Marknaðarføring

 

45  Uppskot til  løgtingslóg um marknaðarføring

Viðmerkingar til Áliti

Brúkaraumboð

Álitið um brúkaraverju er sent stovnum, feløgum og einstaklingum til hoyringar.

Hesi hava gjørt sínar viðmerkingar:

  1. Starvsmannafelagið (fegnast um álitið)
  2. Løgtingsins umboðsmaður (Ummælir ikki, tí hann skal bara ummæla lógaruppskot, ið snúgva seg um ella nerta við virkisøki hansara.
  3. Heilsufrøðiliga Starvsstovan („sum stovnur hjá Føroya landsstýri, Vinnumálastýrinum, ummæla vit bert lógaruppskot, vit fáa frá okkara stýri. T.v.s lógaruppskot, sum koma frá teirri til eina og hvørja tíð sitandi samgongu.")
  4. Føroya Pedagogfelag (hava ikki stundir at viðgera álitið)
  5. Føroya Postfelag (Taka av fullum huga undir við álitinum og vóna, at tey verða samtykt og framd í verki)
  6. Kappingarráðið (høvdu ikki stundir at viðgera og gera viðmerkingar til áltið áðrenn 5. oktober 2001, men síðani hava vit heldur ikki frætt frá teimum).
  7. Føroya Keypssamtøka (Tey kundu hugsað sær, at grein 8 varð víðkað við einum punkti, har tað stendur, at ikki er loyvt at nýta afturvið gávur (tilgift)
  8. Føroya Banki heldur uppskotið vera alt ov umfatandi fyri okkara lítla samfelag. Serstakliga § 7 fellur ikki væl hjá Bankanum. (broytingar eru gjørdar til § 7 m.a. útfrá viðm. bankans)
  9. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eisini umfatandi argument fyri, at álitið er ikki neyðugt. Teir nevna eisini § 7, sum teir meina frammanundan er regulerað í løgtingslóg um vinnu.
  10. Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt umfatandi viðmerkingar til uppskotið og tær einstøku greinirnar. Nógvar av viðmerkingunum og broytingaruppskotunum hjá FA eru tiknar til eftirtektar og settar inn í endaliga álitið.
  11. Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya frøir seg um, at málið verður tikið upp og viðgjørt, men heldur, at álitið átti ikki í so stóran mun at verið umseting av útlendskum lógum, men heldur ein serføroysk lóggáva.