Fiskiídnað- og havbúnaðútbúgving

 

55  Uppskot til  løgtingslóg um útbúgving innan fiskiídnað og havbúnað

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 13. februar, legði Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað

Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan fiskivinnu (stytt SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (stytt HIF) og hava eftirlit við útbúgvingunum.

§ 2. SIF-útbúgvingin fevnir um yrkisliga upplæring í fiskiídnaði, havbúnaði og undirvísing í yrkisgymnasialum lærugreinum.
Stk. 2. HIF- útbúgvingin verður skipað sum ein 2 ára útbúgving, ið er framhald av SIF-útbúgvingini. Talan er um eina almennandi og yrkisgymnasiala útbúgving, ið gevur næmingunum neyðugt grundarlag fyri hægri framhaldslestri og innlit í viðurskifti vinnulívsins.

§ 3. Útbúgvingarnar kunnu eisini skipast sum stakgreinalestur ella sjálvlestur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um hesi viðurskifti.

§ 4. Útbúgvingarnar fara fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.

Kapittul 2
Upptøka

§ 5. Umsøkjari kann eftir umsókn verða tikin inn á SIF-útbúgvingina, um hann hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, enskum og støddfrøði, og eftir meting upptøkuskúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.
Stk. 2. Umsøkjari, sum hevur staðið SIF-útbúgvingina, ella sum hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn verða tikin upp á HIF- útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásettu tíðina.
Stk. 3. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin krevja, at næmingurin tekur ávísa eykaundirvísing.
Stk. 4.
Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um upptøku, upptøkukrøv og treytir fyri upptøku av næmingum, sum ikki lúka treytirnar í § 5, stk. 1 og 2.

§ 6. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir næmingar, ið lúka upptøkukrøvini sbrt. § 5, stk. 1 og 2, verða tiknir upp til útbúgvingarnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av næmingum.

Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingunum

§ 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um undirvísingina, millum annað um:
vav og innihald í lærugreinunum,
undirvísingarstig í teimum einstøku lærugreinunum,
hvar í skipanini, lærugreinirnar koma fyri,
minstukrøv um tal og samanseting av lærugreinum hjá einstaka næminginum, og
møguligar lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum.
Stk. 2. Útbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini eru kravdar lærugreinir og ein triðingur er vallærugreinir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum kunnu gerast partur av útbúgvingini.

§ 8. Næmingur við serligum fakligum tørvi kann fáa avmarkaða stuðulsundirvísing.
Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 3. Fyri næming, sum vegna sjúku ikki kann fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.

Kapittul 4
Próvtøka

§ 9. SIF- og HIF- útbúgvingarnar enda báðar við próvtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur fyri próvtøkurnar, millum annað um pensauppgevingar, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting.

Kapittul 5
Leiðsla

§ 10. Landsstýrismaðurin setur og loysir úr starvi skúlastjóran, sum skal hava prógv frá hægri lærustovni og námsfrøðiliga útbúgving.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur námsfrøðiligu, umsitingarligu og fíggjarligu leiðsluna av virksemi skúlans.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, millum annað um upptøku av næmingum.
Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar út prógv.

Kapittul 6
Lærarar

§ 11. Skúlastjórin setur og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.
Stk. 2. Lærari, ið undirvísir í gymnasialum lærugreinum, skal, fyri at verða settur í fast starv, hava lokið prógv frá hægri lærustovni í teimum lærugreinum, hann undirvísir í.
Stk. 3. Lærari, ið undirvísir í yrkislærugreinum, skal, fyri at verða settur í fast starv, hava hóskandi fakliga útbúgving, umframt starvsroyndir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um førleikakrøv, millum annað um útbúgving og verkligar royndir, sbrt. stk. 1, 2 og 3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesari grein.

Kapittul 7
Fígging

§ 12. Landsstýrismaðurin útvegar skúla, ið skipar fyri teimum í lógini nevndu útbúgvingunum, rakstrarstuðul til góðkent undirvísingarvirksemi.
Stk. 2. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.

§ 13. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann loyva skúlanum at taka gjald fyri ljóstøk, ið næmingurin skal nýta í undirvísingini.

Kapittul 8
Kærur

§ 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum málum, og kæra um avgerðir tiknar í sambandi við próvtøku, kunnu í seinasta lagi 7 dagar eftir, at avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.

 Kapittul 9
Aðrar ásetingar

§ 15. Næmingarnir hava møtiskyldu og skyldu at lata inn kravd avrik.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

§ 16. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í §§ 7-9 fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemið má ikki skerja møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri, og ei heldur rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.

§ 17. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti skaða, sum hann kann verða fyri undir skúlagongd og starvsroyndum.

Kapittul 10
Gildiskoma

§ 18. Henda lóg kemur í gildi 1. august 2002. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri Fiskiídnað og Havbúnað við seinni broytingum.
Stk. 2. Reglurnar í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 við seinni broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir útbúgving til hægri próvtøku innan fiskivinnu áðrenn 1. august 2002.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar:
Løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987, um Føroya Yrkisskúla fyri Fiskiídnað og Havbúnað skipar reglurnar um útbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum. Síðan lógin var gjørd í 1987, eru broytingar gjørdar av og á í útbúgvingunum, og neyðugt var at dagføra lógina seinasta vár, hóast ein nevnd stutt frammanundan var sett at lýsa og skipa viðurskiftini av nýggjum. Henda seinasta dagføringin av lógini var framd við løgtingslóg nr. 69 frá 10. mai 2000. Við hesi broytingini var samsvar millum gymnasialu útbúgvingarstigini á skúlanum og lógina.

Í januar 2000 setti táverandi landsstýrismaður Signar á Brúnni eina breiða nevnd at útgreina førleikakrøvini innan útbúgving í fiskivinnu og havbúnaði, og var nevndin samstundis biðin um at gera uppskot um eina nýggja lóg um fiskivinnuútbúgvingar.

Í nevndini vóru 16 fólk umboðandi vinnufyritøkur, reiðarafeløg, arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar, almennar stovnar, Vinnumálastýrið, Fiskimálastýrið, Mentamálastýrið o. o.

Hetta lógaruppskotið hevur ikki stórar broytingar við sær. Uppskotið skipar útbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum eftir somu meginreglum sum tær, ið eru galdandi fyri aðrar yrkisgymnasialar útbúgvingar, tvs. tær á handilsskúlunum og teknisku skúlunum. Tað hevur verið eitt ynski í nógv ár, og vil gera tað lættari at áseta somu reglur í sambandi við kunngerðararbeiði fyri hesa útbúgvingina sum fyri aðrar útbúgvingar á miðnámsskúlunum. Uppskotið skipar nøkur ítøkilig viðurskifti á útbúgvingini á sama hátt sum á øðrum miðnámsútbúgvingum.

Í álitinum, sum nevndin handaði landsstýrismanninum 27. juni 2001, verða einstøku lærugreinirnar og býtið av teimum eftir eini nýggjari skipan gjølligari lýstar. Landsstýrismaðurin tekur undir við hesum sjónarmiðum og fer í næstum at tilevna eina kunngerð, sum ásetur nærri um innihaldið í SIF- og HIF-útbúgvingunum, við støði í fyriliggjandi lógaruppskoti. Henda kunngerð fer at hava við sær, at útbúgvingarnar venda sær meiri beinleiðis til fiskaídnaðin og til alivinnuna.

Støðisárið Innan Fiskivinnu verður samskipað við eina yrkisútbúgving innan fiskiídnað og havbúnað, og

Hægri próvtøka Innan Fiskivinnu verður býtt í tvær breytir, har næmingarnir velja lærugreinir, sum serliga venda sær til antin fiskiídnaðin ella til havbúnaðin.

Skúlin fær sostatt týðiligari sereyðkenni í mun til hinar miðnámsútbúgvingarnar, men almennandi og lestrarfyrireikandi parturin av útbúgvingini verður samstundis varðveittur.

Samandráttur av lógaruppskotinum
Lógaruppskotið skipar reglugrundarlagið í útbúgvingunum í Fiskivinnuskúlanum á sama hátt sum í hinum miðnámsskúlunum. Formliga grundarlagið hjá leiðslu og lærarum verður eisini skipað á sama hátt. Uppskotið setur frá 1. august 2002 í gildi reglur fyri stakgreinalestri, undirvísing av næmingum við serligum tørvi, trygging av næmingum, royndar- og menningarvirksemi og kærumøguleika.

Ummæli
Landsstýrismaðurin hevur ikki mett, at tað er neyðugt at senda lógaruppskotið til ummælis, tí tann av landsstýrismanninum setta nevnd umboðar flestu almennu og privatu áhugabólkarnar innan hetta økið í landinum. Ein av arbeiðssetningunum hjá nevndini var at gera eitt uppskot til lóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað. Fyriliggjandi lógaruppskot er í høvuðsheitinum tað sama, sum nevndin legði fram í álitinum. Lógaruppskotið er tí væl og virðiliga viðgjørt av teimum pørtum, sum hava hoyringsrætt.

Hesi stýri, almennu og privatu stovnar og feløg vóru í nevndini, sum gjørdi "Álit um útbúgvingar innan fiskivinnuna":
Føroya Fiskavirking
Mentamálastýrið
Bakkafrost
Faroe Seafood
Fiskivinnuskúlin
Fiskimálastýrið
Kósin Seafood
Føroya Arbeiðgevarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Reiðarafelag
Føroya Arbeiðarafelag
Heilsufrøðisliga Starvsstovan
Menningarstovan
Vinnumálastýrið
Fiskirannsóknarstovan
Fróðskaparsetur Føroya

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum:
1) Fíggjarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ikki beinleiðis fíggjarligar avleiðingar við sær. Men uppskotið gevur møguleika fyri undirvísing í fleiri vallærugreinum og kann, um hesin møguleikin verður nýttur, hava størri útreiðslur við sær fyri landskassan. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um hesi viðurskifti enn.

2) Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.

3) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

4) Avleiðingar fyri umhvørvið
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið

5) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

6) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir
Lógaruppskotið hevur ikki avleiðingar fyri ávísar felagsskapir

7) Avleiðingar fyri millumtjóða sáttmálar
Lógaruppskotið hevur ikki avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

8) Avleiðingar í talvu:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar  ja Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur  Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar      

 

  Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku lógargreinirnar:

Til § 1.
Lógin fevnir um tvær útbúgvingar, sum tó skulu síggjast í einum felags høpi. Talan er um A) eina støðisútbúgving, SIF, ið endar við próvtøku (1 ár), men sum samstundis kann verða støði undir B) Hægri próvtøku innan fiskivinnu, HIF (2 ár). Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við útbúgvingunum, sum fara fram í almennum skúla/ skúlum.

Til § 2.
Støðisútbúgvingin fevnir um ein munandi verkligan part (2/5) og annars um almennar lærugreinir (3/5), sum vanliga eru á C-stigi.

Tey bæði eftirfylgjandi árini fevna um lærugreinir, sum fyri tað mesta eru á B- og A-stigi. Seinna árið verður valt millum ávikavist eina fiskiídnaðar- og eina alibreyt.

Til § 3.
Her verður serliga hugsað um teir næmingar, sum frammanundan hava eina miðnámsútbúgving, og sum við at taka viðkomandi lærugreinir á skúlanum kunnu snúgva sínar førleikar móti fiskiídnaði ella havbúnaði. Tað eigur at standa øllum í boði at taka stakgreinir ella at vera sjálvlesandi, um tey annars lúka upptøkutreytirnar.

Til § 4.
Landsstýrismaðurin góðkennir skúlan/skúlarnar. Útbúgvingin fer í dag fram í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, men í prinsippinum kunnu somu útbúgvingar fara fram í øðrum av landsstýrismanninum góðkendum skúlum.

Til § 5.
Upptøkutreytir eru gjørdar eftir somu meginreglum, sum fyri aðrar miðnámsútbúgvingar, soleiðis at umsøkjarin frammanundan skal hava nøktandi úrslit í lærugreinum, sum bygt verður á í útbúgvingini.

Vanliga gevur støðisárið (SIF) atgongd til tey bæði árini (HIF), sum hægri próvtøka innan fiskivinnu fevnir um. Tó eiga umsøkjarar við samsvarandi førleikum, eitt nú frá øðrum miðnámsútbúgvingum, at verða tiknir upp.

Til § 6.
Við hesum verður álagt landsstýrismanninum at tryggja øllum skikkaðum umsøkjarum pláss, har SIF- og HIF-undirvísing fer fram.

Til § 7.
Nærri reglur, ið verða ásettar um báðar útbúgvingarnar, taka støði í "Álit um útbúgvingar innan fiskivinnuna" á s. 69-74. Víst verður á lærugreinayvirlitið á s. 70-71. Aðrar ásetingar eru úr kunngerð nr. 102 frá 26. juli 2000 um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu.

Til § 8.
Talan er um somu ásetingar, sum eru galdandi fyri næmingar við serligum tørvi í øðrum miðnámsútbúgvingum.

Til § 9.
Krøv í sambandi við próvtøku verða ásett í høvuðskunngerð fyri útbúgvingina og eru fyri ein part frammanundan nærri tilskilað í próvtøkukunngerð (Kunngerð nr. 97 frá 8. juni 2001 um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF)).

Til § 10.
Skúlastjórin skal hava útbúgving, ið svarar til kravda undirvísingarførleikan á hægru stigum skúlans. Hann hevur leiðsluna av virksemi skúlans og skal leiða og býta arbeiðið millum starvsfólk skúlans. Hann tekur allar ítøkiligar avgerðir um næmingar skúlans, men kann, í tann mun tað er neyðugt, áleggja øðrum starvsfólkum at vera sær til hjálpar.

Til § 11.
Sambært kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum er ásett, at lærari skal hava ávísan førleika, alt eftir á hvørjum stigi viðkomandi undirvísir. Fyri at undirvísa á C- stigi krevst útbúgving á bachelor stigi, og krevst fyri at undirvísa á A- og B stigi útbúgving á kandidat stigi.

Til § 12.
Rakstrarstuðul verður veittur til góðkent undirvísingarvirksemi. Sambært álitinum er neyðugt at styrkja tann partin av arbeiðsorku skúlans, sum skal fáast við royndar-, menningar, og skeiðsvirksemi.

Til § 13.
Talan er um ásetingar um næmingagjald, ið eisini galda fyri aðrar miðnámsútbúgvingar.

Til § 14.
Nærri er ásett í høvuðskunngerð, Kunngerð nr. 102 frá 26. juli 2000 um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu, og í próvtøkukunngerð, Kunngerð nr. 97 frá 8. juni 2001 um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF), hvørji viðurskifti, ið kært kann verða um, og hvussu mannagongdin er í slíkum førum.

Til § 15.
Sama áseting er galdandi fyri aðrar miðnámsútbúgvingar.

Til § 16.
Ásetingin gevur landsstýrismanninum neyðuga heimild at gera undantak frá greinunum 7-9, um skúlin ynskir at fara undir serligt royndar- og menningarvirksemi.

Til § 17.
Ein partur av útbúgving næminganna fer fram á skipum og virkjum, tað verður tí mett at vera rætt, at næmingarnir eru tryggjaðir sambært lóg.

Til § 18.
Áðrenn henda lóg fær gildi, verður nýggj kunngerð lýst fyri SIF- og HIF-útbúgvingarnar. Teir næmingar, sum eru farnir undir útbúgvingarnar áðrenn 1. august 2002, halda fram eftir løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987.

1. viðgerð 19. februar 2002. Málið beint í   mentanarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 19. februar 2002 er málið beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 6. og 9. mars 2002 og hevur undir viðgerðini havt fund við Óla Holm, landsstýrismann.

Undir viðgerðini upplýsti landsstýrismaðurin, at mentamálastýrið er í ferð við at gera eina felags avtalu við danir um m.a. góðkenning av hesi útbúgving.

Nevndin harmast um, at landsstýrismaðurin í mentamálum ikki legði fram álitið um fiskivinnuútbúgvingar til aðalorðaskiftis í Løgtinginum soleiðis, at tingið hevði høvi til at viðgera fiskivinnuútbúgvingarnar í einum størri høpi.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. 

2. viðgerð 13. mars 2002. §§ 1 til og við 18 samtyktar 30-0-0.  Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 42 frá 26.03.2002