Skattur - skattafrí samanlegging

 

33 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 16. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.

Í løgtingslog nr. 171 frá 30 desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 8. apríl 1998, verða gjørdar hesar broytingar:

§ 1

  1. Í § 1 verður eftir stk. 3, sum nýtt stk. sett: "Stk. 4. Feløg, sum hava skuld, sum stavar frá keypi av virðisbrøvum í dótturfelag, kunnu ikki nýta ásetingarnar í hesi lóg, so leingi
  2. henda skuld ikki er goldin."

  3. Í § 9, stk. 2 verður "virðisbrævaskattalógini." strikað. Í staðin verður sett: "lóg um skatt av kapitalvinningi."
  4. § 11, stk. 1, síðsta pkt. verður orðað soleiðis: "Partabrøvini í framhaldandi felagnum koma undir reglurnar í lóg um skatt av kapitalvinningi."

 § 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. november 2001. 

Almennar viðmerkingar

Broytingarnar, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum í hesum lógaruppskotinum mælir til verða gjørdar, eru fylgibroytingar í sambandi við lógaruppskotið til nýggja kapitalvinningsskattalóg, sum eisini verður lagt fyri tingið á hesum sinni. Víst verður tí eisini til almennu viðmerkingarnar til uppskot til løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi.

Avleiðingar av uppskotinum
Víst verður til almennu viðmerkingarnar til uppskot til lóg um skatt av kapitalvinningi.

Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1
Henda áseting, sum verður sett inn í § 1, stk. 4, er galdandi eftir núverandi § 30 í skattalógini. § 30 í skattalógini umtalar vinningsbýti, og henda áseting verður strikað úr skattalógini og flutt yvir í nýggju lógina um skatt av kapitalvinningi. Tó verður mett, at ein áseting um undantak frá reglunum í lóg um skattafría samanlegging eigur at verða sett beinleiðis í hesa lóg. Tí verður henda áseting sett inn her og er ikki saman við restini av § 30 flutt yvir í lóg um skatt av kapitalvinningi.

Til § 1, nr. 2 og 3
Her er bert talan um at vísa til nýggju lógina um skatt av kapitalvinningi í staðin fyri at vísa til virðisbrævaskattalóginia, sum verður strikað við uppskotinum um lóg um skatt av kapitalvinningi.

1. viðgerð 27. november. Tingmálini nr. 33, 34 og 35 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 19. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 16. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 27. november 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið saman við tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), og nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), og hava øll málini fingið somu viðgerð. Víst verður á viðmerkingarnar í tingmáli nr. 35/2001.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá øllum tíðarfrestum. Samtykt 17-0-0.

2. viðgerð 20. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 172 frá 21.12.2001