Dagpeningalóg - ættleiðing

 

53  Uppskot til  løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 5. februar, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing  

§ 1

Løgtingslóg nr. 77 frá 17. mai 1994 um dagpening vegna ættleiðing verður tikin av.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Tann 1. juni 2001 kom løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 " um barsilsskipan " í gildi, og sum eisini fevnir um útgjald úr barsilsskipanini í sambandi við ættleiðing. Tann 1. juni 2001 kom løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 " um dagpening vegna sjúku v.m. " eisini í gildi.

Sambært almennu viðmerkingunum til lógina um barsilsskipan verður sagt, at " skotið verður upp fyri allan arbeiðsmarknaðin, tann almenna sum tann privata, at gera eina felags skipan viðvíkjandi endurgjaldi fyri lønarmiss/lønarútreiðslur í sambandi við barnsburð og ættleiðing, sum skal loysa av tær almennu skipanir, sum í dag eru hesum viðvíkjandi, t.e. skipanin eftir dagpeningalógini um dagpening í sambandi við barnsburð og ættleiðing, og skipanin viðvíkjandi barsilsgrunninum hjá landinum.

Skipanin skal í mest møguligan mun bera kostnaðin av barnsburði og ættleiðing, bæði hjá løntakarum og hjá arbeiðsgevarum, og reglurnar í dagpeningalógini um dagpening í sambandi við barnsburð og ættleiðing verða tiknar av, eins og barsilsgrunnurin hjá landinum verður tikin av.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu sjálvir vera við til at fíggja skipanina."

Soleiðis bleiv alt, eisini ættleiðing, samlað í lógini um barsilsskipan, og í nýggju dagpeningalógini er eisini alt viðvíkjandi barnsburði tikið úr lógini. Tó broytti Trivnaðarnevndin uppskotið, so frávera undan føðing vegna heilsuvanda fyri móður ella barn, verður goldin við dagpeningi eftir dagpeningalógini. Men hetta hevur onki við ættleiðing at gera.

Nevnast kann eisini, at Landsgrannskoðarin hevur gjørt vart við, í sambandi við grannskoðanina av dagpengum, at lógin um dagpening vegna ættleiðing framvegis er í gildi, og teir spyrja, nær hon verður sett úr gildi.

Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Ongar fíggjarligar avleiðingar eru við at taka hesa lóg av. Í nýggju dagpeningalógini er hædd tikin fyri, at ættleiðing fer úr lógini, og eftir nýggju lógini um barsilsskipan so eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum fíggja skipanina.

Hoyring
Óneyðugt er at senda uppskotið til hoyringar, tí ættleiðingarskipanin er "implementerað" í nýggju lógina um barsil, og hon er sum kunnugt sett í gildi.

Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, sosialar ella vinnuligar avleiðingar ella avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

  Fyri
Landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir

Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

nei

nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Her verður ásett, at øll lógin verður avtikin.

Til § 2.
Gildiskomuregla.

1. viðgerð 7. februar 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 13. februar 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 5. februar 2002 og eftir 1. viðgerð tann 7. februar 2002 beint trivnaðarnevndini.

Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. februar 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 15. februar 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. februar 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 13 frá 27.02.2002