Tollur

 

40  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 11. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

§ 1

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Aftaná § 8 verður sett:
"8a. Toll- og Skattstovu Føroya verður heimilað at veita tollfrían innflutning við eftirfylgjandi eftirliti av vørum, ið verða innfluttar til brúk undir bjargingartiltaki í sambandi við stórvanlukku ella náttúruvanlukku, har brúk er fyri bráðfeingis hjálp, um talan er um neyðstøðu á føroyskum land- ella sjóøki.
2. stk. Í seinasta lagi 14 dagar eftir at vøran er komin á tolløkið, skal Toll- og Skattstova Føroya hava yvirlit yvir slag og nøgd av vøruni, ið er innflutt.
3. stk. Vøra, ið kemur undir tollfrítøkuna, skal verða útflutt aftur í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at hon er komin inn. Toll- og Skattstova Føroya kann leingja hesa freist, um tað er neyðugt.
4. stk. Er talan um størri bjargingarroyndir v.m. í sambandi við neyðstøður, eru ásetingarnar í hesi grein eisini galdandi.

2) Í § 19 verður 4. stk. orðað soleiðis:
"Nevndin hevur endaliga fyrisitingarliga avgerðarrættin í avgerðum, sum eru tiknar av Toll- og Skattstovu Føroya sambært kap. 1. til 7a. í hesi løgtingslóg."

3) § 23 verður orðað soleiðis:
"Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um avgreiðslutíðina hjá Toll- og Skattstovu Føroya og um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur, sum fara fram aftaná avgreiðslutíð.
2. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tænastugjøld í sambandi við tolling og umtolling."

4) § 30a verður orðað soleiðis:
"Í teimum fyriskipanum, sum verða gjørdar sambært hesi lóg, skal renta verða roknað av ov seint goldnum tolli og avgjaldi við 1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjaldsdagin, og til goldið er. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.

Almennar viðmerkingar.
Í hesum uppskoti til broyting í tolllógini verða nakrar ásetingar, sum eru í galdandi lóg, dagførdar og nágreinaðar. Hesar eru:

Harumframt er uppskot til nýggja áseting, sum er:

Viðmerkingar til § 1, nr. 1.
Tann 20. januar 1989 gjørdu Danmark, Finnland, Norra og Svøríki avtalu um at samarbeiða um landamørk, fyri at forða fyri og avmarka skaðar á menniskju, ogn ella umhvørvið, um vanlukkur henda. Henda avtala er eisini galdandi fyri Føroyar. Víst verður í hesum sambandi til bekendtgørelse nr. 66 af 9. august 1990. Sambært avtaluni hava Føroyar millum annað bundið seg til at skapa heimild fyri, at motorakfør, bjargingarútgerð og onnur útgerð kann koma inn á tolløkið ótarnað og frítikin fyri skatt og avgjøld.

Føroyar hava bundið seg til at útvega heimild fyri at bjargingarútgerð og onnur útgerð kann koma inn á tolløkið ótarnað uttan at rinda toll, skatt ella avgjald í sambandi við stórvanlukku og náttúruvanlukku.

Við víðkan av heimildini hjá tollkærunevndini kann nevndin við hesum eisini taka avgerð í kærum viðv. fríøkjum og frígoymslum í kap. 7a í tolllógini.

Heimildin hjá landsstýrismanninum til at áseta tænastugjøld verður við hesum nágreinað, so gjørligt er hjá borgaranum at síggja, hvørjar tænastur gjaldast skal fyri.

Renturokning verður gjørd greið soleiðis, at tað klárt framgongur, hvussu renta verður roknað.
Uppskotið verður ikki mett at hava við sær umsitingarligar avleiðingar fyri landið, kommunurnar ella vinnuna. Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur. Sosialar avleiðingar verða heldur ikki fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

nei

 

Serligar viðmerkingar
Við hesi áseting hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at veita tollfrían innflutning av vørum, ið verða innfluttar til brúk undir bjargingartiltaki í sambandi við stórvanlukku ella náttúruvanlukku, har brúk er fyri bráðfeingis hjálp, um talan er um neyðstøðu á føroyskum land- ella sjóøki.

Tá stórar vanlukkur henda, er neyðugt at boða Toll- og Skattstovu Føroya frá, so tollfrítøka kann gevast tí innfluttu vøruni, fyri at vøran ótarnað kann koma inn á tolløkið. Tó er umráðandi hjá Toll- og Skattstovu Føroya at hava eftirlit við innflutningi av øllum vørum, sum koma inn á tolløkið, og tí er ásett, at Toll- og Skattstova Føroya skal hava yvirlit yvir slag og nøgd av vøruni, ið er innflutt. Hetta yvirlit skal latast so skjótt sum gjørligt, og í seinasta lagi 14 dagar eftir, at bjargingarútgerðin er komin á tolløkið.

Í førum, har frítøka verður givin, er uppgávan hjá Toll- og Skattstovu Føroya at hava eftirfylgjandi eftirlit við, at vøran er farin úr Føroyum aftur. Vøra, ið kemur undir tollfrítøkuna, skal verða útflutt aftur í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at hon er komin inn. Toll- og Skattstova Føroya kann leingja hesa freist, um tað er neyðugt.

Somu ásetingar eru eisini galdandi, um talan er um stórar bjargingarroyndir v.m. á føroyska økinum, har bjargingarútgerð verður innflutt á tolløkið.

Viðmerkingar til § 1, nr. 2
Heimildin hjá Tollkærunevndini verður við hesi áseting víðkað til eisini at fevna um kærur í sambandi við avgerðir eftir kap. 7a í tolllógini, sum er um fríøkir og frígoymslur.

Viðmerkingar til § 1, nr. 3
Reglan gevur landsstýrismanninum heimild til við kunngerð at áseta tænastugjøld fyri tollavgreiðslur aftaná vanliga avgreiðslutíð.

Tollavgreiðsla uttan fyri vanligu avgreiðslutíðina er ein eyka tænasta, sum tollvaldið bjóðar teimum, sum halda seg hava brúk fyri henni. Í kunngerð verður ásett, nær avgreiðslutíðin er, hvar tað er gjørligt at tollavgreiðast, og hvat kostnaðurin er fyri hesa tænastuna.

Sum nú er, er kunngerð nr. 93 frá 19. november 1999 um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð galdandi. Neyðugt er at dagføra hesa kunngerð, soleiðis at tænastugjøldini koma at samsvara við veruliga kostnaðin av at veita tænastuna.

Ásetingin í galdandi lóg er umorðað soleiðis, at heimildin fyri at uppkrevja tænastugjøld verður meira greið, soleiðis at borgarin við at lesa ásetingina í lógini er kunnaður um, hvørjar tænastur gjald verður kravt fyri.
Tænastugjaldið, sum verður ásett í kunngerð, skal svara til eina upphædd, sum svarar til veruliga kostnaðin av at veita umrøddu tænastu, t.e. kostprísin, soleiðis at tað bert eru tey, sum ynskja at brúka hesa tænastuna, sum rinda fyri hana. Talan er sostatt ikki um eina inntøku fyri Toll- og Skattstovu Føroya, og heldur ikki um eina útreiðslu, sum skal fíggjast yvir vanliga raksturin hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tað skal sostatt ikki kosta umsitingini eyka, tá ið borgarin biður um at fáa eina tollavgreiðslu uttan fyri vanligu avgreiðslutíðina.

Tey, sum brúka hesa tænastu, eru fyri tað mesta skip, ferðamannaskip og fløgfør, og pr. 30. september í ár vóru rindaðar 1.762.600 kr. fyri at brúka hesa tænastu.

Ásetingin í § 23, stk. 2 heimilar landsstýrismanninum at áseta tænastugjøld í sambandi við tolling og umtolling. Henda ásetingin svarar til § 23, 1. stk. í verandi lóg. Tað, sum er skoytt uppí, er orðið "umtolling". Hervið er gjørligt hjá borgaranum at kunna seg um, hvørjar tænastur gjaldast skal fyri. Kunngerð nr. 9 frá 29. januar 1992 um tænastugjald í sambandi við tolling og umtolling, sum hevur heimild i § 23, verður framvegis í gildi.

Viðmerkingar til § 1, nr. 4
§ 30a verður orðað soleiðis, at ásetingin skal fevna um toll- og avgjøld, ið sambært tolllógini og tilhoyrandi kunngerð ikki eru goldin rættstundis. Ásetingin er við hesum gjørd greið soleiðis, at tað klárt framgongur, at verða tollur og avgjøld ikki goldin rættstundis, verður 1,0% renta roknað av saldo, til goldið er.

1. viðgerð 14. desember 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2001, og eftir 1. viðgerð tann 14. desember 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, og tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá tíðarfrestini við 2. og 3. viðgerð. Samtykt 17-0-0.

2. viðgerð 20. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 171 frá 21.12.2001