Almannaveiting - áseting -  javning

 

54  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2002, 5. februar, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

§ 1

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
"Tó verður grundupphæddin til fólkapensjón ikki javnað."

2) § 3 verður orðað soleiðis:
"§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru:

Upphæddir fyri ár 2002

Almannapensjónslógin

Árliga kr.

Grundupphædd til fólkapensjón - støk

50.028

Grundupphædd til fólkapensjón - gift hvør

39.756

Grundupphædd til fyritíðarpensjón - støk

52.032

Grundupphædd til fyritíðarpensjón - gift hvør

41.352

Viðbót til fólkapensjón - støk

28.224

Viðbót til fólkapensjón - gift hvør

21.840

Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - støk

51.720

Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør

46.704

Viðbót til miðal fyritíðarpensjón - støk

16.788

Viðbót til miðal fyritíðarpensjón - gift hvør

14.568

Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - støk

15.852

Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - gift hvør

12.732

Hjálparviðbót

25.956

Røktarviðbót

51.804

Avlamisviðbót/avlamisveiting

24.276

Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólka- og fyritíðarpensjónistar

44.500

 

Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

kr.

Upphædd til persónligan tørv

8. 760 (árliga)

Gjald fyri umlætting

96 (um samdøgrið)

 

Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

Árliga kr.

Upphædd

4.572

 

Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. Árliga kr.

Barnagjald sbrt. § 5

9.360

Gjald í sambandi við føðing eftir § 6

540 (eingangsupphædd)

Gjald til uppihald fyri og aftaná føðing eftir § 6

924 (eingangsupphædd)

Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2

9.360

Økt barnagjald sbrt. § 15, stk. 3

(Tvær ferðir upphæddina
sambært § 5 )

 

3) § 5 verður orðað soleiðis:
"§ 5. Javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, tó ikki samdøgursupphæddir og eingangsupphæddir. Frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingunum fyri januar mánað 2002.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum leggur hervið eitt lógaruppskot, sum hevur við sær broytingar á almannapensjónsøkinum, fyri Løgtingið. Grundgevingin fyri hesum er, at sitandi samgonga hevur sett sær fyri at bøta um korini hjá fólkapensjónistum og fyritíðarpensjónistum. Pensjónsupphæddirnar hava so gott sum staðið í stað gjøgnum øll 90´ini, men samgongan hevur tey seinastu árini hækkað pensjónina, soleiðis at ein fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku, hevur umleið 1.200 kr. um mánaðin meira í pensjón í dag enn fyri gott fýra árum síðani.

Samstundis leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum hava við sær, at skattingin av fólkapensjónistum frameftir verður munandi lagaligari.

Broytingarnar sambært hesum uppskoti eru m.a., at viðbótin hjá fólkapensjónistum hækkar við kr. 4.800 um árið, og frádráttarfría inntøkuupphæddin hækkar frá kr. 22.300 til kr. 44.500, og kemur harvið á sama støði sum hjá fyritíðarpensjónistum.

Broytingin í frádráttinum vil føra við sær, at allir fólkapensjónistar í størri mun enn í dag kunnu vinna sær pening við síðuna av pensjónini, uttan at hetta ávirkar pensjónina. Hetta er eitt ynski, sum ofta hevur verið frammið, bæði hjá einstaklingum og áhugafeløgum. Sambært galdandi ásetingum ávirkast viðbótin hjá einum fólkapensjónisti, sum vinnur sær pening afturat pensjónini, longu tá inntøkan fer uppum kr. 22.300. Við at hækka inntøkufrádráttin til umleið tað dupulta, verður bøtt munandi um møguleikan at vinna sær pening við síðuna av pensjónini.

Ein av broytingunum er eisini, at grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum frameftir verður javnað.

Grundin til hesa broyting er tann, at tá javningin í grundupphæddini hjá fólkapensjónistunum bleiv avtikin við tí fyri eyga at lata viðbøturnar til henda bólkin hækka ístaðin, so bleiv eisini javningin á grundupphæddini hjá fyritíðarpensjónistum avtikin.

Harumframt verður mælt til, at tær veitingar, sum eru samdøgursveitingar ella eingangsupphæddir, ikki verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12. Hetta tí talan her er um veitingar, sum ikki verða útgoldnar eina ferð um mánaðin, og er tí ikki neyðugt at avrunda hesar.

Kap. 2: Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar
Skattligu fíggjarligu avleiðingarnar av at hækka viðbótina hjá fólkapensjónistunum 4.800 kr. árliga, gera grundupphæddina í fólkapensjónini skattafría, taka av pensjónistafrádráttin í skattinum og hækka upphæddina í aðrari inntøku til 44.500 kr., áðrenn viðbótin byrjar at lækka, verða, at kommunurnar fáa 19,7 mió. kr. minni inn í skatti, meðan landskassin fær 9,7 mió. kr. meira inn í skatti.

Haraftrat kemur fyri landskassan beinleiðis kostnaðurin av broytingunum í almannalóggávuni. Hækkingin í viðbótini upp á 4.800 kr. árliga kostar landskassanum 17,7 mió. kr., og kostnaðurin av at hækka upphæddina í aðrari inntøku upp í 44.500 kr., áðrenn viðbótin minkar, verður 7,8 mió. kr. Samanlagt kosta broytingarnar í almannalóggávuni landskassanum 25,5 mió. kr. Verður síðani meirskatturin upp á 9,7 mió. kr. trektur frá, verður landskassans partur 15,8 mió. kr.

Fyri at minka um skattamissin hjá kommununum verður skotið upp at broyta býtið millum kommunurnar og landskassan í afturberingini eftir FAS-skipanini.

Men við tað, at ætlan landsstýrisins er, at landskassin skal bera bróðurpartin av útreiðslunum til ábøturnar hjá fólkapensjónistunum, verður gjørd ein broyting í býtinum millum kommunurnar og landskassan í afturberingini eftir FAS-skipanini, sí viðmerkingarnar í broytingaruppskotunum til skattalógirnar.

Uppskotnu broytingarnar í skattalógunum og hesum lógarupskoti koma tá samanlagt at kosta landskassanum 21,3 mió. kr. (15,8 + 5,5) og kommununum 14,2 mió. kr. (19,7 - 5,5).

Harumframt hækkar grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum við 4%. Hetta kemur at kosta landskassanum umleið 3,5 mió. kr. brutto.

Umsitingarligar avleiðingar

Fyri Almannastovuna fer hetta at hava við sær umsitingarligar avleiðingar. Orsøkin er, at lógin fær virkna við afturvirkandi kraft. Tí verður neyðugt at umrokna pensjónirnar, sum longu eru útgoldnar fyri ár 2002.

Pensjónsskipanin hjá Almannastovuni er uppbygd á tann hátt, at við at broyta satsirnar kunnu veitingarnar frameftir tillagast skiftandi lógarreglum. Tað ber eisini til at seta inn nýggjar lýsingar við virkna frá einum ávísum degi. Her skal tó ein samskipan vera við Føroya Gjaldstovu um broytingar í kontoskipan landsins.

Áðrenn slíkar broytingar verða settar í verk, er tó neyðugt at gera royndarkoyringar til tess at tryggja, at alt er í lagi. Tað, sum skal til, er tíð og orka innanhýsis á stovninum.

Trupulleikin er, tá slíkar broytingar skulu gerast við afturvirkandi kraft. Í teimum førum er neyðugt at gera serlig forrit til tess at rætta longu útgoldnar veitingar, umframt at neyðugt verður við einum ikki lítlum manuellum arbeiði, sum skal gerast av málsviðgerunum. Tað vil siga, at her skal ein stór orka, tíð og fígging til fyri at loysa uppgávuna, sum í slíkum førum eisini krevur uttanhýsis hjálp.

Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar ella vinnuligar avleiðingar ella avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
Búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Ja

 

Hoyring
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almannastovuni, Fíggjarmálastýrinum og Toll- og skattstovu Føroya.

Kap. 3: Serligar viðmerkingar:

Til § 1, nr. 1. Grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum verður javnað eins og viðbótin hjá fólka- og fyritíðarpensjónistum.

Til § 1, nr. 2. Grein 3 í lógini verður broytt soleiðis, at viðbótin til bæði stakar og giftar fólkapensjónistar hækkar við 4.800 kr. um árið. Frádráttafría inntøkuupphæddin hjá fólkapenjónistum hækkar frá kr. 22.300 kr. til 44.500, og grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum verður javnað við 4%.

Til § 1, nr. 3. Tær veitingar, sum verða útgoldnar eina ferð um mánaðin, skulu avrundast til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, meðan frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100. Hinar upphæddirnar, t.d. gjald fyri føðing, skulu ikki avrundast.

Til § 2. Lógin hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar mánað 2002.

1. viðgerð 8. februar 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 5. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 5. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 8. februar 2002 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 13. , 19. og 26. februar og 4. og 5. mars 2002 og hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Meginfelag teirra brekaðu og Landsfelag Pensjónistanna.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum vísandi til viðmerkingarnar. Fyri at geva fyritíðarpensjónistunum betri møguleikar at gagnnýta ella brúka síni arbeiðsevni skjýtur samd nevnd upp at hækka frádráttarfríu upphæddina hjá fyritíðarpensjónistunum úr 44.500 upp í 66.800 kr. Broytingaruppskotið verður mett at hava eina meirútreiðslu fyri landskassan upp á um 2,7 mió krónur árliga.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1, nr. 2 verður "Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólka- og fyritíðarpensjónistar" broytt til "Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar" og í § 1, nr. 2 verður eftir hetta sett "Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar 66.800"

Ein minniluti (Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm) átalar, at landsstýrið og samgongan í ikki nóg stóran mun hugsa um at bøta um fíggjarligu korini hjá fólka-, fyritíðar- og avlamispensjónistum. Uppskotið hjá landsstýrinum bøtir mest um hjá teimum fólkapensjónistum, ið hava aðra inntøku umframt pensjónina. Teir pensjónistar, ið serliga kenna sviðan av politikki samgongunnar, eru teir, ið ikki hava møguleika at hava aðra inntøku enn pensjónina, hvørki arbeiðsinntøku ella aðra pensjón.

Hóast minnilutin fleiri ferðir hevur víst á tað neyðuga í at prístalsjavna alla pensjónina, so ætlar samgongan framhaldandi ikki, at grundupphæddin hjá fólkapensjónistum skal javnast. Minnilutin skjýtur upp, at grundupphæddin hjá fólkapensjónistum skal prístalsjavnast. Tann tilvildin, sum í dag ger seg galdandi, tá talan er um at tryggja virðið á pensjónini, er ikki sømilig. Pensjónistar eiga at kenna, at pensjónviðurskifti teirra eru trygg, og ikki sum í hesum føri, at batarnir til pensjónistar verða útgoldnir nakrar dagar fyri løgtingsvalið.

Hetta valskeiðið er nógv tosað um viðurskiftini hjá fólkapensjónistum men lítið og einki um fíggjarligu korini hjá fyritíðar- og avlamispensjónistum. Hesir hava í fleiri førum fingið verri fíggjarlig kor orsakað av, at grundupphæddin ikki hevur verið prístalsjavnað, og at heldur einki er lagt oman á viðbøturnar.

Hóast broytingaruppskotið hjá eini samdari nevnd at hækka frádráttarfríu inntøkuupphæddina bøtir um møguleikarnar hjá fyritíðar- og avlamispensjónistum at hava aðra inntøku, skulu vit minnast til, at orsøkin til, at fólk fáa lægstu og miðal avlamispensjón, er, at hesi eru mett at hava ávikavist helvtina og 1/3 arbeiðsførleika eftir, ið tey skulu hava møguleika at brúka á arbeiðsmarknaðinum, so eru galdandi mótrokningarreglur enn ov harðar. Sum dømi kann nevnast, at ein stakur pensjónistur, ið fær lægstu avlamispensjón, missir alla pensjónina, um hann hevur aðra inntøka, ið fer upp um 154.300 kr. fyri árið. Ársinntøkan hjá tímaløntum liggur uml. 30.000 kr. hægri við støðugum arbeiði. Sostatt hevur pensjónisturin mist alt endurgjaldið fyri sítt brek, áðrenn viðkomandi er komin upp á eina rímiliga ársløn við aðrari inntøku. Hetta økir ikki um hugin at arbeiða og vinna pening afturat pensjónini.

Minnilutin skjýtur eisini upp, at allir fyritíðar- og avlamispensjónistar fáa pensjón sum stakir. Hesir fáa pensjón, sum er mótvirði fyri mistan abeiðsførleika. Pensjónin er sostatt persónligt endurgjald fyri manglandi arbeiðsinntøku, og arbeiðsinntøka eigur ikki at verða tengd at hjúnastøðu.

Samsvarandi hesum setir sami minniluti fram hesi broytingaruppskot:

b r o y t i n g a r u p p s k o t I

§ 1 nr. 1) verður soljóðandi: "§ 2, 2. pkt. verður strikað"

b r o y t i n g a r u p p s k o t II

Í § 1 nr. 2) verða teigarnir

"Grundupphædd til fyritíðarpensjón - støk 52.032
Grundupphædd til fyritíðarpensjón - gift hvør 41.352"
broyttir til  
"Grundupphædd til fyritíðarpensjón 52.032"

b r o y t i n g a r u p p s k o t III

Í § 1 nr. 2) verða teigarnir:

"Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - støk 51.720
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør 46.704
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón - støk 16.788
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón - gift hvør 14.568
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - støk 15.852
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - gift hvør 12.732"
broyttir til  
"Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón 51.720
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón 16.788
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón 15.852"

Ein minniluti (Marius Dam) fýlist stórliga á arbeiðslagið hjá sitandi samgongu og átalar harðliga, at ábøtur til pensjónistar ikki eru við á eini júst framlagdari og samtyktari fíggjarlóg. Tað eigur ikki at vera soleiðis, at pensjónistar verða prioriteraðir so lágt, at neyðugt er at lóggeva afturvirkandi. Harafturat verður bæði landsins fíggjarlóg eins og fíggjarlógin hjá kommunum ávirkað óhepnan veg, tá hesin skilaleysi arbeiðsháttur verður nýttur. Minnilutin tekur undir við, at ábøtur henda hjá pensjónistum. Júst hetta royndu vit eisini at gera við broytingaruppskotum til fíggjarlógina fyri ár 2002. Sambandsflokkurin hevur, síðani nýggja pensjónslógin varð samtykt, víst á, at øll pensjónsupphæddin eigur at verða prístalsjavnað. Tí harmar tað almikið, at uppskot nú verður lagt fram, har allar upphæddir nú verða prístalsjavnaðar - tó undantikið grundarupphæddina hjá fólkapensjónistum, ið verður hildin uttanfyri javningina. Vit skulu í hesum sambandi vísa á, at um grundupphæddin hjá fólkapensjónistum ikki verður javnað, so missir staki fólkapensjónisturin góðar 2000 krónur árliga, í meðan gifti fólkapensjónisturin missir umleið 1700 krónur árliga.

Hóast núsitandi samgonga kom við eini nýggjari pensjónslóg, so metir Sambandsflokkurin, at mangir grundleggjandi skeivleikar eru í hesi pensjónslóg. Vit meta tí, at øll pensjónslóggávan eigur at endurskoðast.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við uppskotinum, broytingaruppskotinum frá meirilutanum og broytingaruppskotinum frá minnilutanum Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm.

2. viðgerð 7. mars 2002. Broytingaruppskot I frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm, til § 1, nr. 1, 13-3-14.
Broytingaruppskot II frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm, til § 1, nr. 2,  13-0-17.
Broytingaruppskot III frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm, til § 1, nr. 2, 13-0-17.
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1, nr. 2 samtykt 30-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 12. mars 2002 løgdu tingmenninir Helena Dam á Neystabø, Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen, Alfred Olsen, Marjus Dam og Jenis av Rana fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til 3. viðgerð

Í § 1, nr. 2 verður í § 3 "Viðbót til fólkapensjón – støk 28.224" broytt til "Viðbót til fólkapensjón – støk 33.024" og
Í § 1, nr. 2 verður í § 3 "Viðbót til fólkapensjón - gift hvør 21.840" broytt til "Viðbót til fólkapensjón - gift hvør 26.640"

Viðmerkingar:
Við aðru viðgerð hevur Løgtingið samtykt eina ábót á fólkapensjónina. Henda ábót merkir í stuttum, at tann fólkapensjónistur, sum onga aðra inntøku hevur enn fólkapensjónina, fær 400 kr. meira um mánaðin. Hesin sami pensjónistur fær ongan fyrimun av, at grundupphæddin verður tikin úr skattaálikningini, tí fólk, ið hava so lága inntøku, rinda sera lítan skatt.

Pensjónsábótin, sum landdstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, virkar hinvegin soleiðis, at tann pensjónistur, sum t.d. hevur 200.000 kr. í aðrari inntøku, fær eina hækking upp á 1.000 kr um mánaðin. So hóast vit eiga at fegnast um, at bøtt verður um viðurskiftini hjá pensjónistunum, so er tað greitt, at tað eru tey, sum frammanundan eru ringast fyri, sum fáa nógv ta minstu hækkingina. Tey, sum hava aðra inntøku umframt fólkapensjónina, fáa hægstu hækkingina. Vit eiga at bera so í bandi, at tey, sum ikki hava møguleika at vinna sær eina inntøku umframt pensjónina, verða betur fyri, enn tey eru nú.

Tað hevur verið ført fram, at neyðugt er at geva teimum, sum eru ringast fyri, eina pensjónsábót upp á 1.000 kr um mánaðin. Landsstýrið hevur skotið eina hækking upp á 400 kr. upp. Til tess at slóða fyri einari semju, og til tess at geva hesum uppskoti ein møguleika fyri at verða samtykt, verður skotið upp at hækka pensjónsviðbótina við 400 kr. um mánaðin afturat. Tað merkir, at pensjónsviðbótin verður 800 kr. hægri um mánaðain, enn hon er í dag, um fyriliggjandi uppskot verður samtykt..

Samanborið við útrokningar, sum eru gjørdar í sambandi við uppskot landsstýrisins, meta uppskotsstillararnir, at henda hækking kostar 11-12 milliónir kr. afturat uppskoti landsstýrisins.

Samanborið við, at Fólkaflokkurin, sum er í samgongu, hevur lagt fyri tingið uppskot um at veita ein skattalætta upp á 80 milliónir kr., kann tað ikki vera ein fíggjarligur trupulleiki at fremja hesa hækking nú.

3. viðgerð 12. mars 2002. Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø, Hans Paula Strøm, Kristian Magnussen, Alfred Olsen, Marjus Dam og Jenis av Rana til § 1, nr. 2 fall 14-0-16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 26 frá 21.03.2002

Lýst av nýggjum, sum
Ll.nr. 50 frá 04.04.2002