Barnaumboðsmaður

 

61  Uppskot til  løgtingslóg um barnaumboðsmann

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 19. februar, legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um barnaumboðsmann

§ 1. Ein umboðsstovnur, ið tænir børnum, bøtir um barnakor og tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið børn hava sambært hesari lóggávu, verður settur á stovn.
Stk. 2. Børn eru í hesum føri einstaklingar yngri enn 18 ár.

§ 2. Landsstýrismaðurin setir barnaumboðsmannin í eitt 5 ára skeið. Barnaumboðsmaðurin kann bara loysast úr starvi eftir reglunum í løgtingslógini um tænastumenn § 25.
Stk. 2. Um serligar umstøður gera seg galdandi, ber tó til at seta umboðsmannin av nýggjum í mesta lagi í 5 ár aftrat, uttan at starvið verður lýst leyst.
Stk. 3. Barnaumboðsmaðurin skal hava lokið prógv við viðkomandi útbúgving. Er barnaumboðsmaðurin ikki løgfrøðingur, verður løgfrøðingur settur í starv á barnaumboðsmansstovninum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir løn og onnur setanarviðurskifti barnaumboðsmansins. Barnaumboðsmaðurin kann ikki vera í øðrum løntum starvi og kann ikki átaka sær uppgávur, sum órógva barnaumboðsmansstarvið.

§ 3. Barnaumboðsmaðurin skal virka fyri, at landsstýrið, kommunur og stovnar skipaðir undir hesum, einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk virða rættindi, tørv og lógarrætt barna. Umboðsmaðurin skal haraftrat seta fram uppskot og koma við ábendingum um, hvussu børn kunnu fáa betri samfelagsligar sømdir.
Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin skal serliga leggja dent á:

  1. at elva til samfelagskjak um barnaumstøður og barnakor,
  2. at koma fram við og vísa á uppskot, ið gera børn løgfrøðiliga og stýrisskipanarliga betur fyri,
  3. at arbeiða fyri, at altjóðareglugerðir um barnarættindi og barnavælferð, sum samtyktar eru at seta í verk í landinum, verða virdar, og minna á, at hesar reglugerðir eru galdandi,
  4. at taka stig til hóskandi tiltøk, um mett verður, at tey, sum nevnd verða í fyrsta broti, hava gjørt seg inn á børn viðvíkjandi rættindum teirra, tørvi og samfelagskorum, annaðhvørt við sínum dagliga atburði ella við líkasælu og misrøkt,
  5. at kunna fólk um lógir og rættarreglur, ið eru galdandi í sambandi við børn og ung, og birta upp undir gransking á hesum øki.

Stk. 3. Um barnaumboðsmaðurin heldur, at seinni liður í stk. 2 d), hevur verið brotin, skal hann koma við hóskandi, próvgrundaðari frágreiðing til tey, sum varða av, og koma við uppskotum, ið kunnu bøta um hesi viðurskifti.
Stk. 4. Í sambandi við byggimál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hýsa børnum og barnavirksemi, skal barnaumboðsmaðurin kunnast um byggingina, áðrenn bygt verður.

§ 4. Barnaumboðsmaðurin er ráðgevi hjá barnaverndarnevndunum sbr. reglunum í barnaforsorgarlógini.

§ 5. Øll kunnu koma við eini áheitan til barnaumboðsmannin.
Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin kann sjálvur taka mál upp til viðgerðar, og hann kann viðgera mál, tá ið hann fær próvgrundaðar ábendingar av onkrum slagi. Hann ger sjálvur av, um ein ábending er verd at verða viðgjørd.
Stk. 3. Barnaumboðsmaðurin viðger ikki ósemjur millum einstakar persónar, men tey, sum koma til hansara vegna ósemjur, fáa kunning um fyrisitingarlig og løgfrøðilig rættindi og loysnir.

§ 6. Tagnarskylda er galdandi, men kortini skal fyrisitingin veita barnaumboðsmanninum allar upplýsingar, ið hann heldur vera neyðugar. Á sama hátt skulu einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk geva barnaumboðsmanninum allar upplýsingar, ið hann metir at vera neyðugar, arbeiði hansara til frama, sbr. § 3 d) .
Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin skal haraftrat hava óskerda atgongd til allar stovnar, har børn búgva ella á ein hvønn hátt hava við børn at gera, um hann metir hetta vera neyðugt. Hetta er galdandi fyri bæði almennar stovnar og stovnar, sum einstaklingar, feløg ella onnur einstaklingasamtøk reka.

§ 7. Barnaumboðsmaðurin og starvsfólk á stovninum hava tagnarskyldu eftir reglunum í revsilógini.

§ 8. Barnaumboðsmaðurin setir starvsfólkini á stovninum sbr. játtanum á løgtingsfíggjarlógini og sambært reglum og sáttmálum, sum galdandi eru fyri almennar stovnar

§ 9. Á hvørjum ári skal barnaumboðsmaðurin senda landsstýrismanninum eina frágreiðing um virksemið i farna ári. Frágreiðingin er almenn og skal vera prentað áðrenn 1. juli á hvørjum ári. Annars starvar barnaumboðsmaðurin sjálvstøðugt og er í virki sínum óheftur av tí almennu fyrisitingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger eina neyvari reglugerð um virksemi barnaumboðsmansins eftir uppskoti frá umboðsmanninum.

§ 10. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2003.

Viðmerkingar:
Gerandisdagurin hjá børnum okkara er í eini broytingartíð. Tað at vera barn í dagsins samfelag er ein leiklutur í kapprenning við tíðina. Væltilrættislagdi gerandisdagurin við føstu klokkutíðunum gevur børnunum lítlan møguleika at vera børn uttan at skula eitthvørt. Samstundis er ávirkanin frá miðlum, telduspølum, alnótini, og videospølum so ógvuslig, at viðbrekna barnasálin lættliga følnar ella skeiglast úr síni upprunaligu og óspiltu barnatilveru. Tíðarskeiðið, tú ert barn í friði og náðum, er um at vera farið, ella stendur fyri stórum hóttanum.

Samstundis eru málini um siðabrotsverk og skipaðan kynsligan ágang móti børnum vorðin gerandiskostur við dómstólarnar.

Eingin ivi er um, at foreldrini hava fulla ábyrgd av at uppala og verja síni børn móti hóttanum í gerandisdegnum, tað veri seg stakhendingum ella framhaldandi ávirkan, men bæði børn, foreldur og politikarar fáa gagn av einum barnaumboðsmanni, sum skal tryggja, at samfelagið alt virðir rættindi, tørv og lógarrætt barna, og virkar hareftir.

Grein 3 lýsir nágreiniliga innihaldið í arbeiðinum hjá barnaumboðsmanninum.

Øll kunnu koma við eini áheitan til barnaumboðsmannin, sum eisini sjálvur kann taka mál upp til viðgerðar, men barnaumboðsmaðurin viðger tó ikki ósemjur millum einstakar persónar.

Barnaumboðsmaðurin hevur barnatelefon, har børn kunnu ringja og leita sær hjálp og upplýsing.

Barnaumboðsmaðurin virkar sum ráðgevi hjá barnaverndunum, arbeiðir óheftur og er ikki á nakran hátt knýttur at aðrari almennari fyrisiting, eitt nú Almannastovuni.

Lógaruppskotið hevur fyrimynd sína í galdandi lógum um barnaumboðsmann í grannalondum okkara.

Skipanin verður mett at kosta landskassanum 1,5 mió krónur árliga.

1. viðgerð 21. februar 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram tann 19. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 21. februar 2002 er málið beint trivnaðarnevndini.

Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. februar, 5. og 11. mars 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Julionnu Klett, advokatur og løgfrøðiligur ráðgevi hjá barnaverndarnevndunum, umboð fyri Barnabata og umboð fyri Føroya Pedagogfelag.

Ein minniluti (Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal) vísir á, at skipanin við barnaumboðsmanni ella barnaumboði er ikki nýggj. Grannalondini hjá okkum hava havt líknandi skipanir síðani miðskeiðis í nítiárunum. Eitt sindur ymiskt er tó, hvussu lógargrundarlagið er greitt úr hondum.

Íslendska lógin er tann mest útgreinaða og fullfíggjaða lógin á økinum, og er hon eisini fyrimyndin fyri føroyska lógaruppskotinum. Svenska lógin er tann mest einfalda við sínum bara trimum lógargreinum, meðan tann norska lógin um "barneumbud" í lógarsniði líkist íslendsku útgávuni.

Í Danmark er hinvegin eitt "børneråd", og formaðurin í hesum barnaráði hevur í stóran mun leiklutin sum barnaumboðsmaður.

Endamálið við hesum ymsu lógum er tó tað sama. At virka fyri at landsmyndugleikar, kommunur, einstaklingar og feløg virða rættindi, tørv og lógarrætt barna. Harafturat hevur barnaumboðsmansstovnurin sum uppgávu at leggja dent á samfelagskjak um barnakor og at koma við uppskotum, sum gera børn rættarliga betur fyri í samfelagnum.

Kunningin um lógir og rættarreglur barna og foreldra er ein av aðaltáttunum í arbeiðnum hjá barnaumboðsmanninum.

Føroya Pedagogfelag vísti á, at barnaumboðsmaðurin var eitt stórt framstig, og tóku tey fult og heilt undir við at seta á stovn ein barnaumboðsmansstovn. Føroya Pedagogfelag vísti á, at tey javnan fingu fyrispurningar, sum natúrliga áttu at at verið vendir til ein barnaumboðsmann. Ráðgevandi leiklutin hjá umboðsmanninum var felagið serliga fegið um.

Sjúkrasystrafelag Føroya tekur fult undir við uppskotinum.

Barnabati vísti á, at leikluturin sum eftirlit átti at verið høvuðsuppgávan hjá Barnaumbosðmanninum, og mælti til at seta lógaruppskotið í gildi beinanvegin. Barnabati vísti á, at felagið hevur barnatelefon, og at hesin leiklutur møguliga kundi skipast í samstarvi við Barnabata. Barnabati upplýsti somuleiðis, at 2-3 børn ringdu á barnatelefonina um vikuna.

Umboðið fyri barnaverndarnevndirnar, Julianna Klett, advokatur, vísti til viðmerkingar sínar til uppskot til løgtingslóg um barnavernd. Metti, at politiski myndugleikin átti at arbeitt meiri materielt við at raðfesta bygging av barnaverndarhúsum/stovnum og á tann hátt at tryggja børnunum eitt viðgerðartilboð, áðrenn stovnsetan av einum møguligum barnaumboðsmanni.

Eisini hevur nevndarviðgerðin reist spurningin, um tað er rætt, at Barnaumboðsmaðurin er ráðgevi hjá barnverndarnevndunum. Fleiri partar hava víst á hesi viðurskifti. Uppskotsstillarin tekur viðmerkingarnar til eftirtektar og skjýtur tí upp niðanfyristandandi broytingaruppskot til lógaruppskotið.

Nevndarviðgerðin hevur týðiliga víst á, at tørvur er á einum barnaumboðsmanni í føroysku samfelagsskipanini. Kostnaðurin av uppskotinum er lítil, og ein barnaumboðsmaður kann vera við til at skunda undir framhaldandi arbeiðið at styrkja um rættarstøðuna og viðgerðarstøðuna hjá veikast støddu børnunum í føroyska samfelagnum.

Minnilutin mælir Løgtinginum til at samtykkja uppkotið og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 4 verður orðað soleiðis; "§ 4. Barnaumboðsmaðurin svarar fyrispurningum frá barnaverndarnevndum."

Minnilutin (Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm) heldur, at tað er ein góð ætlan at fáa ein barnaumboðsmann í Føroyum. Vit hava ofta ført fram, at hetta eigur at verða gjørt sum ein liður í eini átrokandi endurskoðan av øllum barnaforsorgarøkinum. Tí skal spurningurin um, hvussu ein barnaumboðsstovnur eigur at skipast, hvørjar uppgávur og hvønn myndugleika hann skal hava, og hvussu sambandið skal vera við aðrar stovnar og myndugleikar á barnaforsorgarøkinum, sjálvandi svarast og loysast sum ein partur av samlaðu endurskoðanini av hesum víðfevnda økinum.

Tí tykist tað ørkymlandi, tá einsamallur tingmaður úr samgonguflokki knappliga leggur uppskot fram um barnaumboðsmann, áðrenn arbeiðið við at endurskoða barnaforsorgarøkið er liðugt, og áðrenn nøkur avgerð er tikin um, hvussu lóggáva og bygnaður skal verða frameftir.

Sjálvt lógaruppskotið er ógreitt og ófullfíggjað. Ógreitt er, hvør leikluturin skal vera hjá barnaumboðsmanninum í mun til aðrar myndugleikar og stovnar á økinum, og ongar upplýsandi viðmerkingar eru til einstøku greinarnar í lógaruppskotinum, sum kunnu geva nærri frágreiðingar um, hvussu lógin skal skiljast og umsitast.

Bæði frá Almanna- og heilsumálastýrinum og frá løgfrøðiliga ráðgevaranum hjá barnaverndunum, Julionnu Klett, er í nevndarviðgerðini víst á, at onnur viðurskifti enn at skipa ein nýggjan barnaumboðsstovn her og nú eiga at raðfestast fremri.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur sett tveir arbeiðsbólkar til at endurskoða bygnaðin á økinum og til at koma við tilmælum um, hvussu ráðgevingar- og hjálparmøguleikarnir kunnu styrkjast. Í ummæli sínum av ætlaðu broytingunum við barnaforsorgarlógini hevur Julianna Klett m.a. víst á: "Tí er alt arbeiði til fánytis, um ikki beinanvegin verða settir pengar av til at betra núverandi tilboð eitt nú Barnaheimið, og at bygdir verða hóskandi viðgerðarstovnar við fakfólki, ið kunnu taka sær av trupulleikum, sum børn hava í dag: foreldur við alkohol- og rúsevnistrupulleikum, foreldur, ið ikki hava evni at vera foreldur v.m. Børn, ið eru misnýtt seksuelt inni/uttan fyri heimið, børn, ið ikki kunnu klára skúlan vegna egna/ella familjutrupulleikar. Børn við rúsevnistrupulleikum, alkoholtrupulleikum v.m."

Um lógaruppskotið um barnaumboðsmannin førdi hon m.a. fram fyri nevndini, at tann peningur, sum í uppskotinum er ætlaður at brúka til nýggja barnaumboðsstovnin, heldur skuldi verið nýttur til tey meira átrokandi tiltøk, sum hon nevnir omanfyri, og at ein barnaumboðsmaður so hóskandi kundi verið settur á stovn um eini 10 ár.

Minnilutin er samdur í sjónarmiðunum hjá løgfrøðiliga ráðgevanum hjá barnaverndunum, Julionnu Klett, og hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, at onnur átrokandi viðurskifti á økinum eiga at loysast fyrst, og at barnaumboðsmaðurin má bíða, og tekur tí ikki undir við uppskotinum. 

Minnilutin (Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) hava hesar viðmerkingar: Hugskotið um ein barnaumboðsmann er gott, men orsakað av ógreiðu viðurskiftunum á barnaforsorgarøkinum er ov tíðliga at seta á stovn eina nýggja skipan. Lógin um barnaforsorg varð ikki framløgd í hesi tingsetuni orsakað av, at kommunurnar vóru ósamdar við landstýrið um, at barnaforsorgarøkið skuldi vera ein landsuppgáva burturav. Tí hevur landsstýrismaðurin sett ein arbeiðsbólk við umboðum frá landi og kommunum at orða eitt endaligt uppskot. Fólkaflokkurin metir, at enn eru ov nógv ógreið viðurskifti á økinum. Haraftrat er málið um barnaumboðsmann lagt ov seint fram til, at tingið kann geva málinum eina nøktandi viðgerð. Tá, og um ein barnaumboðsmaður verður settur, er umráðandi, at hann verður ein partur av eini heildarskipan innan barnaforsorgarøkið. Minnilutin mælir tí tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskotinum í verandi líki og førir fram, at
Sambandsflokkurin metir, at talan er um eitt skilagott uppskot. Undir viðgerðini eru tó einstøk viðurskiftir komin fram, ið gera, at uppskotið ikki eigur at samtykkjast í verandi líki.

Minnilutin mælir sostatt frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. mars 2002. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu og Finni Helmsdal til § 4 fall 10-0-19. §§ 1 til og við 10 fullu 10-0-19. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.