Ásetingarlógin

 

52  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 5. februar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(ásetingarlógin) 

§ 1 

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
  1. Í § 3, stk. 1, stk. 2 og stk. 3 verður "fær fyritíðar- ella fólkapensjón" broytt til: "fyritíðarpensjón".
  2. Í § 3, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett: "Persónur, sum fær fólkapensjón, hevur tó ikki rætt til henda frádrátt."
§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2002.

Almennar viðmerkingar

Almennu viðmerkingarnar til hetta broytingaruppskotið til ásetingarlógina og til broytingaruppskotið til skattalógina, og sum verður viðgjørt saman við hesum uppskotinum, eru tær somu.

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur nú tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum hava við sær, at skattingin av fólkapensjónistum frameftir verður munandi lagaligari. Samstundis leggur landsstýrismaðurin við almannamálum fram lógaruppskot, ið bøtir um inntøkuviðurskiftini hjá fólkapensjónistum og betrar um møguleikan hjá fólkapensjónistum at forvinna eykainntøkur, áðrenn mótroknað verður í viðbótunum. Lógaruppskotini eru úrslit av ætlanum landsstýrisins at gera munandi ábøtur á fólkapensjónina.

Í broytingaruppskotinum til skattalógina verður skotið upp, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður gjørd skattafrí, samstundis sum tað í einum broytingaruppskoti til ásetingarlógina verður skotið upp, at frádrátturin hjá fólkapensjónistinum, sum er í skattinum, verður tikin burtur (frameftir verða tað sostatt bert fyritíðarpensjónistar og tey, sum fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini ella útlendska fólkapensjón, sum fáa frádrátt í skattinum).

Í broytingaruppskotinum til skattalógina verður eisini skotið upp at broyta býtið millum landskassan og kommunurnar í afturberingini eftir FAS-skipanini soleiðis, at kommunurnar koma at bera ein minni part av útreiðslunum til afturberingina. Síðstnevnda broytingin hevur við sær, at tað verður landskassin, ið ber bróðurpartin av øktu útreiðslunum til ábøturnar til fólkapensjónistarnar.

Tilmæltu broytingarnar til skattalógina og ásetingarlógina byggja á ta fyritreyt, at landsstýrismaðurin í almannamálum leggur fram uppskot fyri Løgtingið um hækkingar av árligu viðbótunum til fólkapensjónistar upp á 4.800 kr. soleiðis, at árliga viðbótin hjá støkum fólkapensjónistum frá 1. januar 2002 verður 28.224 kr. og hjá hjúnum 21.840 kr. fyri hvønn hjúnafelaga. Samstundis verður tann upphæddin, sum fólkapensjónistar kunnu vinna av aðrari inntøku, áðrenn viðbótin byrjar at lækka, hækkað frá 22.300 kr. upp til 44.500 kr.

Í skjali 1, 2 og 3 eru víst dømi upp á hækkingar í "nettoútgjaldi" við uppskotnu broytingunum. Skjal 4 vísir upphæddina, ið danskir pensjónistar hava at ráða yvir aftan á skatt. Skjal 5 vísir eina samanbering av upphæddunum, ið ávikavist føroyskir og danskir fólkapensjónistar hava at ráða yvir, tá skattur er goldin.

Umframt at vera ein liður í landsstýrisins ætlanum um at betra kor fólkapensjónistanna, er broytta skattingin av fólkapensjónistunum eisini ein liður í landsstýrisins ætlanum um at linka samlaða persónsskattatrýstið. Eitt munandi átak á hesi leið var, tá landsstýrismaðurin við fíggjarmálum í løgtingssetuni 2000 fyri Løgtingið legði fram tvey lógaruppskot til broytingar í ásetingarlógini og skattalógini, sum høvdu við sær, at øllum borgarum varð veittur ein skattalætti. Skattastigin varð tá lækkaður tvær ferðir, fyrstu ferð 1. januar 2001 og seinnu ferð 1. januar 2002, og botnfrádrátturin í landsskattinum varð eisini hækkaður úr 17.000 kr. upp í 19.000 kr. í 2001 og síðani aftur úr 19.000 kr. upp í 21.000 kr. í 2002. Botnfrádrátturin í kommunuskattinum varð hækkaður samsvarandi, so hann nú eisini er 21.000 kr.  

Fíggjarligar avleiðingar
Skattligu fíggjarligu avleiðingarnar av at hækka viðbótina hjá fólkapensjónistunum 4.800 kr. árliga, gera grundupphæddina í fólkapensjónini skattafría, taka av pensjónistafrádráttin í skattinum og hækka upphæddina í aðrari inntøku til 44.500 kr., áðrenn viðbótin byrjar at lækka, verða, at kommunurnar fáa 19,7 mió. kr. minni inn í skatti, meðan landskassin fær 9,7 mió. kr. meira inn í skatti.

Haraftrat kemur fyri landskassan beinleiðis kostnaðurin av broytingunum í almannalóggávuni. Hækkingin í viðbótini upp á 4.800 kr. árliga kostar landskassanum 17,7 mió. kr., og kostnaðurin av at hækka upphæddina í aðrari inntøku upp í 44.500 kr., áðrenn viðbótin minkar, verður 7,8 mió. kr. Samanlagt kosta broytingarnar í almannalóggávuni landskassanum 25,5 mió. kr. Verður síðani meirskatturin upp á 9,7 mió. kr. trektur frá, verður landskassans partur 15,8 mió. kr.

Men við tað, at ætlan landsstýrisins er, at landskassin skal bera bróðurpartin av útreiðslunum til ábøturnar hjá fólkapensjónistunum, verður tí gjørd ein broyting í býtinum millum kommunurnar og landskassan í afturberingini eftir FAS-skipanini. Samlaða afturberingin eftir FAS-skipanini í 2001 var 29,2 mió. kr. Herav var kommunanna partur 13,7 mió. kr. og landskassans 15,5 mió. kr. Við at broyta býtið soleiðis, at landskassin frameftir ber 72% av afturberingini og kommunurnar 28%, lækkar parturin hjá kommununum við 5,5 mió. kr. til 8,2 mió. kr. Landskassans partur av afturberingini økist frá 15,5 mió. kr. til 21,0 mió. kr.

Uppskotnu broytingarnar í skattalógunum og almannalógunum koma tá samanlagt at kosta landskassanum 21,3 mió. kr. (15,8 + 5,5) og kommununum 14,2 mió. kr. (19,7 - 5,5).

Harumframt hækkar grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum við 4%, og kemur hetta at kosta landskassanum umleið 3,5 mió. kr. brutto.

Aðrar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur við sær positivar sosialar avleiðingar fyri fólkapensjónistar. Fylgiskjøl, eru løgd við, sum vísa, í hvønn mun fólkapensjónistar við ymiskum inntøkum fáa lætta í skattinum.

Lógaruppskotið verður mett at hava við sær smærri umsitingarligar avleiðingar fyri Toll- og Skattstovu Føroya. Fyri umhvørvið ella altjóða avtalur og reglur hevur lógaruppskotið ongar avleiðingar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
Felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

 

Ja

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Ja

 

 

 

 

Hoyring
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almanna- og heilsumálastýrinum.

Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1-2
Persónar, sum fáa fólkapensjón, fáa eftir hesum uppskotinum ikki frádrátt eftir § 3 í ásetingarlógini. Fólkapensjón í hesum sambandi merkir fólkapensjón eftir løgtingslóg um almannpensjónir o.a. Fær pensjónistur, sum er búsitandi í Føroyum, ikki pensjón úr Føroyum, men harafturímóti úr øðrum londum, hevur viðkomandi tó rætt til frádrátt. Grundin til henda mun á pensjónistum, sum fáa pensjón úr øðrum londum, og teir, sum fáa pensjón eftir føroyskum reglum, er, at grundupphæddin til føroyskar fólkapensjónistar verður gjørd skattafrí, sambært uppskoti til broyting av § 29, nr. 13 í skattalógini.

Persónar, sum fáa frádrátt eftir hesum lógaruppskoti, eru, fólkapensjónistar, sum ikki fáa føroyska fólkapensjón, allir fyritíðarpensjónistar og tey, sum fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini.

Lógin hevur virknað frá 1. januar 2002. Tá pensjónin er skattskyldug í tí inntøkuári, hon er útgoldin, jbr. § 28 í skattalógini, merkir hetta, at lógin er galdandi fyri tær pensjónir, sum verða útgoldnar 1. januar 2002 ella seinni. Pensjón fyri januar 2002 varð útgoldin í desember mánaði 2001. Frádráttur verður tí givin í hesum parti av fólkapensjónini, men ikki í tí fólkapensjónini, sum er útgoldin 1. januar 2002 ella seinni.

Fylgiskjøl

Skjal 1 vísir munin í nettoútgjaldi fyri stakar fólkapensjónistar við ymiskum hækkandi øðrum inntøkum, eftir at viðbótin er hækkað við 400 kr. um mánaðin ella 4.800 kr. um árið. Samlaða viðbótin byrjar at lækka, tá onnur inntøka er meira enn 44.500 kr. um árið. Grundarupphæddin er skattafrí, og pensjónistafrádrátturin er tikin av.

Skjal 2 vísir tað sama sum skjal 1, men fyri giftar fólkapensjónistar, og báðir hjúnafelagarnir hava aðra inntøku.

Skjal 3 vísir tað sama sum skjal 2, men her hevur bara annar hjúnafelagin aðra inntøku.

Skjal 4 er yvirlit yvir danskar fólkapensjónir áðrenn og eftir skatt, tá onnur inntøka er 0, 40.000 og 100.000 kr.

Skjal 5 vísir samanberingar millum føroyskar og danskar fólkapensjónistar (tá tilmæltu broytingarnar eru gjørdar), tá onnur inntøka er 0, 40.000 og 100.000 kr.

Skjal 6: Útrokningar fyri allar kommunurnar og landskassan, tá viðbótin hækkar við 400 kr. um mánaðin, lækking aftan á 44.500 í viðbótini, grundarupphæddin er skattafrí, og pensjónistafrádrátturin í skattinum er tikin av.

Skjal 7: Útrokningar fyri allar kommunurnar og landskassan, tá býtið millum kommunurnar og landskassan í afturberingini eftir FAS-skipanini er broytt soleiðis, at landskassin ber 72% av afturberingini, og kommunurnar bera 28%.

Skjal 8: Útrokningar frá Almannastovuni fyri ymiskar satsbroytingar á fólkapensjónsøkinum.

1. viðgerð 8. februar 2002. Tingmálini nr. 51 og 52 vórðu viðgjørd undir einum og bæði beind í fíggjarnevndina, sum 21. februar 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 5. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 8. februar 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og løgtingsmál nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) undir einum, og hava bæði málini fingið somu viðgerð. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýriðog Toll- og Skattstovu Føroya.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 26. februar 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 28. februar 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 16 frá 06.03.2002