Kringvarp

 

60  Uppskot til  samtyktar um broyting í løgtingslóg um kringvarp

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

Ár 2002,19. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Jógvan á Lakjuni fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrismannin í mentamálum um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um broyting í løgtingslógini um kringvarp sum ásetir, at kringvarpsstovnar, fíggjaðir við lurtara- og síggjaragjaldi og almennum pengum annars, ikki skulu hava loyvi til at fíggja virksemi sítt við handilslýsingum.

Viðmerkingar
Hetta uppskotið skal fatast sum framhald av fyrispurningum, sum uppskotsstillararnir hvør sær hava sett. Jógvan á Lakjuni spurdi landsstýrismannin í mentamálum, Óla Holm, um møguleikan hjá Rás 2 at fáa lut í lurtaragjaldinum. Finnur Helmsdal spurdi landsstýrismannin í lógamálum, hví føroysku bløðini verða so ymist stuðlað. Tað, sum kom burturúr at seta fyrispurningarnar og annað kjak í hesum sambandi, er grundarlag undir uppskotinum.

Løgtingið samtykti 20. februar 1998 lóg um kringvarp, ið varð sett í gildi 1. mars 1998. Við hesi lóg varð einkarætturin hjá ÚF og SvF at kringvarpa tikin av, umframt vórðu reglur og treytir orðaðar, sum persónar, feløg og fyritøkur skulu ganga undir, tá kringvarpað verður.

Nú fýra ár aftaná stendur tó greitt, at avtøkan av einkarrættinum ikki hevur slóðað fyri í tann mun, ætlað varð. Bæði ÚF og SvF hava víðkað um inntøkuvirksemi sítt í slíkan mun, at tað er mest sum ógjørligt hjá møguligum kappingarneytum at liva. Her verður fyrst og fremst hugsað um stóra partin av handilslýsingarmarknaðinum, sum fyrst SvF og síðan eisini ÚF hava lagt seg á. Hetta má metast sum bæði órímiligt og øvugt, tá nógv størsta og kanska eisini einasta inntøkan hjá møguligum øðrum kringvørpum júst er handilslýsingar. Myndin verður enn meira skeiv, tá hugsað verður um, at ÚF og SvF hava einkarrætt til lurtara- og hyggjaragjaldið.

Uppskotsstillararnir eru av terri fatan, at Løgtingið 20. februar 1998 gjørdi av, at onnur kringvørp enn ÚF og SvF skuldu hava møguleikan at kringvarpa her á landi, og halda vit tað tí vera skylda tingsins at slóða soleiðis fyri, at tað skal bera til hjá øðrum at senda og at liva.

Tí verður við hesum skotið upp, at tað verður bannað ÚF og SvF at fíggja virksemi sítt við handilslýsingum. ÚF og SvF eiga leiklutin sum alment stuðlaðir public service stovnar, sum ymsu aldurs- og áhugabólkarnir í samfelagnum skulu hava sítt gagn av.

Ójøvn kapping
Tað, at ÚF og SvF hava handilslýsingar, ger, at kappingin millum almennu kringvørpini og bløðini verður meira ójøvn, enn gott er. Sleppa almennu kringvørpini fyrilitarleyst at víðka um inntøkumøguleikar sínar á henda hátt, kann spurningurin um blaðdeyða her á landi gerast meira viðkomandi, enn ynskiligt er. Handilslýsingar hava frá byrjan verið ein grundstuðul undir inntøkuviðurskiftunum hjá bløðunum, og er tað hugsan okkara, at soleiðis eigur tað eisini at vera í framtíðini. Tað er tí við iva og ampa at vit hoyra og síggja, hvussu talið á handilslýsingum er støðugt vaksandi í bæði ÚF og SvF. Vit kunnu liva uttan almenn kringvørp, sum eru handilsfíggjað, men neyvan við øðrum kringvørpum og bløðum, sum ikki eru tað.

Tað er tí okkara skylda sum tingfólk at bera so í bandi, at ætlanirnar við at taka av einkarættin at kringvarpa síggjast aftur í verki. Tað er somuleiðis skylda okkara at slóða fyri, at kappingin millum almennu kringvørpini og bløðini fer fram á meira jøvnum føti.

1. viðgerð 21. februar 2002. Málið beint í mentanarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.