Skattur

 

36  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 27. november, legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 3, stk. 2, verða "10.500 kr." broyttar til "19.300 kr.".
  2. Í § 3, stk. 3, verða " 16.200 kr." broyttar til " 26.300."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002. 

Viðmerkingar:
Neyvan finst nakar, ið ikki gevur Miðflokkinum rætt í, at núverdandi pensjónir eru alt ov lágar. Hesi aldrandi okkara millum, sum hava bygt upp tað vælferðarsamfelag, sum vit í dag njóta gott av og mangan taka sum eina sjálvfylgju, mugu vanda sær um hvørja krónu fyri at fáa tær at røkka til dagligu neyðugu skyldurnar, og hjá mongum man tað í sjálvum sær verða ein tann strævnasta byrðan.

I áravís hevur verið tosað um tað sjálvsagda, at hesar fáu krónur, sum pensjónistunum falla í lut, eiga at verða skattafríar, og mong munnu hugsa, at so er í veruleikanum. Kent hevur tó verið, at í kommunum, har skattaprocentið er høgt, hava pensjónistar goldið nógvar hundrað krónur um mánaðin í skatti -av teim fáu túsund, teir fáa. Tosað hevur verið um hendan órætt, uttan tó at landsins myndugleiki hevur gjørt nakað fyri at rætta hendan.

Fáur man tó gruna, hvussu ovurhondsstóra nøgd teir pensjónistar okkara, ið bert hava penjónina (grundarupphædd og viðbót) at liva av, hvønn mánaða rinda aftur í skatti! Sambært teim tølum, Miðflokkurin hevur fingið til vega frá skattadeildini, er talan um kr.33,6 milliónir ( 25.1 mio. til landskassan og 8.5 mió. til kommunukassan um árið).

Miðflokkurin harmast um hetta, vit meta tað, umframt eina stóra skomm, at verða talan um ein stóran órætt móti hesum frammanundan sperda samfelagsbólki, ið sum otium hevur uppiborið eina frægari tøkk.

Uppskoti Miðfloksins viðførir, at allir pensjónistar, ið bert fáa grundarupphædd og viðbót, hereftir verða skattafrælsir.

I næstum kemur flokkurin eisini við uppskoti, sum inniber rætt hjá teim pensjónistum, ið eru førir fyri tí, at vinna ávísa upphædd, uttan at skattur verður roknaður.

Uppskotna broytingin verður mett at føra við sær, at landskassin árliga fær 25,1 milliónir minni í skattainntøku og kommunurnar 8,5 milliónir.

Miðflokkurin fyrislær, at minniinntøka landskassans av uppskotinum verður fíggjað við tilsvarandi lækkan av tí afturberan av heildarveitingini, sum landsstýrið ætlar at fremja. Tá hetta uppskotið kemur i Løgtingið, eftir upplýsingum fíggjarmálaráðharrans verður tað í næstum, fer Miðflokkurin at seta fram tilsvarandi broytingaruppskot.  

Serstakar viðmerkingar:

Broyting 1 inniber, at landsskattafrádrátturin hjá giftum persóni, sum er 67 ár ella eldri, og giftum persóni, sum fær fyritíðar- ella fólkapensjón ella fær hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, hækkar frá kr. 10.500 til kr. 19.300 og viðførir hetta, at eingin skattur verður at gjalda.

Broyting 2 inniber, at frádrátturin fyri stakan persón, sum er 67 ár ella eldri, og stakan persón, sum fær fyritíðar- ella fólkapensjón ella fær hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, hækkar frá kr. 16.200 til kr. 26.300, og viðførir hetta, at eingin skattur verður at gjalda.

1. viðgerð 29. november 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 27. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 29. november 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini fingið upplýst frá Toll- og Skattstovu Føroya, at ein villa er komin í í útrokningini av pensjónistafrádráttinum. Toll- og Skattstova Føroya sigur, at pensjónistafrádrátturin skal vera, um pensjónin (grundupphædd + viðbót + arbeiðsmarknaðargrunnur) skal vera skattafrí: Støk 20.900 kr., fyrr 16.200 kr., og gift 13.900 kr., fyrr 10.500. Broytingin kostar landinum 11,2 mió. kr. og kommununum 4,5 mió. kr.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á, at landsstýrið arbeiðir við málinum um pensjónir sum heild. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen, Eilif Samuelsen og Vilhelm Johannesen) tekur undir við málinum. Minnilutin vísir á rættingarnar, ið eru komnar frá Toll- og Skattstovu Føroya, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við teimum rættingum, sum Toll- og Skattstova Føroya vísir á. Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verður "19.300 kr." broytt til "13.900 kr." og "26.300" broytt til 20.900".

Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá tíðarfrestini við 2. og 3. viðgerð. Samtykt 17-0-0.

2. viðgerð 20. desember 2001. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Flemming Mikkelsen, Eilif Samuelsen og Vilhelm Johannesen, til § 1 fall 14-2-14.§§ 1 og 2 fullu 13-1-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.