Barnaforsorg

 

62  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 19. februar, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg 

§ 1

Í lógarkunngerð nr. 104 frá 02.03.1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 21 frá 02.03.2001, verður gjørd hendan broyting:

  1. Í § 18 verður stk. 4 sett:

"stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um samsýning til fosturforeldur, gjald fyri uppihald og aðrar útreiðslur viðvíkjandi barninum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar:
Galdandi barnaforsorgarlóg: "Lb. nr. 104 af 02.03.1988 for Færøerne om børneforsorg" varð sett í gildi í 1960. Lógin tekur ikki beinleiðis støðu til samsýning til fosturforeldur. Í kunngerð nr. 50 frá 25. mars 1993 um barnaforsorg eru tó ásettar reglur um fosturforeldur, av tí at hetta var mett at vera neyðugt at regulera. Kunngerðin hevur heimild í § 13 í galdandi barnaforsorgarlóg.

Landsgrannskoðarin hevur yvir fyri landsstýrismanninum viðmerkt, at ivasamt er um heimild er í barnaforsorgarlógini fyri at áseta reglur í kunngerð um fosturforeldur.

Endamálið við hesum lógaruppskotið er at fáa eina greiða heimild fyri at samsýna fosturforeldrum og at rinda teimum fyri aðrar útreiðslur, ið tey hava viðvíkjandi fosturbarninum.

Um hendan lógarbroyting verður samtykt í Løgtinginum, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at áseta reglur um javning av verandi upphæddum til fosturforeldur, umframt at reglur verða ásettar um gjald fyri uppihald og aðrar útreiðslur viðvíkjandi barninum. Hetta er neyðugt fyri at fáa eitt betri samsvar í millum samsýning fyri at bava barn til fosturs og tað arbeiðsbyrðu, sum verður løgd á fosturforeldur. Eisini er ætlanin at áseta, at samsýningin, tá ið talan er um sera trupul børn, kann faldast við 3 og í heilt serligum førum upp til 7 ferðir ásettu samsýningina.  

Avleiðingar:
Almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir í løtuni við at tilevna eina kunngerð um samsýning o.a. til fosturforeldur. Væntandi fer kunngerðin at hava við sær eykaútreiðslur fyri landskassan, men av tí at støða ikki er tikin til, í hvønn mun samsýningarnar til fosturforeldur skulu javnast, og hvørjar útreiðslur annars skulu verða rindaðar fyri fosturforeldrini, er ikki gjørligt at upplýsa kostnaðin av kunngerðini í løtuni. Í sambandi við tilevnan av kunngerð á økinum má støða takast til, um aðrar útreiðslur enn samsýning og útreiðslur til uppihald, tað vil siga matur og innivist, skulu rindast av landinum.

Mett verður ikki, at uppskotið fer at hava við sær umsitingarligar, umhvørvisligar, sosialar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Fosturforeldurfelagnum, Almannastovuni og Sosialu deild á Tórshavnar Býráð. Hesi taka undir við lógarbroytingini.

Fosturforeldurfelagið viðmerkir tó, at tey rokna við, at øll viðurskiftir í sambandi við samsýning og starvsetan verða nærri lýst í kunngerð um barnaforsorg, so fosturforeldur fáa sømilig rættindi sum onnur starvsfólk. Landsstýrismaðurin hevur tikið hesar viðmerkingar til eftirtektar soleiðis, at viðmerkingarnar hjá Fosturforeldrafelagnum verða tiknar við í arbeiðið við gerð av omanfyrinevndu kunngerð.

Serligar viðmerkingar:

Til nr. 1
Sambært lógarbroytingini verður høvuðsreglan, at fosturforeldur fáa eina samsýning fyri at vera fosturforeldur. Sambært galdandi kunngerð um barnaforsorg fáa fosturforeldrini "pleyguløn" fyri at hava eitt barn til fosturs. Hendan "pleyguløn" verður tó ikki roknað sum ein vanlig løn við teimum rættindum, sum har tilhoyra, men verður heldur roknað sum ein samsýning.

Eftir samráðingar við lønardeildina á Fíggjarmálastýrinum verður mett, at tað er rættast at staðfesta, at fosturforeldur fáa eina samsýning, og ikki pleyguløn, fyri at taka eitt barn til fosturs.

At vera forsturforeldur er ymiskt frá einum vanligum arbeiði. Fosturforeldrini eru í einari uppalingarstøðu í mun til barnið. Tað eigur tí at vera møguligt hjá fosturforeldrunum at hava fast starv og vera fosturforeldur við síðuna av fasta starvinum.

Í Danmark og Noreg fáa fosturforeldur ikki løn, men samsýning fyri at hava børn til fosturs. Hetta við teirri grundgeving, at fosturfamiljur ikki arbeiðsmarknaðarliga sæð kunnu sammetast við lønmóttakarar.

Aðrar útreiðslur kunnu vera lummapeningur til barnið, gávur, frítíðarískoyti o.a.

1. viðgerð 21. februar 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 26. februar 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 19. februar 2002 og eftir 1. viðgerð tann 21. februar 2002 beint trivnaðarnevndini.

Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 26. februar 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 28. februar 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 18 frá 12.03.2002