Landsstýrismannalønir

 

47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 15. januar, legði Alfred Olsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
§ 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Fær løgmaður ella landsstýrismaður løn frá almennum stovni, ella sum løgtingsmaður, samstundis sum hann fær samsýning eftir stk. 1, verður samsýningin minkað samsvarandi."
Stk. 2 verður stk. 3.

§ 2

Løgtingslógin kemur í gildi 1. mai 2002.

Viðmerkingar:

Í løgtingsmáli nr. 72/2000 legði undirritaði fram á ting uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna við hesum viðmerkingum:

Í hesum valskeiðnum hava vit fleiri ferðir upplivað, at útskiftingar hava verið av landsstýris-fólkum. Onkur av hesum landsstýrisfólkum eru farin beinleiðis úr landsstýrinum og í Løgtingið.

Hetta hevur havt við sær, at tey í fleiri mánaðir hava fingið bæði løgtings- og landsstýrismannaløn. Eisini hevur verið neyðugt at játta pening á eykafíggjarlógum fyri at gjalda hesar dupultlønir.

Tað kann ikki vera rætt, at føroyski skattaborgarin skal gjalda sama persóni fulla løgtings- og landsstýrismannaløn. Í hesum valskeiðnum er hetta hent tríggjar ferðir.

Tí verður skotið upp, at landsstýrismenn, sum fara úr landsstýrinum og beinleiðis í Løgtingið, bert fáa ta einu lønina.

Málið verður tí við hesum lagt fyri Løgtingið í vón um, at tað fær eina góða og sakliga viðgerð, og at tað vinnur frama á tingi.

Hetta uppskot varð afturtikið í Løgtinginum 18. apríl 2001, tí at landsstýrið í løgtingsmáli nr. 91/2000 hevði einsljóðandi uppskot, sum bleiv upphevjað til løgtingslóg nr. 84 frá 15.05.2001 um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

Sum kunnugt er tað so seinni hent, at løgtingslóg nr. 84 frá 15.05.2001 er tikin av við løgtingslóg nr. 170 frá 21.12.2001 av øðrum grundum enn teimum, sum uppskotið viðvíkur, og vit eru tí aftur á byrjunarstøðinum, hvat viðvíkur dupultløn til landsstýrismenn, sum aftur gerast tingmenn.

Grundirnar fyri uppskotinum eru enn tær somu og enn til staðar, og uppskotið verður tí sett fram av nýggjum við tí orðaljóði, tað fekk við løgtingslóg nr. 84 frá 15.05.2001 um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

1. viðgerð 17. januar 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 21. februar 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Sambandsflokkurin legði málið fram tann 15. januar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 17. januar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Anfinn Kallsberg, løgmann, og umboð fyri Løgmansskrivstovuna.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) meitir, at alt málið um samsýning og eftirløn landsstýrismanna eigur at verða viðgjørt sum ein heild, og setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen og Vilhelm Johannesen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

2. viðgerð 26. februar 2002. §§ 1 og 2 fullu 14-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.