Ferðsla

 

56  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki ordaskifti)

Ár 2002, 20. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu 

Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 24. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar:

§ 1.

1) § 64 i, stk. 2 verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Fyri eftiransandi koyriroynd verður goldið:

  1. Fyrsta roynd: kr. 550.
  2. Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.
  3. Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð.

Hóast ásetingina í nr. 1 verður onki goldið fyri fyrstu royndina uttan so, at royndin er kravd vegna tess, at gildistíðin fyri koyrikortið er úti sbr. § 18 b, og tað ikki er endurnýggjað innan eina freist, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, ella vegna treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrirættinum sambært § 18 c."

2) Í § 64 i verður sett sum nýtt stk. 3:
"Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1 verður onki goldið fyri koyriroynd til bólkarnar A, B, B/E, C, C/E, D og D/E, fyri koyriroynd til traktor ella vinnuligan fólkaflutning, um so er, at umsøkjarin vegna brek hevur fingið stuðul játtaðan til útvegan av bili sambært reglunum um almenna forsorg."
§ 64 i, stk. 3 verður hereftir § 64 i, stk. 4.

3) § 64 k verður orðað soleiðis:
"§ 64 k. Í hesum førum verður goldið soleiðis:

  1. Fyri umbýti av gomlum føroyskum koyrikorti ella av donskum, grønlendskum og útlendskum koyrikorti til føroyskt koyrikort: kr. 250.
  2. Fyri útgávu av endurriti og endurnýggjan av koyrikorti: kr. 250.
  3. Fyri endurnýggjan av koyrikorti til lastbil, lastbil við stórum viðfestisakfari, buss og buss við stórum viðfestisakfari fyri umsøkjarar, sum hava fylt 50 ár, men ikki 70 ár: kr. 250.
  4. Fyri endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning: kr. 250.
  5. Fyri endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning: kr. 250, tó soleiðis, at verður koyrikortið endurnýggjað, tí tað av heilsuligum viðurskiftum er tíðaravmarkað, verður onki goldið.
  6. Fyri útgávu av fyribils bráðfeingiskoyrikorti til koyring í útlandinum: kr. 250.
  7. Fyri endurnýggjan av koyrikorti hjá umsøkjarum, sum hava fylt 70 ár, verður onki goldið.
  8. Fyri endurnýggjan av koyrikorti, ið er tíðaravmarkað vegna heilsulig viðurskifti, verður onki goldið.
  9. Fyri altjóða koyrikort: kr. 150.
  10. Fyri ferðafólkakoyrikort: kr. 250."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar:

Bileftirlitið hevur í nógv ár fylgt ávísum fyrisitingarligum siðvenjum í sambandi við gjøld fyri koyrikort v.m. til ávísar fíggjarligar veikar samfelagsbólkar. Hesar siðvenjur hava ikki staðið í teimum kunngerðum um gjøld, sum landsstýrið hevur lýst, ella í ferðslulógini, tá gjøldini vórðu ásett í sjálvari lógini, og heimild hevur tí ikki verið hjá Bileftirlitinum at krevja serliga lág gjøld, ofta ókeypis, fyri hesar samfelagsbólkar. Vinnumálastýrið hevur tí skrivliga boðað Bileftirlitinum frá, at øll skulu gjalda samsvarandi ásetingunum í ferðslulógini. Landsstýrismaðurin tekur tó undir við, at serliga lágu gjøldini framhaldandi skulu vera galdandi, og leggur tí uppskot fyri Løgtingið um, at heimild verður fingin til vega, so Bileftirlitið kann krevja lægri gjøld fyri hesar bólkar.

Gjøldini hjá Bileftirlitinum verða nú ásett í sjálvari ferðslulógini, og tí er neyðugt við lógarbroyting til tess at fáa hesa heimild til vega.

Av tí at lógaruppskotið sleppur ávísum persónum undan at gjalda fyri koyrikort í ávísum førum, merkir hetta, at inntøkan hjá landinum verður eitt sindur minni, enn um galdandi lóg varð praktiserað eftir sínum orðaljóði. Uppskotið hevði komið ávísum einstaklingum til góðar, um ikki uppskotið til nýggjar ásetingar í lógini longu var føst fyrisitingarlig siðvenja á Bileftirlitinum. Umsitingarliga verður ongin broyting.

Bileftirlitið hevur umleið 400 koyrikort um árið, sum skulu endurnýggjast av heilsuávum og vegna aldur, og um hesi skuldu goldið 250 kr. hvør, hevði talan verðið um eina inntøku upp á 100.000 kr.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelags-
bólkar/felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
Búskaparligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

(Ja)

Nei

Umsitingarligar
Avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
Avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
Avleiðingar

     

Nei

 

SERLIGAR VIÐMERKINGAR:

Til nr. 1.
Sum er, ásetur lógin eitt gjald fyri øll, ið eru til eftiransandi koyriroynd. Tey, ið ikki hava endurnýggjað koyrikortið, tá gildistíðin er úti sambært § 18 b, og meira enn 3 ár eru liðin frá tí, at koyrikortið fór úr gildi, skulu sambært § 3, stk. 4 í kunngerð nr. 49 frá 24. juni 1963 til eina eftiransandi koyriroynd. Í hesum føri verður mett, at tað er rímiligt, at tað framhaldandi skal gjaldast fyri eftiransandi koyriroyndina.

Somuleiðis verður skotið upp, at tey, ið hava mist koyrikortið vegna treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrirættinum sambært § 18 c, framvegis eiga at gjalda fyri fyrstu royndina.

Skotið verður sostatt upp, at tey, ið skulu til eftiransandi koyriroynd vegna sjúku, ella tí tey eru komin til ein ávísan aldur, ikki skulu gjalda fyri fyrstu eftiransandi koyriroyndina. Sigast kann kanska, at hesi ikki sjálvi hava verið atvoldin til, at sett verður krav um eftiransandi koyriroynd.

Til nr. 2:
Hetta stykki er nýtt, og sambært hesari áseting sleppa persónar, ið sambært forsorgarreglunum hava fingið stuðul játtaðan til keyp av avlamisbili, eisini undan at gjalda fyri koyrikort til bilin.

Reglurnar um stuðul til útvegan av avlamisbili standa í § 18 í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 "om offentlig forsorg".

Til nr. 3.
Til § 64 k, nr. 1. Henda er § 64 k, stk. 2 í galdandi lóg.

Til § 64 k, nr. 2.
Henda er § 64 k, stk. 1 í galdandi lóg. Her er orðið "endurnýggjan" sett afturat, tí tað er eitt forgloymilsi, at hetta ikki kom við, tá gjøldini vórðu sett í lógina. Endurrit ella avrit verður t.d. latið, tá koyrikortið er burturmist, meðan koyrikort verður endurnýggjað, t.d. tá tað fer úr gildi vegna aldur ella heilsuviðurskifti.

Til § 64 k, nr. 3.
Arbeitt verður við at gera nýggja kunngerð um koyrikort, og eftir hesari kunngerð er ætlanin, at koyrikort til stóru akførini, t.e. bólkarnir C (lastbil), C/E (lastbil v/stórum viðfestisakfari), D (buss) og D/E (buss við stórum viðfestisakfari), skal verða givið út við gildi, til handhavin hevur fylt 50 ár. Koyrikort til umrøddu bólkar verður hereftir endurnýggjað 5. hvørt ár, til handhavin hevur fylt 70 ár, um umsøkjarin annars framvegis lýkur heilsuligu krøvini. Tá umsøkjarin hevur fylt 70 ár, koma vanligu reglurnar í gildi, og sambært galdandi kunngerð um koyrikort er hetta galdandi soleiðis: 70-71 ár: 4 ár, 71-72 ár: 3 ár, 72-80 ár: 2 ár, og 80 ár og yvir: 1 ár. Tá umsøkjarin hevur fylt 70 ár, er endurnýggjanin ókeypis sambært § 64 k, nr. 7.

Til § 64 k, nr. 4.
Henda regla er við, tí tað nú verða gjørdar nærri útgreiningar av gjøldunum. Koyrilærararnir gjalda longu 250 kr. fyri endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning. Sambært § 19 a, stk. 5, er koyrilæraragóðkenningin galdandi í 5 ár, tó í mesta lagi so leingi sum viðkomandi hevur koyrikort. Koyrikortið kann verða endurnýggjað móti gjaldi, um umsøkjarin framvegis lýkur treytirnar at virka sum koyrilærari.

Til § 64 k, nr. 5.
Sambært § 2, stk. 4 í kunngerð nr. 52 frá 5. august 1966 við seinri broytingum verður koyrikort til vinnuligan fólkaflutning útgivið við gildi í fimm ár og skal sostatt endurnýggjast 5. hvørt ár. Um umsøkjari fær ásett styttri gildistíð enn 5 ár, orsakað av heilsuligum viðurskiftum, verður ikki goldið fyri endurnýggjanina.

Til § 64 k, nr. 6.
Henda regla er nýggj. Ætlanin er í uppskoti til nýggja koyrikortskunngerð, at møguligt skal vera at søkja um fyribils bráðfeingiskoyrikort, um koyrikortið er burtur, og handhavin upplýsir, at hann skal koyra bil í útlandinum, og Bileftirlitið ikki fær stundir til at gera møguligar neyðugar kanningar (kann vera heilsuligar kanningar), so kann Bileftirlitið móti gjaldi geva út eitt fyribils bráðfeingiskoyrikort fyri eitt styttri tíðarskeið, t.d. 2 mánaðir.

Til § 64 k, nr. 7.
Henda áseting um endurnýggjan av koyrikorti hjá umsøkjarum, sum hava fylt 70 ár, hevur verið praktiserað higartil, og er hetta, eins og tað er galdandi fyri tey, ið eru nevnd í nr. 8, ein bólkur, ið ikki sjálvur hevur givið orsøk til kravið um endurnýggjanina.

Til § 64 k, nr. 8.
Henda regla um ókeypis endurnýggjan av koyrikorti, ið er avmarkað vegna heilsulig viðurskifti, hevur verið praktiserað higartil.

Til § 64 k, nr. 9.
Henda regla er ikki nýggj, men er endurtøka av núgaldandi § 64 k, stk. 3.

Til § 64 k, nr. 10.
Henda regla er nýggj. Ætlanin er í uppskoti til nýggja koyrikortskunngerð, at gera tað møguligt at geva persóni, sum ikki hevur vanligan bústað í Føroyum, og sum ikki hevur neyðuga koyrikortið, loyvi til fyribils, t.d. í 3 mánaðir, at koyra motordrivið akfar í Føroyum, eitt sokallað ferðafólkakoyrikort. Loyvið kann m.a. vera treytað av, at umsøkjarin stendur eina eftiransandi koyriroynd. Henda eftiransandi koyriroynd er tá ókeypis sambært § 64 i, stk. 2.

1. viðgerð 28. februar 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 7. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 20. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 28. februar 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 7. mars 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. mars 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 43 frá 26.03.2002