Marknaðarføring

 

45  Uppskot til  løgtingslóg um marknaðarføring

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 15. januar, legði Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

 

Uppskot

til

løgtingslóg um marknaðarføring 

Góður marknaðarføringarsiður

§ 1. Í vinnuvirksemi er atburður ikki loyvdur, sum brýtur við góðan marknaðarføringarsið. Lógin er galdandi innan tað privata vinnuvirksemið og innan alment virksemi, tá hetta er at sammeta við privat vinnuvirksemi.
Stk. 2. Lýsingar og onnur marknaðarføringartiltøk skulu virða sjálvræðisrættin hjá tí einstaka við atliti til tey mannarættindi, ið eru samtykt í altjóða sáttmálum, og mugu tí ikki í sínum skapi, stødd ella á annan hátt í frambering vera niðurgerandi ella ágangandi.
Stk. 3. Øll marknaðarføring skal gerast og framberast so, at eingin ivi er um, at her snýr tað seg um marknaðarføring.

Orðlýsingar

§ 2. Í hesi lóg skilst við:
Vørur og tænastur: Vørur, tænastur, fastogn, arbeiðsuppgávur, arbeiðstøkur og annað.
Marknaðarføring: Lýsingar, reklamur og onnur tiltøk í vinnuvirksemi, sum verða brúkt at fremja útboð og eftirspurning av vørum og tænastum.
Góðan marknaðarføringarsið: Góður handilssiður ella aðrar góðkendar reglur, sum hava til endamáls at verja brúkara og vinnurekandi, tá vørur og tænastur verða marknaðarførdar, og við denti á, at tann vinnurekandi skal geva upplýsingar, sum út frá brúkarasjónarmiðum hava týdning.

Vegleiðing, tilboð og avtalur

§ 3. Tá vørur og tænastur verða bodnar út til sølu, avtala verður gjørd, ella eftir umstøðunum, tá vøra verður handað, skal ein nøktandi lýsing gevast av vøruni ella tænastuni, um ein slík frágreiðing má metast neyðug fyri at meta um vøruna og tænastuna, herundir um eyðkenni, nýtslu, dygd, viðlíkahald og serligar vandar.

Villleiðing og niðurgerandi umrøða v.m.

§ 4. Í vinnuvirksemi er ikki loyvt at geva skeivar, ella á annan hátt villleiðandi ella órímiliga óneyvar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurning ella útboð av vørum og tænastum. Sama er galdandi fyri onnur tiltøk, sum kunnu ávirka eftirspurning ella útboð, um hesi eru so háttað, at tey kunnu villleiða.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er somuleiðis galdandi fyri upplýsingar ella umrøður, sum orsakað av skapi, hátti, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru ósømiligar mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum. Sama er galdandi fyri onnur tiltøk, sum av somu grundum eru ósømilig mótvegis vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Upplýsingar um verulig og faktisk viðurskifti skulu kunna skjalprógvast sum rættar.

Garanti

§ 5. Villleiðandi og ólógligt er eisini mótvegis brúkarum at nýta heiti ella at veita váttan um garanti ella aðra trygdartilsøgn, um móttakarin við hesi tilsøgn ikki fær eina munandi betri rættarstøðu enn hana, sum longu hevst sambært galdandi lóggávu.
Stk. 2. Um garantiváttan ella onnur trygdartilsøgn verður givin, áliggur tað tí vinnurekandi skilliga at greiða brúkaranum frá innihaldinum í hesari, og hvussu henda kann brúkast. Herumframt skal skilliga greiðast brúkaranum frá, at tey rættindi, sum brúkarin hevur sambært lóggávuni annars, ikki verða skerd av garantiváttanini ella tilsøgnini. Krevjast kann ein skrivlig váttan ella tilsøgn orðað á føroyskum.

Samanberandi sølulýsingar (reklama)

§ 6. Einhvør sølulýsing, sum beinleiðis ella óbeinleiðis vísir aftur á ein kappingarneyta ella til vørur og tænastur frá kappingarneyta, er samanberandi.
Stk. 2. Samanberandi sølulýsing, sum ikki er bannað eftir øðrum reglum, er loyvd, um hon

  1. ikki er villleiðandi,
  2. viðvíkir vørum og tænastuveitingum, sum tæna somu endamálum og nøkta sama tørv,
  3. er saklig og samanber ítøkilig eyðkenni við vørunum ella veitingunum, sum kunnu skjalprógvast, herundir eisini prísin,
  4. ikki elvir til bland millum lýsara og kappingarneyta ella millum vørumerkir, vørur, tænastur, firmaheiti, sereyðkenni og onnur viðurskifti partanna millum,
  5. ikki niðurger ella ber ilt fyri kappingarneyta ella vørumerkir, vørur, tænastur, firmaheiti, sereyðkenni og onnur viðurskifti hjá kappingarneyta,
  6. ikki ósømiliga misnýtir til egnan fyrimun tað góða umdømi, sum knýtt er at vørumerki, upprunaheiti, firmaheiti ella øðrum sereyðkenni hjá kappingarneyta, og
  7. ikki lýsir eina vøru ella tænastu sum eina eftirgerð av eini vøru ella tænastuveiting, sum er fevnd av einum vardum vørumerki ella firmaheiti.

Stk. 3. Um eisini lýst verður við sertilboði í eini samanberandi sølulýsing, skal skilliga tilskilast tann prísur, vøran undir vanligum umstøðum hevur, og nær og hvussu leingi tilboðið er galdandi.

Ikki umbiðin sølufremjandi áheitan til fólk

§ 7. Vinnurekandi er ikki loyvt til tess at selja vørur og tænastur at fjarsamskifta beinleiðis við fólk, sum hava fráboðað, at tey ikki ynskja slíkt samskifti. Fjarsamskifti fevnir um eitthvørt slag av telesamskifti og annað samskifti.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um upplýsingarskylduna hjá tí vinnurekandi sambært stk. 1 og um skylduna hjá hesum at syrgja fyri mannagongd, sum tryggjar, at fólk ómakaleyst kunnu fráboða, um tey ikki ynskja samskifti, sum nevnt í stk. 1.
Stk. 3. Ikki er loyvt at krevja gjald fyri fráboðan ella afturtøku av hesari sambært stk. 1 ella 2.

Lutakast og kappingar

§ 8. Ikki er loyvt at skunda undir sølu av vørum ella tænastum til brúkarar við at luta út vinningar í lutakastum, happadráttum, kappingum og tílíkum, har tilvildin ger av, hvør vinnur, um luttøkan er treytað av, at viðkomandi keypir eina vøru ella tænastu.
Stk. 2. Reglan í stk. 1 er ikki galdandi, um støddin á vinninginum ella samlaða virðið á øllum vinningunum liggur innan fyri tær upphæddir, sum landsstýrismaðurin hevur ásett. Upphæddirnar kunnu ásetast alt eftir slagi av vørum ella tænastum og keypsmálbólkum.
Stk. 3. Útgevara av tíðarriti er loyvt at hava lutakast um býti av vinningum í sambandi við loysn av krossorðagátum og tílíkum smærri lesarakappingum.

Vinnusereyðkenni

§ 9. Ikki er loyvt vinnurekandi at nýta vinnusereyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum elvir til bland við eyðkenni hjá øðrum.

Vinnuloynidómar og tekniskar tekningar

§ 10. Ikki er loyvt fólki í starvi hjá fyritøku, í samstarvi við fyritøku ella í arbeiði fyri fyritøku ósømiliga at útvega sær ella at royna at útvega sær kunnleika um ella ræði á vinnuloynidómum í fyritøkuni.
Stk. 2. Vinnuloynidómar, sum viðkomandi á rættvísan hátt hevur fingið kunnleika um ella ræði á, mugu ikki gevast víðari ella brúkast. Hetta bann stendur við til 3 ár aftaná starvs- ella arbeiðsslit.
Stk. 3. Tann, sum í starvi sínum ella á annan hátt vinnuliga hevur fingið litið til tekningar, frágreiðingar, uppskriftir, myndlar og tílíkt, hevur ikki rætt at brúka hetta tilfar ella lata øðrum tað at nýta.
Stk. 4. Ikki er loyvt vinnurekandi at nýta ein vinnuloynidóm, sum viðkomandi hevur fingið kunnleika til ella ræði á, í stríð við omanfyri nevndu reglur.

Brúkaranevndin og Brúkaraumboðið, bygnaður og heimildir

Bygnaður og heimildir

§ 11. Lógin verður umsitin av Brúkaranevndini og Brúkaraumboðnum serliga við atliti at brúkaraáhugamálum.
Stk. 2. Brúkaranevndin og Brúkaraumboðið eru myndugleikar, óheftir av landsstýrismanninum, men umsitingarliga skipaðir undir hesum.
Stk. 3. Brúkaranevndin og Brúkaraumboðið hava rætt at fáa útflýggjað allar tær upplýsingar, sum neyðugar eru fyri at røkja teirra virksemi, herundir tá støða skal takast til, um brot verður gjørt á lógina. Freist kann ásetast fyri, nær upplýsingarnar í seinasta lagi skulu vera latnar.
Stk. 4. Til nevndina og umboðið er eftir nærri avgerð hjá landsstýrismanninum knýtt ein skrivstova, sum í virksemi sínum fyri hesar myndugleikar er óheft av landsstýrismanninum.
Stjóri á skrivstovuni er tað til einhvørja tíð verandi Brúkaraumboð.
Stk. 5. Landstýrismaðurin ásetir við kunngerð reglugerð fyri Brúkaranevndina og Brúkaraumboðið, herundir um setan og uppsøgn og nærri reglur um virksemi skrivstovunnar.

Brúkaranevndin

§ 12. Brúkaranevndin telur 8 limir umframt leiðaran, sum er Brúkaraumboðið. Landsstýrismaðurin velur eykalim fyri leiðaran og hinar nevndarlimirnar og eykalimir hjá hesum eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.Talið av limum, sum beinleiðis eru heftir at brúkara- og vinnuáhugamálum, skal javnviga og ikki vera meira enn helmingurin av vanligu limunum, meðan hinir limirnir umframt leiðarin skulu vera óheftir av vinnu- og brúkaraáhugamálum og umboða sakkøn fólk innan samfelagsfrøði, umhvørvi og annað almentgagnligt virksemi. Nevndarlimir, tilnevndir av landstýrismanninum, verða valdir fyri 4 ár og kunnu veljast aftur.
Stk. 2. Brúkaranevndin ger av, um bann og/ella álegging sambært § 17 skal krevjast lagt móti gerð, sum er brot á hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesari, jbr. § 13, stk.3.
Stk. 3. Brúkaranevndin tekur støðu ella vegleiðir í málum, sum Brúkaraumboðið hevur lagt fyri nevndina sambært § 13, stk. 4. Nevndin ger sjálv av, um neyðugt grundarlag er til at taka støðu á.
Stk. 4. Brúkaranevndin kann krevja, at Brúkaraumboðið leggur ávíst mál fyri nevndina.
Stk. 5. Brúkaranevndin er kærumyndugleiki í málum, sum Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í uttan so, at málið frammanundan hevur verið lagt fyri nevndina til avgerðar. Einhvør, sum hevur rættarligan áhuga í málinum, t.e. einstaklingur ella felag umboðandi viðkomandi, kann leggja málið fyri Brúkaranevndina.
Stk. 6. Mál, sum verða viðgjørd í nevndini sambært stk. 5, skulu viðgerast uttan luttøku frá Brúkaraumboðnum. Fyri leiðaran møtir tá eykalimurin, sum landsstýrismaðurin velur jbr. stk.1 í hesi grein.
Stk. 7. Avgerðir, sum nevndin hevur tikið sambært hesi lóg, kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.

Brúkaraumboðið

§ 13. Brúkaraumboðið hevur saman við Brúkaranevndini eftirlit við, at lógin og reglur, givnar sambært hesari, verðar hildnar serliga við atliti at áhugamálum brúkaranna.
Stk. 2. Brúkaraumboðið skal lúka tær vanligu treytirnar fyri at gerast dómari og tilnevnist av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn, tó ikki fyri eitt longri tíðarskeið enn 8 ár. Uppsøgn av Brúkaraumboðnum uttan umsókn er bara heimilað grundað á heilsubrek, ella um viðkomandi orsakað av revsiverdum viðurskiftum, tænastubroti ella tílíkum ikki røkir starv sítt. Somu reglur eru galdandi fyri umboðið sum stjóri á skrivstovuni, jbr. § 11, stk. 4.
Stk. 3. Brúkaraumboðið skal leggja mál fyri Brúkaranevndina, tá avgerð skal takast um bann ella áleggingar sambært § 17. Umboðið kann tó í máli, sum hevur skund, og um skaði stendst av at bíða eftir støðutakan frá nevndini, leggja mál fyri rættin sambært § 17, ella um mál er av slíkum slagi, at tað er at meta eins við mál, sum nevndin áður hevur tikið støðu í.
Stk. 4. Brúkaraumboðið kann í málum av serligum týdningi, ella tá umboðið heldur tað, leggja mál fyri nevndina til vegleiðingar ella støðutakan.
Stk. 5. Avgerðir, sum Brúkaraumboðið hevur tikið, kunnu leggjast fyri Brúkaranevndina til avgerðar, jbr. § 12, stk. 5. Í hesum viðgerðum kann Brúkaraumboðið ikki luttaka jbr. § 12, stk. 6. Fyri leiðaran møtir tá eykalimurin, sum landsstýrismaðurin velur jbr. § 12, stk.1.

Samráðingarreglan

§ 14. Brúkaraumboðið skal av sínum eintingum ella eftir áheitan við samráðingum ávirka vinnuna at fylgja reglunum um góðan marknaðarføringarsið og at halda lógina.
Stk. 2. Um ein vinnurekandi setir til viks eitt lyfti, sum givið er Brúkaraumboðnum sambært stk.1, kann Brúkaraumboðið geva áleggingar, jbr. § 21, sum eru neyðugar til, at lyftið verður hildið.
Stk. 3. Um semja ikki fæst við samráðingum, kann Brúkaraumboðið leggja málið fyri Brúkaranevndina at gera av, um bann skal krevjast lagt í málinum, jbr. § 12, stk. 2 og § 13, stk. 3.

Leiðbeiningar

§ 15. Brúkaraumboðið skal ávirka vinnuna við gerð av alment kunngjørdum leiðbeiningum um marknaðarføring á økjum av týdningi serliga fyri brúkaran.
Stk. 2. Brúkaraumboðið kann seta úr gildi leiðbeininingar við almannakunngerð.
Stk. 3. Eru leiðbeiningar góðtiknar av viðkomandi vinnufakfeløgum og brúkarafeløgum, so er brot á hesar at rokna sum brot á góðan marknaðarføringarsið, og er grundarlag tá fyri áleggingum sambært § 21, um vinnufyritøkan er limur í viðkomandi vinnufakfelagi, sum hevur gjørt avtaluna.
Stk. 4. Brúkaraumboðið skal seta úr gildi leiðbeiningar, gjørdar sambært stk. 3, tá eitt vinnufakfelag, sum hevur gjørt avtaluna, við hóskandi freist sigur hana upp. Leiðbeiningin kann tó kortini vera galdandi sambært stk. 1.

Tilmælir

§ 16. Brúkaraumboðið sigur eftir umsókn sína áskoðan um, hvørt ætlað marknaðarføringartiltøk kunnu metast lóglig ella ikki uttan so, at ivi er, ella onnur serlig viðurskifti eru, sum forða fyri hesi útsøgn. Eitt slíkt tilmæli er ikki ein endalig støðutakan til, um tiltakið er lógligt.
Stk. 2. Tá Brúkaraumboðið hevur givið eitt tilmæli til ein vinnurekandi um, at eitt ætlað tiltak má metast lógligt, kann Brúkaraumboðið ikki av sínum eintingum steðga tiltakinum, sum er fevnt av tilmælinum og er sett í verk stutt aftaná, at tilmælið varð givið.
Stk. 3. Landstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um gjald fyri at fáa útvegað eitt tilmæli.

Rættarfylgjur og rættarsókn

Rættarbann, -áleggingar og endurgjald

§ 17. Brot á lógina ella reglur við heimild í hesari verða bannað við dómi. Samstundis ella seinni kunnu við dómi eisini gevast áleggingar, sum tryggja

  1. at bannið verður hildið, m.a. við eini avgerð um, at avtalur, sum gjørdar verða í stríð við bannið, eru ógyldugar,
  2. at støðan verður endurreist til tað, hon var frammanundan, at vørur og tænastur verða fyribeindar ella afturkallaðar, og at neyðugar rættingar og upplýsingar um hetta verða givnar.

Stk. 2. Fyri brot á lógina eru vanligu endurgjaldsreglurnar galdandi.

Føroya Rættur

§ 18. Føroya Rættur ger av mál sambært hesi lóg uttan so, at partarnir hava avtalað annað.

Rættarsóknarheimild

§ 19. Einhvør, sum hevur rættarligan áhuga, kann leggja mál fyri rættin um bann, álegging og endurgjald sambært § 17. Brúkaranevndin kann leggja mál fyri rættin um bann og álegging sambært § 17, stk. 1, jbr. § 13, stk. 3, 1. petti. Brúkaraumboðið hevur heimild at rættarsøkja sambært § 13, stk. 3, 2. petti, umframt at leggja mál fyri rættin sambært § 22 um fyribils bann.
Stk. 2. Brúkaranevndin kann heimila Brúkaraumboðnum at leggja mál fyri rættin sína vegna.
Stk. 3. Brúkaranevndin kann heita á ákæruvaldið um at revsisøkja fyri brot á reglurnar, sum heimila revsing.
Stk. 4. Verður ákært fyri brot á lógina, verður málið latið Brúkaranevndini at leggja fyri rættin, um áheitan kemur um tað.

Endurgjaldsrættarmál

§ 20. Um fleiri brúkarar í sambandi við brot á hesa lóg hava einsháttað krøv um endurgjald, kann Brúkaranevndin eftir áheitan leggja krøvini fyri rættin undir einum.

Álegging og fyribilsbann uttan rættarsókn

Álegging

§ 21. Brúkaraumboðið kann geva álegging, um ein gerð heilt greitt er eitt brot á lógina, og samráðingar ikki gera broytingar í hesari. Er brot gjørt á leiðbeining sambært § 15, stk. 3, kann álegging gevast eisini uttan samráðingar frammanundan.
Stk. 2. Tann, sum hevur fingið álegging sambært stk. 1, kann krevja hesa roynda í rættinum. Hetta kann tó ikki verða gjørt, fyrrenn Brúkaranevndin hevur viðgjørt málið og tikið avgerð. Skrivlig áheitan skal latast Brúkaranevndini innan 4 vikur frá tí, at endalig álegging var fingin, og skal Brúkaranevndin innan 1 viku frá móttøkuni av áheitanini leggja málið fyri rættin sum eitt borgarligt rættarmál.
Stk. 3. Áheitan sambært stk. 2 útsetir ikki virknaðin av áleggingini uttan so, at rætturin ger av, at so skal vera.

Fyribils bann

§ 22. Brúkaraumboðið kann seta eitt fyribils bann, um eyðsýniligur vandi er fyri, at endamálið við banninum, sum nevnt er í § 17, verður mist, um bíðast skal eftir eini rættaravgerð. Í seinasta lagi gerandisdagin eftir skal mál um staðfesting av banninum leggjast fyri rættin. Reglurnar í rættargangslógini §§ 648, 650 verða nýttar, og reglurnar í § 652 verða nýttar við neyðugum tillagingum.
Stk. 2. Um dómur til staðfestingar av banninum sambært stk. 1 ikki kann sigast í seinasta lagi 5 gerandisdagar aftaná, at málið varð lagt fyri rættin, kann rætturin undir fyrireikingini av málinum innan nevndu freist við úrskurði gera av, at bannið framvegis skal vera galdandi. Rætturin skal áðrenn hesa avgerð helst hava givið pørtunum høvi at greiða frá. Verður bannið ikki staðfest, áðrenn freistin er farin, er tað burturdottið.

Revsing og átala

§ 23. Verður eitt bann ella ein álegging, sum rætturin hevur gjørt av, ella ein álegging frá Brúkaraumboðnum ella Brúkaranevndini sambært § 14, stk. 2 ella § 15, stk. 3, jbr. § 21, ella eitt fyribilsbann sambært § 22 sett til viks, verður revsað við bót ella hefti.
Stk. 2. Tann, sum ikki gevur tær upplýsingar, sum kravdar verða sambært § 11, stk. 3, ella sum í viðurskiftum, sum henda lóg fevnir um, gevur Brúkaraumboðnum ella Brúkaranevndini skeivar ella villleiðandi upplýsingar, verður revsaður við bót uttan so, at størri revsing verður áløgd sambært aðrari lóggávu.
Stk. 3. Brot á reglurnar í § 4, stk. 1-2, §§ 5-8 og viljað brot á § 5 verða revsað við bót uttan so, at størri revsing verður áløgd sambært aðrari lóggávu. Brot á § 4, stk. 2, sum viðvíkir skaðandi umrøðu av øðrum vinnurekandi ella av viðurskiftum, sum serliga raka viðkomandi, verða átalað privat. (reisa sakina sum privatpersónur, hetta skal standa í viðmerkingunum ikki í lógini td.h.)
Stk. 4. Brot á § 10 verður revsað við bót, hefti ella fongsli upp til 2 ár. Átalað verður bara eftir áheitan frá skaðarakta.
Stk. 5. Um eitt smápartafelag, partafelag, lutafelag ella aðrir løgfrøðiligir persónar hava forbrotið seg, so er tað felagið sum slíkt, sum verður revsað. Á sama hátt kann landið, ein kommuna ella kommunalur felagsskapur revsast, um hesi hava forbrotið seg.

Gildiskoma o.a.

§ 24. Landstýrismaðurin kann lata Brúkaranevndini heimildir sínar sambært hesi lóg. Landsstýrismaðurin kann í slíkum førum eisini gera av, at kærast ikki kann um avgerðir, tiknar av Brúkaranevndini, til annan fyrisitingarmyndugleika.

§ 26. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2003.
Stk. 2. Samstundis verður § 2, stk. 2 tikin av í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspøl v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 90 frá 29. desember 1998.

Viðmerkingar:

Uppskotið er, við nøkrum einstøkum, smávegis broytingum, einsljóðandi og uppskotið til marknaðarføringslóg, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt álit um, og verður víst til viðmerkingarnar í álitinum.

Broytingarnar eru, at løgmaður eftir uppskotinum ikki hevur nakrar sjálvstøðugar heimildir, av tí at tað sambært stýrisskipanarlógini § 33, stk. 1 ikki er heimilað við løgtingslóg at áseta, hvussu málsøki landsstýrisins verða býtt, hetta er ein løgmansavgerð. Løgmaður ger tí sjálvur av, hvør í landsstýrinum útinnir heimildirnar eftir marknaðarføringarlógini. Umframt verður skotið upp at avtaka eydnuspælslógina § 2, stk. 2, av tí at hon umrøður somu viðurskifti sum uppskotið § 8.

Gildiskoman er sett til 1. januar 2003, fyri at stundir verða at fáa ymisk praktisk ting upp á pláss áðrenn gildiskomudagin.

Skjal 1: Álit um brúkarapolitikk og brúkarastovn og viðmerkingar.

1. viðgerð 17. januar 2001. Tingmálini 45 og 46/2001 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði beind í vinnunevndina, sum 21. februar 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 15. januar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 17. januar 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 31. januar, og tann 7., 14. og 21. februar 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Sigrid Dalsgaard, fyrrverandi formann í brúkarafelagnum, Turið Debes Hentze, advokat, og við landsstýrismannin í vinnumálum, saman við umboðum fyri kappingarskrivstovuna.

Frá Turið Debes Hentze, advokati, hevur nevndin fingið skriv, dagfest 7. februar 2002, við viðmerkingum til 1. viðgerð í Løgtinginum av málinum, og skriv, dagfest 8. februar 2002, við nágreining av tí, ið sagt varð á fundi í vinnunevndini 7. februar 2002.

Nevndin hevur í síni støðutakan býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Heini O Heinesen vísir á, at nevndin undir viðgerðini hevur fingið upplýst, at einki er, sum forðar fyri, at marknaðarføringslógin verður umsitin av kappingarskrivstovuni.

Ein minniluti í nevndini (Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Landsstýrismaðurin hevur yvir fyri vinnunevndini upplýst, at hann hevur sett eina nevnd at endurskoða kappingarlógina, og heldur landsstýrismaðurin, at marknaðarføring og brúkaraviðurskifti eru ein natúrligur partur av arbeiðnum hjá hesi nevndini. Minnilutin tekur undir við tilmælinum frá landsstýrismanninum um, at hendan nevndin sleppur at gera seg lidna við eina serføroyska loysn fyri økið. Eisini heldur minnilutin, at tað eigur at verða eitt breiðari forum, ið fyrireikar slík lógaruppskot.

2. viðgerð 27. februar 2002. §§ 1 og 2 samtyktar. Uppskot frá Signar á Brúnni um at beina málið aftur í nevnd samtykt 17-1-8. Málið varð beint aftur í vinnunevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.