Fast samband um Leirvíksfjørð

 

39  Uppskot til  løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 4. desember, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera tunnil millum Eysturoy og Borðoy og hartil hoyrandi vegagerð, hava rakstur av tunlinum um hendur umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.
Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:

  1. At avhenda partabrøv.
  2. Øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum.
  3. Felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

§ 2. Landsstýrismanninum er heimilað uttan viðurlag at avhenda til felagið allar forkanningar og annað tilfar, ið Landsverkfrøðingsstovnurin hevur framleitt í sambandi við verkætlanina um fast samband um Leirvíksfjørð. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið.

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1. Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er at geva landsstýrismanninum heimild at stovna partafelag, sum skal byggja og reka undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð. Ætlanin er at nýta sama leist, sum verður nýttur í sambandi við fasta sambandið um Vestmannasund.

Verður hetta uppskotið samtykt, má fíggjarlig heimild tó eisini fáast til vega í játtanarlóg, áðrenn partafelagið kann verða stovnað.

Orsøkin til, at hetta uppskotið verður lagt fram nú, er eitt ynski um, at partafelagið sum skjótast fer undir at fyrireika útbjóðingina av byggingini, grundað á tær innleiðandi forkanningarnar og ymisku uppskotini til linjuføringar, sum Landsverkfrøðingsstovnurin ger.

Tá allar fyrireikingar eru lidnar, verður uppskot til verklagslóg smíðað og lagt fyri Løgtingið, har endaliga uppskotið til verkætlan verður nærri lýst.

2. Gongdin í málinum
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2001 vórðu 1,5 mió. kr. játtaðar til seismiskar kanningar í Leirvíksfirði sum fyrireiking til ætlaða fasta sambandið um Leirvíksfjørð. Á eykajáttanarlógini fyri mars 2001 varð henda upphædd hækkað við 3,5 mió. kr. upp í 5 mió. kr. tilsamans, til tess at kunna liðugtgera seismisku kanningarnar, og samstundis varð endamálið við játtanini víðkað, so tað umframt seismisku kanningarnar eisini fevnir um aðrar forkanningar, serliga regionala jarðfrøðiliga kortlegging, kjarnuboringar báðu megin við, etablering av fixpunktum og ferðslukanningar.

Endamálið við eykajáttanini var sambært viðmerkingunum at gera innleiðandi forkanningarnar lidnar í 2001, so tað skuldi verða møguligt at bjóða arbeiðið út, tá skotið er ígjøgnum undir Vestmannasundi. Hetta verður sambært tíðarætlanini um ársskiftið 2001/2002. Síðani er tað hent, at seismisku kanningarnar, sum eftir ætlan skuldu gerast summarið 2001, miseydnaðust partvíst, og neyðugt var at fáa annað felag at gera seismisku kanningarnar. Hesar kanningar eru uppafturtiknar í oktober 2001 og eru næstan lidnar. Frágreiðing um úrslitið og uppskot um linjuføring verða væntandi liðug í ár sum ætlað.

Landsverkfrøðingsstovnurin hevur gjørt skitsuprosjekt av fleiri ymiskum linjuføringum, men enn er torført at meta um, hvørjar av hesum vera í uppskoti at fremja. Tað ber ikki til at siga við vissu, fyrr enn úrslitini frá seismisku kanningunum fyriliggja og eru viðgjørd.

Tá innleiðandi forkanningarnar eru lidnar, ger Landsverkfrøðingsstovnurin ætlandi eitt ella fleiri uppskot til linjuføringar. Uppgávan hjá partafelagnum verður so at kanna uppskotið ella uppskotini gjøllari, gera prosjekt, og møguliga gera supplerandi forkanningar, um tørvur er á tí. Prosjektering fer fram í ymiskum fasum, og er ætlanin, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal hava tilfarið til viðmerkingar, tá hvør einstøk fasa er liðug. Harafturat skal stovnurin eisini góðkenna endaliga prosjektið. Tá verkætlanin er endaliga prosjekterað, verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið, so tingið kann gera av, um tað ynskir at fremja hesa verkætlan, sum víst á omanfyri.

3. Um verkætlanina
Neyv lýsing av verkætlanini kann enn ikki gerast, tí innleiðandi forkanningarnar eru ikki lidnar. Landsverkfrøðingsstovnurin hevur tó í frágreiðing frá apríl 2001 (skjal 1) gjørt eina rættiliga gjølla lýsing av teimum møguleikum, sum stovnurin heldur vera áhugaverdar at kanna nærri. Grundað á jarðfrøðiligu kanningarnar kann so metast um, hvørjar linjuføringar ráðiligt er at fremja, ella um smærri broytingar eiga at verða gjørdar í ætlaðu linjuføringunum.

Landsverkfrøðingsstovnurin arbeiðir fyribils við fýra ymiskum høvuðsuppskotum til linjuføringar av sjálvum tunlinum. Ymisku tunnilsloysnirnar kunnu so kombinerast við møguleikunum fyri vegagerð Eysturoyarmegin, og hevur Landsverkfrøðingsstovnurin út frá hesum kombinatiónsmøguleikum valt út 7 ymisk alternativ fyri linjuføringar av tunli og vegi.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum
Tá avleiðingarnar av uppskotinum verða viðgjørdar, má havast í huga, at munur er á avleiðingunum av at stovna partafelag, og avleiðingunum av at fara undir verkætlanina. Tann fyrra avgerðin verður tikin, um hetta lógaruppskotið verður samtykt, tann seinna, um verklagslógin verður samtykt. Her verða serliga avleiðingarnar av at stovna partafelagið viðgjørdar, hóast tað verður nomið við avleiðingarnar av verkætlanini eisini.

1. Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Fíggjarligu avleiðingarnar av at samtykkja hetta lógaruppskotið eru lítlar. Ætlanin er í so stóran mun sum gjørligt at nýta somu nevnd og umsiting sum í partafelagnum Vágatunlinum, og tí verða útreiðslurnar til umsiting ikki so stórar, hóast tað møguliga verður neyðugt at seta fleiri fólk.

Hinvegin verða stórar fíggjarligar avleiðingarnar av at fremja ætlanina um fast samband undir Leirvíksfjørð. Landsverkfrøðingsstovnurin hevur fyribils mett kostnaðin av teimum styttru alternativunum, sunnan fyri Leirvík yvir á Borðoyarvík, til uml. 300 mió. kr., umframt vegagerð við Leirvíks bygd. Verður henda vegagerð roknað uppí, verður samlaði kostnaðurin av teimum styttru alternativunum uml. 350-388 mió. kr., alt eftir hvør vegagerð verður framd.

Landsverkfrøðingsstovnurin hevur eisini gjørt uppskot til ein longri tunnil, har tunnilsmunnin Eysturoyarmegin liggur aftan fyri bensinstøðina, einar 350 m frá munnanum á verandi Leirvíkartunli. Borðoyarmegin verður eins og í hinum uppskotunum komið upp á Borðoyarvík. Kostnaðurin av hesum tunlinum er fyribils mettur til 390 mió. kr., og við neyðugu vegagerðini verður kostnaðurin 410 mió. kr. tilsamans.

Hvat av hesum uppskotum verður valt, er enn óvist, men í øllum førum liggja fyribilsmetingarnar av kostnaðinum millum 350-410 mió. kr., íroknað alla avleidda vegagerð. Væntandi kunnu einar 100-120 mió. kr. fíggjast við bummpengum, so landsins partur verður millum 230 og 310 mió. kr., um fyribils kostnaðarmetingarnar vísa seg at halda.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri kommunurnar. Avleiðingarnar av at fremja verkætlanina verða lýstar í sambandi við ta verklagslóg, sum verður løgd fram um verkætlanina.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna. Avleiðingarnar av at fremja verkætlanina verða lýstar í sambandi við ta verklagslóg, sum verður løgd fram um verkætlanina.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Stovnað verður nýtt partafelag til verkætlanina, men sum sagt, er ætlanin í so stóran mun sum gjørligt at nýta somu nevnd og umsiting sum í partafelagnum Vágatunlinum.

3. Umhvørvisligar avleiðingar
Ongar umhvørvisligar avleiðingar standast av hesum uppskotinum. Umhvørvisligar avleiðingar av at fremja verkætlanina verða lýstar í sambandi við ta verklagslóg, sum verður løgd fram um verkætlanina.

4. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Ongar avleiðingar eru fyri serstøk øki í landinum av at stovna partafelagið. Hinvegin fer ein avgerð um at fremja verkætlanina væntandi at fáa stórar positivar avleiðingar, serliga fyri borgarar, virki og stovnar í Norðoyggjum.

Talva 4: Yvirlit yvir avleiðingar av at stovna partafelag

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja, smærri

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja, smærri

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Nei

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1. 

Í stk. 1 verður skotið upp at stovna partafelag, og ásett verður, hvat endamál felagsins skal vera.
Við at áseta í løgtingslóg, hvat endamálsorðingin í felagnum skal vera, kann partaeigarin ikki broyta viðtøkurnar, sum hann annars hevði havt rætt til. Á henda hátt verður tryggjað, at felagið bert verður nýtt til tað endamál, tað er stovnað til.

Ætlanin er, at felagið skal standa fyri gerð av tunlinum og tilkoyringarvegi til sjálvan tunnilsmunnan. Hinvegin er ikki ætlanin, at felagið skal hava ábyrgdina fyri møguligari avleiddari vegagerð longri burtur frá tunlinum, t.d. við Leirvík. Hesum arbeiði er ætlanin, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal standa fyri. Í verklagslógini verður nærri lýst, hvørjum pørtum av vegagerðini partafelagið skal standa fyri, og hvørji vegagerð, ið landið skal standa fyri.

Í stk. 2 er ásett, at partabrøvini eru ogn landsins, og at Løgtingsins samtykki krevst, um so er, at landsstýrismaðurin ynskir at einskilja felagið. Tað verður hildið, at slík prinsipiell avgerð eigur ikki at verða tikin, uttan at Løgtingið hevur viðgjørt málið, sbr. § 48, stk. 2 í tingskipanini.

Til § 2.

Sum nevnt omanfyri hevur Landsverkfrøðingsstovnurin staðið fyri teimum innleiðandi forkanningum, ið higartil eru gjørdar. Ætlanin er, at stovnurin skal gera hesar innleiðandi forkanningar lidnar. Skotið verður í hesi greinini upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at lata partafelagnum øll úrslit frá innleiðandi forkanningunum, herundir uppskot til møguligar linjuføring(ar) ókeypis. Um partafelagið heldur tørv vera á tí, kann felagið sjálvt gera ískoytiskanningar til innleiðandi forkanningarnar. Hetta er nakað tann sami leisturin, sum varð nýttur viðvíkjandi Vágatunlinum.

Til § 3.

Ongar serligar viðmerkingar.

Hjálagt skjal 1:
Norðoyatunnilin. Kanning av føstum sambandi um Leirvíksfjørð. Brot úr frágreiðing frá Landsverkfrøðingsstovninum og kort.

1. viðgerð 6. desember 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrinum hevur lagt málið fram tann 4. desember 2001, og eftir 1. viðgerð tann 6. desember 2001 er tað beint í vinnunevndina.

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. desember 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, Niels Winther, fulltrúa, og við Heina Olsen, Óla Petersen og Finnleif Durhuus frá Landsverkfrøðingsstovninum. 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Umboð javnaðarfloksins (Henrik Old og Dan R. Petersen) taka undir við at stovna partafelag til at fyrireika, byggja og reka tunnil undir Leirvíksfjørð. Tó undrað tað minnilutan, at landsstýrissamgongan hevur avgjørt, at føroyingar ikki sjálvir skulu standa í fremstu røð, tá talan er um at gera undirsjóartunlar, eftir at vit sjálvi hava gjørt tunlar á landi í 40 ár.

Landsstýrið hevur boðað frá, at ætlanin er at byrja arbeiði undir Leirvíksfjørð næsta ár, og tí undrar tað minnilutan sera nógv, at tær 5 mill. kr. sum vóru á uppruna fíggjarlógaruppskotinum nú verða settar til 0. – Sostatt verður ongin króna avsett á fíggjarlógaruppskoti næsta ár til hesa stóru ætlan.

2. viðgerð 18. desember 2001.§§ 1, 2, og 3 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 200100720
Ll.nr. 168 frá 21.12.2001