Umhvørvisgjald á smyrjiolju

 

37  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 30. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju

§ 1

Í løgtingslóg nr. 75 frá 13. mai 1992 um umhvørvisgjald á smyrjiolju verður gjørd henda broyting:
1) Í § 1 verður "27.10.00.81 og 27.10.00.89" broytt til "2710.19.81 og 2710.19.89".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2002. 

 

Almennar viðmerkingar
Í hesum uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju verða tariffnr. ella vørunr. til Toll- og vøruskránna broytt. Broytingin er ein avleiðing av, at Føroyar sambært sáttmála frá 1. februar 1992, sum seinast er broyttur í 1997, millum Danmarkar ríkisstjórn og Føroya Landsstýri øðrumegin og Evropeiska samveldið hinumegin, hava samtykt at nýta ta Tillagaðu Skipanina (Harmonized System) sum Toll- og vøruskrá. Harmonized System verður broytt uml. 4. ella 5. hvørt ár. Seinasta broyting av Harmonized System fór fram í 1996.

Tað er Harmonized System nevndin, sum er undir WCO (World Custom Organization), sum viðger og samtykkir broytingar av tariffnr. ella vørunr. Tann 25. juni 1999 samtykti nevndin í Brússel at broyta tariffnr. ella vørunr. á smyrjiolju, og skuldi broytingin koma í gildi 1. januar 2002.

Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær. Heldur ikki verða avleiðingar fyri umhvørvið, avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur ella sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Serligar viðmerkingar
Tariff-nr. ella vørunr. til Toll- og vøruskránna, sum eru galdandi í dag, verða við hesum lógaruppskoti broytt frá vørunr. 27.10.00.81 og 27.10.00.89 til 2710.19.81 og 2710.19.89. Hetta er ein fylgibroyting av samtyktini hjá Harmonized System nevndini, og sum kemur í gildi 1. januar 2002. Føroyar hava við EF-sáttmála frá 1991 bundið seg til at fylgja øllum broytingum, sum viðvíkja vørunr. til Harmonized System.

Annars er reglan óbroytt í mun til núgaldandi lóggávu.

1. viðgerð 5. desember 2001. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 12. desember 2001. §§ 1 0g 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 167 frá 20.12.2001