Almannaveitingar

 

43  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 13. desember, løgdu tingmenninir Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm, vegna Javnaðarflokkin og Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum 

§ 1

Í løgtingslóg nr.nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, verður gjørd henda broyting:
§ 2, 2. pkt. verður strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.

Viðmerkingar:
Tá verandi pensjónslóg var til viðgerðar í Løgtinginum á heysti 1999, og tá lógin um áseting og javning av almannaveitingum um somu tíð eisini var til viðgerðar, mótmæltu uppskotssetararnir, at grundupphæddin ikki skuldi javnast frameftir. Samgongumeirilutin samtykti tó, uttan serligar grundgevingar, at grundupphæddin ikki skuldi javnast.

Meira enn eitt ár aftaná, at pensjónslógin fór at virka, kom landsstýrið í desember 2000 í Løgtingið við uppskoti um at rætta nakrar av teimum størstu feilunum í lógini. Í tí sambandi varð lógin um áseting og javning eisini broytt. Tá mótmæltu uppskotssetararnir aftur, at grundupphæddin frameftir ikki skuldi javnast, og høvdu broytingaruppskot hesum viðvíkjandi, sum samgongan tó feldi.

Løgtingið hevur ongantíð fingið nakra haldgóða grundgeving fyri, hví grundupphæddin ikki skal javnast. Tað einasta, ið hevur verið ført fram, er, at landsstýrið ikki ynskir, at fólkapensjónistar, ið hava aðra pensjón enn fólkapensjónina, skulu hava grundupphæddina eisini. Hetta verður tó ikki ført fram alment. Sostatt kann staðfestast, at landsstýrið og samgongan ikki spæla við opnum kortum, men hava valt at undirgrava pensjónsskipanina á henda sera ósømiliga hátt.

Í staðin fyri at siga sum er, so undirgrevur samgongan prinsippini og høvuðsgrundarlagið í pensjónini, við at lata grundupphæddina, sum er roknað til mat, klæðir og ávísar fastar útreiðslur, líðandi minka burtur í virði. Hetta hendir jú av sær sjálvum, um grundupphæddin ikki verður javnað eftir tí støðuga prísvøkstrinum í samfelagnum.

Hóast samgongan ætlar, at fólkapensjónistar, ið ikki hava stórvegis av aðrari inntøku ella pensjón enn fólkapensjónina, í staðin skulu fáa eina hægri viðbót, so tykist samgongan ikki geva sær far um, at hetta eisini rakar aðrar pensjónistar. Avlamis - og aðrir fyritíðarpensjónistar og fólk, ið fáa forsorgarveitingar, verða eisini rakt av, at grundupphæddin ikki verður javnað. Hesi hava í flestu førum onga aðra inntøku umframt pensjónina ella veitingina.

Avlamispensjón verður veitt sum endurgjald fyri mistan/skerdan arbeiðsførleika, og mong fáa hesa pensjón longu á ungum aldri. Tað, sum serliga avlamis- og fyritíðarpensjónistar koma at uppliva, er, at pensjónin frameftir verður undirgrivin, tí grundupphæddin ikki verður javnað.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin royna tí nú á triðja sinni við hesum uppskotinum at fáa Løgtingið at fáa hesi viðurskiftini í rættlag soleiðis, at fíggjarliga grundarlagið hjá fólka-, avlamis- og fyritíðarpensjónistum og hjá teimum, ið fáa forsorgarstuðul, ikki framhaldandi verður undirgrivið. Vit skulu minnast til, at hesir samfelagsbólkar ikki hava fakfeløg, ið samráðast um at tryggja teimum virði á pensjónum og veitingum. Hesi hava bara Løgtingið og Løgtingsins vilja at líta á.

Uppskotið, at seinasta punktum í § 2 í lógini um áseting og javning av almannnaveitingum verður strikað, hevur við sær, um tað verður samtykt, at grundupphæddin hjá øllum pensjónistum frameftir verður javnað.

Kostnaðurin av uppskotinum verður í 2002 mettur til 13 mió. kr. eftir tølum frá Almanna- og heilsumálastýrinum fyri 1999. Nýggjari tøl bar ikki til at fáa.

1. viðgerð 18. desember 2001. Málið beint í beinleiðis til 2. viðgerð.

Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá tíðarfrestini við 2. og 3. viðgerð. Samtykt 17-0-0.

2. viðgerð 20. desember 2001. §§ 1 og 2 fullu 13-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.