Suðuroyarferja

 

57  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju

A. Upprunauppskot
B. Frávik
C. 1. viðgerð
D. Orðaskifti við 1. viðgerð
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 12. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 154 frá 20. desember 2001 um bygging av nýggjari suðuroyarferju, verður gjørd henda broyting:
Í § 1 verður "305 mió. kr." broytt til: "310 mió kr."

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi sama dag, hon verður kunngjørd.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Tilboðini upp á bygging av nýggju suðuroyarferjuni eru komin inn, og Strandfaraskip Landsins og Vinnumálastýrið hava samráðst við tær skipasmiðjur, ið høvdu mest áhugaverdu tilboðini uppá at byggja hesa ferju. Sáttmáli við eina av hesum skipasmiðjum er um at koma undir land, og eru partarnir samdir um smálutirnar í byggispesifikatiónini. Í løtuni verður samráðst um prísin og um smálutirnar í sáttmálanum.

Partarnir eru um at verða samdir um ein sáttmálaprís, sum er beint undir upprunaligu kostnaðarmetingini upp á 305 mió kr. Afturat hesum koma tó útreiðslur til byggieftirlit og møguligar útreiðslur til at kurssikra sáttmálaupphæddina. Hetta eru útreiðslur, sum mugu sigast at vera fevndar av orðinum "byggiútreiðslur" í lógini.Vinnumálastýrið skilir orðið "byggiútreiðslur" sum útreiðslur til verkætlanina, ið verða frá tí løtu, sáttmálin verður undirskrivaður, til skipið verður latið eigaranum.

Fyri at tryggja sær, at sáttmálin kann undirskrivast sum ætlað, verður skotið upp at broyta samlaðu mest loyvdu byggiútreiðslurnar frá 305 mió kr. til 310 mió kr. Við verandi vitan er besta metingin í løtuni, at samlaðu byggiútreiðslurnar kunnu haldast innan henda karm.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið av hesum lógaruppskoti verða í mesta lagi 5 mió kr., tó helst minni enn hetta.

B. Fyri kommunurnar
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

C. Fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

Umhvørvisavleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

Talva 4: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Í mesta lagi 5 mió. kr.

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1.

Ongar serligar viðmerkingar.

Til § 2.

Ongar serligar viðmerkingar.

Hjáløgd skjøl:
Eingi hjáløgd skjøl.

Á tingfundi 13. februar 2002 skeyt formaðurin upp, sambært § 85 í tingskipanini, at gera frávik frá øllum tíðarfreistum í hesum máli. Samtykt 25-0-2.

1. viðgerð 13. februar 2002. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 13. februar 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 13. februar 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0.

Málið avgreitt.

Ll.nr. 10 frá 14.02.2002