Framleiðslu- og influtningsavgjald

 

44  Uppskot til  løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti vid 2. viðgerð
H. Álit II
I. Framhaldandi 2. viðgerð
J. Orðaskifti við fr. 2. viðgerð
K. 3. viðgerð
L. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2002, 15. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

 Kapittul 1
Innflutningur

§ 1. Fyri vørur, ið verða fluttar inn, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett í frumskjali 1, 2 og 3 til Toll- og vøruskránna. Frumskjølini eru hjáløgd sum fylgiskjøl.

Kapittul 2
Framleiðsla

§ 2. Fyri vørur, ið við vinnuligum endamáli verða framleiddar til sølu, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna.

§ 3. Framleiðsluvirki skulu hvønn mánað gera eina avgjaldsuppgerð, har nøgdin og virðið fyri hvørt avgjaldsskyldugt vøruslag sær framgongur. Avgjaldsuppgerðin skal sendast til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi, tá ið gjaldið fellur til gjaldingar.
Stk. 2. Tey í hesum kapitli umrøddu gjøld falla til gjaldingar 28. í mánaðinum eftir, at vøran er framleidd.
Skt. 3. Renta verður roknað av ov seint goldnum avgjaldi eftir hesum kapitli við 1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjaldsdagin, og til goldið er.
Stk. 4. Avgjøld og renta, sum eru gjaldkomin, kunnu innheintast við panting. Toll- og Skattstova Føroya fremur pantingina.

Kapittul 3
Afturrindan

§ 4. Toll- og Skattstovu Føroya kann játta afturrindan av teimum í kap. 1 og kap. 2 goldnu gjøldunum, tá ið vørurnar verða útfluttar frá tolløkinum ella til tær í § 8 í løgtingslóg um toll nevndu sølubúðir.
Stk. 2. Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya endurrinda ella fráskriva framleiðsluavgjøld av vørum, sum verða oyðilagdar undir framleiðslu ella á framleiðsluøkinum, og treytað av at vørurnar verða burturbeindar undir tolleftirliti.
Stk. 3. Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya afturrinda øðrum virkjum, enn skipasmiðjum, innflutningsavgjald, ið er latið fyri rávøru, sum virki hevur nýtt í framleiðsluni.

Kapittul 4
Vanligar reglur

§ 5. Reglurnar í løgtingslóg um toll, tó ikki § 4, galda í tann mun, tær ikki stríða í móti hesi lóg.
Stk. 2. Avgjaldsskylduga virðið sambært kap. 1 er tollskylduga virðið íroknað toll.

Kapittul 5
Eftirlit

§ 6. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild at kanna høli, ið verða nýtt í sambandi við vinnuliga framleiðslu, og at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá virkinum.
Stk. 2. Handhavarin og starvsfólkið á virkinum skulu veita Toll- og Skattstovu Føroya neyðuga vegleiðing og hjálp, tá kanningar, sum nevndar í stk. 1, verða gjørdar.
Stk. 3. Tilfarið, ið er nevnt í stk. 1, skal eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya latast ella sendast Toll- og Skattstovu Føroya.

Kapittul 6
Revsing

§ 7. Brot á § 1 verður revsað eftir kap. 10 í løgtingslóg um toll.
Stk. 2. Brot á § 2 verður revsað við sekt ella fongsul upp til 1 ár, men farið verður annars fram eftir reglunum í kap. 10 í løgtingslóg um toll.

Kapittul 7
Gildiskoma

§ 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2002. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 111 frá 13. juni 1997 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

 

Fylgiskjal 1  

Frumskjal 1

til vøruskránna 

 

 

 

 

  

TS-vøruflokkur

Avgjald á framleiðslu og innflutningi

Vøruslag

Kap. 17:

1704.10.00-
1704.90.30

 

30% + 12,00 kr. pr. kg.

 

Sukurvøra

1704.90.55-
1704.90.99

30% + 12,00 kr. pr. kg. Sukurvøra
Kap. 18:

1806.10.00

 

30% + 12,00 kr. pr. kg.

 

Kakao

1806.31.00-
1806.90.00

30% + 12,00 kr. pr. kg. Sjokuláta
Kap. 22:

2203.00.10

 

10,00 kr. pr. ltr.

 

Øl kl. A

2203.00.20

7,60 kr. pr. ltr. Øl kl. I

2204.10.00

24,00 kr. pr. ltr. Gosvín

2204.21.11

41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.21.19

24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2204.29.11

41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.29.19-
2204.30.00

24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2205.10.00-
2205.90.00

41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2206.00.90

24,00 kr. pr. ltr. Vín

2208.20.00-
2208.90.90

330 kr. pr. ltr. reint alkohol Rúsdrekka
Kap. 24:

2402.10.11-
2402.10.15

 

100 stk. 100,00 kr.

 

Sigarir

2402.10.50

100 stk. 90,00 kr. Seruttir

2402.20.00-
2402.90.00

100 stk. 80,00 kr. Sigarettir

2403.10.00-
2403.91.00

120,00 kr. pr. kg. Tubbak

2403.99.10-
2403.99.90

80,00 kr. pr. kg. Skrá og snús
Kap. 27:

2710.00.22

 

2,30 kr. pr. ltr.

 

Motorbensin, við blýinnihaldi ikki yvir 0,013 g. pr. ltr.

2710.00.23

3,50 kr. pr. ltr. Motorbensin, við blýinnihaldi yvir 0,013 g. pr. ltr.

2710.00.30

0,70 kr. pr. ltr. Olja

2710.00.51-
2710.00.59

0,50 kr. pr. ltr. Petroleum

2710.00.81-
2710.00.89

0,70 kr. pr. ltr. Smyrjiolja

2710.00.99

0,70 kr. pr. ltr. Tungar oljur
Kap. 33:

3303.00.00-

3305.90.00

 

20%

 

Luktilsi, vakurleikarøkt, evni til hárrøkt

3307.10.00-
3307.30.00

20% Smyrsl o.t.

3307.90.90

20% Smyrsl
Kap. 36:

3604.10.00

 

100%

 

Fýrverkarí

Kap. 48:

4813.10.00

 

0,05 kr. pr. stk.

 

Sigarettpappír

4813.90.00

0,05 kr. pr. stk. Sigarettpappír
Kap. 84:

8418.10.00-
8418.50.00

 

20%

 

Ymisk húsarhaldstól

8418.91.00

20% Deilir til húsarhaldstól

8419.11.00

20% Gassvatnhitarar

8421.12.10

20% Sentrifugur

8422.11.00

20% Uppvaskimaskinur til húsarhaldsbrúk

8450.11.00-
8450.19.00

20% Vaskimaskinur

8451.21.00

20% Turkimaskinur
Kap. 85:

8509.10.00-

8509.20.00

 

20%

 

Dustsúgvarar v.m.

8509.40.00-
8509.80.00

20% Húsarhaldstól

8510.10.00

30% Rakimaskinur

8513.10.00-
8513.90.00

30% Lummalyktir o.t.

8516.10.00-
8516.29.00

20% Elektriskir vatnhitarar o.t.

8516.31.00-
8516.32.00

30% Hárturkarar o.t.

8516.40.00-
8516.80.00

20% Komfýrar o.o. húsarhaldstól

8519.10.00-
8519.39.00

30% Plátuspælarar

8519.92.00-
8519.99.00

30% Ljóðendurgevarar av kassettutypu

8520.32.00-
8520.90.00

30% Bandupptakarar

8521.10.00-
8521.90.00

30% Videobandupptakarar

8527.12.00-
8527.39.00

30% Móttakarar til radiotelefoni

8527.90.90

30% Móttakarar til persónkalli- og persónleitianlegg

8528.12.00

30% + 300 kr. pr. stk. Sjónvørp

8528.21.00

30% + 300 kr. pr. stk. Videomonitorar

8539.10.00-
8539.39.00

30% Lyktir, perur o.t.

8539.90.00

30% Deilir
Kap. 94:

9405.10.00-
9405.30.00

 

30%

 

Lampur

9405.40.90-
9405.99.00

30% Ljósskeltir v.m.

Fylgiskjal 2

Frumskjal 2

til vøruskránna

 

 

 

Vørubólkar við tollvirði uppá kr. 3.000 og undir,
undantikið tubbaksvørur
og rúsdrekka

 

TS-

vøruflokkur

Vøruslag Tollur

%

Avgjald á framleiðslu

og innflutningi

9901.0000

9902.0000

9903.0000


9904.0100

9904.0800

9905.0100
9905.0200
9905.0300

9906.0100
9906.0800
9906.1100

9907.0000

9908.0000

9909.0000

9910.0100
9910.0300
9910.0700


9911.0000

9912.0000

9913.0000


9914.0000


9915.0000

 

DÝR OG ANIMALSKAR VØRUR

VEGETABILSKAR VØRUR

FEITT- OG OLJUKENDAR VØRUR

FRAMLEIDDAR MAT- OG DRYKKJUVØRUR
Sukurvørur og góðgæti

MINERALSKAR VØRUR o.t.
Petroleum
Smyrjiolja

KEMISKAR VØRUR o.t.
Fýrverkarí
Parfuma, kosmetik o.t.

PLASTIKK OG GUMMI

HÚÐIR, LEÐUR, SKINN o.t.

TRÆ-, KORK- OG STRÁVØRUR

PAPPÍR OG CELLULOSUTILFAR
Sigarettpappír
Bøkur og tíðindabløð

TEKSTILVØRUR

HØVUÐBÚNI, FÓTBÚNI o.t.

STEINUR, SEMENT, GLAS, KERAMIKK o.t.

NATÚRPERLUR, GULL, SILVUR o.t.

AÐRAR METALVØRUR

 

10

10

10


10

10

10
10
10

10
10
10

10

10

10

10

10
10

10

10

10


10


10

 

 

0

0

0


0

30% + 12 kr pr. kg

0
0,50 kr pr. ltr
0,70 kr pr. ltr

0
100%
20%

0

0

0

0

0,05 kr pr. stk
0

0

0

0

0


0

 

 

 

 

 

TS-
vøruflokkur

Vøruslag

Tollur
%

Avgjald á framleiðslu
og innflutningi

9916.0100

9916.0200
9916.0300
9916.0400
9916.0500
9916.0600
9916.0800
9916.1200

9917.0000

9918.0000

9919.0000

9920.0100
9920.0400

9921.0000

YMISK TÓL MEKANISK OG ELEKTRISK
Ymisk húsarhaldstól
Ymisk barber- og hárviðgerðartól
Lyktir, perur o.t.
Plátu-, band-, video-, útvarpstól
Sjónvørp
Video, tónleikabond, plátur
Innlisnar bøkur

BILAR, BÁTAR, FLOGFØR O.T.

FÍNMEKANISK TÓL

VÁPN OG LÓÐUR

YMISKAR VØRUR
Lampur

LISTAVERK, SAVNILUTIR, ANTIKVITETIR

10

10
10
10
10
10
10
10

10

10

10

10
10

10

0

20%
30%
30%
30%
30% + 300 kr pr. stk
0
0

0

0

0

0
30%

0

 

Fylgiskjal 3 

Frumskjal 3

til vøruskránna 

 

 

 

Fyri "L" í Toll- og vøruskránni verður fyri niðanfyri nevndu

vørunummar álagt gjald við innflutningi eftir hesari talvu. 

 

Vørunummar Javningargjald á búnaðarvørum
Kap. 04:

0401.10.00
0401.20.00
0401.30.00

0402.91.00
0402.99.00

0403.10.00
0403.90.00

Kap. 19:

1905.20.00
1905.30.00
1905.40.90
1905.90.91
1905.90.92
1905.90.93
1905.90.99

Kap. 21:

2105.00.00

 

20% + 0,60 kr pr. kg Mjólk
20% + 1,20 kr pr. kg Mjólk
20% + 7,40 kr pr. kg Rómi

20% + 1,20 kr pr. kg Mjólk/Rómi
20% + 1,20 kr pr. kg Mjólk/Rómi

20% + 2,06 kr pr. kg Jogurt
20% + 2,06 kr pr. kg Súrrómi o.l.

 

2,00 kr./kg. Hunangskøkur o.t.
2,00 kr./kg. Keks
1,00 kr/kg. Rasp
1,00 kr./kg. Rugbreyð
2,00 kr./kg. Køkur
2,00 kr./kg. Wienarbreyð
2,00 kr./kg. makrónrasp

 

20% + 4,97 kr pr. kg Matarísur

Almennar viðmerkingar

Fyriliggjandi lógaruppskot um løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi er í høvuðsheitum ein dagføring og ein samanskriving av galdandi reglum, tó soleiðis at uppskotið, í mun til galdandi reglur, førir við sær, at tað verður greiðari fyri borgaran at staðfesta, hvat avgjaldið til landskassan er á ávíkavist framleiðslu og innflutningi. Hetta tí at frumskjølini 1 og 2 til Toll- og vøruskránna, ið fastseta avgjaldið, verða hjáløgd hesum lógaruppskoti sum fylgiskjøl.

Við hesum lógaruppskoti verður ásetingin í galdandi lóg um at ein og hvør, sum fer undir vinnuligt virksemi av framleiðsu av teimum vørum, sum hava eitt avgjald, skal hava loyvi frá Toll- og skattstovu Føroya, tikin burtur. Hetta tí, at henda áseting er ein leivd frá gamlari tíð, fyri at tað almenna kundi hava eftirlit við framleiðslu í Føroyum. Henda áseting er ikki tíðarhóskandi í dag. Í staðin fyri hesa áseting verður við hesum lógaruppskoti skotið upp, at framleiðsluvirki hvønn mánað skulu gera eina avgjaldsuppgerð, har nøgdin fyri hvørt avgjaldsskyldugt vøruslag sær framgongur. Eftir galdandi skattalóg, mvg-lóg og øðrum lógum skal ein og hvør, sum byrjar vinnuligt virksemi, boða Toll- og Skattstovu Føroya frá, áðrenn viðkomandi fer í gongd. Hetta er eisini galdandi fyri framleiðsluvirksemi. Hvat viðvíkur framleiðslu av rúsdrekka, er tað Vinnumálastýrið, sum, sambært rúsdrekkalógini, skal veita loyvi til hesa framleiðslu.

Sambært galdandi lóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi kunni skipasmiðjur efti r umsókn fáa afturrindað avgjaldið. Við hesum lógaruppskoti verður henda áseting strikað, tí sambært løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur kann landsstýrismaðurin í vinnumálum veita skipasmiðjum studning til afturrindan av innflutningsgjøldum, og játtan er á fíggjarlógini til júst hetta endamálið.

Avleiðingar av uppskotinum

Hetta lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar. Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagskapir. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur ella fyri pláss/øki í landinum.

 

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

 

Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til § 1
Sambært hesi áseting skal avgjald rindast til landskassan, um talan er um innflutning av teimum vørum, sum framganga av frumskjølunum 1, 2 og 3 til Toll- og vøruskránna, ið eru hjáløgd hesum lógaruppskoti. Upphæddin av avgjaldinum er ásett í frumskjølunum 1 til 3.

Sambært sáttmála frá 1992, sum seinast er broyttur í 1997, millum ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska felagsskapin hinumegin er í frumskjali 2 til sáttmálan í grein 1 ásett, at sáttmálin ikki forðar fyri, at avgjald verður lagt á landbúnaðarvørur, tá vøran verður flutt inn. Í frumskjali 3 til Toll- og vøruskránna, sum er hjálagt sum fylgiskjal til hesa lóg, eru avgjøldini á innfluttum landbúnaðarvørum.

Annars er reglan óbroytt í mun til galdandi lóggávu.

Viðmerkingar til § 2
Í hesari grein eru ásettar reglur um, at avgjald skal rindast til landskassan fyri vørur, ið við vinnuligum endamáli verða framleiddar til sølu. Avgjaldið er ásett í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna.

Annars er reglan óbroytt í mun til galdandi lóggávu.

Viðmerkingar til § 3
Fyri at Toll- og Skattstova Føroya kann hava eftirlit við avgjaldinum, skulu framleiðsluvirki hvønn mánað afturút gera eina avgjaldsuppgerð, har nøgdin og virðið fyri hvørt avgjaldsskyldugt vøruslag sær framgongur. Henda avgjaldsuppgerð skal sendast til Toll- og Skattstovu Føroya.

Avgjaldið er goldið rættstundis, tá ið goldið verður tann 28. í mánaðinum eftir, at vøran er framleidd. Avgjaldstíðarskeiðið er við hesi áseting stytt við 3 vikum. Hetta kemst av, at kunngerð um tollkreditt, sum kemur í gildi frá 1. januar 2002, ásetur, at gjaldsfreistin er stytt við 3 vikum. Av tí, at Føroyar í sáttmála við Europeiska felagsskapin hava bundið seg til ikki at gera mun á innflutningi og framleiðslu, er neyðugt, at reglurnar um rættstundis goldið avgjald eru eins fyri innflutningsvirkini og framleiðsluvirkini. Mánaðarliga rentan, sum skal gjaldast fyri hvønn byrjaðan mánað frá tí degi ov seint er goldið, verður lækkað úr 1,5% niður í 1,0%.

Viðmerkingar til § 4
Sambært § 4 kann Toll- og Skattstova Føroya játta afturrindan av goldnum innflutnings- og framleiðsluavgjøldum, tá ið vøran verður flutt út v.m. Ásetingin er óbroytt í mun til galdandi lóggávu, tó er ásetingin í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 111 frá 13. juni 1997 flutt til § 4, stk. 3 í hesum lógaruppskoti.

Viðmerkingar til § 5
Í § 5 er ásett, at reglurnar í løgtingslóg um toll, tó ikki § 4, galda í tann mun, tær ikki stríða í móti hesi lóg. Tað vil siga, at reglurnar um heimild at kæra, tollvirðið og annað meiri, ið eru ásettar í tolllógini, galda samsvarandi hesi lóg. Ásetingin er óbroytt í mun til galdandi lóggávu.

Viðmerkingar til § 6
Rætturin til eftirlit fevnir um alt roknskapartilfar, tvs. ársroknskap, roknskaparbøkur, journalir, leysblaðabøkur við tilhoyrandi fylgiskjølum, kontokort og annað tílíkt. Herumframt fevnir hetta um kladdubøkur og aðrar hjálpibøkur, t.d. ordra-, avtalu-, bíleggingar- og goymslubøkur, arbeiðs- og vikuseðlar og goymslueftirlitskort. Rætturin til eftirlit fevnir eisini um omanfyrinevndu upplýsingar við meira, sum t.d. eru elektroniskar og digitalar. Eisini fevnir rætturin um sáttmálar og aðrar skrivligar avtalur. Orðingin "brævaskifti v.m." fevnir um einhvønn hátt av handilsbrævaskifti, so sum móttikin brøv og avrit av sendum brøvum.

Ordrabøkur o.t. eru fevndar av rætti til eftirlit, hóast tær ikki innihalda viðmerkingar um innkomnan pening.

Um virkið nýtir grannskoðanarprotokol ella líknandi, er hendan eisini fevnd av rætti til eftirlit.

Í virkjum, ið nýta edv at føra roknskap, fevnir rætturin til eftirlit eisini um skriv, ið lýsa skipanirnar v.m., magnetbond og aðrar dátuberar.

Orðingin "vegleiðing og hjálp" fevnir um skyldu at geva frágreiðing um framleiðsluviðurskifti og at geva upplýsingar um, hvussu roknskapur er lagdur til rættis, hvørjar bøkur, ið eru førdar, hvørjar innanhýsis eftirlitsskipanir eru o.s.fr. Skylda er eisini at upplýsa, hvør ið er grannskoðari hjá virkinum.

Virkið hevur herumframt skyldu til, tá ið Toll- og Skattstova Føroya biður um tað, at gera upp vørugoymslu.

Skyldan at útflýggja er bert galdandi fyri roknskapartilfar v.m. hjá virkinum. Tilfar, sum er gjørt ella fingið til vega av grannskoðara, og sum ikki hevur verið í ognarhaldi hjá virkinum, hevur virkið ikki skyldu at útflýggja.

Verður roknskapartilfar móttikið frá triðjamanni, fær hann tað aftur aftaná nýtslu.

Greinin ásetur galdandi rætt og er óbroytt í mun til galdandi lóggávu.

Viðmerkingar til § 7
Sambært hesi áseting eru ásettar reglur um revsing. Eingin broyting frá galdandi reglum.

Viðmerkingar til § 8
Ongar viðmerkingar.

Viðmerkingar til Frumskjølini
Føroyar hava sambært sáttmála frá 1. februar 1992, sum seinast er broyttur í 1997, millum ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska samveldi hinumegin samtykt at nýta nomenklatur tollsamvinnuráðsins "Harmonized Commodity Description an Coding System" (Tillagaðu Skipanina) sum Toll- og vøruskrá.

Toll- og vøruskráin fyri inn- og útflutning er avgerandi fyri tollsatsir og tarifering. Tey áløgdu punktgjøldini eru ásett eftir Toll- og vøruskránni í frumskjølum.

Frumskjølini 1, 2 og 3 eru partar av Toll-og vøruskránni. Síðani Tillagaða Skipanin kom í gildi, hevur verið ivi um, hvørt frumskjølini til Toll- og vøruskránna skulu lýsast við kunngerð ella við lóg. Frumskjølini hava síðani 1991 viðhvørt verið lýst við lóg og allatíðina við kunngerð (bert avgjaldssatsirnir) sum partur av lýstu Toll- og vøruskránni, seinast við kunngerð nr. 102 frá 22. desember 1999 um toll- , innflutnings- og avgjaldssatsir.

Fíggjarmálastýrið metir, at rættast er at lýsa frumskjølini við lóg.

1. viðgerð 18. januar 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 31. januar 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 15. januar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 18. januar 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið, Toll- og Skattstovu Føroya og landsgrannskoðaran.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini fingið rættingarskjal til almennu viðmerkingarnar frá Fíggjarmálastýrinum (Nevndarskjal A). Fíggjarmálastýrið vísir á, at undir 1. viðgerð av málinum varð sagt, at fíggjarligu avleiðingarnar, sum standa í viðmerkingunum til uppskotið, ikki eru rættar. Fíggjarmálastýrið sigur, at talan er um eitt mistak í sambandi við, at fyrisitingin hjá Løgtinginum bað um at fáa rættaðar nakrar málsligar villur soleiðis, at ein eldri útgáva av almennu viðmerkingunum varð send aftur til Løgtingið. Einasti munur millum hesar útgávur er brotið "Avleiðingar av uppskotinum", har eisini fíggjarligu avleiðingarnar eru nevndar. Rætta orðingin skal vera soljóðandi:

Avleiðingar av uppskotinum
Hetta lógaruppskotið hevur ikki stórvegis fíggjarligar avleiðingar, men fyri føroyskar framleiðarar verður strammað í tollkredittinum við tað, at avgjaldsuppgerðin verður framskundað. Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar, umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur ella fyri pláss/øki í landinum.

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

 Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

Á tingfundi 15. februar 2002 legði Marjus Dam vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Broytingaruppskot
til
2. viðgerð 

  1. Í skjali 1 verður alt viðvíkjandi kap. 84, kap. 85 og kap. 94 strikað
  2. Í skjali 2 verður TS-vøruflokkur 9916.0100 og undirbólkarnir hartil strikaðir.

Viðmerkingar:

Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at tá MVG-lógin varð sett í verk í Føroyum, skuldi hetta avgjald koma ístaðin fyri tollin. Tó sær út til, at landskassin hevði tørv á meiri peningi, enn MVG-gjaldið kundi svara fyri. Tí hava føroyingar nú í mong ár havt eina stóra eyka útreiðslu orsakað av m.a. punktgjøldum, ið hava verið at meta sum ein eyka skattur á mangar vanligar brúksvørur.

Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at punktgjøldini á omanfyrinevndu vørum nú eiga at takast av soleiðis, at kostnaðurin á nevndu vørum normaliserast.

Í seinastuni er komið fram, at t.d eitt el-armatur, ið kostar 1.000 kr. í Danmark, orsakað av punktgjaldinum kostar 1.700 kr. í Føroyum. Tá talan er um fleiri tílík viðurskifti, er eyðsýnt, at føroyingar í mongum førum koma at gjalda alt ov nógv fyri vanligar húsarhaldsvørur, um samanborið verður við onnur lond.

Seinastu árini hevur gingist væl á fíggjarliga økinum í Føroyum, um hugt verður eftir gjaldsføri landskassans.

Hóast hesa gongd, so hevur viljin skortað hjá núsitandi samgongu at lækka skatta- og avgjaldstrýstið við millum annað at taka av punktgjøldini. Sambandsflokkurin metir, at tíðin nú er komin til, at omanfyrinevndu punktgjøld verða tikin av soleiðis, at MVG-lógin fer at virka á hesum øki, sum upprunaliga ætlað.

Samsvarandi verður hetta broytingaruppskot sett fram.

Minninntøkan fyri landskassan verður gjørd soleiðis upp:

YVIRLIT YVIR YMISK PUNKTGJØLD

Punktgjald

Punktgjald

Punktgjald

MVG

Íalt

%

eindir

íalt

HVÍTVØRUR:

84.18

1.357.719,00

0,00

1.357.719,00

339.429,75

1.697.148,75

84.19

582,00

0,00

582,00

145,50

727,50

84.21

27.093,00

0,00

27.093,00

6.773,25

33.866,25

84.22

567.887,00

0,00

567.887,00

141.971,75

709.858,75

84.50

761.845,00

0,00

761.845,00

190.461,25

952.306,25

84.51

224.810,00

0,00

224.810,00

56.202,50

281.012,50

84

Íalt

2.939.936,00

0,00

2.939.936,00

734.984,00

3.674.920,00

RADIOTÓL, SJÓNVARP V.M.

85.09

539.075,00

0,00

539.075,00

134.768,75

673.843,75

85.10

99.548,00

0,00

99.548,00

24.887,00

124.435,00

85.13

169.584,00

0,00

169.584,00

42.396,00

211.980,00

85.16

1.815.232,00

0,00

1.815.232,00

453.808,00

2.269.040,00

85.19

397.377,00

0,00

397.377,00

99.344,25

496.721,25

85.20

97.357,00

0,00

97.357,00

24.339,25

121.696,25

85.21

796.896,00

0,00

796.896,00

199.224,00

996.120,00

85.27

1.341.582,00

0,00

1.341.582,00

335.395,50

1.676.977,50

85.28

1.835.429,00

790.500,00

2.625.929,00

656.482,25

3.282.411,25

85.39

1.224.452,00

0,00

1.224.452,00

306.113,00

1.530.565,00

85

Íalt

8.316.532,00

790.500,00

9.107.032,00

2.276.758,00

11.383.790,00

LAMPUR:

94.05

3.269.073,00

0,00

3.269.073,00

817.268,25

4.086.341,25

94

Íalt

3.269.073,00

0,00

3.269.073,00

817.268,25

4.086.341,25

Íalt

14.525.541,00

790.500,00

15.316.041,00

3.829.010,25

19.145.051,25

Tíðarskeiðið frá 1. januar 2001 til 31. desember 2001.

 Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Kári P. Højgaard og Vilhelm Johannesen fram soljóðandi

Broytingaruppskot
til
2. viðgerð 

Í frumskjali 1 verður vørunummar "8539.31.00" strikað.

Viðmerkingar:
Uppskotsstillararnir mæla við hesum til at taka 30% avgjaldið á spariperum av.

Hetta verður gjørt ásannandi, at spariperur eru rættiliga dýrar í mun til vanligar perur, og at borgarar tískil halda seg aftur at keypa spariperur, hóast rættiliga fitt av peningi er at spara, tí minni orka verður nýtt. Tí hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum gjørt av at taka av punktgjald á spariperum. Á henda hátt verður spariperan lutfalsliga bíligari enn vanliga peran.

Samfelagsliga og umhvørvisliga hevur tað stóran týdning, at fólk eru tilvitað um og hava møguleika til at spara pening og avlasta orkunýtsluna og tilhoyrandi CO2-útlátið við at skifta yvir til spariperur.

Broytingaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið, interkommunala felagsskapin SEV, vinnuna og borgaran. Fyri landið verður talan um eina minking í inntøkum frá punktavgjøldum á umleið 600 tús. kr. Fyri SEV verður talan um eina lutfalsliga minking í søluni av streymi. Fyri vinnuna verður talan um eina størri sølu av spariperum og eina meira enn tilsvarandi minking av søluni av vanligum perum, tí livitíðin er nógv longri á spariperunum. Fyri borgaran merkir henda broyting, at møguleiki verður fyri at spara pening, tí el-nýtslan verður minni.

Broytingaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tí Toll- og skattstovan skal hava betri eftirlit við, hvussu el-perur verða tollaðar. Fyri vinnuna merkir hetta eisini, at haldast skal eyga við, at rætt verður tollað.

Broytingaruppskotið hevur umhvørvisligar avleiðingar, tí hægri nýtsla av spariperum ger, at samlaða orkunýtslan og tilhoyrandi CO2-útlátið minkar.

Brtoytingarskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur ella fyri pláss/øki í landinum.

Viðmerkingar til broytingar í Frumskjali 1
Við hesi broyting verður skotið upp, at vørunummar 8539.31.00 í kapitli 85 í Toll- og vøruskránni verður strikað í frumskjali 1. Hetta merkir, at vørunummar 8539.31.00, ið er vørunummari fyri spariperur, við hesi broyting ikki hevur nakað avgjald við innflutningi.

Sambært kapitli 85 í Toll- og vøruskránni koma ljósevnisrør undir vørunummar 8539.31.00. Ljósevnisrør verða allýst sum spariperur. Sambært hesi broyting í Frumskjali 1 verða tað bara perur, sum eru ljósevnisrør, og tí spariperur, ið ikki skulu hava 30% avgjald við innflutningi.

2. viðgerð 15. februar 2002. Uppskot frá Jóannes Eidesgaard um at beina málið aftur í nevnd samtykt 22-1-7. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum 21. februar 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t II 

Málið varð við 2. viðgerð hin 15. februar 2002 við 22-1-7 atkvøðum beint aftur í nevnd. Málið varð beint aftur í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya. Nevndin hevur undir viðgerðini fingið skriv frá Áhugafelagnum hjá elinnleggjarum í Tórshavn. Nevndarskjal B.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Vilhelm Johannesen og Kári P. Højgaard) vísir á viðmerkingarnar í áliti I og mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins, broytt við broytingaruppskotinum, sum meirilutin setti fram við 2. viðgerð.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingarnar í áliti I og mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins, broytt við broytingaruppskotinum, sum Marjus Dam, tingmaður, setti fram við 2. viðgerð. Í aðru syftu tekur minnilutin undir við broytingaruppskotinum frá tingmonnunum Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Kára P. Højgaard og Vilhelm Johannesen.

Vilhelm Johannesen hevur harafturat hesar viðmerkingar: Minnilutin Vilhelm Johannesen tekur ikki undir við broytingaruppskotinum frá Marjus Dam, men heldur, at neyðugt er at endurskoða allar avgjaldsskiparnar undir einum. Javnaðarflokkurin mælir til, at ein komandi samgonga setir sær fyri, at henda endurskoðan verður gjørd, og at støða har verður tikin til hvørji punktgjøld møguliga eiga at verða sett úr gildi.

Framhaldandi 2. viðgerð 26. februar 2002. Broytingaruppskot frá Marjus Dam til skjal 1 og skjal 2 fall 11-1-18. Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Kára P. Højgaard og Vilhelm Johannesen til frumskjal 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 28. februar 2002 løgdu tingmenninir Marjus Dam, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen og Henrik Old fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til

3. viðgerð  

  1. Í skjali 1 verður alt viðvíkjandi kap. 84 strikað
  2. Í skjali 2 verður TS-vøruflokkur 9916.0200 strikaður.

Viðmerkingar:
Eftir uppskotinum verður punktgjaldið á hørðum hvítvørum tikið av. Sparingin fyri fólkið av uppskotinum er kr. 2.939.936 í punktgjaldi og 734.984 í MVG, ella tilsamans kr. 3.674.920.

3. viðgerð 28. februar 2002. Broytingaruppskot frá Marjus Dam, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen og Henrik Old til skjølini 1 og 2 fall 7-2-15. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 19 frá 12.03.2002