Persónsskráir

 

32  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling av personoplysninger"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. Tikið aftur

Ár 2001, 14. november, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger" 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um "lov om behandling af personoplysninger".

Viðmerkingar
Føroyska skrásetingarlóggávan er bert galdandi fyri skráir, ið verða førdar av teimum føroysku myndugleikunum. Hetta varð sett inn í løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 15. mai 2001, eftir at Ríkisumboðið hevði gjørt vart við, at Løgtingið bert hevur heimild til at lóggeva fyri edv-skráir, ið verða førdar fyri myndugleikarnar undir heimastýrinum

Edv-skráir, ið verða førdar fyri ríkismyndugleikarnar í Føroyum, eru fevndar av donsku lógini, L. nr. 294 af 8. juni 1978 om offentlige myndigheders registre, statslige myndigheder, som sat i kraft ved kongelig anordning nr. 385 af 1. juli 1988.

Sambært ummæli frá Løgmálaráðnum skal hetta skiljast soleiðis:

 Tann 1. januar 2002 kemur løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum (persónsupplýsingarlógin) í gildi, og lógin tekur úr gildi løgtingslógina um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Persónsupplýsingarlógin er galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum fyri dátuábyrgdara, sum rekur virksemi sítt í Føroyum, og fyri almennan dátuábyrgdara, um hesin er undir myndugleika heimastýrisins.

Við persónsupplýsingarlógini verður skásetingarlóggávan í Føroyum gjørd meira nútíðarhóskandi, og tillagað kunningarsamfelagnum.

Í Danmark kom lov nr. 429 af 31. maj 2000 om behandling af personoplysninger (persondataloven) í gildi 1. juli 2000, og lógin um offentlige myndigheders registre var samstundis tikin úr gildi.
Lógin um offentlige myndigheders registre, er enn galdandi fyri ríkismyndugleikarnar í Føroyum.

Persónsupplýsingarlógin og persondataloven líkjast á nógum økjum, og meginreglan í lógunum er, at farið verður burtur frá skrá-hugtakinum, í staðin fevna lógirnar um nærum alla elektroniska viðgerð av persónsupplýsingum.

Við viðgerðini í løgtingsmáli 103/2000 mælti rættarnevndin til at broyta gildiskomuna av persónsupplýsingarlógini til 1. januar 2002, soleiðis at føroyska og danska lógin komu í gildi samstundis.

Mælt verður til at seta lógina í gildi fyri ríkismyndugleikarnar í Føroyum, soleiðis at lóggávan á økinum er sambærilig.

Meginreglan í lógaruppskotinum er:

Eins og var galdandi eftir lógini um offentlige myndigheders regsitre, er tað føroyska dátueftirlitið, sum viðger klagur um innlit hjá skrásettum persónum sbrt. kapittul 9. Dátueftirlitið verður í hesum málum víðkað við einum umboði fyri ríkismyndugleikarnar.

Uppskotið til anordning hevur verið sent Løgmálaráðnum til ummælis, serliga viðvíkjandi spurninginum um heimildirnar hjá føroyska eftirlitinum, og Løgmalaráðið metti tað vera innan fyri heimildirnar at hava ásetingina, sum er lík ásetingini í gomlu lógini, við.

Í skjali 2 er yvirlit yvir tær broytingar, sum eru gjørdar í mun til donsku lógina.

Skjalayvirlit:
Skjal 1: Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om behandling af personoplysninger
Skjal 2: Broytingar í mun til donsku lógina

1. viðgerð 28. november 2001. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 8. mars 2002 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 14. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 28. november 2002 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. november, 6. desember 2001 og 8. mars 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin umrøtt, um ikki rættari er at hava somu lóggávuskipan fyri føroyskar og danskar myndugleikar í Føroyum og fyri privat soleiðis, at øll ganga eftir teim reglum, sum uppsettar eru í løgtingslógini um persónsupplýsingar, heldur enn at ríkismyndugleikarnir ganga eftir aðrari skipan. Hetta kundi verið gjørt við, at serlig ríkislóggáva varð gjørd fyri Føroyar, sum setti innihaldið í løgtingslógini um persónsupplýsingar í gildi fyri ríkismyndugleikarnar. Nevndin er sannførd um, at hetta hevði verið tað rættasta at gjørt, tá umráðandi er, at øll í landinum ganga eftir somu reglum á hesum øki, og tað verður óheppið, um ríkismyndugleikarnir fara at ganga eftir reglum, sum hava heilt aðrar fyritreytir enn tær, sum gera seg galdandi í Føroyum, eitt nú limaskap dana í ES. Nevndin hevur lagt spurningin fyri landsstýrismannin, sum hevur lagt hann fyri løgmálaráðið. Løgmálaráðið hevur í stuttum sum sjónarmið, "at en sådan ordning ikke ville være hensigtsmæssig", og hevur í ummælisskrivi sínum ikki ført fram sjónarmið, sum hava gjørt, at rættarnevndin hevur broytt støðu til spurningin.

Somuleiðis heitti rættarnevndin í desember 2001 á landsstýrið um at biðja løgmálaráðið um tekniskar viðmerkingar til uppskotið til kongliga fyriskipan frá landsstýrinum. Hóast ámint fleiri ferðir, er einki ummæli komið frá løgmálaráðnum. Sum umstøðurnar eru, heldur nevndin ikki, at ráðiligt er at samtykkja uppskotið uttan teknisku viðmerkingar løgmálaráðharrans.

Ein samd nevnd mælir sostatt Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. mars 2002. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 13. mars 2002 boðaði formaðurin frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur tikið málið aftur.