lógini um vinnuligan fiskiskap. Fiskirættindi er sostatt eitt yvirheiti fyri øll tey lógarásettu rættindini. Eftir núverandi lóg um vinnuligan fiskiskap er talan um veiðiloyvi, sum er ein góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir ávísum fiskifari at veiða, og fiskiloyvi, sum er tann rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið at veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd, úr ávísum fiskastovnum, á ávísum leiðum, í ávísum fiskiári.

Veiðiloyvi eru tó undantikin hesum reglum, og skotið verður upp at viðgera tey eftir Avskrivingarlógini, sí uppskot um broyting av avskrivingarlógini.

Høvuðsreglan eftir hesum uppskoti er, at sølupeningur fyri fiskirættindini skal inntøkuførast søluárið. Tað sama er galdandi fyri keypspeningin, sum skal útreiðsluførast keypsárið. Men um avtala verður gjørd um rættindi fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum er longri enn eitt ár, t.d. um keyp av fiskidøgum tey næstu trý árini, ber til at býta sølupeningin ávikavist keypspeningin út yvir tey trý

árini. Um hetta ikki hevði verið møguligt, hevði seljarin í hesum døminum verið skattaður av øllum sølupeninginum søluárið, hóast inntøkan í veruleikanum hoyrir til trý ár.

1. viðgerð 27. november. Tingmálini nr. 25 og 26 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 19. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 27. november 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið saman við tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin), og hava bæði málini fingið somu viðgerð.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya. Frá Fíggjarmálastýrinum hevur nevndin eisini fingið ummælir av lógaruppskotinum, sum advokatarnir Bjørn á Heygum og Alfred Petersen, Advokatfelagið við Strond 4 og Advokatskrivstovan hava gjørd fyri Fíggjarmálastýrið.

Fíggjarnevndin vísir á, at spurningurin um skatting av sølu og keypi av fiskirættindum áður er viðgjørdur í nevndini í løgtingsmáli nr. 42/1999. Fíggjarnevndin kom tá til ta niðurstøðu, at sølupeningur fyri fiskidagar altíð hevur verið og framvegis er skattskyldug inntøka søluárið, tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, og at keypspeningurin fyri fiskidagar altíð hevur verið og framvegis kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni keypsárið. Nevndin var eisini av teirri áskoðan, at sama er galdandi fyri keyp og sølu av fiskikvotum, veiðiloyvum, fiskiloyvum, fiskidøgum, egnum kvotupørtum og hjáveiðupørtum. Hesa áskoðan hevur nevndin framvegis. Vísandi til niðurstøður og ráðgeving, sum sakkønir hava gjørt í hesum máli, fer tað heilt víst at hava við sær, at allur ivi um skattskyldu frameftir fer at verða burtur, um uppskotið verður samtykt.

Fíggjarnevndin vísir eisini á niðurstøðurnar í ummælinum frá advokatfeløgunum. Halgir Winther Poulsen, advokatur, sigur m.a.: "Við omanfyri nevndu gjøgnumgongd av lógini um vinnuligan fiskskap ber illa til hjá mær at koma til aðra niðurstøðu enn, at tað ber illa til at væla um eina ógreiða fiskivinnulóg í einari skattalóg. Tá vanligt er at halda, at skattleggging krevur greiða lógarheimild, er tað tí helst tað forsvarligasta at gera enn eina roynd at fáa skattalógina broytta soleiðis, at greið skattaheimild verður útvegað." Og Jógvan Páll Lassen, advokatur, sigur m.a.: "Niðurstøða mín er tí, at avgerðin og niðurstøðan, tikin av Toll- og Skattastovuni, umframt Toll- og Skattaráðnum um skatting av veiðu- fiskiloyvum, og serliga tí talan er um eina fyrisitingarliga avgerð til frama fyri borgaran, at eingin møguleiki er fyri, at nakar annar, heldur ikki dómstólarnir, kunnu broyta hesa niðurstøðu, vísandi til, at dómstólarnir vilja avvísa slík mál. Um so er at politiski myndugleikin metir, at flyting av veiðu- og fiskiloyvum skulu skattast, ereinast gongda leið, at serlig lóggáva verður gjørd um hesi viðurskiftir, á sama hátt sum ein hevur serliga lóggávu á so mongum økjum í samband við flyting og sølu av øðrum ognum".

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Kári P. Højgaard, Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) hevur hesar viðmerkingar: Undir viðgerðini í fíggjarnevndini hevur minnilutin fleiri ferðir víst á, at løgmaður í eini samrøðu í Sosialinum 13. oktober boðar frá, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at koma við uppskoti um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap, og tí hevur minnilutin mælt til at bíða við framløguni av álitinum í hesum máli, til fíggjarnevndin hevur sæð uppskotið hjá landsstýrismanninum. Men minnilutin varð ikki hoyrdur.

Eisini hevur minnilutin biðið um, at fíggjarnevndin fekk ein fund við Skattaráð Føroya, sum hevur gjørt tann úrskurð, at veiðuloyvi og fiskiloyvi eru at meta sum ogn, ið ikki kemur undir skattskyldug, uttan so at skattalógin verður broytt. Men tað hevur ikki latið seg gjørt at fáa hendan fund í lag. Minnilutin hevur eisini borið uppá mál at fingið ein fund í lag við t. d. Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag.

Í viðmerkingunum til uppskotið í løgtingsmáli nr. 26 sigur landsstýrismaðurin m. a.: "Nýtslurætturin til fiskirættindi varð og verður framvegis tulkaður sum verandi ein ogn. Og í tá galdandi skattlóggávu eins og í nú galdandi verður søla av ogn ikki skattað, uttan so at talan er um vinnuligt virksemi ella spekulatión." Tí mælir landsstýrismaðurin við fíggjarmálum til at broyta lógina. Men minnilutin er als ikki samdur í hesi tulking. Tað skal eg venda aftur til seinni.

Í Sosialinum 13. oktober slær løgmaður fast at talan er um spekulatión. Løgmaður segði: "Spekulatiónin skal burtur". Hetta var sjálv yvirskriftin til samrøðuna við løgmann. Og víðari segði hann: "Tað skal ikki vera loyvt at spekulera við handilsligum vinningi av fiskiloyvum, sigur løgmaður. Tað kemur at standa í nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap, sum ætlandi kemur í gildi á nýggjárinum." Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur: "...verður søla av ogn ikki skattað, uttan so at talan er um vinnuligt virksemi ella spekulatión." Løgmaður sigur jú at talan er um spekulatión. Hvat so ???

Í samrøðuni í Sosialinum 13. oktober hevur løgmaður eina heilt aðra áskoðan og eisini eina heilt aðra ætlan enn landsstýrismaðurin við fíggjarmálum. Løgmaður sigur: "Tá hesi loyvi eru fingin, hevur veiðufarið virði og kann verða handlað fyri nógv meira, enn sjálvt skipið í veruleikanum er vert. Og tí hava summir ivaleyst gjørt sær dælt av. Men tað fer landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum nú at broyta, sigur løgmaður. Nýggj lóg er á veg, og har verður hædd tikin fyri, at sonevndir kvotabarónar ikki sleppa at sita og ríka seg upp av slíkum handli."

Nú knípur hjá minnilutanum at fáa hesi viðurskiftini at hanga saman. Løgmaður og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum siga hvør sítt. Løgmaður sigur, at nýggj lóg er á veg, og at hædd verður tikin fyri, at sonevndir kvotabarónar ikki sleppa at sita og ríka seg upp av slíkum handli. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur, at virksemið hjá kvotabarónunum skal halda fram og tí verður neyðugt at gera nakrar nýggjar ásetingar í skattalógini. Aftur her tykist tað at vera so, at høgra hond ikki veit hvat vinstra hond ger.

Javnaðarflokkurin kann als ikki taka undir við at veiðuloyvi og fiskiloyvi eru at meta sum ein ogn. Í grein 2, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur: "Livandi tilfeingið á føroysku landleiðini og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks." Og í grein 3, stk. 2 stendur: "Fiskirættindi, latin sambært hesi lóg, veita ikki einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan endurgjaldsskyldu"

Løgfrøðingur, sum hevur havt uppskotið hjá Fíggjarmálstýrinum til ummælis, tekur soleiðis til: "Mín niðurstøða er, at tað ber neyvan til at staðfesta, at tað snýr seg um ognarrætt, men at tað heldur er talan um ein brúksrætt hjá tí, ið fær eitt ávíst loyvi við heimild í fiskivinnulógini.." Um málbrúki í lógini um vinnuligan fiskiskap sigur sami løgfrøðingur: "Her verður so gott sum uttan undantak brúkt øll onnur heiti enn "søla". Bert tvær ferðir fyrikemur ein avleiðing av hesum orði í lógartekstinum, nevniliga í § 14 og § 15 um ávikavist fiskidagar og egnan kvotapart, har víst verður til fiskirætt-indi, ið svara til ávikavist seldar fiskidagar og seldar egnar kvotupartar."

Ein av teimum løgfrøðingunum, sum hevur ummælt uppskotið hjá Fíggjarmálastýrinum, sigur soleiðis: "Við omanfyri nevndu gjøgnumgongd av lógini um vinnuligan fiskiskap ber illa til hjá mær at koma til aðra niðurstøðu enn, at tað ber illa til at væla um eina ógreiða fiskivinnulóg í einari skattalóg.." Tað er júst hetta sum verður gjørt, og tí hevur umboð javnaðarfloksins mælt fíggjarnevndini til at bíða við hesum áliti, til uppskotið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, sum løgmaður boðar frá í Sosialinum 13. oktober, hevur sæð dagsins ljós.

Javnaðarflokkurin heldur fast við, at veiðuloyvi og fiskiloyvi, sambært grein 2 og 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap, eru almenn ogn. Ongin kann selja nakað, sum við-komandi ikki hevur ognarrætt til. Javnaðarflokkurin heldur tað vera rætt og rímuligt, at fiskidagar og kvotur kunnu verða seldar og keyptar í einum fiskiári, og tí setur minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 35b verður orðað soleiðis: "Sølupeningur í einum ári fyri rættindi (fiskidagar og kvotur) eftir lógini um vinnuligan fiskiskap verður inntøkuførdur søluárið."

2) Stk. 3 verður strikað.

Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá øllum tíðarfrestum. Samtykt 17-0-0.

2. viðgerð 20. desember 2001. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen til § 1 fall 8-4-16. §§ 1 og 2 samtyktar 22-1-7. Uppskotið fer soleiðis amtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-2-8. Málið avgreitt.

Ll.nr. 173 frá 21.12.2001