Skattur - leiguinntøka og FAS

 

38  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð
I. Álit II
J. Framhaldandi 3. viðgerð
K. Orðaskifti við framhaldandi 3. viðgerð
L. Tikið aftur

Ár 2001, 4. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
  1. Eftir § 29, nr. 24 verður sum nr. 25 sett: "Inntøka av útleigan av egnum bústaði til bústað, treytað av, at persónurin, sum eigur inntøkuna, er 67 ár ella eldri. Er talan um hjún, sum hava samogn, verður inntøkan ikki tald við, um annar av hjúnafeløgunum er 67 ár ella eldri. Útreiðslurnar kunnu ikki verða drignar frá."
  2. Í § 46, stk. 2 verður "fyri 1. desember" broytt til "í seinasta lagi 1. desember."
  3. § 63a, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Afturbering til reiðaravirki sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m. jbr. § 60, ið ein persónur ella felag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri:
  4. 1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS
    2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

  5. § 63a, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Reglurnar um afturbering eru ikki galdandi fyri:
  6. 1) tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt. ikki verður mett sum skip við heimstaði í Føroyum.
    2) tænastu, útint á boriútbúnaði í føroyskum sjóøki sambært § 1, nr. 1 í kolvetnisskattalógini."

  7. § 63a, stk. 3, verður orðað soleiðis: " Reiðaravirkið fær ikki afturbering fyri tær lønir v.m., har avsláttur verður givin í føroyska skattinum, vegna tvískattasáttmálum, Føroyar hava gjørt við onnur lond ella vegna § 154 í skattalógini."
  8. § 63a, stk. 2-4 verða hereftir stk. 4-6.
  9. Í § 78, stk. 2 verður "6 %" broytt til "4%".
  10. Í § 79, stk. 3 verður "6%" broytt til "4%".
§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2002.

Almennar viðmerkingar
Í hesum broytingaruppskotinum til Skattalógina mælir landsstýrismaðurin við fíggjarmálum til, at gjørdar verða broytingar viðvíkjandi

    1. skattingini av leiguinntøku hjá fólkapensjónistum
    2. treytunum fyri FAS-afturbering
    3. 6%-gjaldinum fyri írestandi skatt og avlopsskatt

Haraftrat verður mælt til at gera smærri fylgibroytingar í sambandi við nýggju kommunustýrislógina.

Skattafrí leiguinntøka til fólkapensjónistar
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum mælir til, at leiguinntøka av egnum bústaði hjá persónum yvir 67 ár verður skattafrí. Endamálið er at økja um útboðið av íbúðum til leigu og at bøta um inntøkuviðurskiftini hjá fólkapensjónistum.

Leiguinntøkan skal tó ikki kunna vera skattafrí, um talan er um útleigu til vinnuligt endamál. Talan skal eisini vera um, at inntøkan er fyri útleigu av húsum ella bústaði, ið persónurin sjálvur eigur, og sum hann sjálvur nýtir til bústað, ella sum hann nýtti til bústað, áðrenn hann t.d. flutti á ellis- ella røktarheim. Er persónurin giftur og hevur samogn, verður inntøkan skattafrí, um annar av hjúnafeløgunum er 67 ár ella eldri.

Í dag verða fólkapensjónistar skattaðir av inntøku, sum teir hava av at leiga út eina íbúð. Veri seg kjallaraíbúð, kamar ella líknandi. Harumframt kann fólkapensjónisturin koma út fyri, at tann skattskylduga leiguinntøkan verður mótroknað í viðbótum, sum fólkapensjónisturin fær umframt fólkapensjónina. Skattafrí leiguinntøka verður ikki mótroknað í viðbótum.

Dagføring av treytunum fyri at fáa FAS-afturbering
Treytin um, at veruliga leiðslan hjá reiðaravirkinum skal hava sæti í Føroyum, verður við hesum lógaruppskoti tikin úr § 63 a í Skattalógini. Í staðin verður sett sum treyt fyri afturbering, at skattur frá manningini endaliga fellur til Føroyar.

Treytin um, at veruliga leiðslan skal hava høvuðssæti í Føroyum, varð upprunaliga sett inn fyri at tryggja, at skatturin fyri slíkt reiðaravirksemi kom til Føroyar. Men síðani henda áseting varð sett inn í Skattalógina, eru hendar stórar broytingar innan tvískattasáttmálar, ið Føroyar hava við onnur lond. Nevnast kann t.d., at galdandi norðurlendska tvískattaavtalan er komin í gildi, eftir at FAS-reglurnar vórðu gjørdar. Eisini er allýsingin av hugtakinum "altjóða ferðsla" broytt, og skattligar broytingar eru gjørdar innan kolvetnisøkið.

Kravið um, at veruliga leiðslan skal hava høvuðssæti í Føroyum, verður tí ikki mett at vera nøktandi fyri at tryggja Føroyum skattingarrættin. Treytin kann eisini í summum førum forða fyri, at feløg verða skrásett í Føroyum fyri slíkt reiðaravirksemi, tí tey kunnu ikki altíð frammanundan vita, um tað fer at verða góðtikið, at "veruliga leiðslan" er í Føroyum. Tá ið metast skal um hetta, verður tað altíð í hvørjum einstøkum føri gjørd ein ítøkilig meting.

Eftir teimum tvískattasáttmálum, sum Føroyar hava gjørt við onnur lond, eru fleiri ymiskar ásetanir um, hvat land skatturin endaliga skal falla til. Skattingin er ymisk, alt eftir hvat slag av inntøku, talan er um. Høvuðsreglan er, at samsýning fyri arbeiði verður skattað í tí landinum, har arbeiðið verður útint. Tað eru tó serligar ásetingar galdandi fyri eitt nú starv int umborð á skipi í altjóða sigling. Eisini eru serligar reglur, tá talan er um virksemi í samband við forkanning, rannsókn ella brúk av kolvetnisfyrikoming.

Ístaðin fyri at seta treytir fyri afturberingini, sum vísa til allar tær ymisku ásetanirnar, ið kunnu vera í tvískattasáttmálum, verður ein alment orðað treyt sett inn. Soleiðis verður afturbering treytað av, at skatturin frá manningini fellur til Føroyar. Á henda hátt slepst eisini undan at broyta ásetingina, tá møguligir framtíðar sáttmálar verða settir í gildi.

Ætlanin er at gera eina vegleiðing til vinnuna, har greitt verður frá, til hvat land skatturin endaliga fellur eftir núverandi tvískattasáttmálum.

Lækking av 6%-gjaldinum
Mælt verður til at lækka gjaldið, sum verður lagt aftrat ávikavist avlops- og írestandi skatti, soleiðis at hetta eykagjaldið fer at samsvara við dagsins rentustig í peningastovnunum. Innlánsrentan fyri innskot upp á 3 og 12 mánaða uppsøgn liggur í dag umleið 3,50–5,00, alt eftir hvussu stórt innskotið er. Eykagjaldið var upprunaliga 9% og varð lækkað til 6% í apríl í 1992.

Broytingar í sambandi við nýggju kommunustýrislógina
Í sambandi við nýggju kommunustýrislógina, sum kom í gildi 1. januar 2001, verða freistirnar í kommunustýrislógini og freistirnar fyri at áseta barnafrádrátttin broyttar, so tær frameftir verða tær somu.

Avleiðingar av lógaruppskotinum
Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær stórvegis fyrisitingarligar avleiðingar. Í sambandi við skattafría leiguinntøku hjá fólkapensjónistum má tó roknast við nakað av meirumsiting fyri Toll- og Skattstovu Føroya

Torført er at meta neyvt um fíggjarligu avleiðingarnar av tilmæltu lógarbroytingunum. Nakað minni av leiguinntøku hjá fólkapensjónistum fer at koma til skattingar. Tann positiva avleiðingin, veri seg fíggjarlig og/ella búskaparlig, verður væntandi, at tað koma fleiri leiguíbúðir á marknaðin, og fer hetta at taka burtur nakað av trýstinum, sum liggur á serliga teimum stóru kommununum at útvega borgarunum tak yvir høvdið. Samtundis fer tað at bøta um inntøkuviðurskiftini hjá fólkapensjónistum, um teir frameftir fara at kunna fáa eina skattafría leiguinntøku aftrat fólkapensjónini.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar avleiðingar fyri umhvørvið, sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella avleiðingar fyri felagsskapir ella fyri kommunurnar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

(Ja)

(Ja)

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 

 

Serligar viðmerkingar

Til nr. 1.
Skotið verður her upp, at persónar, sum eru 67 ár og eldri ikki skulu verða skattaðir av leiguinntøku. Nakrar treytir eru tó, sum skulu vera loknar, fyri at inntøkan kann vera skattafrí. Fyri tað fyrsta skal talan vera um útleigan av egnum bústaði. Tað vil siga, at persónurin, sum leigar húsini út, sjálvur skal eiga húsini og búgva í teimum. Talan verður soleiðis ongantíð um útleigan av meira enn einum bústaði skattafrítt, tá tað ikki ber til at siga, at meira enn ein bústaður er egin bústaður.

Oftast verður soleiðis talan um útleigan av kjallaraíbúðum í sethúsum. Men talan kann eisini verða um útleigan av heilum sethúsum, um persónurin, sum átti sethúsini, er fluttur á ellis- og røktarheim ella líknandi. Tí við egnan bústað verður í hesum sambandi eisini at skilja búðstaðurin hjá persóni, sum er fluttur á ellis- og røktarheim o.t., um bústaðurin innan flytingina á frammanfyri nevnda heim var egni bústaðurin hjá hesum persóni.

Harnæst er tað ein treyt, at talan er um útleigan til bústaðarendamál og ikki til dømis til vinnuligt endamál, slík inntøka av útleigu er framvegis skattskyldug. Hetta er í tráð við, at ætlanin við uppskotinum partvís er at økja um útboðið av íbúðum.

Persónurin, sum er 67 ár ella eldri, skal eiga inntøkuna. Tað vil siga, at talan skal vera um inntøku fyri útleigan av húsum, sum hann eigur. Um hann er giftur og hevur samogn, verður inntøkan skattafrí, um annar av hjúnafeløgunum er 67 ár ella eldri.

Tá inntøkan verður gjørd upp, kunnu útreiðslur ikki verða drignar frá. Er skattskylduga inntøkan av leiguni negativ, ber sostatt ikki til at draga hana frá í aðrari inntøku.

Til nr. 2.
Í sambandi við at kommunustýrislógin kom í gildi 1. januar 2001, skulu kommunustýrini hava samtykt fíggjarætlan í seinasta lagi 1. desember. Sambært skattalógini skulu bygdaráðini hava ásett barnafrádráttin fyri 1. desember. Fyri at samsvar skal vera millum freistirnar í kommunustýrislógini og freistina fyri at áseta barnafrádrátt eftir § 46 í skattalógini, verður henda broyting gjørd.

Til nr. 3, 4, 5 og 6.
Orðingin "og har veruliga leiðslan hevur høvuðssæti í Føroyum" verður strikað úr greinini.

Eisini eru gjørdar nakrar umorðingar, fyri at greinin skal vera lættari at skilja. Ætlanin við hesum umorðingum hevur ikki verið at gjørt nakrar materiellar broytingar.

Tá persónar ella feløg eru fult skattskyldug í Føroyum, skulu tey altíð geva upp alla inntøku í Føroyum. Talan kann tó verða um, at Føroyar í tvískattasáttmálum hava bundið seg til at geva avsláttur í føroyska skattinum fyri inntøku, sum hevur tilknýti til annað land.

Tí er sett sum treyt, at Føroyar ikki avtaka føroyska skattin fyri inntøku, sum er grundarlagið undir afturberingini.

Eisini er ein treyt fyri afturbering, at skatturin hjá manningini endaliga fellur til Føroyar. Reiðaravirkið fær afturbering fyri tær lønir, sum reiðaravirkið rindar fyri tænastu umborð á skipum, skrásettum í FAS, ella fyri tænastu umborð á bare-boat leigaðum skipum. Henda løn er soleiðis grundarlagið fyri afturberingarprosentinum. Og neyðugt er tí, at reiðaravirkið bert hevur rætt til afturbering fyri tær lønir, sum veruliga verða skattaðar í Føroyum.

Í teimum førum, har kreditt-avsláttarreglan er galdandi fyri løn hjá manningini, verður bert givið avsláttur í føroyska skattinum fyri tann partin, sum veruliga er goldin í hinum landinum. Tá skattaprosentið í Føroyum kann vera hægri enn í hinum landinum, kann talan verða um at partur av skattinum fellur til Føroyar. Tí er sett sum treyt, at allur skatturin endaliga skal falla til Føroyar. Tað er sostatt ikki nokk, at bert ein partur av skattinum frá lønini hjá manningini fellur til Føroyar.

Fyri at geva eina mynd av, hvørja avleiðing orðingin av reglunum hava í dag, skal at enda verða víst á nøkur dømi:

Dømi nr. 1
Føroyingur umborð á FAS skrásettum skipi. Onki annað land krevur keldulandsskatt av hýruni. Ávíst hýra: 200.000, § 25 a frádrátt á 15 %, kommunuskattur 20 %.

Kommunuskattur 30.200.
Landsskattur 29.990.
Kirkjuskattur 510.
Skattur tilsamans 60.700.
Afturbering til reiðaravirki 56.000.
Eftir til land og kommunu eru kr. 4.700. 

Dømi nr. 2
Útlendingur við sama skipi. Ávíst hýra: 200.000, § 25 a frádrátt á 15 %, skattur 42%.

Skattur 71.400
Afturbering 56.000.
Eftir til land og kommunu eru kr. 15.400.

Taka vit dømi við hesum somu persónum einaferð afturat, men hesaferð siga, at skipið siglur í útlendskum sjóøki, og tað landið sambært egnum reglum hevur rætt til at skatta hýru fyri arbeiði á teirra meginlandsøki við t.d. 35%, skulu Føroyar geva avsláttur í føroyska skattinum svarandi til tann føroyska skattin, sum fellur á útlendsku inntøkuna, tó í mesta lagi tað, sum er goldið uttanlands (kreditt-avsláttur).

Dømi nr. 3
Hetta merkir fyri persónin í dømi nr. 1:

Kommunuskattur 30.200.
Landsskattur 29.990.
Kirkjuskattur 510.
Skattur tilsamans 60.700.
Avsláttur 35% av 200.000 og í mesta lagi 60.700, tvs. avsláttur 60.700.
Afturbering til reiðaravirki 56.000.
Eftir til land og kommunu eru kr. –56.000.

Dømi nr. 4:
Skattur 71.400.
Avsláttur 35% av 200.000 og í mesta lagi 70.000, tvs. ávsláttur 70.000 og skattur 1.400.
Afturbering 56.000.
Eftir til land og kommunu eru kr. –54.600.

Til nr. 7 og 8.
Eykagjaldið fyri avlops- og írestandi skatt verður lækkað frá 6 % til 4 %. Mett verður at eykagjaldið eigur at vera á leið tað, sum rentustigið er hjá peningastovnunum. Innlánsrentan fyri innskot upp á 3 og 12 mánaða uppsøgn liggur í dag umleið 3,50–5,00 alt eftir, hvussu stórt innskotið er. Eykagjaldið var upprunaliga 9 % og varð lækkað til 6 % í apríl í 1992.

1. viðgerð 6. desember 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 29. januar 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 30. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 6. desember 2001 er málið beint fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. Meirilutin tekur tað sum givið, at ásetingarnar í leigulógini verða fylgdar, og mælir til, at leigulógin verður dagførd.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Vilhelm Johannesen) tekur undir við uppskoti landsstýrisins við undantaki av punkti 1 í §1.

Minnilutin kann vera samdur við landsstýrið í, at leiguinntøkur av at leiga út kømur ella íbúð í egnum bústaði áttu at verið heilt ella lutvíst skattafríar, og at hetta helst eisini hevði økt um útboðið av íbúðum til leigu. Men uppskot landsstýrisins í tí líki, tað hevur nú, er alt ov ófullfíggjað og tilvildarligt og lýkur á ongan hátt tey ynski, sum minnilutin hevði sett til eitt tílíkt uppskot.

Minnilutin kann tískil ikki taka undir við punkti 1, men vísir á, at komið verður við einum meira fullfíggjaðum lógaruppskoti seinni, sum eisini fer at taka m.o. tey við, sum eru undir 67 ár, men annars eru í líknandi støðu.

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, nr. 1 verður strikað og eftirfylgjandi nummur broytt samsvarandi.

2. viðgerð 31. januar 2002. Broytingaruppskot frá minnilutanum fall 10-0-17. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. februar 2002. Uppskot frá Finnboga Ísaksyni, løgtingsformanni, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 30-1-0. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum tann 13. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t II

Málið varð við 3. viðgerð 15. februar 2002 við 27-0-0 atkvøðum beint aftur í nevnd. Málið varð beint aftur í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Nevndin hevur serliga viðgjørt spurningin um skattafría leiguinntøku til fólkapensjónistar. Nevndin er av teirri áskoðan, at rættast er at gera serligar reglur fyri inntøkur frá útleigan av býli, soleiðis at útboðið av leiguíbúðum kann gerast breiðari. Nevndin hevur kannað ymiskar møguleikar um at serskatta leiguinntøku, men krevur hetta fleiri broytingar í skattalóggávuni. Niðurstøðan er tí, at nevndin mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins um skattafría leiguinntøku til fólkapensjónistar. Nevndin mælir landsstýrismanninum til framhaldandi at kanna møguleikan um at gera serligar reglur fyri skatting av inntøkum av útleigan av býli.

Landsstýrismaður hevur á fundi í nevndini gjørt vart við, at broytingarnar undir nr. 7 og nr. 8 nú ikki kunnu setast í gildi fyrr enn 1. januar 2003, og setir ein samd nevnd tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 2 verður skoytt uppí: „Tó koma § 1, nr. 7 og § 1, nr. 8 í gildi 1. januar 2003.".

Nevndin hevur annars býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á álit I og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins soleiðis, sum tað varð samtykt við 2. viðgerð og við broytingaruppskotinum frá samdari fíggjarnevnd.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Vilhelm Johannesen) vísir á broytingaruppskotið í áliti I, sum fall við 2. viðgerð, og tekur hetta til eftirtektar. Minnilutin setir einki uppskot fram, men mælir tinginum til at samtykkja uppskotið soleiðis, sum tað varð samtykt við 2. viðgerð og við broytingaruppskotinum frá einari samdari fíggjarnevnd.

Framhaldandi 3. viðgerð 14. mars 2002. Uppskot frá Lisbeth L. Petersen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-1-8. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.

Á tingfundi 14. mars 2002 boðaði formaðurin frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur tikið málið aftur.